leygardagur 13. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 13. apríl 2002
15
Sveinur
Ísheim
Tummasson
Mangur góður maður hevur til
fánýtis roynt at skilja hugsjón-
arligu tvørsagnirnar í einum tí
týdningarmesta
politiska
flokkinum í Føroyum, nevni-
liga javnaðarflokkinum. Sum
borgari er nevniliga ilt at
skilja, hvat hesin flokkur veru-
liga vil. Lutverkið hjá Føroya
Javnaðarflokki í føroyskum
politikki minnir um lutverkið
hjá Lokka í norrønari guða-
læru, og óivað er tað so, at
flokkurin er eins og ein grá
leið í politisku tilvitan føroy-
inga. Men summi menniskju
eru soleiðis, at tey lata seg
draga at tí gráa og gátuføra og
síggja tvørsagnir sum tekin um
stórleika. Her skulu umrøðast
tær tríggjar tvørsagnirnar í
javnaðarflokkinum, men søgu-
ligi karmurin um viðgerðina
átti eisini at fingið hinar flokk-
arnar at hugsað seg um.
Tann elsti stovnurin í polit-
isku skipan okkara er innburð-
arrætturin - tín og mín. Hann
er kjarnin í borgaraskapi okk-
ara, sum tí er elligamal og
gongur aftur í landnámstíð;
men
viðurskiftini
millum
borgara og myndugleika eru
sera nógv broytt – serstakliga
seinastu 152 árini.
Nútíðargerðin ber í sær
ymsar politiskar hugsjónir og
stevnur. Summar teirra hava
víst seg at eiga ta kraft, ið skal
til at skapa hóprørslur. Tríggjar
hóprørslur, ið hava verið við til
at mynda nútíðargerðina víða
hvar, eru: Fólkaræðishugsjón-
in, tjóðskaparhugsjónin og ar-
beiðararørslan.
Tað er nú so, at politiskar
hugsjónir hava allar eitthvørt
dreymakent við sær, sum ikki
ber til at fremja í verki; men
hesar tríggjar nevndu hóp-
rørslur hava fingið ítøkiligar
avleiðingar fyri stjórnarlag og
politiska lívið í øllum fram-
komnum samfeløgum.
Fólkaræði.
Fólkaræðishugsjónin er farin
sína sigursgongd um allan
heim seinastu 200 árini.
Hvussu lívsseig henda hug-
sjón er, sóu vit, tá ið fólkini í
Eystur Evropu settu seg upp
ímóti stjórnarvaldinum. Men
fólkaræði er ikki bara spurn-
ingur um at broyta myndug-
leikastovnarnar, so at teir virka
sínámillum í samsvari við
fólkaræðishugsjónina.
Tað tekur drúgva tíð at
menna politisku mentanina í
einum samfelag, so at flestallir
samfelagsborgarar eru førir
fyri at taka á seg ta stóru
ábyrgd, sum tað er at taka lut í
eini fólkaræðisskipan. Tað
krevur ein serstakan fólkaræð-
isligan hugburð, sum alsamt
verður hildin uppi og styrktur.
Um hugt verður at mentanar-
arvi okkara, eru føroyingar
ikki verri fyri enn so mong
onnur – heldur betur - men
politiska mentanin og søguliga
og demokratiska tilvitanin eru
á alt ov lágum stigi. Hetta er
tíverri ikki av tilvild, heldur er
tað avleiðingin av miðvísari
villleiðing av fleiri ættarliðum
av føroyingum.
Kjarnin í fólkaræðinum er
almenni
valrætturin,
sum
byggir júst á ta sannføring, at
borgarin sjálvur dugir á at
skyna. At hann dugir at velja
við skili, og skilja tað, hann
hevur valt! Valrættur borgar-
ans eigur í prinsippinum at
fevna um øll samfelagsmál á
einum avmarkaðum landa-
frøðiligum øki. Men júst um
henda spurning stendur mang-
an hart stríð, tí hvør hevur
borgararætt, og hvussu skal
rætta landafrøðiliga økið av-
markast?
