Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. apríl 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002 ESSAY Hanus Kamban Annar partur Sum børn lærdu vit, at Cro- Magnon menniskjað einaferð í tíðini framdi eitt andaligt lop, sum gjørdi tað ment at hevja seg upp um aðrar tvíbeintar upp- strembingar, ávegis frá apu til menniskja, eitt nú neanderthal- arar. Skulu vit trúgva sf-høvund- inum Arthur C. Clarke, var hetta framtakið lið í onkrari gátuførari, kosmiskari ætlan, sum varð sett í verk av hægri verum uttan- knattar. Myndin, úr filminum A Space Odyssey eftir Stanley Kubrick, av apuni, sum blakar eitt bein upp ú luftina – sum so, sum við eini glæsiligari utopisk- ari hugbirting, umskapast til eitt rúmskip, meðan Also Sprach Zarathustra eftir Richard Srauss boðar frá menniskjans kós móti gudunum – er partur av ferða- góðsinum hjá nútíðar menn- iskjum. Fyri stuttum førdi ein enskur mannfrøðingur fram, at orsøkin til hetta framtakið var meira jarðbundin: tað var gávan at abstrahera, at gera hugtøk og ímyndir, sum gjørdi Cro- Magnon-menniskjað til dýranna harra. Henda próvgrundin er sjálvsagt tautologisk. Har vit væntaðu eitt svar, sita vit eftir við kanska meira enn einum veti av undran. Men fara vit víðari eftir hesi gøtu, koma vit kanska til tað úrslit, at av øllum hugtøk- um, sum okkara forfedrar hava skapt, er tíðin tað merkiligasta. Vit brúka hetta hugtakið seint og tíðliga um eitt fyribrigdi, vit ikki skilja, og hvørs minsta lut vit ikki eru ment at ímynda okkum. Í minniligum verkum – frá Timaios eftir Platon til Sein und Zeit eftir Heidegger – hevur menniskjan roynt at lýsa og skilja hetta hugtakið. Heimspekingar sum Augustin og Bergson, alisfrøðingar og vísindamenn frá Aristoteles, um Newton til Einstein, serskøltar sum J.W. Dunne – hava roynt at fingið um hesa hálu veruna. Tíðin er viðgjørd í heilagum skriftum, í sagnum og bókmentum, og eisini í okkara kvæðum verður á minniligan hátt sipað til hetta hugtak: Sólina bað hann standa í stað, dagin ikki líða; meðan hevndi Karlamagnus tólvjavningar sínar. Snúgva vit okkum til nútíðar bókmentir, so er J.G. Ballard kanska tann rithøvundur í nýggjari tíð, sum treiskastur og mest áhaldandi melur rundan um tíðina. Bara heitini á hansara stuttsøgum, sum eg her endur- gevi í føroyskari týðing, eru talandi: Nú: null, Tíðarbýurin, Tíðarinnar røddir, Tíðarinnar urtagarður, Pass til ævinleikan, Tíðarbumburnar, Endaspælið, Endastrondin, Tann deyða tíðin osfr. Eg fari nú nevna nøkur dømir um ymiskar ballardskar tíðarviðgerðir, og samstundis nema við gongdina í teimum søgum, talan er um. Conrad, høvuðspersónur í stuttsøguni “Chronopolis”, veksur upp í einum samfelag, har ur og klokkur ikki eru til. Hann kemur skjótt eftir, at í hesum samfelag er tíðin eitt hættisligt fyribrigdi, og at tíðarmálarar av tí gamla slagnum eru forbodnir. Hann er av onkrari grund berg- tikin av kronometrum, lærir sjálvur, eins og Jóannes Hin Vísi, at gera klokkur og finnur til endans av tilvild eitt ur. Hann fer at spyrja og fregnast, og at enda fær hann hjálp frá Stacey, sum er ein av lærarum hansara. Stacey og Conrad búgva í útjaðaranum á einum risabýi. Ein dagin tekur Stacey Conrad við sær í bili inn í býarmiðjuna, eitt risastórt, av- toftað terra incognita, sum vanlig fólk ikki hava atgongd til. Hetta er tann niðurlagdi tíðarbýurin. Hesin býurin – Kronopolis – var ein ómetaliga framkomin og fløkt samfelagslig organisma, har nærbýlið, fólkamongdin