Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 70 - 13. apríl 2002 Nr. 70 - 13. apríl 2002 19 Hava tit hoyrt um ein hundalort í Kirkjubø mundi liggja ? Jú vit hava frætt at ein kona datt sum mundi ei fyri seg hyggja So víst er tað svárt at stíga í lort og nógv fyri slíkt skula gjalda men hóast hon datt tað er púra rætt at gera sum dómarar halda So ganga tað má tá ikki ein frá tí váta slagnum seg heldur so lort tað jú gekk og rokning hon fekk tí landsrættardómur er feldur edvard Av skítinum til Tað er bæði rættari og bíligari at fyribyrgja vanlukkum og arbeiðsskaðum enn at viðgera, tá skaðin er hendur, sigur Soffi Egholm, valevni Javnaðarfloksins í Norðurstreymoy LØGTINGSVAL Edvard Joensen Leynum: Tað er alt ov lítið gjørt við arbeiðsmedisin í Føroyum, heldur Soffi Egholm, sum er stillað upp til løgtingsvalið fyri Javn- aðarflokkin í Norður- streymoy. Hennara hjarta- mál eru almanna- og heilsumál, og serliga er tað trivnaðurin á arbeiðs- marknaðinum, sum liggur henni á sinni. Vit sita í stovuni í Leyn- um. Útsýni oman á Lónna er frálíkt. Uttan fyri skínur sólin. Men lotið er kortini so mikið kølið, at Soffi hevur valt at lata altanhurð- ina vera afturlatna. Kortini hoyrist spakuliga sjóðið av runinum á Lónni. Áarsuðið blandar seg upp í ljóðini uttanfyri, og einar tvær ær hava rímiliga góð- an hug á úthurðini. – Eg lat hurðina standa opna i morgun, og beinan- veg vóru tær inni, greiðir Soffi frá. Soffi Egholm, sum er ættað úr Leynum, hevur búð í Danmark i 28 ár og er nýliga flutt heimaftur til Føroya. – Hon hevur luttikið aktivt í donskum politikki. Bæði sum amtsráðslimur í Viborg Amt, har hon búði, og eisini sum landspolitik- ari. Hon var uppstillað fyri Javnaðarflokkin í Ring- købing Amt. Har er hon tvær ferðir vorðin tiltaks- limur til Fólkatingið, og hevur eisini sitið á Fólka- tingi sum slíkur. – Tað er krevjandi at vera tiltakslimur, greiðir hon frá, tí væntað verður av tær, at tú ert inni í tingunum, sum viðgjørd verða á Fólka- tingi, tá tú verður innkallað. Tað verður rættiliga nógv pappír býtt út, eisini til til- takslimirnar, um mál, sum teir skulu seta seg inn í. Eingin ivi Hóast hon mestsum við sær sjálvari hevði gjørt av at gevast við aktivum polit- ikki, tá hon flutti aftur til Føroya, játtaði hon kortini at stilla upp til løgtingsval- ið, nú heitt varð á hana. Og tað var eingin ivi um, at tað skuldi vera fyri Javnaðar- flokkin. – Tað liggur í blóðinum, sigur hon. Og eg vil siga beinanveg, at mær hevði dámt væl, um sambandið millum Javnaðarflokkin og fakfeløgini varð styrkt. Tí tað er i fakfeløgunum, at vanliga arbeiðsfólkið er. Í sínum dagliga yrki í Danmark kom Soffi rætti- liga nógv í samband við fólk, sum veruliga høvdu brúk fyri almannaverkin- um. Hon er útbúgvin psykoterapeutur og hevur verið rættiliga virkin innan økissálarrøktina. Hon sigur, at í Føroyum eru vit óhugnaliga langt aftan fyri tað, sum vit áttu at verið nádd til á tí økin- um. Grundirnar kunnu vera so ymiskar, men eingin ivi er í hennara sál um, at tann politiski áhugin og viljin hevur ikki økt møguleik- arnar hjá hesum partinum av almanna- og heilsuverk- inum. Arbeiðsmarknaðurin Soffi Egholm er sannførd um, at í Føroyum nógv eftir at gera, áðrenn almanna- verkið er komið á hædd við tað, sum er í Danmark. Tað verður ofta havt upp í móti teimum, sum tosa um betri almannaverk, at tað kostar so nógv, vísir Soffi Egholm á. Aftur í móti tí plagar