Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 13. apríl 2002 21 Meðan tey trý odda- liðini í bólkaspælin- um tykjast hampuliga vís í at staðfesta odda- støðuna í teimum báðum seinastu dyst- unum, er spenningur- in um annað og triðja plássið stórur LØGMANSSTEYPIð Jákup Mørk Bert tvey umfør resta nú í, áðrenn funnið er fram til, hvørji lið fara at spæla fjórðingsfinalurnar í kapp- ingini um Løgmanssteypið. Í onkrum bólkum hava lið longu tryggjað sær at- gongd til fjórðingsfinal- unar, men tað er ikki líka mikið, um hetta verður sum vinnari av bólkinum ella ikki. Teir tríggir vinnararnir fáa nevnliga heimavøll í fjórðingsfinaluni saman við besta tvey’aranum. Trý fara víðari Í bólki 1 kann B36 stað- festa sína oddastøðu, tá NSÍ kemur á vitjan leygar- dagin. Havnarliðið er enn ósigrað í bólkaspælinum, og eins og oddaliðini í hin- um bólkunum hevur árs- talsfelagið 10 stig fyri fýra dystir. Hóast VB er á næsta sessinum, so eru tað runa- víkingarnir, sum á papp- írinum hava besta møgu- leikan at vinna seg fram á oddasessin. NSÍ hevur nevnliga leikt ein dyst færri enn hini liðini, og kunnu tí- skil koma upp á 13 stig, um teir vinna seinastu tríggjar dystirnar. Tað eigur heldur ikki at síggjast burtur frá, at skulu runavíkingarnir koma upp á annað plássið og harvið vissa sær víðari luttøku í kappingini, so krevur tað helst, at liðið í øllum førum fær eitt stig í Havn. Tað er ikki ilt at ímynda sær, at um so er, at B36 fær fulla úr- tøku hesaferð, verður tað eitt heldur skert B36-lið, sum fer suður til Vágs í seinasta dystinum, soleiðis at lyklaleikarar ikki overva seg í einum dysti, sum tá er týdningarleysur. Vágbingar hava hesa ferð heimadyst móti Sumba, og einki er at ivast í, at hetta á pappírinum er ein løtt uppgáva. VB vann stórsigur suðuri á krossinum fyrr í kappingini, og eitt nú móti B36 staðfestu sumbingar, at teir ikki formáa sær stór- vegis, tá betra helvtin av fyrstu deild stendur hinu- megin. Við einum sigri í hesum dystinum kann VB skapa sær eitt sera gott útgangs- støði undan seinasta dystin- um, tó at teir í ávísan mun mugu dúva upp á úrslitið í Havn. Hvussu verður og ikki, so verður tað helst undir øllum umstøðum soleiðis, at trý lið koma víðari úr hesum bólkinum, tí tað er neyvan hugsandi, at Sumba fer at taka nakað stig yvirhøvur. GÍ og so hini Hóast teir enn ikki eru matematiskt tryggjaðir, so munnul gøtumenn uttan iva vera liðið, sum stendur sterkast í myndini, nú tvey umført resta at spæla. Seks stig eru niður til øll hini liðini í bólkinum, og tískil tørvar gøtumonnunum bert eittans stig afturat, áðrenn víðari luttøkan er vís. Og tað er einki at ivast í, at gøtumenn ætla sær at ogna sær hetta stigið, tá teir fara til Tvøroyri í einum dysti, sum gøtumenn eru heitir favorittar at vinna. Spurningurin í bólkinum tykst soleiðis bert at vera, hvørt av hinum trimum liðunum skal vinna seg víð- ari. Her fellur ein avgerandi brikkur kanska upp á pláss, tá EB/Streymur vitjar vest- uri í Vágunum, og í øllum førum hevur ein møguligur vinnari av hesum dysti vunnið seg eitt stórt fet nærri hálvfinaluni. Her hava vágamenn kanska tann fyrimunin, at teir sum einasta liðið hava leikt báð- ar dystirnar móti GÍ, og enntá hava fingið stig í øðr- um teirra, so á pappírinum tykjast vágamenn standa sterkastir, og so skal heldur ikki gloymast, at nýggi brasiliumaðurin hjá liðnum eftir øllum at døma loksins verður við, nú tað av álvara gerst spennandi í bólka- spælinum. Lagnudagur hjá B68 og KÍ Undan bólkaspælinum vóru fá, sum ivaðust í, at Skála fór at vera »prügel- knabe« í