Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 70 - 13. apríl 2002 Nr. 70 - 13. apríl 2002 7 Tvær lesandi á Náttúruvísindadeild- ini á Fróðskapar- setrinum eru farnar undir at kanna gráspurv í Føroyum. Hetta arbeiðið um- fatar ringmerking og teljing av gráspurvi. Úrslitið skal nýtast í høvuðsuppgávuni á setrinum GRÁSPURVAR Stefan í Skorini Tær báðar Laura Mary Jacobsen av Kirkju og Kirstin Eliasen av Toftum lesa báðar á Náttúruvís- indadeildini á Fróðskapar- setri Føroya. Tær ganga á triðjá ári og skulu gera endaligu BS-uppgávuna. Tær hava valt at skriva um gráspurvar í Føroyum, og tær hava fingið 18 vikur at gera verkætlanina. Ætlanin er millum annað at kanna nærri, um talið av spurvum er tengt talinum av húsum. Tað er greitt, at spurvar eru tengdir at fólki og eru bara at síggja í bygdum øki. Spurvar verða ikki sædddir uttanfyri bø- garðarnar. Eisini er ætlanin at kanna ferðamynstrið hjá spurvum nærri. Í hesum sambandi skulu nakrir fuglar ring- merkjast, men hetta verður bara í økjum í Havnini. Tær eru longu farnar undir at telja og ringmerkja spurvar. Ætlanin er at fara runt til allar bygdirnar í Føroyum at telja, og tær hava longu vitjað nærum hálvthundrað bygdir higar- til og talt gráspurv. Ætlanin var at ringmerkja 200 spurvar, men hetta fer neyvan at eydnast vegna tíðartrot. Ringmerkingarn- ar fara soleiðis fram, at hvør spurvur fær ein stál- ring við nummari á. Har- umframt plastringar við ymiskum litsamanseting- um, ið eyðkenna tann ein- staka fuglin. Tær báðar lesandi heita á fólk um at hava spurvarnar í huga og at siga frá, um fólk síggja nakrar av teim- um ringmerktu fuglunum. Til ber at hyggja eftir lit- unum á beinunum á grá- spurvunum og síðani siga frá. Ringjast kann á numr- ini 254877, 315230 ella 255937. Nýggjur fuglur Gráspurvur varð sæddur fyrstu ferð í Føroyum í 1900. Rættilig menning av stovninum sást tó ikki fyrr enn 1935 í Vági í Suðuroy. Síðani hevur stovnurin spjatt seg við javnari ferð kring oyggjarnar. Mynstrið er tó sera áhugavert, tí næsta plássið, sum fær grá- spurvin, er Svínoy í 1944. Hann var eisini sæddur í Klaksvík um somu tíð. Í Tórshavn kom grá- spurvurin ikki fyrr enn í 1946, og á Sandoynni og í Skúvoy sást hetta fugla- slagið ikki fyrr enn í fimmti- og sekstiárunum. Í Sumba, sum er grannabygd hjá Vági, var spurvur ikki at síggja fyrr enn í fimmti- árunum. Áhugavert er at fylgja hesi gongd,og við hesi kanningini kann meira fáast at vita um gráspurvar í Føroyum. Merkja gráspurvar Stuðul til skúlagjald til tey, ið lesa uttan- fyri Norðurlond, er nú tvífaldaður úr 60.000 krónum og upp í 120.000 krónur. Hetta hevur Óli Holm, landsstýris- maður, kunngjørt STUÐUL Stefan í Skorini Føroyingar, ið kundu hugsa sær at lesa uttanfyri Norð- urlond, fáa nú betri møgu- leikar og umstøður. Óli Holm, landsstýris- maður hevur nevniliga kunngjørt, at stuðulin til skúlagjaldið hækkar úr 60.000 krónum upp í 120.000 krónur. Kunngerð- in kemur í gildi tann 1. aug- ust í ár. Hetta er ÚSUN- skipanin (útbúgvingarstuð- ul til lesandi uttanfyri Norðurlond). Hesin stuðulin er ætlaður til sjálvt skúlagjaldið, sum tað kostar at ganga á skúl- anum, og ikki studningur til livikostnað. – Hetta er gjørt fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyingum, ið lesa uttan- fyri Norðurlond. Tørvurin hevur verið stórur, tí fleiri hava rent seg í gamla loftið, ið var 60.000 krónur, og hetta gevur føroyingum fleiri valmøguleikar, tá teir skulu velja universitet, sigur Óli Holm. Holger Arnbjerg er leið- ari á Altjóða Skrivstovuni, sum veitir teimum leið- beining, ið vilja út í heimin at lesa. Hann fegnast sum vera man um kunngerðina, og hann væntar, at hetta fer at birta uppundir, at fleiri føroyingar velja onnur lond at nema sær útbúgving. Hugsanin aftanfyri hetta er eisini, at Føroyar skulu fáa eina fjølbroyttari arbeiðsmegi, ið hevur lisið í fleiri londum og ikki bara í Danmark. Fleiri broytingar Terji á Lakjuni er leiðari á Stuðulsstovninum, og hann vísir á fleiri broytingar enn bara tað hækkaða skúla- gjaldið, sum fer beinleiðis til lærustovnin, har tann lesandi ynskir at útbúgva seg. – Tað eru fleiri, sum nú kunnu fáa stuðulin, tí treyt- irnar fyri at fáa stuðul eru ikki eins strangar, og tær hava verið, sigur Terji. Hann vísir á, at tey, ið søkja um stuðul, skulu hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint und- an lestrarbyrjan, ella hava búð í Føroum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan. Treytirnar eru tískil linkaðar samanborið við gomlu kunngerðina, og tí kunnu fleiri fáa stuðulin. Tørvurin á hækkaðum stuðli kemst eisini av, at Føroyar ikki eru limir í ES, og tí skulu føroyingar rinda fult skúlagjald í ES-lond- um. Umframt stuðul til skúla- gjaldið fær ein føroyskur lesandi uttanfyri Norður- lond eisini SU úr Danmark í fýra ár. Eftir fýra ár fellur SU burtur, og tá tekur Stuð- ulsstovnurin um endan og kann veita stuðul til livi- kostnað í tvey ár afturat. Eftir gomlu kunngerðini kundi Stuðulsstovnurin bara lata stuðul til lesandi á hægri lærustovnum, men nú kann Stuðulsstovnurin lata stuðul til tey, ið fara undir støðislestur, áðrenn farið verður undir hægri útbúgvingar. Terji á Lakjuni sigur, at tey hava arbeitt við hesi kunngerðini í eitt ár, og at ætlanin upprunaliga var, at hon skuldi koma í gildi í augut í fjør, men hetta bleiv av ongum. Stuðul til lesandi er tvífaldaður RÚSEVNI Stefan í Skorini Landsrætturin staðfesti hóskvøldið ein dóm, sum Føroya Rættur feldi í narkomálinum. Ákæruvaldið hevði kært ein dóm á eitt ár og tríggjar mánaðir og vildi hava dómin herdan. Ákærin vildi vera við, at dømast skuldi eftir revsilógini og ikki bara eftir lógini um euforiser- andi evni. Revsingin hevði sostatt verið harð- ari. Verjin vildi hinvegin hava dómin niðursettan. Hesum tók Landsrættur- in ikki undir, men stað- festi dómin. Talan var um ein mann, ið varð dømdur fyri at hava selt átta kilo av hassji. Ákæruvaldið vildi vita, um átta kilo var nóg mikið at fáa mannin dømdan eftir revsilógini. Donsk rætt- arvenja sigur, at umleið tíggju kilo er markið fyri at døma eftir revsilógini, og hetta hildu dómararn- ir seg til. Dómararnir søgdu tó eisini, at lógarbrot við hassji skulu revsast harðari í Føroyum enn í Danmark, og tí varð dómurin staðfestur. Landsrætturin stað- festi eisini dómin hjá einum íslendingi, ið fekk seks mánaða fongs- ulsrevsing fyri at smugla trý kilo av hassji til Før- oyar. Maðurin skal sita tilsamans sjey