leygardagur 13. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 70 - 13. apríl 2002
Nr. 70 - 13. apríl 2002
17
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nógv hevur verið frammi
um, hví toskaprísurin er
lækkaður so nógv. Høvuðs-
orsøkin er søgd at vera, at
saltfiskamarknaðurin, sum
annars hevur verið rættiliga
góður, er vorðin trekari, og
harvið eru goymslurnar,
sum virkini liggja inni við,
vorðnar størri.
Hartvig Joensen, virkis-
leiðari á Fiskavirkinum í
Gøtu, sigur, at saltfiska-
marknaðurin hevur havt ein
týðandi lut í, at toskaprísur-
in er lækkaður so nógv.
– Men tað hoyrir eisini
við til hesa søguna, at so
nógvur fiskur er komin
uppá land í vár. Er útboðið
óvanliga stórt, og útlendski
marknaðurin trekur, lækkar
prísurin. Tað er serliga
hetta, sum er hent í vár, sig-
ur hann.
Hartvig vísur á, at tá ið so
nógvar orsøkir peika sama
veg, gongur tað út yvir prís-
in á ráfiski - og í hesum
førinum útyvir prísin á
toski.
Hildu aftur við
toskinum
– Longu í fjør heyst sóu vit,
hvønn veg tað bar. Sølan av
saltaðum toski gjørdist
trekari, og í november og
desember hildu vit okkum
aftur í at keypa tosk. Tískil
vóru okkara goymslur ikki
so stórar fyrst í hesum ári-
num, tá ið aðrir gramdu seg
um stórar goymslur av salt-
aðum toski.
Hartvig heldur, at vit
skulu leita eftir orsøkini til
treka marknaðin í Spaniu,
sum keypir tær stóru nøgd-
irnar av saltaðum toski.
– Føroyski saltfiskurin er
betri umtóktur í Spaniu enn
eitt nú tann íslendski og
norski, og vit hava fingið
væl betri prís enn grannar-
nir. Tað meti eg, at vit fram-
vegis fáa. Hví spaniumenn
ikki vilja geva tað sama fyri
fiskin í dag, sum teir hava
gjørt, kann standast av, at
teir nú keypa meira av ís-
lendskum
og
norskum
toski, sum er bíligari. Hetta
kann eisini hava nakað við
innanhýsisviðurskiftini í
Spaniu at gera.
Virkisleiðarin vísir á, at
sølan av saltaðaðari bros-
mu, longu og partvís upsa
hevur ikki í sama mun ver-
ið rakt av prísfalli eins og
sølan av toski.
– Vit mugu eisini hava í
huganum, at prísurin á salt-
aðum toski veruliga hevur
rakt prísloftið, og tá er van-
di fyri eini lækking, sum vit
nú hava upplivað, sigur
hann.
Gongur kortini
Hartvig sigur, at nú tað er
farið av báðum endum – rá-
fiskaprísurin er lækkaður,
tí marknaðarprísurin er
lækkaður - ber saktans til at
liva við hesum, til støðan á
marknaðinum
vónandi
aftur broytist til tað betra.
– Rávøruprísurin og
marknaðarprísurin eru nú
fyribils á einum lægri støði,
sigur hann.
Á Fiskavirkinum í Gøtu
arbeiða 80 fólk. Vanligi ar-
beiðsdagurin er 8 tímar,
men ikki so sjáldan verður
arbeitt einar tveir tímar
longri. Tá ið mest er at
gera, verður ein pakkivakt
skipað við umleið sjey
fólkum, og tá arbeiða hesi
fólkini vanliga til midnátt.
Í Gøtu salta tey tosk,
brosmu, longu og nakað av
upsa.
SVIMJING
Vilmund Jacobsen
Trý svimjifeløg úr Eyst-
uroy, Flot á Toftum,
Skeggjar úr Gøtu og
Fuglafjarða Svimjifelag,
eru í vikuskiftinum í
Vági, har tey taka lut í
stóru SUM-svimjikapp-
ingini, sum byrjaði longu
í gjárkvøldið og endar
sunnudagin.
Thomas
Kjelnæs
í
Rituvík, sum er næstfor-
maður í nevndini í Flot,
stakk inn á gólvið á Eyst-
u r oy a r r e d a k t i ó n i n i
fríggjamorgunin at bera
okkum hesi tíðindi.
Hann sigur, at kapp-
ingin í Vági verður skip-
að fyri árgangirnar 91-
93, bæði fyri gentur og
dreingir.
– Vit fara suður til
Vágs við 16 svimjarum
úr Floti, sigur hann.
Svimjarar úr
øllum landinum
Thomas væntar annars,
at svimjarar úr flest øll-
um
svimjifeløgum
í
landinum verða við í
SUM-kappingini í Vági.
Kappingin verður skip-
að í fleiri greinum, og
medaljur verða handaðar
teimum, sum fáa tey
bestu úrslitini.
Thomas vísir á, at
svimjing er vetrarítrótt,
og vanliga eru tær fyrstu
grand prix-kappingarnar
tíðliga um heystið. Síðan
eru fleiri kappingar um
veturin og út á várið, og
hetta er so ein av øllum.
