Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 70 - 13. apríl 2002 Nr. 70 - 13. apríl 2002 13 Vilhelm Johannesen, valevni javnaðarfloksins í Norðoya valdømi Tað eru nú fleiri ár síðani, at javnaðarflokkurin var greiður yvir, at heima- stýrislógin ikki longur var hóskandi karmur um sam- starvið í ríkisfelagsskapin- um við Danmark. Flokkur- in fór tá at tosa um eina sjálvstýrislóg, ið skuldi javnseta Danmark og Før- oyar, sum tvey sjálvstøðug lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað. Út frá hesi støðutakan legði flokkurin fram upp- skot til samtyktar tann 30. september 1996. Í uppskot- inum til samtyktar varð sagt: „Løgtingið samtykkir at seta nevnd sambært § 25 í Tingskipan Løgtingsins at fyrireika setan av stjórn- málanevnd at viðgera stýr- isskipanarligu og ríkisrætt- arligu viðurskifti Føroya. Í nevndina verður valt eitt umboð fyri hvønn flokk á tingi.“ Sambært uppskotinum skuldi løgtingsnevndin hava henda arbeiðssetning: gera uppskot til á hvønn hátt stjórnmálanevndin skal setast, gera uppskot til ar- beiðssetning hjá stjórn- málanevndini, gera uppskot til hvussu stjórnmála- nevndin skal mannast, gera uppskot til, hvussu long tíð skal nýtast til arbeiðið, gera kostnaðarmeting av ar- beiðnum, koma við tilmæli um onnur viðurskifti av týdningi í sambandi við arbeiðið. At enda varð sagt í uppskotinum, at nevndin skuldi leggja lidna arbeiðið sítt fyri løgtingið til støðu- takan fyri jól 1996. Sum so ofta fyrr setti sambandsflokkurin tað tvøra beinið fyri í hesum málinum eisini. Í álitinum frá rættarnevndini søgdu umboðini fyri sambands- flokkin: „Ein minniluti (Bjørn á Heygum og Maria Hansen) metir, at eingin enn hevur verið førur fyri at víst á nakran sakligan og juridiskan tørv á ítøkiligum broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya.“ Og minni- lutin heldur fram: ”Eisini metir minnilutin, at heima- stýrislógin hevur rættuliga víðar karmar og gevur stórar heimildir.” Og at enda varð sagt: ”Í hesum sambandi kann somuleiðis staðfestast, at enn eru langt frá allir møguleikar í heimastýrislógini troyttir.” Uppskot um at seta eina stórnmálanevnd, varð aftur framlagt í tingsetuni 1997, men eisini tá var sam- bandsflokkurin ímóti. Um- framt at vera ímóti upp- skotinum, hótti sambands- flokkurin hinar samgongu- flokkarnar við brandi og báli, um teir loyvdu sær at taka undir við málinum. Úrslitið varð at málið varð felt eina ferð enn. Í ting- setuni 1998 varð málið um stjórnmálanevnd sett fram á triðja sinni. Hesa ferðina datt málið burtur av tí at sambandsløgmaðurin í ótíð útskrivaði nýval at verða 30. apríl 1998. Seinni hevur sambandsflokkurin so fingið ein dyggan hvøkk. Tað hendi eftir løgtings- valið í 1998 tá borgarliga fullveldissamgongan varð skipað og skjøtul varð sett- ur á fullveldistilgongdina. Nú hevur sambands- flokkurin umsíðir ásannað, at heimastýrislógin ikki longur er hóskandi karmur um samstarvið í ríkis- felagsskapinum, og flokk- urin tosar nú um eitt ný- skipanaruppskot. Men hevði sambandsflokkurin lurtað eftir javnaðarflokk- inum, og gingið við til at seta eina nevnd, at fyrireika setan av eini stjórnmála- nevnd, longu í 1996, tá javnaðarflokkurin legði uppskot um hetta fram á ting, høvdu fullveldis- flokkarnir ongantíð fingið ta undirtøku, sum teir tíverri fingu á valinum í 1998. Hetta er tíverri veru- leikin, og tí kunnu vit geva sambandsflokkinum „ær- una“ av teirri fullveldistil- gongd, sum verið hevur hesi seinastu fýra árini. Skulu vit hava eina virðiliga loysn á ríkisrætt- arligu støðuni er tað avgjørt neyðugt at javnaðarflokk- urin gongur á odda í hesum arbeiði. Vit eiga at finna skilagóðar loysnir, ið fáa breiða undirtøku í løgting- inum, og sum ein rímuliga stórur meiriluti av