Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-02-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 1951síða 1

allar 2 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROVA I ANDS AN AS Førova Sosial-Demokratur FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á | id v (1: á hø Nr. 6 ; y! . | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og Ár | i. sidu, 15 oyru & 3. og 4. síðu Leygardagin 3. februar 1951 | kostar kr. 2,50 + porto um fjordingsårid 29. årg. SAMBANDSMENN visa Rituvikinganna kæru um burturfesting- ina av prestajørdini å Nesi burtur. Fólkaflokksmenn standa sambandsmonnum við lið við nevaduki. Undir tí harða áganginum gingu nerv- arnar fyri á formanninum ið sprakk upp og tók orðið av Dam og sleit fundin. Tá ið prestajørðin á Nesi skuldi bytast løgdu nakrir Rit- uvikingar umsókn til búnaðar- ráðið um at fáa náðigarðin, pre- stagarðshagan ið liggur við Ritu- vík í festi. Sagt er, at teimum varð svar- að av húnaðarráðnum, at enda- lig støða varð ikki tíkin, fyrr- enn í 1951. Men tað er komið út, at bún- aðarráðið, kortini hevur giv- ið Toftamonnum, t. d. Jens Krist- iani Olsen, jørðina í festi. tituvikingar fáa seg illa til at trúgva hesari illgerð sambands- manna (Kristjans Djurhuusar, tåverandi formanns búnaðarráð- sins, og Eysturoyar logtings- mannisins Jens Kristian Olsens) og hava nú lagt skriv fram á ting, undirskrivað av monnum z at kalla úr hvørjum húsi í Rituvík. Rituvík er ein niðursettubygd við ongum hagateiginum. Tað kann ikki vera annað enn hvørjum manni rímiligt, at henda jarðaleysa bygd nú, táið alment jarðagóðs, ið liggur uppat bygdini skal verða burturfest, verður lagt til bygdina ella menn í henni, tí allir rættvísir skilja hvussu uttanhanda tað er hjá eini heilari bygd ikki at eiga rættin til at seta torvskeran i ella at sleppa kúnni út um gað- arnar uttan at: ligja á knæ fyri uttanbygjamanni ella monnum. Hja eina helari bygd íkki at eiga fótin fastan uttangarðs er, sum tdirnar eru, ómøguligt. Tað fólkið í eini »sinar er ikki løgið, at eini tilikari bygd rykkir pelar (sleyrar) upp og flytir. Hetta skuldi tann góði bún- aðarráðsharra verið fyrsti maður at fata. Og tað skuldi eisini Jens Kristian Olsen, løgtingsmaður verið førur at skilt. Men leir hava verið dulir og deyvir yvir fyri hesum rættvisa kravi og ynski. Tí nú sita Ritu- víkingar við ongum, sviknir og rættarrændir. meðan Kristjans vinnu Og partamaður á Toftum hevur fingið økt sitt jarðaveldið av hesi jørð, sum av sonnum átti at verið lagt til Rituvíkarbygd Tá ið málið varð framborið á tingi. tóku Kallsoy, Øregaard, J. H. Danbjørg, P. M. Dam og eisini Hanus við Høgadalsá heitir undir við Rituvingum, meðan sambandsmenn og fólka- flokksmenn vóru harðmæltir og bóru hvasst á loft til verju fyri binadarrådid og illskaðust á teir menn, ið høvdu vátt sær at komið til tingið við málinum. Sambandsins ordførara Iver- sen var grumur á málinum og vísti sakini burtur frá tinginum. Hon hoyrdi ikki heima á tingi. Búnaðarráðið hevði rætt til at gera sum ti lysti, helt hann. Orðaleikurin var ein av teim- um hardastu, og> nervur ting- formannsins brustu, ta lið javn- aðarflokksmaðurin P. M. Dam undirstrikaði sína atfinning og átalaðu viðvíkjandi, hvussu ræð- uliga umsitingiin av jarðaum- | skipanini hevði verið við at slåa í borðið. Hákun mikli reyk upp, átalaði Dam, ið svaraði, at hann ikki vildi lata rødd sína binda, hvørki av albogamonnum ella nokrum. Tá brast kýlið og Hákun nýtti sítt formannsveldi, tók orðið av Dam og sleit fundin. So leyk fyrsti táttur. Hvar er fiskari- inspektiónin ? Nú er skjótt 2 ár síðan vit sendu skriv tíl tingið við áheitan um at skipa varð fyri, at álít- andi sjóverja varð kring oygg- jarnar, men ikki eitt orð er frætt aftur um múlið og sjóverja er eingin. Førovar liggja tí sum harraleyst land, har fiskimenn fremmendatjóða liva og láta, sum teimum tykist best og ofta gyrða av bestu fiskileidir, so