Í Føroyum er eingin ivi um,
hvussu ein demokratisk skipan
skal avmarkast: tann gamli
føroyski borgararætturin eigur
at geva almennan valrætt til
Føroya Løgting, sum skal
verða tann stovnur, ið smíðar
lógir út at 200 fjórðinga marki.
Og sjálvsagt eiga at vera reglur
um, hvussu onnur kunnu fáa
føroyskan
borgararætt.
Á
hesum grundarlagi eiga sátt-
málar at verða gjørdir við onn-
ur lond, sum avmarka sjálv-
ræðið á ávísum økjum, har tað
er neyðugt til tess at taka lut í
vaksandi
samstarvinum
í
heiminum.
Sjáldan er so stór fløkja
komin í so einfalt mál sum
demokratiseringina av Føroy-
um. Tí enn í hesum Harrans ári
2002 er vald Føroya Løgtings
avmarkað
av
elligomlum
kongsvaldi, sum liggur í Keyp-
mannahavn, har tað í veruleik-
anum er endað í hondunum á
tjóðskaparsinnaðum, donskum
stjórnmálamonnum og embæt-
ismonnum.
Einstaklingar her á landi
hava verið tilvitaðir um demo-
kratiseringina í ávísum tíðar-
bilum og hava framt tiltøk,
sum hava fingið stóra undir-
tøku; men vit hava ongantíð
havt eina demokratirørslu í
Føroyum, sum var nóg sterk til
at fáa alt vald aftur til fólksins.
Tey demokratisku framstig,
sum hend eru, eru sett í verk
av einaveldisstjórnini í Keyp-
mannahavn sum ein avleiðing
av donsku demokratiserings-
tilgongdini og við tí endamáli
at forða fyri veruligari demo-
kratisering í Føroyum.
Føroya Javnaðarflokkur sig-
ur seg vera ein demokratiskan
flokk; men ábyrgdin av, at
hetta einfalda mál er so illa
fløkt, liggur tung á júst hesum
flokki. At javnaðarflokkurin er
sloppin so lættliga og hevur
staðið seg so væl, er óivað
fremsta dømið um, hvussu
stutt á leið politiska mentanin í
Føroyum er komin.
Hetta er tann fyrsta tvør-
søgnin hjá Føroya Javnaðar-
flokki: Hvussu kann ein demo-
kratiskur flokkur verja demo-
kratiska undirskotið í Føroy-
um?
Tjóðskaparrørslan.
Rembingarnar í eittnú Balta-
londum sýna okkum, hvussu
sterkur máttur býr í tjóðskap-
arrørsluni, og henda hóprørsla
verður nevnd sum høvuðs-
orsøkin til, at risaveldið USSR
fell. Tjóðskaparrørslan hevur
tvær síður - eina ljósa og eina
døkka. Føroyingar kenna báð-
ar hesar síður, og stríðið mill-
um teirra stendur enn.
Danska demokratiseringin
slepti sterkum tjóðskapar-
kenslum leysum har á landi.
Felags myndugleikarnir hjá
ríkjafelagsskapinum gjørdust
brátt amboð í hondunum á
donsku
tjóðskaparrørsluni:
Ríkjafelagsskapurin skuldi nú
gerast til ríkið hjá donsku
tjóðini. Danska tjóðskapar-
rørslan gjørdist so ágangandi,
at hon kúgaði rættindini hjá
m.ø. føroyingum og breyt
demokratiskar
grundreglur.
Danskir heiðursmenn sum
N.F.S. Grundtvig og A.S.
Ørsted mótmæltu við nýtum
orðum hesi gongd, og tað var
helst bara teimum fyri at
takka, at danska tjóðskapar-
stjórnin ikki innlimaði Føroyar
í danska ríkið formliga, men
heldur setti sonevndu »grund-
lógina« í verk sambært gomlu
lóggávuni, t.e. við kongaligari
fyriskipan. Men demokrati
fingu føroyingar ikki!
