mánadagur 4. desember 1950síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4. desember 1950
FØROYAÅSOSTAL-DEMOKRÅTUR
MENNISKJU VID SPÆLIMANNALYNDI
Wiliam Heinesen
„De fortabte spillemænd«
bókin av William
hevur yvir sær ein
ævintýrdám. Hon hevur eisini
dám av teimum gomlu romarun-
um, ið høvdu langar, spennandi
kapitilyvirskriftir, sum søgdu frá,
hvat tú fannst í kapitlunum. T. d.
hevur ein kapitulin:
Om et bryllup, et gravøl og en
Henda
Heinesen
vred mund, samt om navnet
Orfeus.
Høvuðsevni í bókini er
menniskjur, ið ringt handalag
hava at standa seg í hesum
heimi. Tey halda seg til annan
veruleika enn tann, sum fjøldin
gongur eftir, men hesin gevur
teimum tó hina størstu fragd
lívinum.
Skaldsøgan henda sýnir okkum
av fyrstu monnum vindhørp-
usmiðin, klokkarin Kornelíus
Isaksen. Hann gitir av sær hesar
frægdarsynirnar, spælimennirnar
Moritz. Sirius og lítla-Kornelius.
Hin mest áhugaverdi og best
fråsagdi er Sirius. Hann er skaldið
brøðurnar, og hann
sæta sær, tá
hitt dagliga
millum
dugir ringast at
hann skal tæna sær
breyðið.
Hann fær nøkur børn at uppæla,
men hansara læraragávur eru
vánaligar, og skúlin minkar
burtur í einki. Men sinnið
hansara letur seg upp bæði fyri
lutunum kring hann og kærlekin-
um. Hon er sorinskrivaradóttir,
Leonora. Henni yrkir hann kvæði
síni; men kærleikur hansara til
hennara livur bert í skaldskapin-
um. Holdsliga heldur hann seg
til hina stóru og tungferu Juliu.
Hann sveimar soleiðis í tveimum
heimum, men hansara holdsligi
kærleiki svinnur so burt, at hin
heita Julia fær einki burtur úr
honum.
Tey giftast, og at enda leggur
sóttin hann á seingina. Har á
sóttarseingini fáa allir lutir um
hann rættiligt lív. Og har, meðan
hann liggur at doyggja, brýtur
sangur hansara út og verður
heilskapað ljóð.
Søgan um Sirius er so statt,
um hon er knýtt til hinar
persónarnar og hedningarnar,
ein heil søga. Hon er eitt vakurt
og hugtakandi skaldverk hesi
bók.
William Heinesen hevur eisini
sínar svørtu persónar, og sum
í »Den sorte Gryde« er ein
mannarevsari næstan av sama
slagi sum hin tiltikni prentarin,
Jens Ferdinand. Her er hann
hålærdur magistari og eitur
Mortensen.
William
teir religiøsu
ella eisini
Heinesen. líkar ikki
fanatikkararnar
kann ein siga, at
bókum, sum
tey Í hansara
gripin eru av reglión, eru altíð
fanatikkarar ella hava regligión-
ina sum skálkaskjól at fjala sín
vesældóm og illskap við.
Sparekassebestyrer Ankersen
leikar í sum eitt rættiliga ótt.
Hann er fráhaldsmaður, og hóast
hann sjálvur hevur eina myrka
fortid, dømir hann øll til heljar.
Hann kemur sum eitt ólegi inn
í »Bastillen«, har spæli mennirnir
og hýski teirra hava sítt tilhald,
og har teir finna sær gleðina í
musikkinum og í einum glasi.
Alt hetta er honum andstyggiligt
eins og hinum fólkunum í
fráhaldsfelagnum »Ydun«. Tey
eru ikki rættiliga so ørlig sum
Kringlemenigheden, men tey fara
við óhógv í heilum um býin.
Mátte-Gok er hin svarta sálin.
Hann setur við sínum skálka-
brøgdum gongd í bókina Hann
gongur millum teirra sum
hyklarin. Skaldsøgan roynir at
greiða upphav hansara, hvaðani
hann hevur arvað sítt ringa lyndi ;
men tað tykist nógv at hava
verið um hann. Men hann fær
ein ringan og dramatiskan enda.
Táið hann skal fara av landin-
um við sínum tjóvagóðsi, rør
Moritz, ferjumaðurin hann til
havs, setir eld á bátin og forkemur
báðum.
Magistarin Mortensen, revsarin,
er rikin upp á land. Hann sjólætst
har niðri á tí lærda háskúlanum
í Keypmannahavn, og her í
hesum lítla býnum rak hann
upp. Hann er beiskur í huga.
