Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

17. mars 195 Í maðurin, sum møtti á nevndarfundi, nevniliga harra Johan Dahl stjóri, gav | mær rætt i hvørjum orði og hann gav | mær eisini viðhald, tá id eg segði, at tå var betri, at seiðarin ella Føroya Fiskasøla skal hava skyldu at keypa fiskin fyri hóskandi prís við landing- ina og rinda peningin í rættari 43 sambært sáttmálar. Trýr Óli O., at eisini Johan Dahl roynir at troðka tað núverandi Lands- stýrið burtur fyri at seta Danbjørg og Dam saman við Johan Dahl aftur í staðin ? J. H. Danbjørg. Umsetingarskattur á bilum. Á Tingi hevur nógv og hart stríð staðið um landsstýrisins uppskot um ein umsetingarskat uppá 20 % við sølu av gomlum bilum. Í roynd og veru vil hesin skatur óivað vera tydningarleysur, tí hetta vil gera gamlar bilar so dýrar, at eing- in finnur upp á at keypa til teir av hesum umsetingarskattinum orsakaðu ovurstóru prísir. Men soleiðis er nú afturhaldið eina- ferð; fyri ikki at skerja vinning heild- sølumanna ganga teir heldur tær tor- førastu leiðirnar enn at royna leiðir. ið vildu margfalra Tingsins inntøkur í mun til tað, ið teir undir núgaldandi reglunt vera førir fyri at vinna av pen- ingi í landskassan. Javnaðarmenn hava víst á leiðina. og hartil hina einastu rættvísu. Land- ið tekur einkarsøluna av bilum. Har- við er landinum vissaður tann pen- ingur, ið nú fer í heildsølumanna- lummarnar fyri ovurprísir. Landinum verður vissaður tann peningur, ið ein jánkasligur umsetingarskattur nú skal útvega, og teimum, hvørs vinnuvegur er bilkoyring, verða vissaði akfør til rættvísar prísir. Men sum sagt, sjálvt har fólksins og landsins besta talar fyri ti, vilja | afturhaldsflokkarnir gera tað mest 6» fatiliga, heldur enn at skerja stór- framíhjá rættindi ríkmanna. Hjá teimum má einki skerjast. men hvussu við slitmannafjøldini? Hvussu teirra lívslíkindi skulu vera, rópti Hákun Djurhuus við harðari rødd út yvir Tinghøllina: »Keypikraftin skal skerjast.« + Tað kunngerst hervið fyri skyldfólki og vinum at kæri pápi, abbi og langabbi okkara DÁNIAL JOHANES JOENSEN av Vidareidi doyði á Klakksvíkar sjúkrahúsi 12. mars. Gravarferðin verður leygardagin kl. Klakksvík 13. mars 1951. Fyri ley avvarandi Soren Joensen. Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 443 FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR ØVUGT Sama dag sum kunngjørt verður í Dimmalætting, at Føroyingar kunnu veiða inni á hvørjum firði í Grøn- landi. setur sambandflokkurin á Tingi uppskot um at steingja teir føroysku firðirnar fyri Føroyingum í samband við nýtslu av ymiskum sildaveiðitól- um. Á NORÐURLENDSKAR HÁSKÚLAR Eins og árini frammanundan kunnu Føroyingar søkja um at koma á há- skúlaskeiðir í Noreg. Svøríki. Fin- landi og Danmark. Tað einasta, ið krevst, er, at viðkomandi hevur verið á háskúla fyrr. SUDURHAVSHVALAVEIDAN Sidstu viku endadi hvalaveidan i Sudur-fskavinum. Norðmenn hava til- samans fingið 392.000 tunnur av hvalaolju og 122.000 tn. av spermolju. FRÁ ÍTRÓTTINI Fuglafjarðar = ítróttafelag strevast við at fáa ítróttavøll. har arbeiða menn og kvinnur at skalffa pening. Sandavágs ítróttafelag og Tvøroyrar boltfelag hava ført fram sjónleikir í vetur. Fimleikarvenjingar eru farnar fram í Havn, Klakksvík og Vestmanna. Nú eru 700 ítróttakvinnur- og menn tryggjaði. Tryggingargjaldið er 10 kr. fyri hvønn. HETLANDSFERÐIN Áhugin millum ítróttafólk fyri Het- ladsferðini er stórur. Á triðja sinni skulu Føroyingar og Hetlendingar kappast um