Nú er tað so, at ein fólka-
ræðisskipan hevur ikki sum
treyt, at eindin skal vera ein
tjóð. Men tað er so sanniliga
eingin forðing fyri at seta á
stovn fólkaræði, at eindin er
ein tjóð. Tvørturímóti. Og
hóast føroyingar flestir hava
verið glaðir um øll demo-
kratisk framstig, sum hend
eru, so var tjóðskaparrørslan
føroyska ein greið ábending
um, at føroyingar vóru ónøgdir
við ágangin frá donsku tjóð-
skaparrørsluni, sum var farin
so langt, at mál og mentan
okkara vóru hótt. Danski tjóð-
skaparpolitikkurin var um at
troka føroysku samfelags-
menningina heilt av leið.
Tjóðskaparrørslan kom í
tøkum tíma, og síðani hava
bestu kvinnur og menn í Før-
oyum sagt seg taka undir við tí
vøkru hugsan at standa saman
til tess at fáa føroyingar at
ganga fram í øllum lutum.
Føroyingar eru ein tjóð –
hvussu tað enn verður vent og
snarað: Í týskari og franskari
merking av orðinum tjóð og
sambært altjóðarrætti. Vit hava
okkara egna statsrætt og
ríkisborgararætt,
sum
er
sínámillum
javnsettur
við
danska
ríkisborgararættin.
Land okkara er greitt av-
markað í mun til granna-
londini. Her er bara eitt fólk,
ein tjóð. Sum eitt hitt ríkasta
landið í heimi fara vit ikki at
liggja altjóða samfelagnum til
byrði, og vit eru eingin hóttan
móti nøkrum, vit fáast ikki við
politiskan yvirgang og harð-
skap.
Dagsins veruleiki er nú so,
at berandi eindin í altjóðasam-
felagnum er ríkið. Føroyar eru
eitt ríki og ein tjóð – men hava
ikki demokrati. Javnaðar-
flokkurin kann væl vera demo-
kratiskur flokkur, tó at hann er
ímóti føroyskum fólkaræði.
Men sum heimurin sær út í
dag, verður hann at taka støðu
fyri onkrum øðrum tjóðskapi.
T.d. ber til at siga, sum er, at
hann stríðist fyri einari demo-
kratiskari innliman í donsku
demokratisku skipanina –
møguliga við onkrari minni-
lutaskipan – men tað er ikki
hetta, sum Javnaðarflokkurin
sigur seg berjast fyri. Orsøkin
til, at javnaðarflokkurin ikki
bara tónar reint Dannebrogs-
flagg á hesum øki, er óivað tí,
at leiðslan veit, at so missa teir
allar atkvøðurnar – uttan tær í
Mjørkadali.
Tó má sigast, at javnaðar-
flokkurin ongantíð hevur verið
so opin um sín danskleika sum
undir núverandi formanni.
Vert er at minnast, at Petur
Mohr Dam tók fyrivarni mót-
vegis gildi donsku grundlógar-
innar, tá ið samráðingar vóru
millum
løgtingsnevnd
og
stjórnina í Keypmannahavn
1946-47. Men núverandi for-
maður førir fram, at danska
grundlógin er eisini donsk
grundlóg í Føroyum, tó at hon
í veruleikanum bara er vestur-
norsk
einaveldislóg,
sum
demokratiserar úrvald samfel-
agsøki á kommunalum stigi.
Tíverri standa hesi ósannindi,
sum ganga út frá danska for-
sætisráðnum, so sterk, at eisini
víðgongdir
sjálvstýrismenn
føra tey fram.