mánaðir í fongsli, tí hann fekk eisini ein mánað fyri lógarbrot, sum eru framd í Keypmanna- havn. Ákæruvaldið vildi hava dómin herdan, tí maðurin fyrr er tikin fyri at smugla rúsevni úr Danmark til Noregs. Landsrætturin vísti tó hesum frá sær. Landsrætturin staðfesti narkodómar Kirstin Eliasen av Toftum (vinstrumegin) og og Laura Mary Jacobsen av Kirkju telja gráspurvar og ringmerkja teir. Tær kanna m.a. ferðamynstrið hjá fuglinum, sum er lutfalsliga nýggjur í Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang MATSTOVA Ingrid Bjarnastein Merlot er navnið á eini franskari víndrúvu, og hós- dagin kundi Louis Kristen- sen stoltur lata dyrnar á Restaurant Merlot upp. – Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, sigur kokkurin, Louis. – Nógv fólk hava víst áhuga í matstovuni, og tað er fult fleiri vikuskifti framyvir. Matstovan er hugnalig. Pláss er ikki nógv av. Veg- girnir eru grønir, og er tað eisini afturvendandi liturin. Matarkortið er fjølbroytt, fiskur, kjøt, jákupsskeljar og nógv annað prýðir mat- arskránna, har nógv nýtt er á skránni. – Vit hava lagt okkum eftir at hava so nógv heima- gjørt sum møguligt, sigur Louis. – Eg haldi ikki, at tað er rættvíst yvirfyri kundunum, at teir bara fáa nakað blakað á tallerkin, sum teir eisini kundu keypt í handlunum. Sum nakað nýtt hava vit eisini ost á matarkortinum. Snerkt breyð og frukt er sum til- hoyr til ostin. Eg havi áður arbeitt ymsa aðrastaðni, og tá ferðafólk komu á gátt, so spurdu tey ofta, hví vit ikki høvdu nakran ost á matar- kortinum. Restaurant Merlot hevur eina vikumatarskrá, sum broytist hvørja viku. Hetta fyri, at kundarnir kunnu royna okkurt nýtt, hvørja ferð teir koma at eta. Fyri- bils er Merlot opið frá 17- 23 gerandisdagar, tó mána- dagur undantikin. Leygar- dag er opið frá 17-24. Sunnudag er opið sum ger- andisdagar. Frá juni verður matstovan letur matstovan helst upp á døgurða. Tá fer ein frokost-matarskrá at vera á skránni, og ikki buff- et, sum so nógva aðrastaðni í býnum. Sosialurin ynskir Louis og hinum í Merlot góða eydnu. Leygardagin 27. apríl verður rimm- arkonsert í Lærara- skúlahøllini í Havn. Konsertin er við Jens Lisberg, og hon verður hildin í sambandi við, at tað eru 30 ár síðani hann fyrstu ferð stóð á palli KONSERT Ingrid Bjarnastein Flest øll munnu kenna hann. Tvøramannin, Jens Lisberg, sum hevur sung- ið og undirhildið í mong, mong ár. Og í ár eru liðin 30 ár síðani hann fram- førdi fyrstu ferð. Í hesum sambandi verður skipað fyri kon- sert í Læraraskúlahøllini tann 27. apríl. Á konsert- ini verða framførd løg av millum annað Jim Reev- es, Patsy Cline og Char- man. Ikki verður Jens Lis- berg einsamallur á palli- num hesuferð. Nei, við sær hevur hann nógvar góðar tónleikarar. Edvard Nyholm Debess fer at spæla bass, Ólavur Øster, gittar, Rógvi á Rógvu, trummur, Stamen Stan- chev, synthzeisara, Kim Hansen, klaver og Petur Hermansen á steel- guitar. Kórið manna Ruth Skarðenni, Randi Fjalsá og 13 ára gamla Kristel Jensdóttir, sum er dóttir Lisberg. Hon fer annars eisini at syngja løg hjá Patsy Cline og Whitney Houston. Peningurin, ið kemur inn, fer til vælgerandi endamál. Millum annað verður peningur latin til eina kirkju í Bulgarien, sum føroyingar eru við til at byggja. Konsertin er tann 27. apríl klokkan 20.00 og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn frá mánadegnum til hós- dagin á 103 krónur. 