– Svimjiárið endar um
nakrar vikur, og seinasta
tiltakið á skránni hjá
Svimjisambandi Føroya
er FM í øllum aldurs-
bólkum.
Thomas Kjelnæs fegn-
ast um, at svimjing er
vorðin ein av ítróttar-
greinunum
í
Eystur-
oynni.
– Flot á Toftum hevur
eftirhondini nøkur ár á
baki, og vit hava megnað
at verið við í kapping-
unum um medaljurnar,
sigur hann.
Til Vágs at svimja
Alt peikaði sama veg:
Tí lækkaði toskaprísurin
Hartvig Joensen á Fiskavirkinum í Gøtu sigur, at sølan av saltaðaðari brosmu, longu og partvís
upsa hevur ikki í sama mun verið rakt av prísfalli eins og sølan av toski.
LIST
Vilmund Jacobsen
Leygardagin og sunnu-
dagin, 13. og 14. apríl,
verður
málningafram-
sýning í Ribarhús Gallarí
í Fuglafirði. Hetta er ein
framsýning, sum næm-
ingar, ið hava gingið á
kvøldskúla hjá Jóannesi
S. Hansen í vetur, skipa
fyri.
Einir 10 næmingar,
bæði ung og tilkomin,
hava við stórum áhuga
og stórum ágrýtni møtt
til kvøldundirvísing í
málningalist í Fuglafirði
hjá Jóannesi hvørt mána-
kvøld í vetur.
Umleið 50 acryl-mál-
ningar á lørifti verða
sýndir fram, og fleiri av
hesum eru til sølu.
Jóannes S. Hansen sig-
ur, at fleiri náttúrumál-
ningar eru við á framsýn-
ingini. Aðrir eru abstrak-
tir og hálv-abstraktir,
sum hann tekur til.
Framsýningin í Fugla-
firði er opin leygardagin
og sunnudagin frá klokk-
an 15 til 19, og væntandi
verður høvi hjá teimum,
sum støkka inn á gólvið,
at hitta nøkur av lista-
fólkunum, sum øll higar-
til eru ókend innan máln-
ingalist.
Á Strondum
Jóannes S. Hansen hevur
eisini undirvíst í mál-
ningalist á Strondum í
vetur, og har høvdu tey
framsýning í bygdarhúsi-
num síðsta vikuskiftið.
- Eini 200 fólk vitjaðu
framsýningina, og onkur
málningur varð seldur,
sigur listamaðurin, sum
hevur
undirvíst
næmingum á kvøldskúla
í eini 15 ár tilsamans.
Sjálvur hevði Jóannes
sína
fyrstu
málningaframsýning
í
1966.
Næmingar sýna
fram málningar í
Fuglafirði
Tíðindaskriv
Føroya
Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag
og Havnar Arbeiðskvinnu-
felag hava frætt, at ávísir
reiðarar arbeiða fyri at
ávirka politiska myndug-
leikan, fyri at fáa tikið av
nevndu kunngerð, har ásett
er, at í minsta lagi 30 % av
veiðuni skal seljast á upp-
boðssølu í Føroyum.
Vit skulu harðliga mót-
mæla, at nevnda kunngerð
verður avtikin, tí skyldan at
landa fiskin í Føroyum hev-
ur avgerandi týdning, ikki
bert fyri virkini á landi,
men eisini fyri teir limir
okkara sum starvast í fiski-
vinnuni.
Um nøkur broyting skul-
di verði gjørd, so átti nøgd-
in, sum skipini skulu landa
her heima, at verði hækkað
heldur enn lækkað.
Fyri landsbúskapin hevur
tað avgerandi týdning, at so
nógv av tilfeingi okkara
sum tilber verður góðskað
áðrenn vøran verður selt av
landinum, tí tað er virðis-
økingin av tilfeinginum
sum skapar inntøkurnar
bæði til virkini og til tað al-
menna, og eisini er henda
tilvirking neyðug fyri at
forða fyri stórum arbeiðs-
loysi í fiskavinnuni.
Um kunngerðin verður
avtikin ella kravda avreið-
ingarnøgdin verður lækk-
að, so verður hetta ein van-
lukka fyri bæði virkini á
landi og túsundtals av lim-
um okkara, sum beinleiðis
ella óbeinleiðis eru tengd at
fiskivinnuni á landi.
Vit skulu eisini vísa á, at
reiðarararnir hava ókeypis
fingið rættin til eitt tilfeingi
sum sambært § 2 í lógini
um vinnuligan fiskiskap er
ogn Føroya fólks, og tað er
tí eftir okkara tykki skyldan
hjá landsstýrismanninum at
tryggja, at hetta tilfeingið
ikki fer ótilvirkað av landi-
num, tá hetta tilfeingið er
alneyðugt fyri at tryggja
túsundtals føroyingum ar-
beiði.
