leygardagur 30. september 1950síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
30. september 1950
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Rým ikki Tórstein, frændi!
Nú er ikki at takka uppá kvams-
vís og rýma, sortandi sjógvin við
blekkflåskum,
Vit fara at vera i skattavålinum,
til annar liggur undir, 4. Y. s. lil
fólkið til fullna hevur fingið hovi at
síggja og skilja sannleikan um flokk-
anna skattastøður.
Ja, lat sonn tøl tala, Burtur við
villum og „bluffi“.
Lat meg við tað sama siga, at tað
er langt frá javnaðarflokkinum at
taka ábyrgd fyri Kristjans landsstýr-
ismannsins skattauppskotum og enn
og minni tekur ábyrgd fyri hansara
tollpolitikki. Hann talar fyri
bandsflokkin og als ikki fyri javn-
aðarflokkin.
Tað skattauppskot, sum banka-
stjórin talar um Í greinini „Skatta
politikkur og skattatøl““ vísir javn-
aðarflokkurin frá sær Tad er,
frændi, ein beinleiðis ósannind ella
sam-
eitt politiskt falsum at síga „.... af
einastu høvdu sett tað
framm, vóru sambandsmenn við sín-
menn ið
um samgongumonnum P, M. D. og
P, M. D. eigur hvørki lut ella part
í tí. Og hann vil einki eiga í tí!
So veikur í vápnum, frændi, at
hann noydist at geva mótstøðumann-
lå er
inum annara manna illverk
illa vorðið.
Hla fer at bera til, frændi, at skuld-
seta okkum á Tvøroyri fyri at hava
dripið gullhønuna (arbeidsgevarar-
nar) í skatti, sum ein „Dagblaðs-
greinin“ ger, og í sama andadrátti í
iðrari grein frå ongum minni enn
blaðsins flokksførara at tråtta, at
tær stóru inntøkurnar eru sloppnir
nógv ov lætt á Tvøroyri.
Lítið skil í slíkum, frændi.
Tað fer heldur ikki at
frændi, at síga at tað eru Dam og
eydnast,
arbeiðararnir á Tvøroyri, sum hava
spent bein fyri arbeiðsgevararnar.
Arbeiðararnir hava onga ávirkan
haft á virkini hjá øðrum. Teir ha
tikið ímóti vanligari „tarifløn“. Og
Dam hevur ikki tikið skorðir undan,
men sett tær undir, tá ið staðið hevur
á hjá onkrum arbeiðsgevara. Tað er
gjørt í samráð við arbeiðararnar.
Hetta kann verða váttað av monnum
sum Richard Thomsen og Thomas
Thomsen og øðrum eins og av øllum
Tvøroyraarbeiðarum.
Tað hjálpir einki, frændi, at verða
illur og nýta orð sum ,,grov ósann
ind“ um mína skuldseting av sam-
bandsmonnum og fólkaflokksmonn-
Fólkatingsvalið
Til Fólkatingsvalið 14. oktbr.
stillar Føruva Javnaðarfl. hesar
menn upp: P. M. Dam, folka-
tingsmann, Tvøroyri, J. Fr. Ore-
gaard, keypm., Gøtu, I. P. Hen-
riksen, bókhaldara, Tórshavn,
Einar Vaag, bryggjara Klakksvík.
Sambandsflokkurin: J. M. Fr.
Poulsen, lærara, Strondum,
Andr. Djurhuus, postmeistara,
Vági, Hans Iversen, keypm.
Kvivik og P, II. Weihe, keypm,
Sørvági.
Sjálvslýrisflokkurin: N. AW.
Skopun og
Poulsen, lærara,
L. Zachariasen, landsstýrismann,
Tórshavn.
Fólkafl. og Tjódveldisfl. stílla
ikki upp.
um, at teir sleppa 700.000 manninum
skattafrían, tí tað er ikki ósannind
men sannleiki. Tað gjørdu tit, tá ið
til feldu javnadarmannauppskotid
um, at einasti skattafrådråttur skuldi
vera dyrtidarvidgerdin, altso hægst
3700 kr.
Maðurin, sum hevði ca 700.000 kr.