30 ár við Jens Lisberg Restaurant Merlot: Fjølbroytt matarskrá Hósdagin lat nýggja matstovan Merlot upp í Magnus Heinarsonargøtu 20 í Havn Restaurant Merlot við kokkinum, Louis Kristensen á odda lat hósdagin upp fyri sínum fyrstu kundum. Mynd: Jens Kristian Realitysendingin Baren 2002, sum hevur verið send á TV3, fann vinnaran av tí hálvu milliónini hós- kvøldið. Vinnarin varð Noel Johansen, og verður hann, saman við sjónvarpsdámu síni, Anju, sum eisini var við í sendingini, í Platform 3. og 4. maj VITJAN Ingrid Bjarnastein Sáttmálin um, at fáa vinnaran av Baren 2002 til Føroya varð undirskrivaður fyri langari tíð síðani. At tað so varð Noel, sum vann ger bara sakina betri, tí tað hevur víst seg, at hann hevur verið ógvuliga væl umtóktur millum hyggjararnar. Í hansara fylgi er Anja, sum eisini luttók í sendingini, og sum nú er nýggja genta hansara. Tey koma verða at hitta í Discoteque Platform 3. og 4. maj. – Nú høvdu vit vinnaran frá barrini í fjør í Føroyum, og eisini onkrar av hinum lut- takarunum, so hetta er ikki meira enn ein upp- fylging av tí, sigur Havgrímur Johannesen, sum eigur og rekur Discoteque Platform. Júst hvat verður á skránni dugir hann ikki at siga í løtuni, men tað verður heilt vist nógv gjørt burturúr. Eisini lovar hann okkurt heilt spennandi, og allarhelst verður eisini onkur kapp- ing á skránni. Um ert ein av teimum, sum hevur fylgt við í bar- rini, ella um tú bert hevur hug at vita, hvørji Noel og Anja eru, so er at vitja Platform fyrsta vikuskifti í maj. Baren 2002: Noel í Platform Noel vann Baren 2002, sum hevur verið send á TV3 seinastu tríggjar mánaðarnar. Hann vitjar nú í Platform saman við sjónvarpsgentu síni, Anju Mynd: TV3 Fríggjadagurin 12. apríl var almennur skulkidagur hjá 3. s í Hoydølum. Hetta er ein traditión, sum gongur fleiri ár aftur í tíðina, og hesuferð valdu tey at byrja dagin á einum av bryggjaríunum í Havn SKULKIDAGUR Ingrid Bjarnastein Lagið var gott, tá teir 120 næmingarnar trinu inn á gátt á bryggjarínum í Havn. Teir vóru allir í góðum lag, og lagt varð beinanvegin í vaðið. Borðreitt var við bæði øl og sodavatn, og tónleikurin rungaði eftir í hátalarunum. – Vit byrjaðu uppi í Hoy- dølum. Ætlanin var, at vit skuldu hava tímar, men ístaðin sótu vit bara uttan- fyri og hugnaðu okkum, greiða næmingarnir frá. – Nú eru vit komin her fyri at drekka eitt sindur av øl, og so fara vit niðan á Mjólkavirkið at vitja eisini. Klokkan 12 gongur leiðin norðeftir. Í Kollafirði hevur onkur lovað at leypa á blámann, og síðani fara vit inn á Studentaskúlan á Kambsdali. 3. s´ararnir í Hoydølum hava leigað sær Kaggan frá klokkan 18 til 21, og síðani verða ball runt í býnum heima hjá teimum ymsu næmingunum. Á midnátt høvdu tey fingið lovað ókeypis atgongd til Plat- form, so eftir øllum at døma skuldi haldast á til tann ljósa morgun. Hýrurin var uttan iva í topp, so tað átti ikki at verið nakar trupulleiki. 120 studentar skálaðu á bryggjarínum Umleið 120 3. s´arar skálaðu fríggjamorgunin fyri almenna skulkidegnum Mynd: Jens Kristian C M Y K 7 6