Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 1951síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— 2" RIF be Se 6. januar' 1951. Føroya | S0SIAL-DEMOKRATUR | ——————— Blaðstjóri Þ. KARBECK MOURIT SEN Prent: A. OSTER Feroyar mugu verða sjálvbjargnar við epl- um komandi ár Aftur enn er útheimurin so- leiðis vorðin, at eingin kann annað enn øttast fyri at bardagi brestur á. Tað eru tí tvífaldar áneyður til, at øll sum sita við jørd seta sær fyri at velta so nógv eplir, at oyggjarnar kunnu verða sjålvbjargnar í hesum. Tað hevur nú í nógv ár verið sagt og skrivað, at tað bar íkki til at velta eplir til sølu í Før- oyum, tí tey sleppa ikki fram at í handli. Sum vit vita, er hesin meinbogi burtur nú. Tí er fyrst at nevna, at nú kann hvør maður fara undir at velta til sølu og hava vissu fyri at fáa tey sølulíkindi, id eru í landin- um. Síðani er at nevna, at tann parturin av jarðaeigarunum, sum gjøgnum árini hevur velt til egið brúk, hesi seinastu árini er hildin upp at at vella, men hava heldur verið á sjónum ella til lønaarbeiði burtur av og so keypt eplir til húsbrúk. Nú er hættisligt at gera soleiðis longur; tí kemur kríggið, kunnu vit vænta eingi eplir at fáa til keyps uttanífrá. Ti eigur hvør familja, ið situr við jørd, at gera sær greitt, at tað er eitt lívsvigtugt mál, sjálvt at sæta sær við eplum- Tað má vendast aftur til jørðina. Sum verðin er vorðin nú, kunnu vit ikki risikera einans at leggja okkum eftir at vinna pening; tí tann dag vit liggja avstongd, er eingin lív- bjarging í peninginum, vit megi hava mat. Fyri alt tað, er eplaveltingin ikki ørvísi enn so, at hann ið er toluliga væl fyri við lendi, kann gera alt sítt arbeiði fyri tað, um hann veltir sítt brúk av eplum, eingin í býr í bygd síni. nýtir at halda seg burtur frá fiskiskapi ella aðrari vinnu fyri tí hann syrgir fyri at fáa sær einar tvær tunnur av set i jørðina. Vit hoyra tíðum frå teimum, ið sita fyri borgum, at tað er ilt at fåa peningin at røkka til, at alt tað vit flyta út av Føroyum sotiliga gongur til tað, vit noyðast at keypa. Tað er ti neyðugt fyri samfelagið at spara keyp uttan ífrá. Her er tå eitt ki, har vit kunnu spara, vit nýla ikki at flyta eplir inn til Føroyar. Tað at eitt einkult ár stingur FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. Í seg upp ímillum sum nú seinasta ár, tá eplavøksturin miss- eydnast, gevur okkum ikki rætt til at havna føroyska jorð og geva okkum til tols við at útlendingar skulu velta fyri okkum. Fyri stuttum lýsti Føroya Búnaðarfelag, at teir limir, ið vildu hava seteplir, kundu venda sær til felagið áðrenn ásettan dag. Tað kom ikki nógv burtur úr hesum. Nú er landsstýrið sinnað til beinan vegin vegin at flyta inn oll tey seteplir, ið tørvur kann verða á — tá aftan á óárið í eplavøkstri man nærum hvør maður hava meir og minni tyri neyðini at fáa sær nýggja set. Tað ræður so nógv um, at tey seteplir, id innflutt verða, koma til tann ið brúka tey skal beinan = vegin. Tað stendur hvørjum manni greit, at tað er dýrt og hættisligt at goyma fleiri túsund posar av eplum í mánaðvís í stórum goymlum. Tað er ólíka lættari fyri