og fólkatættleikin høvdu við sær, at øll atgongd til samfelagsins møguleikar og hentleikar – mat, heiluvág, post, bankar, løgreglu, bókasøvn, mentan, film osfr – var skipað sambært einum neyvum og torgreiddum tíðar- kervi. Atgongumerkir og pengar í ymiskum litum ásettu nær, hvar og hvussu ein kundi stilla sín tørv. Klokkur og ur høvdu fimm vísarar, hvør við sínum liti. Fólk vórðu, alt eftir starvi, skipað í Smogur úr tíðini Ein roynd at lýsa rithøvundin J. G. Ballard - við serligum atliti at hansara stuttsøgum og hansara sessi í vísindabókmentum Minnisins áhaldni, 1931, eftir Salvador Dali. Eins og Ballard hevur Dali í sínum verkum roynt at viðgjørt 20. aldar broyttu tíðarhugmynd Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002 9 bólkar, eyðmerktir av ymiskum litum, sum samsvaraðu litunum á pinnum og atgongumerkjum. Hvønn dag var ein tíðarætlan kunngjørd, sum skilaði til, nær og hvar ein kundi fara á post- húsið, í bankan osfr. Tann kom- pleksa skipanin varð stýrd úr erva av tíðarmálaráðnum, og á høvuðstorginum mitt í býnum hekk ein risastór meginklokka við fimm pinnum, sum øll onnur kronometur rættaðu seg eftir. At enda bleiv mótsøgnin millum tað fløkta, tíðarstýrda samfelagsliga gonguverkið og menniskjans frælsistørv ov stór. Tíðin, sum var tænari, gjørdist, eins og staturin hjá Lenin, til ein so strangan harra, at menniskjan ikki fekk vent sær. Fólkið gjørdi uppreistur, og klokkur vóru hereftir bannhalgaðar. Søgan endar við, at Conrad, sum við sínum klokkufjepni ger seg inn á tær nýggju tíðarlógirnar, verður dømdur til 20 ára fongsul. Í søguni “The Garden of Time” er viðgerðin ein heilt onnur. Axel greivi og kona hansara búgva í einum húsum, sum eru bygd í palladianskum sniði, og sum tykjast at standa í einbýli. Uttan um húsini eru fjøll, sum eru hægst uttast í sjónarringinum og lækka sýn av sýn inn ímóti einum slætta. Langt burturi síggja hjúnini ein veldugan her av barbarum, sum nærkast fyri hvønn dag sum gongur. Men í urtagarðinum niðri undir terrassuni veksa tíðarblomstrini. Hvørja ferð Axel hentar eina blómu, og hon sleppir sínum ljósi og tíðar- krústallin bráðnar, verður tað mentunarleysa harkaliðið á tindunum uttanfyri rikið nakað aftur. Tíðarblomstrini megna, ikki bara at steðga tíðini, men at venda tíðarrákinum. Rithøv- undurin lýsir tey soleiðis: Blómurnar vóru umleið seks føtur til hæddar, teir mjávaksnu stelkarnir, sum hvør bar tólv bløð, mintu um glasstengur. Bløðini, ið mintu um pálmabløð, høvdu fyrr verið glær, men vóru nú kámað av teimum steinrunnu æðrunum. Ovast á hvørjum stelki var tíðarblomstrið, til støddar sum eitt steyp, tey óskygdu uttaru krúnbløðini umgyrdu krústall- hjartað. Gimsteinaglansurin rúmaði túsund andlitum, krústallin sýntist at súgva alt ljós og alla rørslu úr luftini. Í tí blómurnar spakuliga leiftraðu í kvøldarlotinum, glógvaðu tær sum flammunomin spjót. “Kronopolis” og “Tíðarinnar urtagarður” eru dømi um breiddina í tíðarviðgerðini hjá J.G. Ballard. Í tí fyrru fram- skrivar høvundurin vandamál í tí modernaða stórbýnum, sum m.a. standast av eini andsøgn millum øðrumegin eina vaksandi saman- tyrping av menniskjum og hinu- megin ein vaksandi tørv á hent- leikum. Tann seinna er eitt kosmiskt ævintýr, ið sessar Ballard undir liðini á modern- aðum ævintýrsmiðum sum H.C. Andersen, Oscar Wilde og Ray Bradbury. Onkur hevur ført fram, at evnið í hesi søgu er entropi, eitt fyribrigdi eg fari at taka uppaftur í triðja og seinasta parti