føroyskir útróðramenn megu lúta fyri fremmenda førum bæði å og uttanfyri føroyskt sjóøki. Hetta hevur elvt stórt tap bæði í mistari veiði og reiðskapi og kann ikki ganga longur. Kann Socialurin siga okkum hvar hetta mál er blivið av? Fleiri av umsokjanum. Sjóverjan er felagsmal, men fiskivinnumål liggja oll undir landsstyrismanninum Kristian Djurhuus, id hevur haft hetta mál nú í skjótt 2 ár uttan at gjørt nakað við tað. Men vit megu krevja, at hetta fyri fiski- menn so tydningarmikla mál verður greitt beinanvegin, so fiskimenn ótarnaðir kunnu reka fiskivinnu við egnar strendur. Forskotsrindan til fiskimenn Fiskimenn! Minnist til, áðrenn tit fara avstað at søkja um, at konur tykkara ella onnur, sum tit hava forsyrgjaraskyldu fyri, skulu fáa kr 500,00 um mánaðin, meðan tit eru burtur og fiska. Lógin sigur, at tit hava rætt til hetta, men afturhaldið setti hesa forskotsrindan niður i kr. 300,00 og avgjørdi, at eingin skuldi fáa ulfan teir, sum innsendu umsókn. Tílík bløð til umsóknir fáast nú hjá øllum sóknarslýrum kring um landið. Minnist nú til at innsenda umsókn, áðrenn tit fara avstad. Í ár krevja vit javnaðarmenn á Føroya Løgtingi, at kr. 500,00 — og ikki bert 300. kr. skal forskotsgjaldið verða. J. H. Danbjorg. TVÆR GOTUR Øl hugsandi menniskju eru greið yvir, at í politikki eru einans tvær gøtur at velja ímillum. Annahvørt velja f*lk ta marxístisku gøluna og fylgja henni til frama fyri ta arbeiðandi fjøldina, ella er at ganga la kapilalistísku leiðina og hjálpa yvirklassanum, sum einans hevur fyri eyga at leggja mest møguligt undir seg og sum fyri at vinna valdið yvir jørdini, peninginum og øllum á landi og sjógvi, roynir at fån sær tað politiska valdið annahvørt við diktaturi ella við at blinda veljarafjøldina, soleiðis at kapitalistaumboðs- menninir fáa fleirtal í landsins stýri. Ein skuldi kunnað hugsað, at hin arbeiðandi fjøldin, sum allastaðni er tann størsti parturin av landsins íbúgvarum, lættliga skuldi kunnað fingið fleirtal í landsins stýri, men ikki er tað so lætt sum onkur týr, og hví er tað ikki lætt? Svarið er einans tað, at peningurin er makt. Tann, sum føddur er við peningaposanum um hálsin, hevur altid lætt at koma sær framm bæði til høgan lærdóm, og harvið til tey pláss í samfelagnum sum geva nógva makt og til at leggja undir seg slík økir, sum hin arbeidandi fjøldin noyðist al leita sær til fyri at kunna fáa so frægt av løn, at hin ringasti og beiskasti hungur, hin og neyð — undireruering so toluliga kann haldast burtur. Á henda hátt er lætt at fáa sær hitt politiske valdið á ymiskan hátt. Øll knep verða nýtt. Sær ein kapitalistur, at tað ber til at hotta við, at gera socialistiskar arbeidarar breydleysar, so verður henda høttanum viðhvørt nýtt. kolsvarta armóð Viðhvørt sær ríkmaðurin, at betri er at fara hóliga framm og so verður tann hátturin nýttur. Báðar hesar leiðir føra á hilt kapilalistiska málið nevniliga at fáa hitt politiska valdið, og so er spælið vunnið. * Í eini grein her í blaðnum einaferð í hesum mánað vísti eg á at føroyskir kapitalistar nýla tey bæði knepini nevniliga nationalismu og antinationalis- mu. Fyri so al ganga saman í bardagnum ímóti hini social- demokratisku arbeiðara rørsluni, hvorja ferð, tå í valini eru yvirstaðin. Ég segði, at tad er einans av navni ið kapitalistarnir her á landi byta seg í tveir flokkar, tí í verunleikanum eru teir báðir flokkarnir, nevnilige Fólkaflokkurin sama Sambands- og eins og tvær alin úr vadmáli. — Tíverri er komin í prentvilla í nevndu grein mína soleiðis at hesi orðini »lad vil siga av navni« er komi aftur í greinina longri niðri soleiðis at har er komið at standa: >tað vil siga av navni eru socialistar og kapitalistar«. Hetta má eg fán rætta; tí tað er tann einasta verunleiki í øllum politikki at her og allastaðni stendur allur politiskur bardagi millum social- ismu og kapilalismu alt annað eru lótir og villleiðing. J. H. Danbjorg.