Men her liggur nú onnur
tvørsøgnin, sum javnaðar-
flokkurin hevur at dragast við:
Flokkurin talar mest um al-
heimssamstarv, og at tjóðin
sum hugtak hevur lítlan týdn-
ing – uttan sum sjálvsagt men-
tanarfyribrigdi. Hví nýtir hesin
flokkur tá alla orku sína til at
varðveita valdið hjá einari
fremmandari tjóð í Føroyum?
Arbeiðararørslan.
Tá ið arbeiðarrørslan verður
viðgjørd í føroyskum høpi,
hugsa fólk vanliga um Tvør-
oyri, at tað var har, hon kom
upp og tí enn hevur sína høv-
uðsborg. Men so einfaldur er
veruleikin ikki. Havnin hevði
sína sosialistisku rørslu ein
mansaldur, áðrenn hon kom
fyri seg á Tvøroyri.
Tey fækka, sum vita at siga
frá innanhýsis stríðnum í ar-
beiðararørsluni í Føroyum og
javnaðarflokkinum, sum stóð
millum føroyskar sosialistar
og teir donsku sosialdemo-
kratarnar. Stríðið var sera hart,
og tað var stundum um reppið,
at føroysku sosialistarnir í
Havn og Klaksvík yvirtóku
javnaðarflokkin – og tað hevði
verið týdningarmesta yvirtøk-
an undir heimastýrinum.
Ein hin størsti sigur, ið før-
oyska arbeiðararørslan vann,
var tá ið tað eydnaðist at
steðga
sosialdemokratisku
ætlanunum at innlima Føroya
Arbeiðarafelag
í
donsku
arbeiðararørsluna í 50-árun-
um. Hevði tað eydnast teim-
um, hevði føroyski arbeiðs-
marknaðurin og samfelagið alt
uttan iva verðið integrerað og
assimilerað við danska samfel-
agið á ein hátt, sum vit valla
duga at ímynda okkum. Men
yvirhøvur megnaðu føroysku
sosialistarnir ikki at standa
ímóti vælsmurda áganginum
frá danskt stýrdu sosialdemo-
kratunum.
Ein tann fínasti umboðs-
maðurin fyri hesa føroysku
sosialismu var Hans Andrias í
Áarstovu. Trongskygdir tjóð-
skaparmenn og dansktsinnaðir
sosialdemokratar tykjast full-
samdir um at gera hann til
nationalromantikara – og einki
annað. Men tað er tí, at báðir
ræðast ta sterku føroysku
sosialismu, sum Hans Andrias
stóð fyri, og sum er tann
politiska hugsjón í Føroyum,
sum hevur størsta intellektu-
ella og politiska potentialið –
men sum ikki er umboðað í
illa slitnu flokkaskipan okk-
ara.
Hans Andrias og mangir
havnarmenn við honum sóu
ikki føroysku tjóðskaparrørsl-
una og arbeiðararørsluna sum
mótsetningar.
Tvørturímóti
bygdu teir á tjóðskaparrørsl-
una og vildu verja og menna
føroysku tjóðina í øllum lut-
um. Hans Andrias yrkti tískil
eisini flaggsangin, ið sigur:
»Har ið merkini veittra, veittri
eisini mítt…«
Tá ið Hans Andrias var
deyður, kom Petra til abba mín
við einum eintaki av fyrsta
sáttmálanum, sum Havnar
Arbeiðsmannafelag gjørdi í
1916. Hann skuldi abbi eiga, tí
hann umboðaði sosialismuna í
Havn. Hans Andrias hevur
sjálvur skrivað hann við síni
føgru skrift.
Men tað vóru jú ikki bara
føroysku sosialistarnir í Havn,
sum bygdu á tjóðskapar-
hugsanina. Danskir sosial-
demokratar eru sanniliga tjóð-
skaparsinnaðir og tað í so stór-
an mun, at teir gera seg inn á
onnur fólkasløg. Eisini vóru
íslendskir javnaðarmenn heitir
talsmenn fyri, at íslendska
tjóðin skuldi taka við valdin-
um í landinum og seinni taka
av kongsvaldið. Íslendska
tjóðskaparkenslan hevur tó
ongantíð gjørt seg inn á aðrar
tjóðir – sum tann danska.