Hann gongur eisini har og mel-
ur ímillum sovorðið, sum einki
mannfólk kann fáa tak í, og so
drekkur hann sær annan fovit-
nisligari verunleika. Hann er
eisini forvitnisligur maður, men
tað rýkur bos av honum. Væl
er fundurin millum hann og
kultusministarin, = skúlabróður
hans Østermann frásagdur. Hann
skuldi einaferð skriva um Kierke-
gaard, og tað myndar Ostermann
upp, men tå fær hann eitt av
sínum filosofisku riðum, og fær
høvi til at siga hugsan sína um
kultusministarin, prestar 0. a.
sum gulva seg uppeftir og strev-
ast at sleppa at sita til háborðs
lívinum. Tó eydnan kemur til
Mortensen, hann arvar støran
pening. Men í sínum góðsinni
gevur hann vinum sínum so at
siga alt, og hevur bert ein lítlan
part eftir. Hetta = verður stolið
frá honum, og tann stuldurin
setur hendingar á gongd í søg-
uni. Skálkurin Matte-Gok er tann
sum stolið hevur, og tað er, táið
harin skal rýma við hesum peningi
at lagnan fær fatur á honum.
nógvar
persónar.
Bókin hevur sostatt
hendingar og nógvar
Her er ein barðlagi millug Jjós
og myrkur: Onkur “vil kåriska
balda, at ymsig På ar eru
nóg so ljósir, bg nóg so
myrkir. ;
Onnur vilja) fara at kanna per-
sónar og kanna støð. Men tað
man fara at vera torført. William
Heinesen hevur kann ein siga
meira í hesari bók enn í nakrari
aðrari nýtt sítt málsliga“ hegni
og sínar ímyndargávur. At fara
og kanna støð, har hendingar
fara fram, er sum at leggja seg
at droyma uppi á einari nøvu
ein góðan dag. Tú hevur fyri
lær eins og eina káma staðar-
kenning, men hon fer burtur
í einum támi, og kemur annað
í staðin. Soleiðis er ævintýrið.
Tað kann henda her, og tað kann
henda alla staðni.
Musikkurin og listargávur
spælumannana fara sum eitt
skiftandi lag gjøgnum bókina
og teir og viðurskifti teirra bera
hana. Teir stríðast at stillast og
sissast í hesari verð. Onkrum
eydnast tað fyri, sum t. d. Or-
feusi, id arvar allar listargåvur-
nar hjå ættina, men hinir verða
bert at ganga á eggini og líta av
og á niður í tann heimin, sum
dagast har niðri, og hesa sjón
fegnast teir stórliga uppiyvir.
„De fortabte spillemænd« man
vera hin mest merkisverda av
William Heinesens bókum, og
líkist hon eisini nógv burturúr.
Í hesa skaldsøguna man skaldið
hava lagt meira av sær sjálvum
enn í nakað annað verk, sum
hann hevur lagt frá sær.
Martin Joensen.
Nr. 48
kn —øi
Tórshavnar
sjúkrakassi
Av tí at limirnir nú eru so
nógvir, og økid so vitt at fara
um, at tað er ógjørligt fyri eitt
fólk at ganga runt til limirnar
eina ferð um mánaðin, vil tann
hroyting viðvikjandi gjaldi av
limapeninginum verða gjørd, at
frá 1. januar 1951 må hvørlim-
ur sjålvur koma og gjalda å kan-
tórinum.
Kantórtíðin fyri øll inn- og
útgjøld er frá 1. jan. 1951. kl.
10—1 og 4—6. Leygardag 10—2.
Havn i nov. 1950.
NEVNDIN
Lønjavningargrunnur
skipsfiskimanna
viðbót fyri 1950.
Bloð til umsóknir um lønar-
viðbót verða flyggjað út hjá
sýslumonnum, sóknarfútanum í
Vági (í Skúvoy og Mykinesi hjá
sóknarstýrinum) og á skrivstovu
grunnsins í Tórshavn (tlf. 643).
Tad verður mint á, at umsó kn-
irnar eiga at vera innkomnar
innan 1. mars 1951 saman vid
avrokningum fyri 1950.
NB. Halda menn seg eiga vid-
bot og hava ikki fingid avrokn-
ingar eiga teir kortini at senda
umsóknina inn adrenn 1. mars
og skila til, nær avrokningarnar
kunnu væntast og senda tær tá.
NEVNDIN
[AAA USUSEENSSSSSSESSSUNSUESN
Færesk Margarine
VITA Ne
Vitaminiseret
Færøsk Produkt
Fint Produkt.
"7
NIDAN-komfuret
2r konstrueret efter gnske
af og samraad med
3t-te=s Husholdni-gsraad.
Det er et rigtigt ønske-
it
komfur med rent og tll-
talende yore, minimalt
brærdselsfórbrug, altid
varmt vind, effektiv ste-
geovn, ingen snavsede
gryder og ingen røg og
sod i køkkenet
ES
« m
e