Allan Adam-skildrid, ið Hetlendingar vunnu í 1935 og Føroy- ingar í 1948. »DANA« Havrannsóknarskipið »Dana« fer fyrsta apríl í Norðsjógvin. Seinni kemur hon til Føroya at kanna silda- veiðulíkindini. POSTUR TIL ÍSLANDS Postur til fiskimenn í Íslatndi kann nú sendast yvir Danmark við rutuskip- inum. Úr Danmark verður posturin flogin til fslands. MAGNET-MINA Seinast í hini vikuni rak magnet- mina' í Vestmanasundi. Hon rak á land og varð sprongd. »VILLDUNNAN« varð aftur víst hóskvøldið og friggja- kvøldið fyri fullum húsi. TINGIÐ HEIMFARIÐ Endiliga seinastu fríggjanátt varð Tingið slitið aftaná at hava sitið síð- an miðskeiðis í november mánaði. Í síðstuni hevur ein øgilig rúgva av málum verið til tingviðgerðar, og ógv- uliga harðir dystir hava staðið millum afturhaldið og mótstøðuflokkarnar. ikki minst av tolllógini, ið afturhaldið troðkaði ígjøgnum, og sum í stóran mun kemur at skerja keypiorku fólks- ins, og sum millum ananað dýrkar klædnaútgerð skipsmanna við 150 kr. árliga. SJÓMANNASTOVAN í Vestmaneyum er opin í ár. Hans J. Ellingsgaard fór til Íslands við Dr. Alexandrinu. Brøv til føroyskar sjó- menn kunna sendast til sjómannastor una. Dagblaðsins frágreiðing um, at Dam kallaði mótstøðumenn sínar na- sistiskar, er skeiv. Dam segði gerðir afturhaldsins vera nasistiskar, FARTALELAGID * EMØNESEY . FDA þú (DE | : i, Telegr.-adr. lef SL Telefon 83 & 240 — UV 2747? GLIMMA VØRUHUSID Í VÅGSBOTNI eo 6 . Skipsproviantering: feskt kjøt, saltkjøt. fløt, tálg, rullupylsa, speygupylsa, servelat- pylsa, roykt flesk, øll sløg av konserves, ostur, smør, egg, mjólk, skipskeks, nógv sløg av biscuits og annars allar matvørur. Góð eplir.* Fiskiútgerð: Ibs bummullssnørir, 114, 2, 216, 31, 4, 5 og 6 Ibs hampsnørir, í 3, 4, 5 og 6 oz teymasnøri. Eisini klænri. oo e r , Skipsmannaútgerð: i Gummistyvlar 1/1, 3/4 og knæ, gummidansar og -svintur, olju- dansar, -svintur, -buksur, -troyggjur, sydvestar, dobbar, kvarða- buksur, skipstroyggjur, bláar eingilskar troyggjur, vøttir, handsk- ir, hosur, tuflur við og uttan kappa, klæðsekkir. flekjuknívar, svenskir dolkar. svøvlar. Undirklædir, arbeiðsklæðir, skjúrtur. PATRÓNIR, cal 12 og 16. - BAMBUSTRÁÐUR. - TAKPAPP, kr. 16.— og kr. 10.— pr. rull, tilsvarandi pappseym. VALOR-petroleumsovnar, 30 og 60 linjur. SPIRALSENGUR, 75, 80, 85 og 90 kr. BARNASENGUR. 30, 55, 65, 75, 80 og 85 kr. MADRASSUR, 15, 50 kr. LAMA-SPRINGMADRASSUR, 245 og 265 kr. DÝNUR, 132 og 140 kr. posar a 17 kr. KODDAR, 13 og 36 kr., DUN, 1 kg Vit hava tilfarið til dýnuver og pútuver og seyma tey fyri tygum. Líkaleiðis lek, handklød og viskustykkir. Gummistyvlar til kvinnur og born allar støddir. KUNNGERÐ Gjaldstovan ger vart vid, at atvinnuframleidsla av øli, mineralvatni, limonadu, citrónvalni o. tl., eisini av øðrum alkoholfrium drykkjuvørum, ið tilgjørdar eru av fruktsafti, av chokolálu og chokolátuvørum, elingar-ísi, lakressvørum og sukurvørum so sum karamellum, bonbons, marcipan, bomm o. tl., av tubbakki og tubbaksvørum. sbr. gr. 12 í løgtingslóg nr. 23, 2. februar 1950, bert er loyvd, tá ið sagt verður frá frammanundan til Føroya Gjaldstovu. Brot uppá hesar fyriskipanir verða revsad við sekt sbr. gr. 21 í ådurnevndu log. Føroya Gjaldstova, 11. mars 1951. J. Nicolaisen P.F. FØROYA BANKI (Stovnadur 1906) Høvudsskrivstova: Suðurovar deild: IURSHAVN TRONGISVAGI Tlf. 6, 50, 365 Tlf. 32 Renta av innskoli við uppsøgn uppá 3 mánaðar 49, p. a. Renta av bankabók 3!/>9/, p. a. Bankin er opin 11-—15 Leygardag 11—14