bólki 3, har mót- søðuliðini vóru lið, sum tey flestu rokna við at síggja sum part av oddastríðnum í bestu deildini í summar. Serstakliga KÍ hevur tó mugu ásannað, at Skála eisini kann geva mótstøðu, og lagar alt seg eftir vild um vikuskiftið, kann Skála tryggja sær atgongumerki til fjórðingsfinaluna leygar- dagin. Vinnur Skála dystin móti B68, samstundis sum KÍ ikki fær fulla úrtøku á heimavølli móti HB, so er munurin niður á triðja plássið somikið stórur, at Skála longu áðrenn lands- kappingin er byrjað, hevur skapt fyrstu veruligu sen- satiónina á árinum. Hesum fara fyrst og fremst toftamenn at berjast ímóti leygardagin, og hóast stigatalvan sigur nakað annað, so munnu tey flestu rokna B68 sum favoritt undan dystinum. Nakað sum uttan iva hóskar skála- monnum sera væl, soleiðis at teir kunnu dúva upp á sterku verjuna, samstundis sum skjótu álopsmenninir kunnu royna at gagnnýta teir kontramøguleikar, sum íkoma. Harafturat hevur Skála tann fyrimun, at hóast teir ikki vinna hesaferð, so kann støðan undan seinasta dyst- inum vera tann, at HB longu hevur vunnið bólkin, og at Skála tí kann fáa ein mun- andi lættari dyst í seinasta umfarinum, enn teir fáa, um havnarliðið hevur tørv á øllum trimum stigunum. Hjá KÍ er støðan á leið hin sama sum hjá B68. Gaman í hava klaksvíkingar eitt stig fleiri á kontini, fyri at koma víðari í kappingini, eru treyt- irnar harðar. Eftir øllum at døma skulu bæði heima- dysturin móti HB og útidyst- urin móti B687 geva fulla úrtøku, um liðið skal vinna seg víðari. Hvørt tað so verður sum tvey’ari ella sum ein av bestu trý’arunum. Eftir eina viku, sum onk- ursvegna hevur verið held- ur baldrut, tykist friður nú at valda í KÍ-leguni, men tað ger neyvan uppgávuna móti HB lættari, at leikarar, sum vanliga teljast millum teir fyrstu 11, neyvan verða tøkir leygardagin. Allan Joensen varð skaddur, tá KÍ vann á B68, og hann er enn ikki komin heilt fyri seg. Tað tykist heldur ikki, sum um Jan Andreasen verður 100% klárur at spæla, og uttan tveir somikið týðandi leikarar, kann uppgávan móti einum fullmannaðum HB-liði gerast sera torfør, men hinvegin er eingin, sum hevur sagt, at fótbóltur skal vera eitt lætt spæl. Nú stendur á Klaksvíkingar hava tvær reisur tapt móti Skála, og tískil er kravið ein sigur, tá arvafíggindin úr HB kemur á vitjan leygardagin FÓTBÓLTUR Kappingin um Løgmans- steypið Bólkur 1 13.04 B36-NSÍ Oddmar Andreasen 13.04 VB-Sumba Niklas á Líðarenda Bólkur 2 13.04 TB-GÍ E i l e r Rasmussen 13.04 FSV-EB/S Dagfinn Olsen Bólkur 3 13.04 Skála-B68 Suni Johansen 13.04 KÍ-HB P e t u r Skarðenni Steypakappingin, kvinnur 14.04 AB-FSVRansin Djurhuus 14.04 NSÍ-Sumba Jónleif Gerðisá 14.04 B68-GÍ Jógvan A. Jacobsen 14.04 B71-Skála Hans F. Hansen Dystir um vikuskiftið Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 4 3 - 1 - 0 16 2 14 10 2 VB 4 2 - 0 - 2 8 8 0 6 3 NSÍ 3 1 - 1 - 1 6 4 2 4 4 Sumba 3 0 - 0 - 3 1 17 -16 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GÍ 4 3 - 1 - 0 8 2 6 10 2 EB/Str. 4 1 - 1 - 2 6 7 -1 4 3 FSV 4 1 - 1 - 2 4 6 -2 4 4 TB 4 1 - 1 - 2 5 8 -3 4 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 4 3 - 1 - 0 11 5 6 10 2 Skála 4 2 - 0 - 2 6 8 -2 6 3 KÍ 4 1 - 1 - 2 9 9 0 4 4 B68 4 1 - 0 - 3 6 10 -4 3 21 Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Jákup er í sera hørðum stríði Eddie Gustafsson, sum stríðist fyri at sleppa við svenska landsliðnum til HM endaspælið, hevur vunnið stríðið um plássið millum stólp- arnar hjá Molde – fyribils í hvussu so er TIPPELIGAN NOREG Jóannes Hansen Fyrsta umfarið í