leygardagur 13. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 70 - 13. apríl 2002
Komandi hósdag er
flaggdagur, og sum
vant fer Bragdið at
skipa fyri flaggdags-
renningini, sum eisini
verður skipað sum
firmarenning
FLAGGDAGSRENNING
Tíðindaskriv
Eins og undanfarin ár fer
Bragdið aftur í ár at skipa
fyri renning á flaggdegn-
um. Byrja verður við
Gamla Apotek kl. 16.00, og
er tað beint eftir hugnaliga
flaggdagshaldið á Vagl-
inum í Havn.
Tilmeldan
Kappingin er fyri børn og
vaksin. Gjørt verður vart
við, at øll — skjót og minni
skjót, ung og eldri — eru
vælkomin. Vaksin renna
7,02 km. og børn, fødd í
1989 ella seinni, renna
umleið 1,8 km.
Umframt at vera ein
kapping fyri einstaklingar -
kappingin er tann fyrsta í
árligu Grand Prix renn-
ingini — er Flaggdagsrenn-
ingin eisini ein kapping
ímillum virkir, stovnar o. t.,
nevnd firmakapping.
Firmakappingin er skip-
að á tann hátt, at virkini v.
m. kunnu tekna 3-5 vaksnar
luttakarar á hvørjum liðið,
ið so kappast ímóti hvørj-
um øðrum. Fleiri lið kunnu
luttaka frá hvørjum virki, tó
skulu kvinnur og menn lut-
taka á hvør sínum liðið.
Sum nakað nýtt ætlar
Bragdið, at býta renningina
fyri vaksnu einstaklingar-
nar í tveir aldursbólkar.
Talan er um:
• Bólkur 45 ár og eldri,
fødd í 1956 ella fyrr
• Bólkur 44 ár og yngri,
fødd í 1957 ella seinni
Hetta skuldi givið størri
spenning, og vónar Bragd-
ið, at hetta fer at fáa enn
fleiri miðaldrandi og eldri
kvinnur og menn at luttaka.
Eftir at komið er á mál
fáa luttakararnir frugt og
Poptop. Stuðla hesum hava
ávikavist P/F Poul Hansen
og MBM.
Vinnandi lið og einstak-
lingar fáa steyp til ognar.
Harumframt verða heiðurs-
merkir latin til nr. 1, 2 og 3.
Høvuðsstuðul hjá Bragd-
inum er P/F Føroya Shell.
Luttøkugjaldið fyri vaks-
in er kr. 60 og kr. 30 fyri
børn. Um luttakandi ynskja
at gerast limir í Bragdinum,
er eisini møguleiki fyri tí
— og tá við samlaðum
avsláttri.
Síðsta freist at melda til
Firmakappingina er tann
22.04 meðan síðsta freist
hjá einstaklingunum er
tann 23.04. Sí annars lýsing
hesum viðvíkjandi aðra-
staðni í blaðnum í dag.
Vanliga luttaka gott 200
fólk — metið er 230 lut-
takarar - og er kappingin tí
tann størsta av sínum slag í
Føroyum. Í Bragdinum
vóna tey sjálvandi, at árið í
ár ikki verður nakað undan-
tak í so máta. Heldur tvørt-
ur ímóti.
So skal rennast
Vanliga taka oman fyri 200 fólk lut í flaggdagsrenningini, og
fyrireikararnir vóna sjálvsagt, at hetta talið ikki verður lægri í
ár
Best umtókti
spælarin í FCK,
Sibosisu Zuma,
umhugsar nú at
leingja sáttmálan
við felagið, um
hann fær tað rætta
tilboðið, skrivar
B.T.
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Sáttmálaskeiðið
hjá
Zuma rennur út á sumri í
2004, og tey flestu hava
væntað, at FCK fór at
selja vandamikla áleyp-
aran í summar fyri at fáa
nakað av peningi fyri
leikaran.
– Tað er heilt avgjørt
ein góður møguleiki
fyri, at Zuma leingir
sáttmálan, um hann fær
tað rætta tilboðið, sigur
umboðsmaður hansara,
Gary Blumberg.
Fleiri evropeisk stór-
lið hava sýnt áhuga í
suðurafrikanska
leik-
aranum, og tí var ikki
væntandi, at hann vildi
halda fram í FCK. Men
nú er líkt til, at hann
hevur kúvent í málinum.
Zuma
umhugsar
at leingja
sáttmálan
C
M
Y
K
22
Nr. 70 • leygardagur • 13. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fjórða ættarlið
sum bryggjari
Lesið s. 4 og 5
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Fyri góðari viku síðan gav hann
út fløguna ”Waiting In The
Moonlight”, sum hann, saman
við nøkrum av teim fremstu
tónleikarunum í Føroyum, hevur
framleitt.
Í hesum sambandi skipaði
hann eisini fyri trimum stórum
konsertum í Norðurlandahúsinu-
m, og útselt var til hvørja
konsert.
Ungar gentur í hópatali høvdu
ognað sær atgongumerki til
konsertinar, og tær gjørdust ikki
vónbrotnar av hesum evnaríka
unglingi.
Dult nummar
Eftir konsertina hevur fartele-
fonin hjá Brandi uttan íhald
bippað við fittum sms-boðum frá
ungum sprundum, og summar
eru enntá so ósmædnar, at tær
eisini tora at ringja til hansara.
- Tað eru mest gentir, sum
ringja um alt møguligt. Tær
flestu vóru við til konsertirnar,
og tær siga, at konsertin var
super. Onkrar siga eisini, at eg
syngi mega gott, greiðir Brandur
frá.
Onkur hevur eisini sagt við
hann, at hann er ordiliga fittur,
men tað vil Brandur helst ikki, at
vit skriva so nógv um.
Men hóast hann heldur, at tað
er stuttligt og uppmuntrandi at
fáa nógvar afturmeldingar, so
kann tað eisini gerast ov nógv av
tí góða.
- Tann eina dagin, tá eg kom út
eftir ein skúlatíma, stóð ”40
missed call” á telefonini, um-
framt at eg eisini hevði fingið
eina rúgvu av sms-boðum,
greiðir hann frá.
Men tíanverri, so órógvar hetta
eisini gerandisdagin rættiliga
nógv. So Brandur mátti í vikuni
skifta yvir til dult nummar.
- Tað er sjálvandi keðiligt. Best
hevði verið, um onkur kundi
svarað øllum hesum fyri meg,
men tað ber so ikki til. Men hvør
veit, kanska tað kemur einaferð
seinni, flennur hann.
Dreymagentan
sjarmerandi
Hóast nógvar gentur hava ringt
og sent sms-boð til Brand, so
Dreymagentan er sjarmerandi
Væl hevur gingist hjá 12 ára gamla Brandi Enni, eftir at hann fyri
góðari viku síðan gav út fløguna ”Waiting In The Moonlight”. Tær
ungu genturnar eru púra villar eftir hesum unga drongi, og telefonin
hevur uttan steðg bippað við fittum sms-boðum
Framhald á síðu 2
Eftir konsertina hevur fartelefonin hjá Brandi uttan íhald bippað við fittum sms-boðum frá ungum sprundum
Mynd: Jens K. Vang
23