Eisini er hetta tilfeingið
sjálvt grundarlagið undir
fiskavirkjunum á landi, og
hetta talar eisini fyri at
varðveita verandi skipan
við kravdari avreiðing í
Føroyum.
Vit vóna tí at tygum sum
landsstýrismaður
standa
ímóti trýsti frá reiðarum,
sum ikki tykjast at hava at-
lit til áhugamálini hjá van-
liga føroyska løntakara-
num, men bert hugsa um
løtuvinning.
Vit fara ikki at sita hend-
ur í favn um kunngerðin
verður broytt ella avtikin , tí
tað er skylda okkara at
verja rættindini hjá limum
okkara, tí hesir limir eiga,
sambært § 2 í lógini um
vinnuligan fiskiskap, eins
góðan rætt til fiskatilfeingi
okkara, sum teir reiðarar,
sum nú tykjast royna at
taka breyðið úr munninum
á starvsfólkinum á føroy-
sku fiskavirkjunum., siga
fakfeløgini í brævi til fiski-
málaráðharran
Fakfeløg mótmæla hjá Jørgen
Vár Gaard, praktikantur
Næsta fríggjadag fara Ung
Stjørnuskot á eina tíggju
daga konsertferð til Dan-
markar,
konsertferðin
gongur til Sønderriis Skole
í Esbjerg. Ung Stjørnuskot
er eitt rytmiskt sangkor hjá
Tórshavnar
Musikskúla,
tað var stovnað fyri tveim-
um árum síðan, og har eru
36 næmingar í aldrinum
10-14 ár sum syngja við.
Við í orkestrinum ið spælir
undir eru átta næmingar í
aldrinum 12-16 ár. Sønder-
riis Skole var í Føroyum í
fjør, hevur nú boðið bæði
kóri og orkestri til Dan-
markar í 10 dagar.
Ferðast verður við Nor-
rønu, og bussur verður leig-
aður úr Føroyum allan túr-
in. Í fimm dagar skulu
børnini gista hjá næming-
um í Esbjerg, og í tveir dag-
ar skulu næmingarnir bú-
leikast á Fanø Feriekoloni.
Tey hava framført í Norð-
urlandahúsinum, tá jólatræi
varð tendrað í Havn, á
kvøldskúlaframsýningum, í
SMS, á Jazzfestivalinum og
í Grasagarði. Tey vunnu
POP-TOP kappingina í fjør.
Foreldrini í fyrireikingar-
bólkinum eru Gudny Eik-
holm,
Karlon
Winther,
Rakul Guðjónson og Ida
Lón.
Við á ferðini eru lærarnir
Sigrid Sivertsen, Bo Is-
holm, Jónleif Jensen og
Katja Volvelskja.
Ferðaleiðari
er
Heri
Andreassen. Bussførari er
Karlon Winther.
Umframt
verða
sjey
»foreldur« við á ferðini, har
hvørt foreldur hevur ábyrg-
dina av eini seks børnum.
Føroysk framleiðsla
hevur tað gott og nú
er eisini ein dygdar-
góð vøra á heims-
marknaðinum, ið
enntá hevur sett
heimsmet. Talan er
um virkið Injector-
door í Vági, ið hevur
framleitt størstu
trollemmar í heim-
inum
MET
Dagfinn Olsen
Injectordoor í Vági hevur
langt síðani rist navn sítt
fast á heimsmarknaðinum
við sínum serstøku og
orkusparandi trollemmum.
Hetta er føroysk dygd,
føroyskt ment huskot og
føroysk framleiðsla.
Men virkið eigur nú ikki
bert eina serstaka vøru at
bjóða, sum altjóða markn-
aðurin hevur eyguni eftir.
Virkið hevur nú eisini eitt
heimsmet.
Heimsmet
Í september 2001 fram-
leiddi Injectordoor teir
størstu trollemmarnar, ið
nakrantíð eru framleiddir.
Og harvið er hetta heims-
met, sum sligið eisini verð-
ur fast á heimasíðuni hjá
virkinum.
Talan er um trollemmar,
ið eru 19 fermetrar til
støddar og teir viga 6500
kg hvør.
Trollemmarnir eru fram-
leiddir til norska rækjutrol-
aran Remøy. Hetta er stórur
bátur, ið roynir við so-
nevndum trible-troli.
Og føroysku trollemm-
arnir munnu hava roynst
væl, tí nú er næsta sett
ávegis til Remøy. Sostatt er
henda metvøra ikki bert eitt
met, men ein vøra, ið royn-
ist væl.
Næsta sett hevur sæð
dagsins ljós og skuldi ætl-
andi verða liðugt í gjár, fyri
síðani at leggja leiðina til
Noregs, har væl nøgdir
kundar spentir bíða eftir
føroysku dygdarvøruni.
Hava framleitt heimsins størstu
trollemmar
Ung Stjørnuskot á konsertferð
Hesir trollemmarnir
eru heimsins størstu.
Tað er Injector door
í Vági, sum hevur
framleitt til norska
rækjubátin Remoy.
Teir eru 19
fermatrar og viga
6500 kg hvør
C
M
Y
K
17
16