norsku landskappingini verður í hesum vikuskiftinum. Allir dystirnir uttan ein verða spældir í morgin. Ein dyst- ur verður spældur í dag. Tað er tann millum Molde og Brann Bergen. Hann verður spældur í Molde, og hann verður beinleiðis sjónvarpaður í kvøld klokk- an seks føroyska tíð. Men fótbóltshugaðir før- oyingar skulu ikki rokna við at síggja Jákup Mikkel- sen í Molde málinum í kvøld. Tað roknaði Jákup Mikkelsen ikki við, tá vit høvdu hann í telefonini úr Molde í fyrrakvøldið: – Um alt verður, sum tað hevur verið inntil í kvøld, so fari eg at sita á beinkin- um í fyrsta landskappingar- dystinum. Eddie Gustafs- son hevur verið fyrsti mál- verji nógvu tær seinastu ferðirnar, og hann verður málverjin ímóti Brann. Hetta staðfestir Jákup Mikkelsen. Hann ásannar, at tað er ikki tí, at hann ætl- aði sær at sita á beinkinum, at hann undan jólum gjørdi nýggjan sáttmála við Molde, men hann heldur eisini, at hann kendi treytir- nar, tá hann skrivaði sáttmála: – Eg visti longu tá, at Molde hevði skrivað sátt- mála við Eddie Gustafsson, og eg visti, at hann er ein góður málmaður. Men eg var sinnaður at kappast við hann, og tað eri eg enn. Felagið vildi hava tveir málverjar, sum teir kundu rokna við, og tað siga teir seg vera nøgdar við. Men eg ætli mær ikki at geva skarvin yvir í hesi kapp- ingini. Nær gjørdist tú greiður yvir, at Gunde Bengtsson, venjarin, heldur vildi hava landsmannin hjá sær í mál- inum, enn at tú skuldi halda fram sum fyrsti málverji? – Tað var, tá vit herfyri vóru í Farum í Danmark á venjingarlegu. Inntil tá høvdu vit spælt so at siga aðru hvørja ferð. Og tá eg sjálvur skal siga tað, so haldi eg, at tað hevur gingið væl hjá mær, síðani vit eftir jól fóru undir aftur venjing- arnar. Men venjarin skuldi taka annan framum hin. Tá vit vóru í Danmark spældu vit ímóti Farum og ímóti svenska Helsingborg. Tá var Eddie Gustafsson í mál- inum í báðum dystunum, og síðani hevur hann verið fyrsti málverji, sigur Jákup Mikkelsen. Luturin hjá næstbesta málverjanum í Molde er – umframt at vera klárur á beinkinum – at spæla á næstbesta liðnum. Teir eru í 2. deild, sum er triði besta deildin. Sjúkur í viku- skiftinum Síðsta sunnudag spældi Molde síðsta venjingar- dystin, áðrenn tað í kvøld verður álvari og stríð um stig og plaseringar. Dyst- urin var á heimavølli ímóti Odd. Gestirnir vunnu 1–0, og Molde spældi ikki væl. – Tað gjørdi kanska einki. Í nógvum venjingar- dystum hevur tað gingið sera væl. Dysturin var ein áminning um, at einki kemur av sær sjálvum. So kanska verður hugburðurin tann rætti, tá Brann kemur higar leygarkvøldið, heldur Jákup Mikkelsen. Eddie Gustafsson var í málinum hjá Molde, men hann spældi bara fyrra umfarið. So varð hann skiftur út, og norsku fjøl- miðlarnir vistu at siga, at hann var skaddur. Tað plag- ar at verða tikið til, at eins deyð er annars breyð. Kort- ini var tað ikki Jákup Mikkelsen, men heldur triði málverjin Knut Lille- bakk, sum í 2. hálvleiki loysti av. – Eddie Gustafsson fekk ein løst í lærið, tá hann rendi saman við einum av verjuspælarunum. Men skaðin var ikki álvarsligur. Hann hevur vant í vikuni, og hann er klárur at spæla. Men tað var ikki tú, sum loysti av? – Nei, eg legðist sjúkur hósdagin í síðstu viku. Eg sá dystin sunnudagin, men eg var ikki til venjingar aftur fyrrenn týsdagin. Er tað nakar ivi um, at tú ert nummar tvey? – Nei, tað siga teir ikki. Molde hevur roynt at leiga Knut Lillebakk út. Hann hevur royndarvant við trim- um feløgum, men higartil er eingin avtala gjørd við nakað felag. Hevur nógvar dygdir Tá vit