føroysku veljarunum kann taka undir við. Hesa loysnina hevur javnaðarflokkurin. Men tit hava atkvøðurnar. Fær javnaðarflokkurin tykkara atkvøður á valinum, fáa tit ta skilabestu loysnina á ríkisrættarligu viðurskift- unum – ta loysnina, sum javnaðarflokkurin situr við. Farið tí mannsterk á val og seti ein sterkan javnað- arflokk inn á løgting. X við lista C ella eitt av valevnum javnaðarfloksins. Tað er eitt gott val fyri Føroyar og føroyingar. Sambandsflokkurin „æruna“ av fullveldistilgongdini Sonni Jacobsen, valevnið Miðflokksins í Vágum Sambært veljarakanningini seinast, so er tætt við annað hvørt vágafólk sambands- fólk. Nú ferð ein at ivast í, um tann góði læknin, ið er, hevur givið rættan heili- vág? Ella hevur hann, sum Kári P. so skemtiliga kvæð á sinni, koppsett vágafólk ímóti fornuft? Nú er tað keðiliga í Vágum og ikki minst í Sørvági, at eldra ættaliðið neyvan hevur lært Føroya søgu serliga væl í skúl- anum, um í heila tikið. Nú skal ein ikki tala illa um tey farnu, men sannleikin er jú tann, at lærarin (DD) hjá teim eldru, og tað er alment kent, var so fanatiskur sam- bandsmaður, at tey bara lærdu um donsku kong- arnar og um søgu Dan- markar. Tey flestu av teimum eldru vita tí helst ikki, ella vilja tey ikki vita tað, at sambandið altíð hevur verið ímóti øllum fram- burði á Føroya landi í heila tikið. Flokksins avgjørda andstøða til føroyskt mál í kirkju, í skúla og á tingi og mótstøðan móti føroyskum flaggi eru bert nøkur smá dømi. Í dag síggja vit hetta sinnalagið aftur í, at Sam- bandsflokkurin vil tvíhalda um sambandið við Dan- mark fyri ein og hvønn prís. Um tað so er til gagns fyri okkum ella ei er ikki høvuðsspurningurin. Tað er gamli konservativi illviljin ímóti øllum framburi. Helt bara at eg skuldi nevna hetta, um tað var onkur, sum av vankunnu valdið júst umrødda flokk. Gongur ein hinvegin inn fyri øllum hesum, sum nevnt er, og kanska er stoltur av fortíð flokksins, ja, so er bara ein listi at seta krossin við. Men so vil eg eisini mæla til, at tú hereftir skrivar á donskum og flaggar við Danebrog. So ærligur var DD hóast alt. Miðflokkurin hevur í sínum valuppleggi, at vit vilja ikki loysa fyri ein og hvønn prís, heldur ikki vilja vit samband fyri ein og hvønn prís. Vit kunnu væl liva við einum samstarvi við Danmark á jøvnum fóti, sum fleiri flokkar hava lagt upp til, og vit kunnu eisini liva uttan samstarv við Danmark. Annars er okkara støða til spurningin, at tað er fólksins avgerð og bert fólksins avgerð, ikki av- gerðin hjá varaløgmanni ella løgmanni ella teirra flokkum einsamallum, um vit loysa ella ikki. Hetta er eingin kardinalspurningur hjá okkum. Tekur fólkið eina avgerð so ella so, eru vit teir fyrstu at góðtaka avgerðina hjá fólkinum. Persónliga haldi eg, at vit eiga at bíða við so stórari avgerð til vit eru fíggjarliga óheft av dønum. Latið okk- um veruliga stremba ímóti hesum máli, og so leggja framtíðarstøðu Føroya fyri fólkið at taka avgerð um, tá vænti eg at vit fáa stóran meiriluta fyri einum fríum Føroyum. Og stórur meiri- luti í so stórum máli er at fyritrekkja. At skerja blokkin, meðan vit fram- vegis hava eina uttanlanda- skuld upp ímóti 4 milli- ardum er ikki klókt, men gjørt er gjørt. Klókari hevði verið at goldið 360 mill. av uttanlandaskuldini. Vit eiga ikki at skerja blokkin meira fyrr enn uttanlandaskuldin er fingin av vegnum. Frí av skuld og uttan blokk standa vit frí og óheft og kunnu taka eina virðiliga avgerð uttan tvang og ræðumyndir, so at enntá teir djarvastu sambandsmenninir kanska fara at tora at ráða í egnum húsi. Ja, hvør veit? Men sum sagt, latið okkum gera okkum fíggjarliga óheft fyrst. Koppsett ímóti fornuft? Borgarlig privatiseringssamgonga: Vágafólk kunnu eiga avgerðina