leygardagur 13. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002
ÚTBÚGVING
Grækaris Djurhuus Magnussen
Keypmannahavn
Hann tekur smílandi ímóti í
íbúðini á Lyngbyvej á Eystur-
brúgv í Keypmannahavn. Júst
komin undan brúsuni, 21 ára
gamli Hans Kárason Mikkelsen
av Toftum.
Kvøldið fyri hevur hann saman
við foreldrum, beiggja og ommu
síni verið úti á fínari matstovu í
býnum. Tey hátíðarhildu, at sama
dag var seinasta skotið á stamm-
uni, ein lítlasystir, komin heim
av føðiklinikkini á Gentofte
Sjúkrahúsi. Men tað var ikki
bara hetta við nýggju lítlu-
systrini, tey hátíðarhildu, tí
hendan sama morgunin fekk
Hans Kárason bræv úr USA.
Tann stóri, bólgnaði brævbjálvin
var frá elsta universitetinum í
USA, Harvard University. Hans
hevur nevniliga seinasta árið
brynjað seg út til hægri lestur í
USA, og eitt av universitetunum,
hann søkti inn á, var tað væl
kenda og høgt virda Harvard
University.
- Tá eg sá ógvusliga bræv-
bjálvan, var eg onga løtu í iva
um, at eg var sloppin inn. Tey
hava onga orsøk at senda mær
eitt bræv við eini rúgvu at tilfari
uttan so, at eg veruliga fekk
møguleika at byrja hægri lestur
hjá teimum, sigur Hans Kárason
Mikkelsen við einum væl uppi-
bornum smíli.
Einasti í kongaríkinum
Harvard University varð sett á
stovn longu í 1636 og er elsti
lærdi háskúlin í USA. Men
Harvard er ikki bara elsti lærdi
háskúlin í USA, hetta er eisini
mest virda universitetið í USA
— ivaleyst við Yale University
beint í hølunum. Og tað er ikki
bara sum at siga tað, at koma inn
á Harvard, als ikki hjá útlend-
ingum. Og at hava akademiska
útbúgving av einum lærdum
háskúla sum Harvard er eisini
nakað fyri seg. Eitt er, at tú fært
akademiska førleikan, sum í
sjálvum sær gevur nógvar
møguleikar, men hevur tú so
tikið útbúgvingina á slíkum stað
sum Harvard, kvalifiserar tað teg
fleirfalt.
Í ár vóru slakar tjúgutúsund
umsóknir til tey gott og væl
sekstanhundrað lestrarplássini. Í
millum tey, sum eru sloppin
gjøgnum nálareygað, er also
Hans Kárason Mikkelsen. Sum
tann einasti í danska kongaríkin-
um — í ár í hvussu er.
Vit báðir, Hans, fara innar í
køkin á Lyngbyvej. Við borðið í
køkinum situr Inger Mikkelsen
av Toftum, omma Hans. Hon er
júst komin úr Føroyum. Spyrji
hana, hvat hon heldur um, at
ommusonurin er sloppin inn á
ein so fínan lærdan háskúla í
USA.
Hon hyggur yvir á ommu-
sonin.
- Jú, eg haldi tað vera stuttligt,
at hann skal hava so góð evni.
Men sum eg sigi honum, so
hevur hann nógv at takka fyri,
heldur hon fyri.
Hans Kárason smílist og held-
ur fyri, at ivaleyst hevur hann
nógvum nógv at takka fyri,
familjuni til dømis. Men her
brýtur omman hann av:
Fyrsti føroyingurin
á Harvard University
Fyri fyrstu ferð í 366 ára gomlu søguni hjá elsta universitetinum í USA,
hevur Harvard Universitetið í Cambridge latið ein føroying sloppið
gjøgnum nálareygað. Hans Kárason Mikkelsen av Toftum er júst sloppin
inn á sjálva grundútbúgvingina á Harvard University — sum tann einasti
í danska kongaríkinum.