tann einkulta atgoyma ta lítlu rúgvu, ið hann skal hava, heima hjá sær sjálvum. Ti verður fólk biðið um, al gera av hvussu nógv hvør skal nýta av seteplum so skjótt sum gjørligt og biðja um tað hjá undiritaða. Tað er altíð galið at bía til várið kemur við at biðja um seteplir, tí tað kann verða frost Og annað til hindurs, sum ger at tey kunnu ikki sendast so beinan vegin. Og royndur lutur er lað, at hann íð bíar við at keypa seteplir til várið kemur fær mangan ikki lagt eplini til spíringar frammanundan, og tað er ein stórur meinbogi fyri gott úrslit av veltuni. So skjótt sum gjørligt, verður sagt frá hvussu nógv seteplini fara at kosta og nær ley verða her. Latum okkum nú gera álvara av at fara undir eplavelturnar, maður av húsi. Biðið um seteplini við at venda tykkum til búnaðar- ráðgevaran. H, J. Jacobsen. GOÐSTÆNASTA Í s. e. nýggjár prædikar Joeasen próstur í Havnar kirkju. Altergongd. kl. 18. Sama sunnudag prædikar Jespersen prestur í Hests kirkju. Í kvøld, 6. jan., kl. 20 prædikar Teysen prestur í Havnar kirkju. TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Føroya Kríggstrygging.. telf. 372 Føroya Brunatrygging .. telf. 372 Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 224 Vit tryggja: Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — KONTÓRPLÁSS Genta ella drongur kann fáa gott kontorpláss hjá okkum beinavegin. Kunnleiki til kontórarheiði veitir fyrimun. OTTO JACOBSEN, Vestmannahavn, telf. 21 — 41 happadráttur er samsvarandi løgtingslóg og landsslýrissamtykt nú stovaður. Fyrsti happadráttur er fyri hálvárið 1/1 — 30/6 — 1951. Talið á lutum er 1000, og sedlarnir verða útgivnir sum heilir, hálvir, fjórðings, ottings og tolvtings. Innskotið er fyri heilan seðil 240 kr., fyri hálvan 120, fyri fjórðings 60 fyri ottings 30 og fyri tolvtings 20 kr. Lutaseðlarnir verða seldir av góðkendum seljarum, t. d. í teim storri bygdunum: Joen Simonsen, Vági, Jens Nolsøe, Tvøroyri, Annelise Dahl-Olsen, Vestmanna, J.K. Petersen, Sand, Hans N. við Gil, Sørvági, Jógvan á Ryggi, Midvågi, Hans H. Olsen, Fuglafirdi, Johan Fr. Lamhauge, Toftir, Joen Peter Rasmussen, Skåla, Ingeborg Liitzen, Klakks- vík, og Martina Jacobsen og Eyvind Dalsgaard, Tórshavn. Dråttardagarnir eru 27. jan., 24. febr., 24. mars, 21. april, 19. mai 16. juni. Talið á vinningum í 6 dráttum er 270, tilsemans 168.120 kr. ella 70% av peninginum 240.000 kr., ið svarar til teir 1000 lutirnar. Vid 3 fyrstu dråttarnar er hægs i vinningur 2000 kr. við 4-da og 5-ta drátt 3000 kr., og við 6-ta drátt 20.000 kr, Nærri upplýsingar fáast hjá seljarum. Selan byrjar nú og varar í fyrsta syfti til 23. jan. Hann, sum vil fáa møguleikan at vinna eisini við fyrsta drátt eigur tí nú at keypa lutaseðil, sum gevur møguleika at vinna í ollum 6 dráttum. Tórshavn, 3. januar 1951. EDW. MITENS Føroyskur Maskinmeistarar. FOROYA MASKINISTFELAG hevur årsadalfund i Klubbanum i Torshavn hósdagin 11. fanuar 1951 kl. 15. Dagsskrá eftir felagslógini. Felagsveitslan verður hildin sama dag í sama hølí, og mega teir maskinmeistarar, sum ikki hava teknað seg og ætla sær við, gera tad innan 8. januar 1951. Nevndin.