Kristoffur Gaard- lykke, Miðvágur, valevni Javnaðarfloksins í Vágum Tað kunnu koma nógv úrslit burtur úr eini velj- arakanning, og henda síðsta var einki undan- tak. At verandi sam- gonga misti meirilutan var mest sjónska úrslitið. Men smáar broytingar kunnu geva nógv onnur áhugaverd úrslit, og ser- liga er vert at leggja til merkis, at tað lættliga kann henda, at Sam- bandsflokkurin og Fólkaflokkurin, møgu- liga við hjálp frá smærru flokkunum, kunnu fáa møguleikan at skipa eina borgarliga samgongu. Eina borgarliga sam- gongu, sum kemur at lata standa til við viðurskift- inum millum Føroyar og Danmark, men kemur at leggja alla orku í at reka borgarligan politik. Ein borgarligan polit- ik, hvørs høvuðsmál verður at privitisera. Hesaferð verða tað ikki bussar og farmabilar sum fara at skifta lit, men søla av Føroya Banka, Fiska- søluni, Fiskavirking, At- lantic Airways, JFK Trol og øðrum almennum ognum. Hetta skal gerast í skundi, so tíð verður ikki at bíða eftir besta prísin- um ella rætta keyparan- um, og óivað verða gamlir kenningar og út- lendingar fyrst at trogn- um. Men hesi ætlan kunnu vágafólk steðga. Tað gera tey við at seta eitt javnaðarfólk á ting tann 30. apríl. Ein sterkur javnaðar- flokkur á tingi vil tryggja, at viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark fáa eina virðiliga loysn, eins og tey ið starvast í almennum fyri- tøkum, framhaldandi fáa tryggar karmar at virka undir, okkum øllum at gagni. Mikkjal Sørensen, valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Polariseringin í fólkinum er sjónlig, eftir fýra ár við sitandi samgongu, har fullveldiskósin varð stungin út í kortið, men ítøkiligu úrslitini eru ikki mong. Sjónligastu varðarnir eftir fullveldis- politikkin, er ein bólgn- að umsiting, og ætlanir, ið ein komandi sam- gonga skal rinda rokn- ingina fyri. Veljarakanningar vísa, at veljarin metir, at tíðin er komin, at onnur leiðsla kemur á brúnna. Sjálvstýrislógin, upp- skot Javnaðarfloksins, er gongd leið. Savnandi loysnir skulu finnast, og miðað verður eftir breið- ari semju. Sjálvstýris- lógin greiður viðurskift- ini millum Føroyar og Danmark á virðiligan og skynsaman hátt. Okkara sjálvstýri verður økt, so hvørt fíggjarligar og fyrisitingarligar fortreyt- ir eru til staðar. Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, verður hægsti myndug- leiki í Føroyum, og Før- oyar verða staðfestar sum tjóð við fullum sjálvsavgerðarrætti. Sjálvstýrislógin skal í sáttmála staðfesta Før- oyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug og javn- sett lond í ríkisfelags- skapi hvørt við annað. Formligar avmarkingar fyri, hvørji mál og máls- øki kunnu yvirtakast, skulu burtur. Øll mál koma undir føroyskt sjálvræði, tá Føroya Løgting ger tað av Ríkisrættarliga støðan Samgongan skert játtanina til Almanna-, Heilsu- og Mentannarøkið Eyðólv Dimon Valevnið Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Javnaðarflokkurin hevur í síni valskrá 2 mál, sum vera eitt krav til komandi sam- starvsflokkar. Hesi eru * at í minsta lagi 160 ellis- og røktarheimspláss verða út- vegað komandi fýra árini og * at pensjónirnar skulu hækkast til 10.000 kr. til støk og 16.000 kr. til hjún. At samgonguflokkarnir, nú tað nærkast løgtingsval- ið, tosa um, hvussu teir vilja bøta eldraøkið, er ein grov andsøgn til førda pol- itikkin hesi seinastu 4 árini. Ferð eftir ferð júka umboð Tjóðveldisfloksins, at tað ongantíð áður hava verið játtaðir so nógvir pengar sum nú til almanna øki. Hetta skal lýsa, at sam- gongan raðfestir almanna- øki frammaliga. Minnir ikki sørt um Goebbels Men hetta er ein grov mani- pulatión, sum Goebbels neyvan hevði klárað at gjørt betri, tí sannleikin er júst hin øvugti. At krónutal- ið er hægri, merkir ikki altíð at umstøðurnar eru betraðar, tí tá ein tosar um vøkstur, so skal t.d. in- flatión, lønarhækkingar o.a. roknast frá. Fyri at geva eina rætta mynd av polit- ikkinum hesi fýra árini, so má játtanin setast í mun til t.d. Bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ), og nú gerst myndin ein heilt onnur. 