spyrja Jákup, hvørjar dygdirnar eru hjá kapping- arneytanum til plássið millum stólparnar hjá Molde, so hevur hann nógv rósandi orð at siga um Eddie Gustafsson: – Hann er 25 ára gamal, hann er stórur og sterkur, hann er tryggur í luftspæl- inum, og hann dugir ógvu- liga væl at seta skjót álop í gongd. Betri enn tú? – Útkøstini hjá honum eru sum tey hjá Schmeichel. Hann megnar væl og neyvt at tveita bóltin einar fimtan til tjúgu metrar inn á helvtina hjá mót- støðuliðnum. Tað ber við sær, at Molde gerst vanda- mikið í snarálopum, áðrenn mótstøðuliðið er komið í verjustøðu. Eddie Gustafsson kapp- ast m. a. við Magnus Kilhl- stedt, málverjan hjá FCK, um pláss í svenska ferða- lagnum, sum skal til HM endaspælið í Japan og Suðurkorea. Jákup Mikkel- sen ivast ikki í, hvør av hes- um báðum er tann betri málverjin: – Eg hevði heilt víst tikið Eddie Gustafsson framum. Hann vísir støðug avrik. Mistøkini eru heilt fá og smá, og tað hevur sera stór- an týdning. Um Eddie Gustafsson fer við svenska landsliðnum til HM endaspælið, so verður tað heilt víst brúk fyri Jákupi Mikkelsen í málin- um hjá Molde. Tí kunnu vit ikki annað enn ynskja kappingarneytanum hjá føroyska málverjanum alt tað besta í landsliðsstríðn- um. Sáttmála til november 2003 Jákup Mikkelsen og familj- an trívast hampuliga væl í Molde. Umstøðurnar at búgva og liva eru góðar, men í Molde hevur tað ikki verið nakað serligt at fyri- reika seg til nýggja kapp- ingarárið: – Vit hava havt nógvan kava. Molde hevur bara ein gras venjingarvøll. Har hevur ligið 40 cm tjúkkur kava inntil fyri heilt kort- um. Tað hevur havt við sær, at vit hava verið noyddir at vant aðra staðni. Í hesi vikuni hava vit verið tvær ferðir í Missund, har teir eiga ein góðan grasvøll, sum ikki hevur verið so vátur sum okkara venjing- arvøllur. Vit hava siglt eitt korter við ferju, og so hava vit koyrt tjúgu minuttir í bussi, áðrenn vit eru komn- ir til venjingarvøllin. Seinnapartin fríggjadagin rokni eg við, at taktiska venjingin fer at ganga fyri seg á stadion. Tað er hiti í tí vøllinum, og hann var góð- ur, tá tað sunnudagin varð spælt á honum. Hvussu leingi verður tú í Molde? – Sáttmálin, sum vit undirskrivaðu í heyst, fevn- ir um hetta og komandi ár. Tað vil siga, at eg verði leysur 1. november 2003. Men tað er ein klausulur í, sum ger, at tað ber til at sleppa burturúr sáttmálan- um í heyst, um eg ikki havi spælt serliga nógv, men tað vóni eg ikki fer at gerast aktuelt, heldur Jákup, sum í prátinum vísir sinniligu styrkina, sum er neyðug, um tað skal bera til at vera ítróttarmaður á hasum støðinum. Vónirnar Í norskum bløðum hevur verið nógv skrivað og mett um, hvussu tað fer at vign- ast í nýggja kappingarárin- um. Meistaraliðið úr Trónd- heimi verður enn eina ferð roknað sum besta boðið upp á NM, og so verður gitt, at Lillestrøm og Molde fara at verða størstu kapp- ingarneytarnir til fremsta plássið. – Eg haldi, at Rosenborg framvegis eigur besta liðið í Noregi. Tí eru teir fav- orittar. Hinum liðunum kunnu vit vinna á – øllum somlum. Men vit hava í venjingardystunum víst, at tá tað gongst illa, so er spælið so út av lagi, at vit kunnu tapa ímóti nógvum liðum. Tað hava vit ikki ráð til. Um vit skulu røkka mál- inum, sum undir øllum um- støðum er at sleppa við í Europa Cup, so mugu vit sýna støðug avrik, heldur Jákup Mikkelsen. Í fyrsta umfarinum í tippuliguni í ár spæla Molde og Brann í dag. Í morgin verður spælt soleið- is: Bryne–Lyn, Lille- s t r ø m – V i k i n g , Moss–Sogndal, Rosen- borg–Odd, Start–Stabæk og Vålerenga–Glimt. C M Y K 20