Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-03-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1951síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Nr. 15 STÓRSIGUR: Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu FØROYA LANDSBOKASAVN Førova Sosial-Demokratur JAVNADUR Afturgongumålid hjá javnaðarmonnum : Einkarsøla vid tubbakki vard samtykt seinasta tingdag. Hetta málið er felt óteljandi ferðir, men tað sigraði so nú, sum øll javnaðarmannamál vilja sigra at enda, hvussu ofla tey so verða feld av afturhaldinum. Tingsetan slitin. Hin kanska seguligasta, men samstundis hin syrgiligasta og daprasta. Úrslitið: I. Sambands- og fólkaflokkssamgongan avdúkar hin óhugnaligasta politiska svindul, ið hevur tikið seg upp í okkara tíð. 2. Fiskimaðurin rændur fyri tryggingina av teim- um 700 kr. í minstuløn. 3. Okurstoll á neyðsynjarvørur og hitt mest kyn- iska álop á keypikraftina hjá arbeiðs- og fiskimonnum. Hann. ið minnist 1906 og alt stríð- ið frameftir. Hann, ið minnist fólka- flokkságangin undir krígnum við kvettingar-, loysingar- og fullveldis- geylinum, ið var so hvøllt, at heilin var við at verða blástur út ígjøgnum nasar og munn áfólki. Hann, ið minn- ist sambandsins vælspælda helótta fyri hesum lótaleiki fólkaflokksins ... Ja. hann, ið minnist farnu tid, og sum hevur upplivað samrenningina og gift- armálsrúsin við skál- og átgangi. stendur púrabilsin og spyr: Eru hesir rólarar, henda samrenn- ing av polittiskum orðloysingum og meinsvørjingum móti fólkinum ein mynd av meirlutanum í Føroyum. Tíðin vil geva svarið. Men vit kenna okkum vísar í, at svarið verður eitt dundrandi nei! nei! og aftur nei! Politiskt hin daprasta og søgulig- asta tingseta. Tí í hesi setu í árinum 1950/51 hin í 1906 byrjaði sjónleikur við at tjaldið varð skrætt niður av javnaðarmonnum og sjálvstýrismonn- um. Avdúkað stóð hitt sambandska sambandið eins og fullveldis-kvetting- loysinga = oddafiskarnir. Stóðu har naknir. Eingin sambandsideologi, eingin fullveldishugsjón. Stóðu har einans sum grimir verjarar av finans- og afturhaldsklikum, sum ígjøgnum hetta langa tíðarskeið hevur dugað so meistarliga væl — undir sambands- og fullveldisgekkaskortum — at manna stríðsliðið móti arbeiðs- og fiskimann- afjøldini. Á, ja. 1906 er horvid við sínum sjálvstýris- og sambandsróli! Gloymd er gráabókakomedian við stormmarsjinum til Klakksvikar! Stillir eru vorðnir allir harakiri- menn! Gloymd øll kríggsørskan! Sambandið kyssir nú og kínir fyri hvørt ókvæmisorð Thorsten Petersens og hansara herolda móti >sjóriknum donum« og donskum embætismonn- um og øllum donskum. Og Thorsten Petersen. >den gøtedanske færøske na- tionalhelt«, sum ein dani segði um hann, og hansara drabantar fevna nú hvørjari sambandslús og tola allan skriðan sum eitt sælugevandi »risl« niður eftir rygginum. Teir tala nú ikki um annað enn um >Danmarks dejlig vang og vænge« við tolli, skatti og øðrum vinnu- og sambandsmanna »yndige blommer og roser«, ið teir nú hava várkunnað tí føroyska fólkinum so ríkiliga við . ... « >Vit skulu ikki vera nøkur donsk jolla! Nú kvetta vit føroyingar! Eing- in yvir og eingin við síðuna av løg- tinginum!< Alt er gloymt! »Skål, hr. rigsombudsmand!« segði Thorsten Petersen við ræstkjøtsveitsl- una. >Jeg føler mig overbevist om, at vi í rigsombudsmanden vil finde en elimrende hjælp som formidler mel- lem landsstyret og regeringen.« Og so fleimdi og kindi hann upp og nidur, inntil eitt hark hoyrdist frå Dam. Tå datt hann aftur i gøtudonsku-føroysku jargongina. Ein guddommeligur sjónleikur er at enda. Vit lata »ideologiina« hvíla i kom- andi árum, segði løgmaðurin Kristjan Fyrsti: Einki samband og eingin fólka- flokkur — einans svørð úr slíðra móti javnaðarmonnum, arbeiðara- og fiski- mannapolitikkinum. Ein søgulig seta, sum gjørdi greitt borð. Nú er bara at leggja knørr við knarraborð móti hesum svartafylgi. Men, fiskimenn og arbeiðsmenn! Róðurin verður ikki bara ein stutt leikarferð. Ólukkur henda. meðan teir hava valdið. Tær eru longu hendar í ólukkumáta. Valdið hevur svartafylgið nýtt til at ræna