27% av BTÚ í 1990 Í 1990 var kreppan farin at gera um seg í Føroyum. Fiskiskapurin á Føroya leiðini minkaði hetta árið við heili 30 % og fiskaprís- irnir fóru sama veg. Ar- beiðsloysistølini settu met hetta árið, og inntøkur landskassans gingu eisini skeiva vegin. Samgongan sum tá sat, við Jóannes Eid- esgaard sum sosialmála- ráðharra, raðfesti almanna-, heilsu- og mentannarøki frammaliga, og játtanin til hesi øki var 27% av brutto- tjóðarúrtøkuni hetta árið. 24%av BTÚ í 2001 Til samanberingar kunnu vit hyggja at játtanini í fjør, tá rokfiskiskapur var, fiska- prísirnir vóru í hæddini, og landskassin hevði mio. í yvirskoti. Hetta árið var játtanin til almanna-, heilsu- og mentannarøki 3% lægri, ella 24% av br uttotjóðarúr tøkuni. Soleiðis raðfestir sitandi samgonga almanna-, heilsu- og mentannarøkið. Nú haldi eg, tíðina vera komna har onnur, sum seta gerandisdagin hjá fólkinum ovast á breddan, sleppa at royna seg. Tú kann vera við til at fremja hesa broyting. Tak okkum uppá orðið og set tín kross fyri Javn- aðarflokkin týsdagin hin 30. apríl. Gott samstarv – lyklaorðið í altjóða politikki Sune Jacobsen, Valevni fyri Sambands- flokkin í Vágum Hvørt húski í landinum hevur fingið sendandi stevnuskránna hjá Sam- bandsflokkinum, har yvirskriftin er: „Gott samstarv“. Anders Fogh Tað er einki nýtt í tí, at Sambandsflokkurin hevur samstarvað við danska Vinstraflokkin. Tað hevur verið gjørt, tí í einum felagsskapi er tað alneyðugt at kenna sjón- armiðini hjá hvørjum øðrum. Vit hava ongantíð sum flokkur brúkt tað pol- itiskt, at vinarlagið flokkanna millum vildi verið ein fyrimunur fyri Føroyar. Men her gongur sjón fyri søgn. Eftir vitjanina hjá And- ers Fogh í Føroyum kapprunnu løgmaður og landsstýrismenn í fjøl- miðlarnar at siga okk- um, at nú vóru aðrir bollar komnir í súpanina í samskiftinum millum ríkispartarnar. Hetta vistu vit áðrenn. Sjókortið hjá Sam- bandsflokkinum Á baksíðuni á stevnu- skránni stendur Nýskip- anaruppskotið hjá Sam- bandsflokkinum. Hetta uppskot er væl og virði- liga viðgjørt av sam- bandsfólki kring landið, og tá uppskotið endaliga varð samtykt á lands- fundinum, varð Vinstri- flokkurin kunnaður um nýggja sjókortið hjá Sambandsflokkinum. Soleiðis skulu viður- skiftini vera millum partar, ið samstarva. Sjókortið hjá Full- veldinum Sitandi samgonga setti eisini út í kortið full- veldiskósina, sum hvørki tók hædd fyri boðum, enn minni skerum. Tí endaðu teir hvørja ferð uppi á turrum. Teir skilja ikki enn hví. Og eftir fýra ára fullveldisreyp, leggur fullveldisskútan at landi við gomlu Heimastýris- lógini í lastini, og hon skal vera sjókortið í øll- um førum fram til2012. Nei- sigur Sambands- flokkurin. Vit skulu hava broytingar í viðurskift- unum millum ríkispart- arnar, har floksins upp- legg er Nýskipanarupp- skotið. Vit vita, at flokkurin fær ikki meiri- luta einsamallur, og tí verður neyðugt at sam- ansjóða sjónarmiðini hjá møguligum sam- starvspartnarum, um tað eydnast flokkinum at koma í samgongu. Konfrontatión burtur Vit mugu gera okkum greitt, at konfrontatións- politikkur er ikki loysnin í dag. Øll eygu eru í hesum døgum vend móti Ísrael, har leiðararnir í stríðandi pørtunum báð- um, Sharon og Arafat, liva av konfrontatións- politikkinum Teir eru politiskt steindeyðir báðir tveir, um friður fæst í lag. Men hóast hetta, so vita vit øll innast inni, at einast gongda leið er at seta seg