leygardagur 13. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 70 - 13. apríl 2002
Nr. 70 - 13. apríl 2002
9
Útvarp Føroya hevur
stórar ætlanir í sam-
bandi við løgtings-
valið. Í longri tíð
hevur útvarpið ar-
beitt við einari skrá
til valið, ið m.a. inni-
heldur eitt valting og
politiskt orðaskifti
ÚTVARP
Heri á Rógvi
Øðrvísi og meira spenn-
andi valsendingar.
Soleiðis ljóðar yvirskrift-
in á tíðindaskrivinum, sum
útvarpsstjórin
býtir
út
millum
tey
innkallaðu
fremmandu tíðindafólkini.
Kendar røddir hava sett í
stólarnar í tí nú afturlatna
tingssalinum í hølunum hjá
Útvarpi Føroya upp í
Sorturdíki. Tað er heilt vist,
at tey trívast, og henda
dagin hava tey eisini á
pappíri eins og í talu.
Evnið er løgtingsvalið.
Tað er í sambandi við hetta
sama valið, at útvarpið vil
gera tað øðrvísi.
Útvarp Føroya hevur í
longri tíð arbeitt við einari
ætlan, sum skal hetta løgt-
ingsvalið til tað mest
hoyrda nakrantíð.
Í máltráð
Stjórin í Útvarpi Føroya,
Jógvan Jespersen, greiddi
frá, at teir hava arbeitt við
einari ætlan í sambandi við
løgtingsvalið í longri.
–Tað gjørdist greitt fyri
langari
tíð
síðani,
at
løgtingsval skuldi verið og
nær tað skuldi vera. Vit
hava sostatt havt langa tíð
at fyrireika okkum í, so-
leiðis at vit hava kunnað
sett fólk av og fyrireika
sendingar, sigur Jógvan
Jespersen.
Hann
vil
ikki
siga,
hvussu stórar upphæddir
henda ætlanin hevur kost-
að.
Og tað er heldur ikki so
lítið, Útvarp Føroya hevur á
skránni.
Frá 17. apríl verður mál-
tráður
við
politiskum
flokki. Hesir sendingar
verða tilsamans seks í tali.
Hvør flokkur sleppur at sita
í útvarpsstovuni ein av
teimum seks gerandisdøg-
unum, sendingarnar verða
sendar.
Eitt
fólk
úr
útvarpinum verður vertur
fyri sendingini, og flokk-
arnir hava trý umboð við
sær.
Ætlanin er, at tann van-
ligi veljarin skal sleppa
framat,
onnur
valevni
sleppa ikki framat.
Valting
Av øðrum sendingum, ið
Útvarp Føroya fer at senda
í sambandi við, er send-
ingin valagn. Hetta er ein
sending, har útvarpsmenn-
inir, Gunnar Skúvadal og
Kári Durhuus, fara ymsa-
staðni kring landið fyri at
kanna, hvørji agn verða
nýtt í valstríðnum.
Flokkarnir fáa eisini høvi
til at sleppa framat í send-
ingum uttan at nakað út-
varpsfólk luttekur.
Ein
sokallað
valting
verður eisini. Fyrst er
floksformaðurin í andgletti
og síðani verður farið við
honum í valtingið, har hvør
flokkur hevur fimm um-
boð. Floksformaðurin fær
tvey fólk at hjálpa sær.
Eisini verður skipað fyri
tveimum politiskum orða-
skifti. Onnur av hesum
sendingum verður saman
við Sjónvarpi Føroya.
Sjálvan
valdagin
ger
Útvarp Føroya eisini nógv
burturúr.
Sjónvarp Føroya ætlar sær
við til valfundir kring
landið. Alt hetta er partur
av einari størri ætlan í
sambandi við løgtingsvalið
Sjónvarp Føroya hevur
eisini umfatandi ætlanir í
sambandi við løgtingsvalið.
Tað farmgongur av ætlan-
unum hjá teimum, at teir
m.a. skulu vera við til
valfundir kring landið. Teir
vera
í
Eysturoynni,
í
Hvalba og í Klaksvík.
Flokkarnar sleppa allir at
hava
eina
framløgu
í
sambandi við sendingar,
har flokkurin er í andgletti.