hon at siga, at tað er nogv bílig- ari at fyribyrgja skaða og sjúku heldur enn at eftir- viðgera, tá skaðin er hend- ur. Serliga tað við fyribyrg- ing er eitt øki, har føroy- ingar eru rættiligir eftirbát- ar, visir hon á. – Arbeiðsmedisin er eitt forsømt fyribrigdi í Føroy- um, og Arbeiðseftirlitið tykist bara koma, tá boð verða send eftir tí, sigur valevnið í Norðurstreymi. Tað skal eftir hennar met- an vera øvugt. At farið verður út á arbeiðsplássini og ansað verður eftir, at tær neyðugu fyriskriftirnar verða hildnar. Men eitt annað er, sum eisini átti at verið nógv meira gjørt við, vísir hon á. Tað er, at kommunulækn- arnir áttu at fingið nógv betri umstøður til gransk- ing. Vanliga er kommunu- læknin tann fyrsti, sum sær einhvønn skaða ella hótta- fall, sum fólk hava. Hann átti so at havt møguleika fyri at fylgt hes- um og á tann hátt kanska funnið fram til, hvør grun- din var, og hvussu tað kann fyribyrgjast eina aðraferð. Sjálvbjargin Eingin ivi er um, at vit skulu vera sjálvbjargin her í landinum, sigur Soffi Egholm. – Men at vera sjálv- bjargin nýtist ikki at merkja tað sama sum, at nú kvetta vit bara alt samband við Danmark. Tað eigur at koma so við og við, sum umstøðurnar loyva tí. Hon sigur, at hon er púra sannførd um, at vit hava rætt til hasa milliardina, sum nógv fólk hava so ilt av, at vit fáa. Og av tí sama metir hon, at tað er skeivt at skera hana burtur. Føroyskur politikkur, og harvið valstríð, snýr seg í ov stóran mun um fullveldi ella ikki, meðan vanligt fólk, sum veruliga hevur brúk fyri rættiligum polit- iskum avgerðum, detta nið- ur ímillum. Tosað verður altíð um útbyggingar og vinnu, sum gevur nógvar pengar, so fólk kunnu brúka uppaftur meira. – Tá er tað líkasum legalt at koma við dýrum vallyft- um, vísir Soffi Egholm á. Men tann, sum váðar sær at lova fólki betri liviumstøð- ur annars, verður lagdur undir at oyða landsins pengar. Men júst tann boðskapur, hon vil hava út um, at fyri- byrging er betri enn eftir- viðgerð, vísir, at tað verður bíligari at reka almanna- verkið soleiðis. Og so verður lívskvalitet- urin hjá fólki eisini nógv hægri av tí sama,vísir Soffi Egholm, løgtingsvalevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðurstreymoy, á. Hóast kanska í fyrra lagi hjá bøseyðinum, tykist rættiliga farið at lemba í Leynum. Hendan dagin, myndamaðurin kom framvið, vóru tvey lomb at síggja, og síðan er okkurt komið afturat LEMBING Edvard Joensen Leynar: Tvey lomb vóru at síggja í bønum í Leynum hósdagin, og fríggjamorg- unin, tá blaðmaðurin koyrdi framvið, var enn eitt kom- ið. Tað plagdi ikki at vera serliga væl dámt, tá tað lembdi ov tíðliga. Í fyrsta lagi um mánaðarskiftið komandi plagdu gomlu røktingarmeninir at halda, lembingartíð var. Seinnu árini eru teir farnir at sleppa brundunum út upp aftur seinni, enn gjørt varð fyrr. Tí royndir vísa, at tann eina vikan um várið, týðir einki aftur í móti tí, seyðurin fær um heystið. Viðhvørt hendir so tað, at okkurt veður lamb er, sum ger seg sjálvt upp, og tá soleiðis er, er ringt at stýra náttúruni. Tí hvør vil hava sítt, og einki er at siga til, at tann, sum heldur seg til sum tann fyrsti, fær sín fulla part. Kann vera, at einhvør av hesum slagnum, sum hevur gingið uttanum, hevur ver- ið upp á spæl í Leynum í heyst. Men illa hevði dámt gomlu monnunum teknini, at fyrsta lambið, teir fingu, skuldi vera svart. Tað merkti ikki gott ár, vildu teir