Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Jóhan Mortensen gav í vikuni Smyril Line eina ábreiðslu fyri eina ósmakliga lýsing. Smyril Line bjóðaði fólki við til Týsklands, til minnis um eina ferð, ein týskur kavbátur søkti eitt føroyskt fiskiskip. Og hevði eg bert havt hesa einu lýsingina at halda meg til, so hevði eg bara nikkað og verið púra samd við Jóhan Mortensen. Hvat er hetta fyri ein ferð? Hvat skal tann, sum sær lýsingina hugsa? »Ja! Lat okkum fara niður at fortelja hasum h....... týskarunum, hvat abbar teirra gjørdu móti okkara abbum!« - kanska? Møguliga lesi eg lýsingina skeivt, og kanska ger Jóhan tað við. Men ein onnur lýsing var eisini í bløðunum. Eisini við týskarum kontra føroyingum. Og hon var frá Restorffs, har Jóhan Mortensen forrestin er nevndarlimur. Her var als onki at lesa skeivt. Í hesi lýsingini vóru týskarar nakrir helvitis fanar, sum ikki bara hava dripið jødar, men sum oman á halda seg kunna fortelja okkum, at vit ikki skulu drepa grind. Jamen álvara! Restorffs roynir at selja sínar vørur við yvirskriftini »Grindadráp, Hitler og finningar-plattur« - og síðani at siga, at tað er nógv fyri, at týskarar skulu briksla okkum grindadráp, tí - og eg siteri - »vit hava ikki gloymt teirra Auschwitz og Dachau«!! Tað, at Nazi-Týskland í 40- árunum gjørdi ræðuligar gerningar, skal blakast í høvdið á teimum týskarum, sum í 2002 hava eina aðra meining enn Restorffs um grindadráp. Eg veit ikki hvønn eg skal halda lýsingin er mest fanansaktig við. Týskarar, sum ikki eiga at siga sína hugsan um nakað, tí Auschwitz eina ferð var til - ella jødar, sum verða síðustillaðir við grindahvalir. Millum 1 og 5 milliónir jødar lótu lív undir øðrum heimsbardaga. Hvussu nógvar hvalir gevur tað okkum rætt til at drepa? Eg havi leitað eftir tí skemtiliga í lýsingini, men eg finni tað ikki. Kanska átti eg at umsett hana til týskt og sent nøkrum týskarum í ES- parlamentinum hana. Bara fyri at vita, um teir halda hana vera stuttliga. Eg havi eitt uppskot til eina uppfylgjandi lýsing. Í staðin fyri at lata tólv kassar av øli til tann, sum finnur fyrstu grindina í ár, ein finningarplatt, kundu teir latið kassarnar til hann, ið kláraði at rista vakrastu jødastjørnuna í hvøljuna á hvali. Soleiðis fyri at minna okkum á, hvussu tingini hanga saman. Men kanska langar Jóhan Mortensen nevan í nevndarborðið áðrenn. Um ikki annað so fyri at steðga afturgongdini í søluni hjá Restorffs. Halt tú bara kjaft, tú er týskari! Katrin Petersen hevur hann enn onga dámu funnið sær. Men vit ivast onga løtu í, at Brandur kennir nógvar fittar gentur, sum kundu hugsað sær at sloppið at kent hann eitt sindur betur enn allar hinar. - Eg vil bara siga, at eg kenni eina, sum er serliga fitt. Meir fært tú ikki at vita, smílist Brandur, tá vit koma inn á hetta evnið. Men hann fortelur okkum, at dreymagentan skal vera fitt, pen og ikki minst sjarmerandi. - Mær dámar best gentur, sum eru nattúrligar. Tað er ordiliga sjarmer- andi, heldur hann. Eigur bát Hóast tónleikurin síðstu tíðina hevur fylt nógv í lívi hansara, so hevur Brandur eisini onnur áhugamál. Millum annað eigur hann ein lítlan bát, sum hann, saman við vinunum, plagar at fara út á fjørðin við. - Einaferð vóru vit fleiri, sum fóru út ein túr. Men meðan vit vóru úti á fjørðinum, bleiv veðrið eitt sindur keðiligt, og aldurnar brutu inn í bátin. Tíanbetur komu vit heim aftur í øllum góðum, men vit blivu so plaskvát. Ein skuldi trúð, at vit høvdu verið í brúsu, fortelur hann. Eisini dámar honum væl at ganga í haganum, tá veðrið er gott. Tætt við bústaðin á Tvøroyri liggur Hvannhagi, og har dámar Brandi væl at vera saman við vinunum. - Har er so deiliga friðarligt, og so sær man norð yvir allar oyggjarnar. Eisini er eitt lítið vatn har, sum vit plaga at svimja í, tá tað er heitt úti, greiðir Brandur frá. Trýr uppá tað Vit sleppa ikki uttan um tónleikin, tá vit tosa um Brand Enni. Hóast hann bara er 12 ára gamal, so hevur hann longu verið í Íslandi, Grønlandi og Danmark, har hann hevur upptraðkað fyri fleiri