Hans Kárason Mikkelsen avmyndaður í dýrdarveðrinum í Nyhavn í farnu viku
Mynd: Grækaris
‘Hans er ein ótrúliga skilagóður ungur maður. Hann er vinsælur og álítandi, og tá tú tosar við hann
nýtist tær ongantíð at vera í iva um tað, hann sigur. Har er ongin loynilig dagsordan. Hann hevur
sera góð evni, men hansara avgjørda styrki er ótrúliga arbeiðsídnið. Góði moralurin og sterki viljin
kemur honum tilgóðar’
Sámal í Skorini, rektari
Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002
7
- Nei, ikki familjuni, men
Várharra.
- Á ja, tað er sjálvandi rætt,
svarar Hans við einum skeivum
smíli, og hann bjóðar mær innar
í stovuna.
Pisuklaktur í fjør
Hans Kárason Mikkelsen tók
studentsprógv á Studentaskúlan-
um á Kambsdali í fjør. Og hann
varð væl klaktur. Saman við
einum floksfelaga fekk hann
besta karakterin, sum higartin er
fingin á Studendaskúlanum á
Kambsdali, 10.6. Hóast góða
karakterin — ella kanska júst tí,
gjørdi hann av at taka frí frá
vanligari skúlagongd í eitt ár.
Hann flutti niður til Keypmanna-
havnar, her hann hevur arbeitt á
gallupstovninum Megafon. Hetta
er stovnur, sum ger veljara- og
meiningakanningar.
Men heilt at halda seg frá
skúlagongd megnaði hann
kortini ikki. Hann hevur hesa
tíðina lisið heimspeki, politologi
og retorikk.
- Starvið, eg havi, er ikki
fulltíðarstarv, so fyri ikki at
steðga heilt upp, valdi eg at fara
at lesa — eitt sindur um ikki
annað. Og tað kom væl við, nú
eg gjørdi av at søkja inn á
Harvard, tí tað kundi eg sjálvandi
eisini upplýsa tey um í sjálvari
umsóknini, sigur Hans.
Kierkegaard eigur
ábyrgdina
Prosessin, frá tí hann fyrstu ferð
fór at hugsa um lestur í USA, og
til hann at enda fekk játtandi
svarið frá leiðsluni á Harvard
Universitetinum, hevur verði
bæði drúgv og strævin. Sjálvur
heldur Hans, at hetta hevði als
ikki borið til, var hann ikki
staddur í Danmark hesa tíðina.
Men nær setti tú tær fyri at
søkja inn á Harvard?
Hans smílist eitt sindur fram
fyri seg, og hevur mest sum hug
at rista á høvdinum.
- Ja, hetta er í veruleikanum
ein løgin søga, skal eg siga tær.
Tá eg kom niður til Keypmanna-
havnar í august mánað í fjør,
hevði eg yvirhøvur ongar ætlanir
at fara til USA at lesa, slettis
ikki. Men ein dagin, eg siti og
lesi um Søren Kierkegaard,
kemur hugskotið spakuliga
sníkjandi, greiðir Hans Kárason
Mikkelsen frá.
Hann sat og las bókina “Livet
forstås baglæns — men må leves
forlæns — Historien om Søren
Kierkegaard”. Og tað er, tá
Kierkegaard verður endurgivin
fyri hetta at realisera lív sítt, at
Hans spakuliga fekk hugskotið at
seta út í kortið soleiðis sum
innasti hugur hansara vildi.
Sjálvt brotið í bókini, sum fekk
Hans at taka hesa avgerðina
ljóðar soleiðis:
“Kan man ikke holde ud at
være nær sig selv, endsige at
være identisk med sig selv, så
kan man forsøge at blive et jævnt
man og basere sit liv på en
objektiv tværsum af det at være
menneske. Desværre bliver
alting også derefter, dvs. På det
jævne.”
Nú fór Hans so smátt at kanna
møguleikarnar fyri hægri lestri í
USA. Hann fór á alnetið og fann
millum nógvar aðrar heimasíður
eisini heimasíðuna hjá Harvard
University. Hann fekk umsóknar-
bløð sendandi — eisini frá
Harvard. Men í mun til fleiri
aðrar lærdar háskúlar var ikki
nóg mikið bara at fylla eitt
umsóknarblað út og síðan senda
Harvard. Har var hinvegin ein
rúgva av spurningum, sum Hans
als ikki hevði væntað. Haraftrat
varð hann biðin at skriva eitt
essey, sum skuldi snúgva seg um
eitt fólk, ið hevur havt stóran
týdning í lívi hansara.