Við at seta donsku tjóð-
skaparhugsjónina fremst forð-
ar javnaðarflokkurin fyri, at
vinstrivongur í føroyskum
politikki sleppur fram at vald-
inum.
Einasta
realistiska
vinstrasamgonga er ein sam-
gonga millum javnaðarflokkin
og tjóðveldisflokkin, men so
leingi
javnaðarflokkurin
blokkerar, verður tjóðveldis-
flokkurin noyddur at arbeiða
saman við høgraflokkum.
Tað er eingin ivi um, at ein
vinstravend samgonga er tað
einasta rætta í Føroyum í hes-
um tíðum, men orsøkin til at
hon ikki kemur upp á tal, og at
hon er so fjart frá veruleikan-
um sum ongantíð áður, er júst
tann flokkur, sum talar mest
um arbeiðararørslu og tey
veiku í samfelagnum.
Triðja tvørsøgnin hjá Javn-
aðarflokkinum er, at teir hava
ikki álit á teirri fjøld, sum teir
siga seg umboða, og sum teir
biðja velja seg. Tann hugsan,
at nakrir fáir høvuðkambar í
einum politiskum flokki einsa-
mallir skulu tala fyri fjøldina
og krevja fullkomið lýdni og
undirgeving frá arbeiðandi
fjøldini er fyri tað fyrsta
ódámlig – men hon hevur
heldur einki við ta sosialismu
at gera, sum abbi mín segði
mær frá, og sum hevði so fræg
umboð sum Andreu Árting,
Maurentius Viðstein, Rasmus
á Háskúlanum, Hans Andrias
Djurhuus, Kristin í Geil og
Djóna í Geil.
---
Tað er stuttligt at fáast við
tvørsagnir og royna at greina
tær, tí tær avdúka altíð onkran
sannleika. Soleiðis eisini í
hesum føri. Tí:
Føroya Javnaðarflokkur er
prinsippielt fyri fólkaræði,
men bara ikki tá ið skaðar
kongaliga danska sosialdemo-
kratíið.
Føroya
Javnaðarflokkur
hevur prinsippielt einki ímóti
tjóðini – uttan tá ið hon setir
seg upp ímóti kongaliga
danska sosialdemokratínum.
Føroya Javnaðarflokkur vil
fegin hava eina sosialistiska
samgongu í Føroyum – men
ikki um hon hevjar seg upp um
kongaliga danska sosialdemo-
kratíið.
Skal føroyska samfelagið
gerast eitt lívført nútíðar-
samfelag – og tað verður so
undir øllum umstøðum - hevur
javnaðarflokkurin
tvinnar
kostir í at velja. Antin verður
hann ímóti - ella við til at
fremja tað. Stóri spurningurin
er tí, um hann fer at standa við
sítt bæriliga navn: Føroya
Javnaðarflokkur
VIÐMERKINGAR
Um at hava oyra fyri tvørsøgnum
15
14
Nr. 70 - 13. apríl 2002
Annika Olsen,
valevni fólkafloksins í
Suðurstreymi
Føroyar eiga eitt sermerkt
menta- og listafólk, líka frá
føroyskum bóklistafólkið,
myndlistafólkið til ta før-
oysku
kvæðamentanina.