vera við. Lembir í Leynum Heldur fyribyrging enn eftirviðgerð Fyrsta lambið var svart, og tað mettu teir gomlu ikki at vera gott tekin Mynd: Edvard Joensen Tað er bæði bíligari og gevur betri lívskvalitet at fyribyrgja sjúku og skaða heldur enn at viðgera, tá skaðin er hendur, vísir Soffi Egholm á. Hon er uppstillað til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin í Noðrurstreymoy Mynd: Jens Kristian Vang UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Ávarar ímóti Røkke Norski fiskimálaráð- harrin, Svein Ludvig- sen, er alt annað enn fegin um, at kendi rík- maðurin Kjell Inge Røkke ætlar sær at keypa 21,2 prosent í einum trolarafelag í Lofoten. Vestvågøy kommuna eigur partin, men hevur boðið hann til sølu, og Røkke er tann, sum hevur boðið mest. Fær Kjell Inge Røkke fatur á teimum 21,2 prosentunum í trolara- felagnum í Lofoten, fær hann ræðisrætt yvir 18 prosentum av norsku trolarakvotuni, og tað heldur fiskimálaráð- harrin vera óheppið. Svein Ludvigsen sigur tað vera skeivt, at ein einstaklingur skal ráða yvir einum so stórum parti av trolarakvotuni, men fyribils fer hann at bíða eftir einum um- mæli frá myndugleiku- num á økinum. Læna í evrum Hóast danir søgdu nei til at seta felags evrope- iska gjaldoyrað evruna í gildi í Danmark, hava teir einki ímóti at taka lán í evrum. Eitt upp- gerð hjá donsku real- kreditfeløgunum vísir, at í fjør læntu danir evrulán, sum svara til 45 mia. krónur. Stjórin í Realkredit Danmark, Sven Holm, heldur tað vera hugvek- jandi, at danir siga nei til evruna, men at teir kortini eru til reiðar at nýta hana, tá talan er um at læna pengar. Or- søkin til, at tað er so, er, at tað er bíligari at taka lán í evrum enn krón- um. Ongan landbúnað! Í gjár skrivaðu vit í hes- um teigi, at norsku bøndurnir vilja hava størri stuðul frá tí al- menna. Bóndafelagið sigur, at tey næstu fimm árini fara 12.000 ársverk at hvørva úr landbúnaðinum. Men nú sigur heims- handilsfelagsskapurin WTO, at norðmenn eiga at gevast við at reka landbúnað og heldur keypa matvørur- nar úr útlandinum. WTO sigur, at størri al- mennur stuðul avlagar kappingina og mælir heldur til, at norsku bøndurnir fáa okkurt annað at gera. Úr Norðurlondum: 94% fullu Tað hevur vakt ans í norska skúlaverkinum, at bara fýra av 63 les- andi á einum skúla í Gjøvik stóðu matema- tikroyndina, sum var stutt fyri páskir, og leiðslan á skúlanum er nú farin at kanna, hvat bagdi. Tað ger ikki støðuna betur, at tey fýra, sum megnaðu uppgávuna, fingu ein karakter, sum var beint oman fyri minstamark- ið. Tey lesandi siga, at uppgávan var alt ov tor- før, og nú skal skúla- leiðslan so kanna, um tað er tann rætta frá- greiðingin. Átrúnað fyri kristni Ein meiriluti í borgara- umboðanini í Keyp- mannahavn mælti í gjár skúlunum í kommun- uni til at víðka læru- greinina kristni, so hon eisini kann umfata ann- an átrúnað. Ein orsøk til tilmælið er, at rætti- liga nógv børn av út- lendskum uppruna ganga í skúla í Keyp- mannahavnarøkinum, og at tey flestu teirra hava annan átrúnað enn tann kristna. Flestu flokkarnir í borgaraumboðanini taka undir við tilmæli- num, men Ulla Tørnæs, kenslumálaráðharri er ímóti, at lærugreinin kristni verður broytt til átrúnað. Hinvegin tekur biskupurin í Keyp- mannahavn, Erik Nor- man Svendsen, undir við tilmælinum hjá borgaraumboðanini. Hann sigur seg ikki duga at síggja nakað skeivt í at víðka læru- greinina, so hon eisini