Eisini ger Sjónvarpið nógv
burturúr sjálvan valdagin
og saman við útvarpinum
skipa teir fyri valfundi í
Norðurlandahúsinum.
Sum heild hevur Sjón-
varp Føroya gjørt nógv
burturúr.
–HR
Útvarp Føroya:
Vilja gera tað øðrvísi
Útvarpsfólk fáa nógv at gera, nú tað stundar til valið.
Mynd: Álvur Haraldsen.
Sjónvarp Føroya:
Við til valfundir kring
landið
Sjónvarpsfólkini
Katrin Petersen og
John Johannesen.
Ein nevnd hevur staðfest,
at fjarhitaprísurin er ov
høgur. Prísurin verður nú
settur niður, og hetta
merkir eina sparing aljóð-
andi einar 1.400 kr. um
árið fyri eitt húsarhald.
Prísurin á fjarhita hjá
Fjarhitafelagnum er ov
høgur. Hetta staðfestir ein
kanningarbólkur. Nevnd-
in í Fjarhitafelagnum,
sum letur fjarhita av
brennistøðini í Havn,
samtykti á fundi hin 13.
september at seta ein
óheftan bólk av serfrøð-
ingum at kanna prísviður-
skiftini. Orsøkin var, at
ivur var reistur um prísin
á fjarhita.
Úrsltið hjá serfrøðinga-
bólkinum var, at núgald-
andi fjarhitaprísurin 0,525
kr/kWh verður lækkaður til
0,45 kr/kWh, og at fasta
málaragjaldið verður 500,
00 kr uttan MVG.
Roknað verður við, ein
miðal sethúsabrúkari fer
at spara einar 1.400 krón-
ur við nýggju prísunum.
Hetta fær gildi frá 1. jan-
uar 2002 og verður av-
roknað í ársuppgerðini.
Fjarhitaprísurin
er ov høgur
Brennistøðin í Havn, har fjarhitafelagið húsast
Magnus og Poul
Jacob ganga báðir í
10. flokki í Klaksvík,
og saman við hinum
floksfeløgunum hava
teir í tvær vikur verið
í starvsvenjing. Felags
fyri hesar báðar er, at
teir hava valt sær eitt
heldur øðrvísi starvs-
pláss, enn dreingir
vanliga plaga at gera
STARVSVENJING
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Magnus Mik-
kelsen og Poul Jacob Poul-
sen hava í tvær vikur rokast
millum børn í starvsvenj-
ingartíð teirra.
Vinirnir báðir høvdu hug
at royna okkurt øðrvísi, nú
teir fingu møguleikan til
tað, og tí valdi teir at fara at
arbeiða millum børn. Hóast
teir royndi at sleppa í sama
stað, so eydnaðist hetta tó
ikki.
Sosialurin hevur hitt teir
báðar til eitt lítið prát, har
vit millum annað spurdu,
hvussu teir trívast millum
øll hesi børnini.
Magnus Mikkelsen,
17 ára gamal
Er í starvsvenjing í frítíðar-
skúlanum Sornhúsinum
– Eg havi roynt alt uttan
at vera til skips og at ar-
beiða millum børn. At fara
til skips verður tað síðsta,
eg nakrantíð geri, og so var
bert at fara í gongd við
børnini.
Meðan vit tosa við
Magnus, standa fleiri 7 ára
gamlar gentur rundan um
hann. Tær práta og fnisa,
og væl sást, at Magnus er
væl dámdur teirra millum.
– Jú, hetta er ordiliga
stuttligt. Genturnar eru for-
liptar, og dreingirnir eru
glaðir fyri at hava fingið
onkran at spæla bólt við,
sigur Magnus.
Magnus fortelur eisini, at
vinirnir høvdu hug at flenna
eitt sindur, tá hann segði
teimum, at hann skuldi í
starvsvenjing í einum frítíð-
arskúla. Sjálvur heldur
hann, at tað er eitt sindur
øðrvísi at arbeiða millum
børn, men hann hugnar sær.
– Eg havi verið úti við
teimum, og so hava vit
spælt nógv.
Men hóast hann hugnar
sær, so hevur hann ongar
ætlanir um at fara at lesa til
pedagog.