Mong føroysk listafólk
hava
fingið
heiðurliga
altjóða viðurkenning eitt nú
William Heinesen og nú
Jóanis Nielsen. Tað ser-
merkta við tí skapandi list-
ini er, at hon ofta gongur á
odda fyri tí samfelagsliga
rákinum. Mong siga seg
ikki skilja listina, yrkingar
eru torførir at skilja, og
myndlistin er tað hvørki
høvd ella hali á. Tað er
netupp hetta óskiljiliga og
tørføra, ið er tað nýskap-
andi og framskygda við
listini. Vit skilja hana
kanska ikki í løtuni, men
um nøkur ár kunnu vit siga
á ja, tað var júst sum hasin
listamaðurin ella handan
listakvinnan segði fyri tíð
síðani. Eitt dømi um,
hvussu framskygd listin er,
er bókin hjá Jules Verne
”En verdensomsejling und-
er havet”. Hendan sigling
var við kavbati, og sum vit
vita, so var kavbáturin ikki
uppfunnin, tá ið Jules
Verne skrivaði bókina. Fólk
tá í tíðini hildu, at han var
svakur at skriva um kav-
bátar og um menniskju, ið
kundu ferðast undir vatni.
Men sum tíðin leið, bleiv
kavbáturin ein veruleiki.
Tað er neyðugt, at vit ikki
bremsa listini, men ístaðin
stuðla
ta
framskygdu
listina.
Tvey onnur hugtøk, ið
sermerkja listina og ment-
anina er filosofi og visión.
Tað er eyðkent, at listafólk
hava
eina
filosofiska
hugsan, sum tey lata til
kennar i teirra verkum.
Tíverri verður ofta tað
filosofiska grundarlagið í
okkara mentan og list
burturgloymt í øllum tí
nýmótans meldrinum við
millum annað digitalmiðl-
unum. Eg haldi, at vit øll
eiga at stuðla mentanini og
tí skapandi listini, tí tað
gevur okkum livsmót, gleði
og ikki minst visiónir um
framtíðina. Mentanin og
tann skapandi listin kann
vekja okkara filosofiska og
visionera
hugsunarhátt.
Visiónur
kunnu
koma
okkum øllum til góðar ikki
minst okkum politikarum,
sum skulu hava visiónir um
framtíðina.
Umframt hetta so er
mentan og list ofta tann
besti ambassadørurin fyri
Føroyar úteftir og ger tað,
at nógv ferðafólk hava hug
at koma henda vegin. Tann
skapandi listin kann eisini
vera ein avbera góð útflutn-
ingsvøra, sum bæði kann
geva eitt fíggjarligt avkast
og eina góða reklamu fyri
Føroyar. Franski menta-
málaráðharrin
Jacques
Lang segði millum annað,
at fyri hvønn frank, tú
leggur sum íløgu til mentan
og list, vilt tú fáa 4-5
faldaðan aftur.
Sum valevni fyri Fólka-
flokkin i Suðurstreymi vil
eg arbeiða fyri, at lista-
fólkini, sum eru Føroya
stoltleiki, fáa bestu karmar
og viðurskifti at arbeiða
undir, tí tey hava alstóran
týdning fyri okkara vinnu-
lív, okkara búskap og ikki
minst okkara visiónir um
framtíðina.
http://www.annikaolsen.net
Mentan og list - ein stoltleiki hjá
føroyingum
Heðin Zachariasen
valevni Fólkafloksins í
Norðurstreymi
Vinnan skal hava tryggar
karmar at virka undir, so-
leiðis at vit skapa áhuga
fyri, at kvinnur og menn
fáa hug og áræði at stovn-
seta egið virki.
Hví skulu vit hava ein
tílíkan politikk, kunnu vit
spyrja. Jú, fyri at skapa
arbeiðspláss so at øll kunnu
hava arbeiði og trívast. Tá
vita tey, at samfelagið
hevur brúk fyri teimum og
okkum øllum.
Tað verður eisini lættari
at reka samfelagið, tí tá
fleiri eru at gjalda – bíligari
verður tað fyri hvønn
okkara. Eisini fyri at gera
tað lættari at hjálpa teim-
um, sum av sjúku ella
øðrum orsøkum ikki klára
at vinna til dagin og vegin.
Hesi fólk skulu hava eina
virðiliga tilveru, tað er
okkara ábyrgd, at so er.