niður og tosa í sátt og semju. Tí sigur flokkur okk- ara. Nú er nokk við kon- frontatiónspolitikkinum- vit seta samstarvið í há- sætið. Gott samstarv Gott val øll somul. Thomas Arabo valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi At føroyingar, við at velja nakra aðra loysn enn full- veldi, lima seg inn í danska ríkið í allar ævir, er formal- istiskt fjas. Undirbrotlig- heitin kemur týðiliga til sjóndar í hesum sjálvav- markandi úttalilsum og er einki at byggja hetta uppá. Tey, sum sverma fyri slíkum tankum, eru somu elementini, ið ganga runt og rópa upp um, at Heima- stýrilógin er ólóglig, og at føroyingar móti sínum vilja hava verið hildnir í Heima- stýrislógini. Vit hava havt Heimastýrislógina í meira enn 50 ár, og hevur Løg- tingið ongantíð viljað upp- sagt hana. Um tað ikki er at góðkenna hana, so veit eg ikki hvat er. At hon nú er ótíðarhóskandi, er so nakað annað. Send eitt fax til And- ers Fogh og eitt pent bræv til Margrethu Danir loyva okkum at loysa, tá vit vilja. Føroying- ar sjálvir vita, at avgerðin liggur eina og aleina í Føroyum. Hvat er problem- ið? Problemið er, at føroy- ingar vilja ikki loysa í dag. Rættin at loysa hava vit til eina og hvørja tíð. Tað er bara at senda eitt fax til Anders Fogh og eitt bræv til Margrethu, har vit takka fyri tíðina, og so er loyst – hvør skal steðga okkum? Tað er bert tann detaljan, at føroyska fólkið vil ikki loysa, og tí má Tjóðveldis- flokkurin innsíggja, at teir mugu slaka í fullveldismál- inum og noyðast við minni enn loysing tey fyrstu nógvu árini. Eingin samgonga ber til uttan Javnaðarflokkin Man má ikki gloyma, at um seinastu tvær veljarakann- ingarnar eru eftirfarandi, so ber eingin samgonga til utt- anum Javnaðarflokkin, um vit ganga útfrá, at Sam- bandið og Tjóðveldið ikki kunna fara saman. Ikki diktera fyri eftir- komarnum,hvat teir skulu gera Um loysingin skal koma um 12 ár ella 20 ár, so er tað veljarin til ta tíð, sum skal taka støðu til tað. Míni abbabørn hava valrætt til ta tíð, og sjálvsagt skulu tey kunna gera sína hugsan galdandi. Ert tú fyri at Løg- tingið skal hava evsta vald í síni samtíð, so vel Javnað- arflokkin – fyri sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum, men ímóti ES limaskapi. Tað er í ordan at vilja loysing, men væl- signaðir leggið formalistiskt fjas á hyllina Malan Helgadóttir Valevni Javnaðarfloksins Stóð tað upp til Tjóðveldis- flokkin, so var loysingin longu framd í komandi valskeiði. Treyt teirra fyri at verða við í eini sam- gongu eftir valið er, at hildið verður fast við løg- tingssamtyktina um fram- tíðarstøðu Føroya. Løg- tingssamtyktina, sum leggur upp til, at alt sam- arbeiði ímillum Føroyar og Danmark verður avviklað tey næstu 10 árini. Hesum boðaði formaður Tjóðveldisfloksins frá á tíðindafundi nú um dag- arnar. Sostatt er greitt, at Tjóðveldið vil avgreiða blokkin tey næstu fáu árini. Eisini boðaði Høgni Hoydal á sama fundi frá, at Tjóðveldið vil lækka skatt- in hjá lág -og miðal inn- tøkum eftir valið. Hesar 800 milliónirnar, sum koma at mangla í, skulu fíggjast við einum breiðkaðum skattagrundar- lagi; men hvussu hetta skal fremjast í veruleikanum, kom tó ikki fram. Men meðan vit bíða eftir svarinum frá Tjóðveldis- flokkinum, skal tað sláast fast, at Javnaðarflokkurin ikki gongur inn fyri ognar- skatti. Ognarskattur vil serliga raka sethúsaeigaran, og harvið vanliga føroy- ingin. Henda sama før- oyingin, sum Javnaðar- flokkurin vil lætta skatta- trýstið hjá eftir valið 30. apríl. Fortreytin fyri okkara lyfti um skattalætta er sjálvandi, at blokkstuðulin verður varðveittur. Ein sterkur Javnaðar- flokkur eftir valið 30. apríl er tí tín trygd fyri, at ongin ognarskattur kemur. Nei til ognarskatt!!! C M Y K 13 12