Hans Kárason fór nú undir at
útfylla umsóknarblaðið, svara
øllum spurningum, og so
skrivaði hann eisin eitt essey,
sum hann var biðin. Freistin at
lata tilfarið inn var 1. januar, og
sum rættur føroyingur sendi hann
tilfarið yvir til USA 31. desemb-
er — um alnetið.
Aðrar uppgávur
Nú var umsóknartilfarið sent.
Hans helt væl til standa, nú var
bara at bíða til svar kom. Men so
lætt slapp hann ikki. Í februar
mánað fær Hans upp aftur fleiri
spurningar frá Harvard, har hann
millum annað verður biðin at
koma við fleiri grundgevingum
fyri, hví hann hevur tikið hetta
og hatta skeiðið, hví hann eitt
skifti var á ítróttarskúla — og
hvat hann hevur fingið burturúr
ymsu upplivingunum á lívsleið-
ini.
- Tá eg so havi svarað teimum,
gangi eg avgjørt út frá, at nú er í
lagi. Men stutt eftir fái eg at vita,
at eg skal til seks ymiskar
royndir aftrat — sonevndar testir,
áðrenn umsóknin verður enda-
liga viðgjørd. Fimm royndir
verða gjørdar í Keypmannahavn,
meðan sætta royndin fer fram í
Upsala í Svøríki. So aftur at
fyrireika meg til hesar royndir-
nar, greiðir Hans frá.
Tað gekk væl við øllum roynd-
unum. Eisini tann dagin, hann
skuldi til samrøðu við dr. Whyte,
ið hevur sum uppgávu at tosa við
skandinavisku umsøkjararnar til
Harvard.
- Hetta var annars ein hugna-
ligur maður, visti nógv um
Føroyar, um føroyskan línu- og
trolfiskiskap og líknandi. Sam-
røðan skuldi bara vara í ein
hálvan tíma, og eg gáaði ikki
eftir hvussu skjótt tíðin gekk.
Tríggjar tímar seinni fóru vit
hvør til sítt, so vit sampakkaðu
væl, heldur Hans.
Aftrat øllum fyrireikingunum,
nevndar eru higartil, noyddist
Hans at hava tætt samband við
Studentaskúlan á Kambsdali.
Har skuldu tey nevniliga eisini
fylla alskyns skjøl út, sum
skuldu sendast til Harvard.
Fekk endiliga boðini
Í farnu viku fekk Hans Kárason
Mikkelsen endiliga boðini, hann
longdist eftir, og sum hann hevur
stríðst so íðin fyri; hann sleppur
sum tann einasti í danska konga-
ríkinum til hægri lestur á
Harvard Universitetinum. Og tað
er sum føroyingur, hann er
sloppin inn — ikki sum dani.
- Tað má avgjørt takast sum
eitt herðaklapp til føroysku
studentaskúlarnar, heldur Hans
fyri.
At tað er torført at sleppa inn
á Harvard Universitetið ber eisini
ein greinboð um, sum stóð í
kenda blaðnum Newsweek í
farna mánaða. Í greinini verður
millum annað sagt, at tað altíð
hevur verið torført at koma inn á
hendan lærda háskúlan, men at
tað ongantíð hevur verið so
torført sum í ár.
“Ja, sjálvt yvirkvalifiseraðir
umsøkjarar hava fingið noktandi
svar”, skrivar Newsweek.
Hans er framasøkin
Hans vísir á fleiri ymiskar
orsøkir til, at hann søkti inn á
Harvard — og hvussu tað ber til,
at tað er eydnast honum at koma
so langt.
- Fyrst og fremst er tað enska
málið, sum eg fegin vil duga
betur. Haraftrat er tað spennandi
at læra nýggjar mentanir at
kenna, sigur hann.
Men Hans viðgongur, at
framasóknið — ambisjónirnar,
sanniliga eisini hava gjørt sítt.