Ofta verður ført fram, at
tað bert eru arbeiðsgevarar-
nir, sum fáa ágóðan av at
stovnseta egið virki. Sjálv-
sagt vil ein og hvør, sum
byrjar egið virkið vinna
pening. Men í flestu førum
hevur virkið eisini brúk fyri
arbeiðsfólki. Og tað er heilt
greitt, at ein arbeiðsgevari
við ongum arbeiðsfólki
vinnur ongan pening og
arbeiðsfólk við ongum ar-
beiðsgevara vinnur ongan
pening. Tí eiga vit at standa
saman sum ein maður,
eisini tá um vinnlívið
ræður. Tí sum orðatakið
sigur, hvør av øðrum liva
má.
Latið okkum tí standa
saman sum ein maður um
arbeiðsfólki og arbeiðsgev-
aran. Tað gevur eitt sterkt
vinnulív. Sterkt vinnulív
gevur eitt sterkt samfelag
og eitt sterkt samfelag
gevur okkum eitt gott land
at arbeiða og búgva í.
Hetta er nakað tú fært við
at velja Fólkaflokkin lista
A.
Trygt vinnulív gevur trygga framtíð
Skattalækking
Annfinn Brekkstein
valevni sambandsflokks-
ins í Suðurstreymoy
Í einum ásannan av hes-
um veruleika vil undirrit-
aði sum valevni sam-
bandsflokksins
stríðast
fyri at minka um almenna
partin av samfelagsbú-
skapinum. Í hesi stremban
er og verður eitt av aðal-
málum floksins at minka
um tað alt og høga skatta-
og avgjaldstrýstið, sum er
galdandi í føroyska sam-
felagnum.
Tað er okkum til títlan
sóma at varðveita ein
marginalskatt uppá 58%
av seinast forvunnu upp-
hæddini
fyri
vanligar
meðalinntøkur, umframt
at meirvirðisgjaldið er tað
hægsta í Europa ájavnt
tað danska og svenska.
Tað skal altíð loysa seg
at arbeiða. Borgarin skal
sostatt ongantíð revsast
fíggjarliga fyri sín góða
arbeishug. Fyri at stimbra
og motivera tann einstaka
eigur øll orka eitt komandi
valskeið at vera løgd í at
fáa skattin niður um 50%
seinast tjentu krónuni.
Sjálvstýrið ikki útsett!
Høgni Mikkelsen,
valevni fyri Sambands-
flokkin í Suðurstreym
Á forsíðini í Sosialinum
nr. 57 er við stórum stav-
um skrivað: “Sjálvstýrið
útsett næstu fýra árini”.
Sosialurin skrivar, at hetta
eru boðini frá valskrá
Fólkafloksins. Hesi boð
Fólkafloksins samsvara
eisini væl við greinina hjá
Leilu Hjørleivsdóttir á
Lofti. Hon skrivar nevn-
liga í sama Sosiali við
hesi yvirskrift: “Troytt av
sjálvstýristosinum”
og
undiryvirskriftin sigur :
“Men tú kanst velja at fáa
doyvara settan á, meðan
vit bíða”
Fólkaflokkurin
kann
hava rætt so langt, at tosið
hjá
loysingaflokkunum
um meira sjálvstýri, sum
nú hevur vart i 54 ár, er
møðandi, og serliga tá
hugsað verður um avrik-
ini av hesum drúgva tosi.
Men vit í Sambands-
flokkinum
hava
ongar
ætlanir um at útseta strem-
banina um meira sjálvstýri.
Vit hava heldur ongar
ætlanir um at møða nakran
við tómum tosi, men heldur
gera nakað í verki.
“Nýggjar tíðir” sum er
uppskot Sambandsfloks-
ins til nýskipan av viður-
skiftinum millum Føroyar
og Danmark, hevur ongar
forðingar fyri at menna
okkara sjálvstýri, sjálv-
bjargni og frælsi.
