Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20. januar 1951. FØROYA Gekkaskorturin varð rivin av teimum Politiskt eitt merkisår, 1950. Árið, lá ið sambandsins og fólkaflokksins myrkaspæl við øroyingum varð avdúkað, so allir sambandsins og fólka- flokksins veljarar stúrsaðu við. Kendu seg vakna við kaldan dreym — og so sára sviknar. »Eg fari í mína politisku líkskjúrtu, um fólkaflokkurin kemur til ræði. Fari av tingi«, segði sambandsløgmaðurin Jens Christian Olsen Toftum á fundum framanundan løgtingsvalinum. Jóhann Poulsen fólkatings- maðurin hjá sambandinum sat og ásannaði og sang ein enn harðari dómasong yvir fólka- flokkin. Hetta kann alt fundarfólkið í Eysturoy vid mær vátla. Ogviðsamráðingarborið saman við sjálvslýrismonnum og javn- aðarmonnum søgdustsamband- orðførarar — harundir SÍNS Jóhann Poulsen at bedýra at alt kundi henda, men ikki tað, at sambandið fór í lands- stýrið saman við fólkaflokkinum. Men hesin sami Jens Christian Olsen og hesin sami Jóhann Poulsen,Kristian Djurhuus,Søren Danielsen og 0. F. Joensen — teir blunkaðu ikki við at trína framm sum orðloysingar og við fullum »honnør« fyri Hitlers morali at eta alt í seg, ið sagt varð til og um fólkaflokkin — og velja dansketarin Thorstein Petersen, politiskt geva seg við húð og hári, sambandi og øllum »sambandsideologinum til hans- ara fyri — ja, fyri eina løgmanns- fjøður til ein knappholssjúkan Hevur nakar annar enn sam- bandsflokkurin latið sær boðið, at ein mótstøðuflokkur kemur dundrandi inn, brasin peikar á ein ávísan mann og sigur nakað sum so: >Gev okkum handa mannin! — og tykkara flokkur skal fáa loyvi at bera kannuna av løgmannsfjøðrini. Men vit skulu hava buktina og báðar endarnar. Vit vita at maðurin, vit peikað á, vil tæna okkum og verða okkum til vildar í einum og Ollum.« Men javnadarmonnum kom hesin atburdur sambandsins ikki óvart, tí teir høvdu roynt hesar somu sambandsmenn. roynt teir sum orðloysingar. Jóhann Poul- sen-sambandsins vegna — skriv- aði jú undir at gera so og so. Men seinni — við køldum blóði og kynismu breyt hann orð sítt. Fekk aðrar av flokkinum at fylgja sær. Hann varð longu tá ein politiskt deyður maður. Nú steindrap hann eisini flokk sin uttan so er, at tann eini ella báðir tveir av sam- bandsflokkinum, sum mótmælti avreiðing til »loysingahetjurnar«, kapitalistaflokkin, reiðara og stórmannaflokkin, vianuflokks- deildina av fólkaflokkinum, orka at skapa ein nýggjan ærligan sambandsflokk og mana teir hugsjónarleysu »fjødurdyrkarar- nar« i jørðina. Og fólkaflokkshetjurnar! Fullveldisgarparnir: Loysingarseggarnir ! Øll tey orðini, teir nýttu undir krignum móti sambandinum! Hesir, ið á sinni íkki fyri berum fullveldiskennslum kundu fara til ein døgurða saman við Stauningi ella vera umborð í >Róarg, ti skipið var danskt — harragud! Hesir, sum líka til seinastu løtu søgdust at banna uppá, at teir undir ongum umstøðum kundu ella vildu fara í landsstýrið saman við sambandinum! Og nú liggja teir í sam- bandsføvninginum svørjandi uppá, at teir ikki aftur, ongantíð aftur skulu tala um fullveldi ella ímóti stjórnarskipanini nýggju. Hesi stjórnarskipan, sum teir á hvørjum fundi, har ið fólkaflokksmaður hevur