av hesi ritroynd. “The Garden of Time” er eftir mínum tykki tann bæði einfaldasti og vakstrasti teksturin hjá Ballard. Hon kann samanberast við ta stórfingnu “Light of Other Days” eftir Bob Shaw, sum hon evnisliga er skyld við. Ta mest framkomnu og hug- takandi tíðarviðgerðina hjá J.G. Ballard finna vit kortini í meist- araverkinum “The Voices of Time”. Søgan fer fram á onkrum slag av vísindaligum setri, sum er bygt tætt við eitt vatn. Á setrinum eru bæði klinikk og starvsstovur, umframt hús hjá starvsfólkum og vísindafólkum at búgva í. Høvuðspersónar í søguni eru nervaskurðlæknin Robert Powers og lívfrøðingurin Whitby. Sum heild tykist søgan at vera ein roynd at lýsa menn- iskjans royndir at glímast við ella at sættast við – ella at rísa upp um - lívfrøðiligar og kosmiskar blindgøtur. Tær vísindaligu royndirnar miseydnast fullkomi- liga, tær poetisku ella mysticist- isku tykjast at hýsa einum sindri av vón. Baksýnið fyri tí, sum hendir í søguni, og sum fer fram á setrin- um, er lutvís fyribrigdið entropi, og lutvís, og kanska tengt at tí fyrra, eitt slag av alheimligum andaleypi. Ein kólnandi sól hevur við sær økt geislavirkni, sum so aftur m.a. elvir til, at menniskjuni sova meira, og at nøkur lúta fyri einum langtíðar svøvnsyndromi. Samstundis boða signal frá Canes Venatici frá, at alheimurin nærkast endanum. Lívfrøðingurin Whitby hevur havt eitt grun um, at menniskjans sokallaðu “sovandi ílegur” kunnu hýsa onkrum guddómligum boðskapi, og at tað tí, nú so nógv leikar á, ræður um við geislan at gera hesar ílegur virknar. Hansara royndir við hesum hava vanlukkuligar avleiðingar. Whitby tekur seg av døgum, men høggur fyrst eina jungska mandalu í botnin á einum svimjihyli. Robert Powers verður meira og meira bergtikin av hesum gátuføra tekini og stoypir til endans sjálvur eina mandalu av sama slag. Mandala- tekinið tykist í søguni at umboða eina eysturlendska roynd at koma á tal við alheimsins ósæddu maktir. “Tíðarinnar røddir” er, bæði hvat viðvíkir sniði og tematikki, eitt stórfingið dømi um, hvussu sf-bókmentir, frá at vera ein ofta innantóm malan rundan um eitt nú tíðarmaskinur og – meira og minni óinteressant - rúmdar- menniskju, kunnu hevja seg upp undir liðina á tí bókmentaliga meginrákinum. Søgan lýsir menniskjans støðu yvir av alheiminum og sigur bæði frá svartskygni og bjartskygni, misáliti á skynsemi og ratio, áliti á ta intuitivu, skaldabornu leiðina. Tað ítøkiliga gráa betongið umskapast til eina kosmiska mandalu. Tíðarvið- gerðin kemur til sjóndar móti endanum á søguni, tá tann (kvasi)vísindaligi rithøvundurin J.G. Ballard má víkja fyri yrkj- aranum. Robert Powers sessast í síni kosmisku ímynd, og sum hann smýgur út úr tí liniera tíðarfongslinum, hoyrir hann røddina frá Canes Venatici: Sum ein endaleys á, so breið, at hennara bakkar vóru handan sjónarringin, floymdi hon ótarnað ímóti honum, ein ómeta- lig tíðarflóð, sum breiddi seg úteftir, til hon fylti himmalin og alheimin og sveipti seg um alt sum var í teimum. Hon rann makliga, ein nóg illa varnaðist ferðina á hennara tignarliga ráki, men Powers visti, at henn- ara kelda var sjálvt alheimsins upphav ... Rundan um hann kámaðust umgerðirnar á fjøllun- um og vatninum, men mandala- myndin dagaði áhaldandi fyri eygum hansara, sum ein kosmisk klokka, ið skygdi á ta breiðu vatnskorpuna á ánni. Meðan hann alsamt stardi at henni, føldi hann sítt likam spakuliga loysast J. G. Ballard Framhald á síðu 10 C M Y K 31 30