fólkum. Ætlanin er eisini, at nýggja fløgan hjá honum skal marknaðarførast uttanlands, og vónin er, at hann fær eitt gjøgnumbrot onkrastaðni. Og sjálvur heldur Brandur eisini, at møgu- leikin er til staðar. - Eg eri væl nøgdur við fløguna, nú hon er liðug. Tónleikararnir, sum eru við, hava gjørt eitt ordiliga gott arbeiði, og allir sangirninir eru framúr góðir. So nú er bara eftir hjá mær at liva upp til alt hetta, og tað ætli eg mær eisini at royna at gera, sigur Brandur at enda. Framhald av forsíðuni Rói Patursson, heimspekingur Skulu KVINNUR vera uppi í politikki? Vit kunnu royna spurningin við at umorða hann: Skulu menn vera uppi í politikki - tí teir eru menn? Hevði tað ikki verið eitt sindur løgið og kanska láturligt at svara hesum spurningi játtandi? Í fyrsta umfari mugu vit tí siga, at kvinnur skulu ikki vera uppi í politikki - bara tí tær eru kvinnur. Men vit hava hug at steðga á: so einfalt er tað kortini ikki. "Menn" og "kvinnur" eru, í hesum samanhang- inum, ikki tvey abstrakt hugtøk sum munaleyst kunnu skiftast um hvørt við annað. Í tí samfelagsliga veru- leikanum vit liva í finst á nógvum økjum mismunir millum kynini sum bæði hava søguligar, samfelags- ligar og økonomiskar røtur, men sum ( so at siga) eis- ini vitandi og við vilja framvegis gera seg gald- andi í hugburði og gerand- ishugsan. Tískil verður svarið heldur: Jú - kvinnur skulu vera uppi í politikki júst tí tær eru kvinnur. Okkara politiska mentan er so vorðin, at misjavnar og órættvís viðurskifti annars bert kunnu koma í rættlag við at fremja okkurt slag av forrættindapolitikki. Kanska eru vit noydd at útjavna ávísar mismunir við at mótarbeiða við mismuni? Tað vil siga, at vit við hvørt mugu fara eitt sindur djúpari enn bara at lúka tey formalu demo- kratisku krøvini. Men ístaðin fyri at spyrja "skulu KVINNUR vera uppi í politikki" kunnu vit spyrja: SKULU kvinnur vera uppi í politikki? Í samsvari við ta demo- kratisku hugsanina kunnu vit siga, at øll KUNNU vera uppi í politikki, eingin SKAL vera uppi í politikki (hóast summi stundum eru noydd - og "stundum" onkuntíð hevur varað í ein mansaldur), men øll ÁTTU eftir førimuni at givið okkurt líkinda íkast í politiska kjakið og harvið ávirkað avgerðirnar og samtyktirnar, sum hava so ómetaligan stóran týdning fyri okkum øll. Tað eru í dag meir enn 200 ár síðani, at Mary Wollstonecraft argumen- teraði fyri, at kvinnan var líka skilagóð sum maðurin og at mannarættindini tískil eisini áttu at umfata kvinnuna og at hon tí sum ein og hvør annar borgari átti at hava ávirkan á og ábyrgd fyri tí politisku tilgongdini. Henda grundgevingin er ikki neyðug longur, men framvegis er neyðugt at hugsa út um vanligt mark - og hví ikki við støði í eini demokratiskari mentan sum enn ikki er? Lesið greinina í fullari longd á www.javnratt.fo Skulu kvinnur vera uppi í politikki? Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002 3 LIST OG STUÐUL Eyðun Klakstein Hanni Bjartalíð er ein av ungu og evnaríku føroysku listar- monnunum. Hann hevur búð í Finlandi seinastu átta árini, men listin hjá honum er javnan at síggja á framsýningum í Føroy- um. Hann sýnir eisini nógv fram í Danmark, har meginpartuirn av søluni hjá honum er. Í dag arbeiðir hann burturav við list síni, og tað er umvegis sølu av málningum og grafikki, at hann fær til dagin og vegin. Hanni heldur tað vera sjálv- sagt, at listafólk skulu stuðlast av tí almenna. – Eg havi klárað meg uttan serstakan almennan stuðul, men eg haldi avgjørt, at tað er neyð- ugt við stuðli til listafólk. Starvs- lønir kunnu gera, at listafólk fáa hug at endurnýggja sína list, royna nýggjar leiðir og ikki hugsa so nógv um, at verk skulu seljast í eina tíð, heldur Hanni Bjartalíð. – Eg haldi ikki, at møguleikar- nir fyri at fáa stuðul í Føroyum eru generelt verri enn aðrastaðni, men meðan føroyingar nú leggja seg eftir at lata starvslønir, eru tað fleiri møguleikar at fáa stuðul til serstøk projekt uttan- lands. Hesum kundi tað verið meira av í Føroyum, tí tað hevði gjørt møguleikarnar fyri ser- ligum framsýningum í Føroyum og uttanlands betur. Listin kann gerast ein marra Hanni Bjartalíð, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, hevur fingist við list burtur av síðani 1992, tá hann av fyrstan sinni flutti til Finlands. Tá fór hann á listaskúla í Kokkola. Har las hann og málaði í trý ár. Tá hann var liðugur við lesnaðin, flutti hann til Helsinki at búgva. Eftir tvey ár í finska høvuðs- staðnum, flutti hann til býin Lahti, har hann framvegis býr. 100.000 fólk búgva í býnum, sum er meira kendur fyri dopinggølurnar millum finsku ítróttarfólkini á olympisku vetrarleikunum, enn fyri list. Finsku skífólkini komu úr Lathi, har umstøðurnar at venja skílop eru framúr góðar. Hanni hevur nú atelier í einum kjallara í einum íbúðarblokki, og har brúkar hann meginpartin av degnum til listarligt arbeiði. – At liva av listini er ein dreymur, men tað kann við hvørt gerast til ein marrudreym, tí tú verður allatíðina noyddur at gera og selja listarverk. Við hvørt fái eg kensluna av, at eg framleiði eina vøru til eina handilsmið- støð, men soleiðis eru treytirnar, tá tú skalt liva av listini og ikki enn kann taka nógvar pengar fyri hvørt verk. – Við hvørt kennast hesar umstøður sum ein forðing, tí eg verði noyddur at arbeiða alla- tíðina, og tá eru ikki altíð stundir at eksperimentera og royna nýggjar leiðir. – Tað nýtist ikki bara at vera ein vansi at verða noyddur at mála nógv, tí kravið um at lata nógvar málningar til framsýn- ingar ger, at tú verður noyddur gera nakað í løtum, tá tú ikki kennir teg inspireraðan, og tað kann tað stundum koma okkurt óvæntað og gott burturúr, sigur hann. Stuðul kann flyta listina Men fyri listarfólk sum hann kundi verið áhugavert at fingið eina starvsløn í eitt ávíst áramál. – Tað kundi til dømis givið listarfólkum sum mær møgu- leikan at endurnýggja meg eitt sindur, at roynt nýggjar leiðir, og at sloppið eitt sindur burtur frá tí vanliga gerandisdegnum. Soleiðis rokni eg eisini við, at nógv føroysk listarfólk hugsa, og tí eru starvslønirnir til listarfólk eitt gott hugskot, sigur Hanni Bjartalíð, sum tó ikki hevur søkt nakra starvsløn. – Tað er umráðandi, at starvs- lønirnar ikki ganga yvir ov langt áramál. Aðrastaðni ber tað til at fáa nógv ár í almennari starvs- løn, men í Føroyum er tað í mesta lagi trý ár, og tað er gott. Tað skal heldur ikki gerast ein koddi hjá listarfólkum, at tey eru tryggjað við almennum pengum í nógv ár. Hanni Bjartalíð heldur, at listarfólk hugsa ikki um at fáa nógvar pengar burturúr síni list, men klára tey seg so nøkun- lunda, so eru tey fegin um tað. – Um tú ætlar tær at forvinna nógvar pengar, so skalt tú finna upp á okkurt annað, enn at fara at mála. Fyri tey flestu listar- fólkini er tað galdandi, at tey klára seg so nøkunlunda av tí, sum tey selja, men tey gerast als ikki rík av at fáast við list, og tað er heldur ikki ætlanin. – Listarfólk hugsa ikki fyrst og fremst um at forvinna pengar, listarfólk eru vanliga meira idealistisk enn so, og tað er eisini neyðugt, um tú skalt fáast við list burturav. Tú veitst ongantíð, hvussu nógvar pengar tú hevur at ráða yvir, men tað eru treytirnar, sigur Hanni Bjartalíð. Hann heldur, at almennur stuðul skal ikki breyðføða listarfólkum, men skal vera eitt amboð, sum virkar fyri at listarfólk kunnu fornýggja seg, at tey kunnu fáa øðrvísi arbeiðs- umstøður í eina tíð, og tað harvið kann flyta listina og verða henni at frama. Listarligi dreymurin kann verða ein marra — At liva av listini er ein dreymur, men tað kann við hvørt gerast til ein marrudreym, tí tú verður alla tíðina noyddur at gera og selja listarverk. Við hvørt fái eg kensluna av, at eg framleiði eina vøru til eina handilsmiðstøð, sigur Hanni Bjartalíð, sum heldur at almennur stuðul kann hjálpa listarfólkum at endurnýggja seg – Um tú ætlar tær at forvinna nógvar pengar, so skalt tú finna upp á okkurt annað, enn at fara at mála. Fyri tey flestu listarfólkini er tað galdandi, at tey klára seg so nøkunlunda av tí, sum tey selja, sigur Hanni Bjartalíð C M Y K 25 24