Tað er ongin loyna, at nógvir av
teimum lærarunum, sum hann
kemur í samband við á Harvard,
er slíkir sum hava vunnið
virðislønir Nobels. Og tað er ikki
so galið at vita. Haraftrat er
vanligt at kend fólk halda
fyrilestrar á Harvard, til dømis
hava bæði Bill Clinton og
Hillary Clinton hildið fyrilestrar
á Harvard. Fleiri kend fólk hava
eisini lisið á Harvard, teirra
millum John F. Kennedy.
- Alt hetta — saman við góðu
møguleikunum at fáa starv eftir
loknað útbúgving, hevur sjálv-
andi havt týdning fyri meg í hesi
prosessini, sigur Hans.
- Annars var eg avgjørt avgjørt
ongin nørdur í fólkaskúlanum.
Men eg arbeiddi bara so mikið
meira, tá eg byrjaði á Kambsdali,
heldur hann brosandi fyri.
Í uppvøkstrinum hevur Hans
Kárason Mikkelsen búð nógva-
staðni. Fyrstu sjey árini búði
hann á Toftum, og tað gjørdi
eisini seinasta árið, áðrenn hann
flutti til Keypmannahavnar. Men
hann hevur eisini búð í Sanda-
vági, í Højer í Danmark, og í
Hvalvík. Nøkur ár, áðrenn hann
aftur flutti út á Toftir, búði hann
á Eiði.
- Fleiri halda ivaleyst, at tað
órógvar børn at flyta nógv og at
ganga í nógvum ymiskum
skúlum. Hjá mær hevur tað
kortini ikki verið soleiðis. Eg
haldi hinvegin, at eg havi fingið
so nógva og fjølbroytta vitan júst
tí eg havi gingið í so nógvum
skúlum, heldur Hans Kárason
Mikkelsen.
Lesturin byrjar í september, og
Hans fer møguliga longu leiðina
yvir til USA í august mánað.
Hans Kárason Mikkelsen kemur
væntandi aftur um nøkur ár sum
búskaparfrøðingur.
Vit báðir, Hans, reisa okkum
úr sofuni á Lyngbyvej 57 og fara
uttar í dýrdarveðrið í Keyp-
mannahavn at taka nakrar
myndir.
- Ger nú ikki ov nógv av í hasi
greinini, heldur hann fyri, meðan
við spáka millum hundraðtals
fólk í Nyhavn.
Her eru mong tungumál at
hoyra, eisini enskt — ella rættari
amerikanskt. Jú, Hans tykist
trívast í hesum altjóða dáminum,
sum kann vera forsmakkurin til
fjøltáttaðu mentanina á Harvard
Universitetinum í USA.
Heiðursbrævið frá Harvard prógvar, at Hans Kárason Mikkelsen er sloppin
gjøgnHeiðursbrævið frá Harvard prógvar, at Hans Kárason Mikkelsen er
sloppin gjøgnum nálareygað um nálareygað
‘Hans hevur temperament. Tá hann hevði fingið sínar fyrstu
bøkur, og hetta var áðrenn hann fór í skúla, minnist eg at hann
kom oman til okkara á Toftum at vísa okkum bøkurnar. Men
ongin okkara var tíverri inni. Tá spann øðin í hann, og hann
rendi ein stein inn gjøgnum rútin. Hann var sjálvandi vónbrotin
av, at hann ikki kundi vísa okkum bøkurnar’
Inger Mikkelsen, omma Hans
‘Á skúlanum hava vit lært nógv av fløktu, drúgvu og rúgvismiklu
fyrireikingunum, sum skuldu til, áðrenn hann fekk bláa stemplið
frá Harvard. Lestrarvegleiðararnir vita nógv í dag, sum teir ikki
vistu undan hesum’
Sámal í Skorini, rektari
‘Tað fløvaði hjá okkum, sum vara av skúlanum, tá Hans segði
okkum, at hann var sloppin inn á Harvard. Vit hava sjálvandi
hjálpt honum í hesi prosessini, fyrst og fremst tí vit vóru greið
yvir, at her høvdu vit eitt gott kort, ein ungan mann, sum
ongantíð skuffar. Vit eru errin av honum’
Sámal í Skorini, rektari
C
M
Y
K
29
28