Vit kenna okkum sann-
førdar um, at okkara upp-
skot er júst tað, sum 75 %
av føroyingum hava víst á.
Ein skipan innanfyri ríkis-
felagsskapin, sum gevur
okkum munin meira sjálv-
stýri, sjálvbjargni og frælsi
enn loysingin nakrantíð
ferð at geva.
Fólkaflokkurin hevur
sostatt ikki fyri neyðuni,
at bíða í fýra ár. Saman
við okkum røkka tit málið
innan fýra ár..
Teir tríggir føroysku
musikkskúlanæming-
arnir,sum vóru við
klaverkapping hjá
Steinway í Keypmanna-
havn kláraðu seg sera
væl.Ein teirra,Andrea á
Dul Mortensen fekk
premiu fyri framførslu
av nýggjum tónleiki
STEINWAY-KAPPING
Eirikur Lindenskov
Sjeynda árið á rað hava før-
oyski musikkskúlanæming-
ar tikið lut í Steinway klav-
erkapping í Danmark. Tað
er Tórshavnar Musikkskúli,
sum skipar fyri innleiðandi
kappingunum í Føroyum.
Í ár var innleiðandi kapp-
ingin í Føroyum skipað sum
ein
»pianofestivalur«
vikuskiftið 1. til 3. februar.
Tórshavnar
Musikkskúli
bjóðaði øllum musikkskúl-
unum í landinum at vera við.
Sum gestalærari á skeið-
num var Amalie Malling,
sum undirvísi í klaverspæli
á Kongiliga Musikkon-
servatoriinum
í
Keyp-
mannahavn. Pianofestival-
urin – ella skeiðið – endaði
so við eini kapping sunnu-
dagin 3. februar, at tey trý,
sum skuldu umboða Før-
oyar í kappingini í Dan-
mark, skuldu kjósast.
Kappingin er skipað í
trimum bólkum, ein fyri
næmingar undir 11 ár, ein
fyri næmingar 12-15 ár og
ein fyri næmingar 16-19 ár.
Tey, ið vunnu kappingina í
Føroyum og sluppu til Dan-
markar vóru:
Jórun Hansen, Skipanes
11 ár, Hilmar Kass Jacob-
sen, Havn, 13 ár, Andrea á
Dul Mortensen, Havn 19 ár
– Øll trý kláraðu seg sera
væl í kappingini í Dan-
mark,
sigur
Napoleon
Nólsoy, leiðari á Tórs-
havnar Musikkskúla, sum
saman við foreldrum, lær-
arum og Jákupi Simonsen
frá mentanardeildini hjá
Tórshavnar Býráð var við
til kappingina, sum var
hildin í konsertsalinum í
Lousianasavninum.
Andrea á Dul Mortensen
fekk premiu fyri tann best
spælda nýggjari tónleikin, og
hósdagin fekk Tórshavnar
Musikkskúli eisini boð um,
at Andrea, sum premiuvinn-
ari í tí »XVI Danske Stein-
way Piano Festival«, sleppur
við til ein Master Class við
kenda svenska klaverleikar-
anum, Hans Pålsson, profess-
ara. Hesin »Master Class«
verður
leygardagin
5.
oktober í ár í Steinway Kam-
mersal í Keypmannahavn.
Napoleon Nólsoy er sera
fegin um umstøðurnar hjá
Tórshavnar Musikkskúla á
hesum øki. Hann sigur, at
skúlin eigur tvey Steinway
flygil, og hann fegnast eis-
ini um positiva hugburðin
hjá Tórshavnar Býráð.
11 ára gamla Jórun Hansen av Skipanesi, 19 ára gamla
Andrea á Dul Mortensen og 13 ára gamli Hilmar Kass
Jacobsen umboðaðu Føroyar í donsku Steinway kappingini
Andrea fekk premiu í Steinway-kapping
C
M
Y
K
14