umfatar annan átrúnað. Heyerdahl veikur Kendi norski ferða- og vísindamaðurin Thor Heyerdahl livir illa. Sonur hansara, Thor Heyerdahl yngri, segði í gjár, at pápi hansara er nú vorðin so veikur, at tað er bara ein spurn- ingur um tímar, til hann kann fara hiðani. Thor Heyerdahl, sum er 87 ára gamal, varð skorin fyri krabbamein í fjør, men sjúkan hevur breitt seg síðani. Sam- bært soninum hevur pápin sýtt fyri at fáa viðgerð av nøkrum slagi. Amerikanski uttan- ríkisráðharrin, Colin Powell, sigur, at ísraelska royndin at útrudda yvirgang er nyttuleys. MIÐEYSTUR Árni Joensen Í gjár skuldi Colin Powell hitta mannin, sum hevur lagt átakið ímóti teimum palestinsku yvirgangs- monnunum til rættis, Ariel Sharon, forsætisráðharra. Áðrenn hann kom til Ísraels hóskvøldið, segði Powell, at sama hvussu leingi ísraelski herurin heldur fram við átakinum á Vestara Áarbakka, verður trupulleikin ikki loystur. –Tað verða framvegis tey, sum eru til reiðar at nýta harðskap og sjálv- morðsbumbur. Harðskap- urin og hatrið hvørvur ikki, fyrr enn vit finna eina pol- itiska loysn, sum ber í sær, at ein palestinskur statur verður skipaður, segði Powell. Seinastu dagarnar hava bæði hann og George W. Bush, forseti fleiri ferðir kravt, at Ísrael skal taka seg aftur. Men Sharon hevur sýtt fyri at slaka. So seint sum hósdagin segði hann seg duga at skilja, at amerikan- ararnir hava ein trupulleika í Miðeystri, men legði afturat, at amerikanararnir eisini mugu duga at skilja tað, sum Ísrael er í ferð við. Í gjár skuldi Powell hitta Sharon, og í dag skal hann tosa við palestinska leiðar- an, Yasser Arafat, sjálvt um Sharon heldur tann fundin vera eitt mistak. Sharon sigur, at Arafat er yvir- gangsmaður, men miku- dagin segði Powell, at Ara- fat er tann, sum Ísrael noyðist at samráðast við. Ísraelski herurin upplýsti í gjár, at hann hevur tikið 4.185 palestinskar fangar á Vestara Áarbakka. Fyrr hevur Ísrael sagt, at fleiri enn 200 palestinar eru deyðir í bardøgum, men palestinar siga, at talið er oman fyri 500. Framferðin hjá Sharon loysir ongan trupulleika Kvettið er úrslit av aðalverkfalli og stór- um mótmælisgong- um ímóti Hugo Chavez, forseta. VENESUELA Árni Joensen Tað hevur verið ógvuliga ófriðarligt í suðuramerik- anska landinum Venesuela seinastu dagarnar. Arbeiðs- fólk í oljuídnaðinum fóru í verkfall fyri at mótmæla, at Hugo Chavez, forseti hevði fingið sær ov stóra ávirkan á oljuídnaðin, og síðani hava fleiri onnur fakfeløg tikið undir við mótmæli- num. Hóskvøldið legði løg- reglan uppí, og níggju fólk lótu lív í samanbrestum millum løgregluna og mót- mælisfólkið í høvuðsstað- num Caracas. Stutt eftir boðaðu tíggju av landsins ovastu general- um frá, at teir viðurkenna ikki Hogo Chavez sum landsins leiðara longur. Teir tíggju, sum umboðaðu her- in, tjóðarhirðina, flotan og flogvápnið, søgdu í einari yvirlýsing, at eingin av teimum vápnaðu deild- unum viðurkendu foretan sum ovasta longur. Í yvirlýsingini løgdu gen- eralarnir forsetan undir at virka ímóti teimum demo- kratisku skipanunum og at bróta mannarættindini hjá fólkinum í landinum. Støðan í Venesuela var ógreið í gjár, og sambært altjóða tíðindastovunum var ikki greitt, um forsetin ætlaði at gera eftir áheitan- ini frá teimum vápnaðu deildunum og at leggja frá sær. Hernaðarkvett í Venesuela Ovastin fyri flotanum las yvirlýsingina frá teimum tíggju generalunum, sum kravdu forsetan frá. C M Y K 19 18