minstulønina uppá 700 kr. við trolarunum. Hitt seinasta bragdið. hetta aftur- Leygardagin 17. mars 1951 | hald gjørdi á tingi var at dýkja fjøld- ina undir við tolli uppá neyðsynjar- vørurnar uttan at geva samsýning í lønini. Tvørturímóti. Hetta kol, bika- svarta afturhaldid pressar lønirnar »kunstiga« niður — skerjir keypi- kraftina. Løgtingsformaðurin viðgekk eisini. at málið var at skerja keypikraftina (minnist hvusu hesin flokkur skræddi Hilbert amtmann úr skinninum fyri at hava talað um at skerja keypikraft- ina!) Men latum okkum nú streingja tað heiti, at hetta biksvarta samtonguaft- urhald og småmannaskerjari innan skamma stund skal verða beinskert og aldri verða floygt til ræði. Tá. fyrst tá verður at lýsa í eystri. Danbjørg takkar. Fyri ta yrking, ið tygum., harra Óli O., hava ofrað tygara tíð til at yrkja um mín ússaliga og proletariska per- søn, takki eg tygum fyri av fylgjandi orsøk: Um ólavsøkuleitið í 1949 fekk harra P. M. Dam boð um at koma vestur til Grønlands fyri at kanna líkindini við- víkjandi Føroyinganna fiskiveidu har vesturi. Undirritaði kom tá inn sum løgtingsmaður fyri Dam í o. u. H dagar. Um tað mundið legði eg skrin inn á ting, og eg bað um at fáa tey viðgjørd í teim døgum. meðan eg var har. Til Kristian Djurhuus: summir tess svaraði harra >Tað eru menn. sum meina, at eingin kann gera nkað. uttan bara teir. Danbjørg trýr. at vit gera einki. tá ið hann ikki er; men vit skulu nokk taka okkum av øllum hes- um.< Eg vil vidmerkja, at hetta ikki var á opnum tingfundi. men kortini inni í tingsalinum. Tíverri lurtaði tann táverandi formaður tingsins, mín góði partamaður harra Øregaar meira eftir Kr. Djurhuus enn eftir undirrit- fekk míni skriv at gera. Tey komu aldri aða, og eg so einki meira við aftur fyri dagsins ljós. Men onkur hevur svølgt teir bitarnar, sum eg Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og = BROÐURSKAPUR tugdi og fingið gagn av teimum, ti koma so við og brot úr skrivum mínum, millum annað við fram aftur ymisk tað. at Føroya Fiskasøla skal halda eltir tann part av sølupeninginum, sum fiskimenn eiga og ikki lata reiðarar fáa henda pening til at skalta og valta við. men lata hann beinleiðis til fiski- menniniar. Eg komi so aftu til Óla O., ið sigur, skulu nå seta fram tilik uppskot, sum kunna gagna fiskimonnum og goml- um sjuklingum, einkjum og fadirleys- um og øllum, sum liva á livsins skugg- asíðu. og Óli sigur eisini hví tað nú- verandi Landsstýrið ger hetta. Or- søkin er søgd í hesum øindi. sum vil her vilja endurprenta: >Tað uppskotið, sum sløðist her, er nokk í rætta leið eitt stig. men gitið tit nú hvat ið sker í Suðuroy, um vil ganga við? — Um stýrisverk vit sanna á, tá verð- ur Dam fyrst púra trill, — og so fer Stýrið aldri frá. og Danbjørg sleppur aldri til!« Ja takk. Óli gamli. Tygum siga við- hvørt eitt og annað. sum vert er at geva gætur. Men eg kann siga tygum tað. at um so er, at núverandi Lands- stýri framsetir øll tey uppskot. sum samsvara við tey skriv. sum eg havi sent til Føroya Løgting og eisini við tey. sum eg ætli mær í framtíðini at senda til tingid, um Harrin unnar mær lív og heilsu nøkur ár aftrat, so skal gladari enn eg. eingin vera g Men at leid vid kapitalistaumbodsmonnum, kann eg ikki. skal leidin framvegis verda. motast å hålvari Hundrad procent socialistisk » Tey uppskot frå Landsstyrinum, sum eg einans fyri ein part kann fylgja. vil eg royna at broyta soleiðis sum eg ynski at tey skulu vera. Í frammanfyri nevnda uppskoti er talan um at goyma fisk frå hvørjum skipi fyri seg og i 4 ella 5 ymiskum sløgum og støddum. Ég segði. at hetta letur seg ikki gera. og reiðaraumboðs- Ferðaætlan um páskini. Tórshavn — Sundalagid—Skålafjørdur. Hósdag 22. mars: Tróndur Kaldbak. (Si Streymur kl. kl. inn á Skálafjørðin + ltverður sum mánadag). norð í Sundalagið. SJ I =1 (Sum månadag). Tað verður siglt bert fyrrapartin. Annars verður siglt eftir vanligari ferðaætlan tó soleiðis, at 5 góðsrutan kl. 9. hósdag 22. mars og månadag 26. mars dettur burt. Tórshavn 13. mars 1951. A-S Thorshavn Mælkeforsyning & Margarinefabrik.