í skatti og árið eftir tjenti „bara“
ca 700.000, kom ongan skatt at rinda,
tí Tórsteins og sambandsins lóg gav
honum rætt til at taka allar 700.000
kr. frå.
Enn og minni fer at hjálpa at
rópa „frekleiki mikli“ móti mær, tá
ið sagt verður frá, at fólkaflokks-
menn og sambandsmenn hava roynst
sum andstøðumenn av fiskimanna-
rættindum, tí tað er satt, frændi,
at fólkaflokksmenn og sambands-
menn hava fell javnaðarmannaupp-
skot um við lóg at veita fiskimanna-
stattinum:
á) helmingin av monnunum í
stjórn og umbodsmannanevnd Før-
oya Fiskasølunnar
b) frábýlisrætt við øllum førum
c) at øll avrokning skal ganga
ígjøgnum annað fiskimannafelagið
d) at fiskimannaparturin ikki má
verða pantsettur uttan fiskimannsins
samtykt.
Tingtíðindi vátta hetta.
At trætast her ger mannin minni,
frændi.
Í næstu og fylgjandi greinum vil
eg progva,
Í. at skatlurin á hin minna mann-
in á Tvøroyri hevði verið nógv størri
enn hann er í dag, um líknað varð
sum í Havn.
2. at fólkaflokksmenn komu við
uppskolinum um hina stóru avskriv-
ingina
3. at sambandsmenn teimum á
baki hevði uppskot um stóra av-
skriving,
1. at fólkaflokksmenn altíð hava
verið fyri, at ein stórinntøkumaður
skal hava loyvi at taka hundraðlús-
undini frá, sjálvt um hann harvið
verður skattafríur, og allur skatturin
dellur á minna mannin,
5. at fólkaflokksins
uppskot veruliga var verri, enn tað
samlykta sambands uppskotið og
kom fram sum ein kroyst roynd at
avleiða ein serligan stórmannaskatt.
„øll tala um skatt“.
umreypaða
Tað er nú
Men lat okkum nú fáa fólki greiði
á, hvar ið hvør flýtur.
P. M. Dam.
HEILSUBÓT
OSRAM-
VITALUX
HEILDSOLUGOYMSLA:
S. H. Jakobsen
Radiohandil
Bryggjubakki 10
Vågsbotnur 9
Tlf. 282 og 682
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
FRÁ Í DAG TIL VALID
kemur Sosialurin í hvørt einasta hús í
Føroyum.
Ein lýsing i hesum bløðum er ti gull
verd og kostar bert dupultan prís.
| Lýsið NÚ!
Valstýrið í Tórshavn lýsir fólkatingsval leygardagin 14. okt.
1950 í Tórshavnar valdømi at verða í tingstovuni í Tórshavn.
Stemmað verður í tíðini frá kl. 10 f. p.til kl. I s. p., frá kl. 3
s.p. til kl. 8 sp. og verður tá givið uppat, so skjótt steðgur
kemur í.
Uttanfyri 2 km frá valstaðnum (tingstovuni). verða hesi pláss
roknað at vera: Hvítanes, Hoyvik, Hoydalir eystanfyri Hoy-
dalsá, Argir og einstøk hús í Havnardali og fyri innan Svartafoss.
Tórshavn, tann 10. september 1950.
Fyri valstýrið í Tórshavn
CARTER NICLASEN
fm.
GRAMMOFONPLÁTUR
Klassiskur tónleiki H.M.V.
COLUMBIA
Sjómannsvísur vid harmoniku ODKON
PARLEPHONE
Havaii plåtur TONO
Føroyskar plåtur M.G.M.
BARONET
S. H. JAKOBSEN RADIOHANDIL
Bryggjubakki 10
Vågsbotnur 9
Telf. 282 og 682
Skipafelagið Føroyar
Telefonir 209 171 274
Tórshavn
ARBEIÐSMENN
og annur viðskiftafólk
Í STJØRNUNI fáa tit altid besta og bíligasta
koffiið, gjørt á Føroya mest nym6tans kaffi-
gerðstóli.
Sum vanligt fáast eisini allar fråhaldsdrykk-
juvørur.
virdingarmest
GUNNAR OLSEN
|