talað, hava lýst í sand og øsku sum verandi verri enn svartasta sam- band, ið teir, teir gævu sjálv- stýrishetjurnar, sjálvandi einki vildu hava við at gera. Ja, teir vildu enntá ikki stilla upp til fólkatingið, tí tað stóð í teirri nýggju stjórnrrskipanini, at vit skuldu hava folkatingsmenn. Fólkaflokksveljarar eru bilsnir. Allir teir sum hava trúð mála- geipi og ósannindum hjá odda- monnum sínum. Men vit vistu, hvussu teir vóru: Oddamaðurin:innastinni ikki ein nationalur neisti í! Hann var beinavegin daniser- adur, tá ið hann kom til Før- oyar. Dugdi hvørki at skriva ella tala føroyskt. Hansara før- oyska var við at leggja Jóannes bónda í grøvina. Ilvussu ofta kardi bóndin seg ikki um Dan- an í Tórsteini. Hann byrjaði eisini við at leypa líka so nógv á Jóannes bónda sum á Andrass. Sí fyrstu vinnufiokksbløðini. Og tá var alt danskt í Sjóvinnubankanum! Men so tók hann tuð føroyska og Jóannes bónda sum eitt vinnuflokks agn. Og hann fisk- aði væl og leingi við hesum øgnum, fiskaði £! Men nú er okkurt á vási Og hey! Hann tveitir hin SOSIAL-DEMOKRATUR nationala hamin. Leyp yvir til sin polittiska do, id eisini kann vera alt slag politisk — um tað er, sum madurin segdi »oppor- tunt«. Og hin, hann vid 1000 albógvum. Hann sum á sinni breyt seg inn í javnaðarfelagið! Tá ið tað tóktust hon um ikki atleggja sovæl lynn har, hey so reyk hann, akkurát sum vinnuflokksoddafiskurin, lúkst yvir í hin mótsetta flokkin. Báðir hava rópt seg hesar í fullveldi — og nú sita teir við sinum nekkadukkum í sam- bandskurvuni sum lívandi dømi um at tað var ikki sjálvstýri og enn minni fullveldi ella loysing, sum lá hesum harrum á hjarta men £1!! Tað var ein guds lukka, at gekkaskorturin kom at verða rivin av andalitunum á hesum kolsvørtu afturhaldsflokkunum. Teir hava nóg leingi hildið veljarar sínar fyri háð og spott. Hetta skílja nú allir hugsandi menn. Arbeiðsmaðurin og fiskimað- urin og allir frísinnaðir, sum av misskiljan hava valt hesar flokk- ar, vita nú, hvørlir hesir harrar eru og lata seg ikki aftur lumpa. * Núer gotan greið fyri einari stórfylking av av slitmannafjøld- ini og ollum frælst- og soctalt- hugsandi fólki í Føroyum. Treytaleyst stríð móti kolsvarta afturhaldinum, sum orkadi at selja allar sjálvstýrishugsjónur fyri at knasa arbeidara- og fiski- mannafylkingina! Treytaleyst strid verðið her- rópið fyri 1951 og frameftir. Javnaðarmaður í Eysturoy. Nr. 3 Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 443 VINKONAN VITJAR: DREKKA, BREYD, KEKS og FRUKTA MARMULATA FÁAST HJÁ KEYPMANNI TYGARA F By 2047 (ÞJ1A GLORKAA— Tv S$ók. REKLAMA Sildatunnur og salt selist til lágar prísir. Prentsmiðjan v. á. | | | FÆRØSIT | Tryggid og verjid ognir | | tygara vid at nyta | | FÆRØSIT rustverjandi | | máling úr føroyskum tilfari. | RDS — - — — — TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR telf. 372 telf. 37 Foroya Kríggstrygging.. Foroya Brunatrygging .. Føroya Sjóválrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Vit tryggja: Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Grót og skervur. ØU, ið vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bílstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna