leygardagur 13. apríl 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Í fleiri ættarlið hava føroyskir
bryggjarar frá Føroya Bjór givið
okkum tað vælsmakkandi bjórið,
sum føroyingar kunnu vera stolt-
ir av. Sosialurin hevur tosað við
Anniku Waag, sum er í læru sum
bryggjari í Berlin.
- Á mest sum øllum barrum og
pubbum í Týsklandi hanga kross-
ar og halgimenni á vegginum,
sigur Annika.
- Tað kann tykjast, sum tað er
eitt meiri nátúrligt samband
ímillum tað andaliga og tað
verðsliga lívið har enn í Føroy-
um, heldur hon.
Millum annað greiðir hon frá,
at gamalt er í Týsklandi, at
bryggjaríini hava tilknýti til
kirkjurnar. Annika hevur verið
og vitjað eitt so kallað klostur-
bryggjarí, har nunnur arbeiða.
- Tað var eitt sindur løgið at
síggja nunnur til arbeiðis á
einum bryggjaríi og serliga sum
bryggjarar. Tað er so í øllum
førum ikki tað, eg eri von við á
Føroya Bjór, hóast har eru nógv
góð fólk. Men tað er púra vanligt
í Týsklandi, sigur Annika.
Annika sigur, ølmentanin í
Týsklandi, serliga í Suður-Týsk-
landi, er sera sterk og gomul. Í
Suður-Týsklandi liva katolikkar
og protestantar lið um lið, men
bróðurparturin er katolikkar.
Annika sigur, at hetta sæst aftur í
mentanini ella ølmentanini.
- Tað er ikki ein synd at drekka
øl í Týsklandi. Kirkjurnar skipa
fyri ølveitslum av og á, sigur
Annika, sum heldur, tað kann
tykjast í so knívskorið í
Føroyum, tá tað kemur til slíkt.
Gongur í skúla í Berlin
Annika er útbúgvin matvøru-
verkfrøðingur. Hon skrivaði
høvuðsritgerð um ølsmakk. Hon
bryggjaði ymisk ølsløg, sum
blivu kannað kemiskt og pro-
fessionellir ølsmakkarar royndu
eisini ølið.
- Eg valdi bryggjara ella
bryggjmeistara, sum tað eitur í
Týsklandi, av mínum áhuga fyri
tí, sigur hon.
Annika er dóttir Elisu og
Einar Waag, sum er stjóri á
Føroya Bjór. So tað er ikki at
taka munnin ov fullan at siga, at
hon hevur slitið sínar barna-
skógvar tætt upp at bryggjara-
yrkinum.
Tá Annika verður liðug sum
bryggjari, verður hon fjórða
ættarliðið í sínari familju við
hesi útbúgving.
- So man kann gott siga, at eg
havi arvað áhugan, sigur Annika
Fjórða ættarlið sum bryggjari
27 ára gamla Annika Waag úr Klaksvík er í læru sum bryggjari í Berlin í
Týsklandi. Hon er tað fjórða ættarliðið í síni familju, ið fær útbúgving av
hesum slag. Hon heldur, at tað andaliga og tað verðsliga eru nógv tættari
upp at hvørjum øðrum í Týsklandi enn í Føroyum
- Tað er ikki ein synd at drekka øl í Týsklandi. Kirkjurnar skipa fyri ølveitslum av og á, sigur Annika, sum heldur, tað kann tykjast í so knívskorið í Føroyum, tá
tað kemur til slíkt
Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002
5
smílandi.
Annika gongur á einum skúla,
sum er knýttur at tí Tekniska
universitetinum í Berlin.
- Eg valdi skúla út frá góðsku,
sigur Annika og vísir á, at
slagorðið hjá skúlanum er:
Góðska fram um alt. Tað eru
aðrir bryggjaraskúlar í
Týsklandi, men Annika metti
júst henda skúlan at vera góðan,
tí hann er knýttur at einum
universiteti, sum ger, at tey
kunnu fylgja við í menningini í
yrkinum.
- Vit fáa allatíðina tað nýggjsta
at vita innan yrkið, og tað ger tað
upp aftur meir spennandi og
áhugavert. Tí hóast vinnan er
gomul og kryddað við siðum, so
hendir alla tíðina okkurt nýtt.
Ein øl er ikki bert ein øl,
staðfestir Annika.
Á skúlanum ganga fólk alla-
staðni úr heiminum og í flokkin-
um hjá Anniku eru, umframt
týskarar, fólk úr millum annað
Peru, Thailandi, Argentina,
Japan, USA og Kanada. Annika
er einasti føroyingurin. Umframt
hana er bert ein onnur kvinna í
flokkinum, og hon er úr Japan.
- Men tað verður so sanniliga
ikki gjørdur munur á kynunum,
sigur Annika við einum smíli.
- Doktararnir og professararnir
í øli á skúlanum fara um okkum
við virðing. Vit verða mett á
jøvnum føti, og tað ger alt bara
nógv betri og hugaligari enn tað
longu er frammanundan.
- Skúlin er altjóðaður, og eg
haldi, tað er sera áhugavert at
hitta fólk úr øðrum londum við
aðrari mentan og siðvenjan. Tað
er sera læruríkt. Hóast vit eru úr
ymiskum londum, so er saman-
haldið í flokkinum einastandandi
gott, greiðir Annika frá.
Skúladagarnir og ikki minst
dagarnir, tey eru í starvsvenjing,
eru sera langir og strævnir, men
Annika sigur, at tað góða saman-
haldið í flokkinum ger, at tað
ikki virkar so strævið.
Hon greiðir frá, at ein dagur í
starvsvenjing lættliga kann vera
einar 12 -14 tímar langur, har
byrjað verður klokkan seks á
morgni.
Starvsvenjingin á skúlanum er
skipað á tann hátt, at tey skulu á
fimm ymisk støð, sum skúlin
velur fyri tey. Har skulu tey gera
alt dagligt arbeiði, sum fer fram
á einum bryggjaríi. Umframt
aðrar uppgávur eisini.
Føroya Bjór øl gott
skoðsmál
Spurd um, hon nakrantíð hevur
havt øl frá Føroya Bjór við til
Týsklands, játtar Annika.
- Eg hevði øl við í skúla til
professionellar smakkarar, sum
góvu ølinum gott skoðsmál. Ølið
vakti ans millum tey. Tað stóð
ikki aftan fyri tað týska ølið, sum
varð smakkað hasar dagarnar.
Annika greiðir frá, at ein kann
ikki skera alt tað týska ølið um
ein kamb.
- Uttan at fara inn á ov nógvar
tekniskar frágreiðingar, so kann
eg siga, at tað eru ymiskar
nuancer frá bryggjaríi til
bryggjarí. Tað finst gott øl og
minni gott øl í Týsklandi sum
alla aðra staðni.
Men eitt, sum er serligt her, er
at nógv av ølinum er bryggjað
eftir eini gamlari matvørulóg frá
1516.
Týskarar kenna Føroyar frá
fótbóltinum
Tað eru umleið 1200 bryggjaríir
í Týsklandi og helmingurin av
teimum eru í Bayern. Og har er
ein sera sterk ølmentan, greiðir
Annika frá.
Hon sigur, at munurin á Berlin
og Suður-Týsklandi er stórur.
- Í Berlin er nógv meiri ferð á
enn í Suður-Týsklandi.
- Fólk í Suður-Týsklandi hugsa
eisini nógv meiri um umhvørvið.
Tey gera nógv við eitt nú endur-
nýtslu, og tað haldi eg er posi-
tivt, sigur Annika.
Hon er tó skjót at leggja aftur
at, at týskarar, óansæð, hvar í
landinum teir búgva, eru sera
gestablíðir.
- Eg eri blivin væl móttikin
allastaðni, eg havi verið.
Annika roynir at umboða
Føroyar væl, og hon sigur, at
fótbólturin ger tað lættari at
greiða frá um Føroyar.
- Týskarar eru sera áhugaðir í
Føroyum. Og nógvir vita eisini
eitt sindur um okkum. Serliga
aftan á, at tað gjørdist greitt, at
vit skulu spæla ímóti Týsklandi í
undankappingini til EM, sigur
Annika.
Hon greiðir frá, at morgunin
eftir, at EM-lutakastið varð
almannakunngjørt hevði ein
av ølprofessarunum skemtandi
tikið til, at týskarar eru
bangnir fyri at spæla fótbólt
ímóti føroyingum.
- Tá var eg skjót at svara, at
tað áttu teir at verið. Vit
vunnu jú á Eysturríki, sigur
Annika og flennir. Men tað
sást tó týðuliga á henni, at hon
er stolt av at vera føroyingur.
Gott at fara undir
útbúgving aðrastaðni
Annika heldur, at tað er gott,
at føroyingar fara aðrastaðni
enn til Danmarkar í
útbúgving.
- Ikki tí, eg havi sjálv fingið
mína útbúgving sum matvøru-
verkfrøðingur í Danmark og
nógvar góðar vinir, men tað er
uttan iva sunt at fara
aðrastaðni. Eg haldi, at tað er
av stórum týdningi, at fólk eru
fjølbroytt í einum lítlum landi,
sigur hon.
Hon vísir á, at tá ein skal
fara uttanlands í
lestrarørindum er tann altjóða
skrivstovan ein stór hjálp.
Annika sigur, at tað eru fitt
fólk allastaðni, og tá ein ætlar
sær til eitt annað land, skal ein
ikki vera so bangin.
- Tað er týdningarmikið at
vera opin og geva nakað frá
sær, fyri at fáa nakað aftur.
- Tað er umráðandi at hava
hjartað við sær. At vera
mentalt til staðar og taka allan
lærdóm, og alt annað til sín.
Men so skal ein kortini eisini
duga at sálda frá, sigur Annika.
Annika sigur, at man má
heldur ikki gloyma sínar røtur.
Framtíðin
Annika er útbúgvin í matvøru-
verkfrøði og tað gevur nógvar
møguleikar innan matvøruvinnur
í og rundan um Føroyar. Hon
hevur fingið bjóðað starv í fleiri
bryggjaríum í Týsklandi.
- Eg havi hugsað meir og meir
nú um at koma heimaftur, sigur
hon.
Og so er tað tað: Hevði tú ikki
kunnað hugsað tær at komið
heimaftur og arbeitt á Føroya
Bjór?
- Tað er væl møguligt, svarar
Annika Waag at enda.
Hugarensl í lunnbótini
Sessist á niðasta stein í lunnbótini
her undir neystinum
hugurin reikar uttan mið og mál
sigarettin ríkur millum fingrarnar
alduskvatl undan kattarhellu
og rúnarbundni "velfarssteinur"
á blankari hellu
ikki vikaður í øldir
ímynd av seiggi manna
Taki dik á meg
leggi hugin fyri íla
nú koma myndirnar
myndir úr barnaárunum
tá vit veiddu seiðamurtar
niðri á kletti – sílatanga og kattarhellu
undraðust á flóð og fjørðu
veiðuhugur og fongfrøðin vaknaðu
her í lívsins morgunroða aldist lívsmenskan
Brádliga birtist søgumyndin
sjeggsíðir menn við útróðrarskríni
neystahurðar uppá víðan vegg
sterkar hendur á toll og stokk
draga bátin eftir lunni á sjógv
stinga frá – setast til árar
nú ljóðar kingosálmurin
eins dragandi og rennisjógvur
hin almáttugi í rongini
Louis
- Týskarar eru sera áhugaðir í Føroyum. Og nógvir vita eisini eitt sindur um okkum. Serliga aftan á, at tað gjørdist greitt, at vit skulu spæla ímóti Týsklandi í
undankappingini til EM, sigur Annika
C
M
Y
K
27
26