– Nei, tað er eitt sindur
for strævið, sigur hann.
Magnus sigur eisini, at
hann gleðir seg ikki til at
skula fara frá børnunum
aftur.
– Eg hevði viljað, at
starvsvenjingin var eitt sind-
ur longri. Nú eri eg komin at
kenna børnini, og eri vorðin
góður við tey, so eg havi
ongan hug at fara avstað
aftur, sigur hann at enda.
Poul Jacob Poulsen,
17 ára gamal
Er í starvsvenjing í Úti-
barnagarðininum úti í Grøv
– Eg ætlaði fyrst at fara í
Studio Pegasus, men tey
tóku ikki ímóti praktikant-
um júst nú. Síðan royndi eg
okkurt annað eisini, men
tað gekk heldur ikki so
gott. At enda valdi eg so at
royna meg millum børn, og
tí eri eg her, greiðir Poul
Jacob frá.
Hann sigur eisini, at fyr-
sti dagurin var so ræðulig-
ur, at hann ætlaði sær bara
at gloyma alt um starvs-
venjingina, og ikki møta
aftur.
– Men tíanbetur fór eg
aftur til arbeiðis, og nú trív-
ist eg ordiliga væl, smílist
hann.
Eisini genturnar í úti-
barnagarðinum dáma væl,
at okkurt mannfólk er til
staðar. Tær hava hingið
uppí Poul Jacob allatíðina,
og dreingirnir eru eisini
fegnir um at hava fingið
onkran "mannin" út.
Sum navnið sigur, so
nýta børnini í útibarna-
garðinum nógv av tíðini
uttandura. Poul Jacob sigur,
at gott veður hevur verið
allar dagarnar, og tí hevur
hann verið nógv úti saman
við børnunum.
– Vit hava eisini verið ein
túr uppi á Kjøli; ein frálíkur
túrur, greiðir hann frá.
Men Poul Jacob hevur
ongar ætlanir um víðari
samstarv við børnum.
– Nei, eg hevði ikki havt
tol til at farið at lært til
pedagog, flennir hann.
Hann greiðir eisini frá, at
hóast børnini eru fitt og siga
nógv stuttlig ting, so gleðir
hann seg til at sleppa aftur í
skúla.
Nú sunnudagin hava
norðoyingar aftur
møguleika at síggja
teir báðar Fjotta og
Bobo gera síni mongu
kynstur
UNDIRHALD
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Sunnudagin
14.04.02 klokkan 16 fara
Fjotti og Bobo at undir-
halda í Klaksvík. Tiltakið
er ein partur av bilsølu-
stevnuni
í
Klaksvík.
Tiltakið var eisini í fjør, og
royndist tað so væl, at Fjotti
og Bobo vórðu bidnir aftur
í ár.
– Á henda hátt kunnu
foreldur trygg fara at
hyggja
eftir
bilunum,
meðan
klovnarnir
undirhalda
børnunum,
sigur
ein
av
fyri-
reikarunum. Fjotti og Bobo
skulu sostatt upptraðka til
barnatiltakið í Lognbrá
sunnudagin klokkan 16, og
komandi vikuskiftið verða
teir við á Føroya vikuni í
SMS, har teir fara at gera
mangt spennandi.
Á skránni hjá teimum eru
gandakynstur, sangur og
ikki at gloyma, tey mongu
spennandi ballóndjórini.
Eftir ætlan fara teir báðir
Fjotti og Bobo til Dan-
markar á Hvítusunnu, har
teir skulu vitja Pjerrot, sum
var í Føroyum herfyri. Teir
skulu venja og upptraðka
saman við mongum øðrum
á einum trúboðara tiltaki á
Mors.
Sosialurin
frættir,
at
Fjotti og Bobo hesa sein-
astu tíðina hava gjørt nógv
við at venja. Jákup Veyhe,
sum vit millum annað
kenna frá Pipar og Salt, og
sum hevur leikstjórnað
skemtileikunum
Mostir
Charley og Renn fyri vívi-
num, hevur lagt teimum lag
á. Hetta er gjørt fyri at
Fjotti og Bobo skulu vera
so væl fyri sum gjørligt, nú
teir fara út um landoddar-
nar at upptraðka.
Tá Pjerrot var her á sinni,
varð avtalað, at teir báðir
skuldu fara til Danmarkar,
so at Pjerrot kundi síggja
teir bæði undir og venjing
og meðan teir upptraðka.
Tá Fjotti og Bobo koma
heimaftur, er Norðoya-
stevnan tað fyrsta tiltakið,
sum er á skránni. Norðoya-
stevnan verður vikuskiftið
1. og 2. juni.
Leygarkvøldið 20.
apríl skipar tónleika-
felagið Sjey00 í
Klaksvík fyri for-
vitnisligari konsert í
Mentunarhúsinum
Atlantis
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Nevndin í felag-
num er nú farin í gongd við
at
fyrireika
fyrstu
konsertina
hjá
fyrsta
tónleikafelagnum í Klaks-
vík.
Luttakandi bólkarnir á
konsertini verða Iris, Stink-
fist (Remote) og Chain.
Hetta eru alt bólkar, sum
hava tilknýti til Klaks-
víkina.
Bert ein konsert verður á
skránni á hesum sinni, og
verður kostnaðurin 100
krónur. Tó sleppa limir inn
fyri 80 krónur.
Sama dagin skipar tón-
leikafelagið eisini fyri ein-
um aðalfundi í Býráðs-
høllini. Hesin fundur verð-
ur klokkan 17.00, og fáa
áhoyrararnir eisini møgu-
leika at tekna seg sum lim
hjá Sjey00 á fundinum.
Fjotti og Bobo í Lognbrá
Sjey00 skipar fyri konsert
– Vit fara ikki at
lesa til pedagog!
Aftan á at hava verið
á lodnuveiðu í
Barentshavinum í
einar tveir mánaðir
fer Norðborg nú á
svartkjafta veiðu.
Christian í Grótinum
er eisini á svartkjafta
veiðu eftir stórar um-
vælingar á brúnni
FISKISKAPUR
Solby A. Eliasen
Norðborg kom inn á Klaks-
víkina hóskvøldið úr Ba-
rentshavinum. Teir hava
fiskað lodnu í einar tveir
mánaðir til japanska mark-
naðin og landað í Norra.
Kristian Martin Rasmussen
sigur, at fiskiskapurin hev-
ur verið hampuligur hesa
sesongina.
Steðgurin hjá Norðborg
verður ikki langur í Klaks-
vík, teir fara á svartkjafta
veiðu leygardagin.
Christian í Grótinum er
nú aftur farin í fiskiskap
eftir umfatandi umvælingar
á brúnni. Brúgvin fekk
stóran skaða eftir at skipið
her fyri fekk ein sjógv. Øll
brúgvin, sum hon er, er út-
skift. Christian í Grótinum
er á svartkjaftaveiðu, men
fiskiskapurin seinastu dag-
arnar hevur verið smáligur,
sigur
Kristian
Martin
Rasmussen, sum er sera
harmur um, skaðan sum
skipið fekk.
– Vit hava mist nógv, teir
fjúrtan dagarnar, tað tók at
umvæla skipið, tí fiski-
skapurin júst tá var sera
góður, sigur hann.
Norðborg á svartkjafta veiðu
FISKISKAPUR
Solby A. Eliasen
Fuglberg var í Eystur-
Grønlandi og fiskaði rækj-
ur í góðar tveir mánaðir.
Teir høvdu 170 tons. Fugl-
berg er aftur í Eystur-Grøn-
landi nú.
Næraberg kom á fiskileið
fyrr í vikuni. Hann er í før-
oyskum sjógvi og hava teir
hampuligan fiskiskap.
Sundaberg fór eisini av-
stað aftur fyrr í vikuni í
Barentshavi á fiskiskap.
Teir høvdu 780 tons á sein-
asta túri, sum vardi einar
tríggjar mánaðir. Sunda-
berg verður væntandi aftur
umleið tríggjar mánaðir
burtur hesuferð.
Sjúrðarberg er við Bjarn-
oynna. Hann er undir
polskum flaggi, men har
eru tó nógvir føroyingar við
kortini. Sosialurin frættir,
at fiskiskapurin er smáligur
hjá teimum.
Kjølbrotrolarar hampuligan
fiskiskap
C
M
Y
K
9
8