leygardagur 13. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 13. apríl 2002
33
10
Sosialurin Nr. 70 - 13. apríl 2002
CNN, BBC, DR, TV2, ÚF,
SVF og allar aðrar
tíðindastøðir í heiminum vísa
tær somu myndirnar, og tosa
um ta somu hendingina.
Myndirnar frá teimum
deyðadømdu tvíburða-
tornunum í New York ganga
heimin runt og allur heimurin
heldur andanum, tá ið tað
óhugsandi hendur. Tornini
rapa og Amerika er farið í
hernað. Í hernað ímóti
yvirgangi. Nostradamus
verður dustaður av og nærlisin
enn einaferð. Og sjálvandi
hevur hann spátt, at World
Trade Center fór at falla.
Undirgangur heimsins er nær.
Ein lítil detalja, um at gamli
Nostradamus ikki hevur
skrivað nakað um tornini,
gleppur ímillum. Men skaðin
er hendur og heimurin er
ótryggur.
Fáar mánaðar seinni skal eg
til San Francisco at lesa. Tað
hendi meira enn einaferð, at
onkur hugdi eitt sindur skeivt,
tá eg segði, at eg skuldi til
USA. Eitt eygnakast, sum
segði, at eg kundi ikki vera
rættsiktaður at fara til
Amerika, har er jú kríggj!
Síðani er Taleban-stýrið fall-
ið, Osama Bin Laden er sum
sokkin í jørðina, meðan her-
menn hansara berjast til
seinasta mann í Afghansku
fjøllunum. George W. Bush og
Colin Powell royna at sløkkja
bálið í Miðeystri.
Eg var eitt sindur spentur at
vita, hvussu skilið fór at vera,
tá eg kom til USA.
Trygdartiltøkini vóru jú herd
munandi um allan heimin, nú
skuldi tú checka inn 2 tímar
áðrenn fráferð og ferðafólk
skuldu fyrireika seg til at vera
kannað í høvur og enda.
Aftaná eina langa flogferð
kom eg so endiliga til San
Francisco International
Airport og skuldi framvið
einum grummum manni inni í
einum lítlum glasbúri. Men
hvussu var og ikki, aftaná at
eg hevði skrivað tað, sum eg
skuldi, var eg latin inn í
landið. Uttan at fara úr
klæðunum, uttan, at kuffertini
vóru kannað og uttan at onkur
maður kom undan einum
glasveggi og bað um at tosa
við meg undir fýra eygum.
Tað er eingin ivi um, at
yvirgangsálopið hevur sett síni
djúpu spor í amerikanska
fólkið. Tað hevur nærum ikki
verið dagur har 9/11, sum
amerikumenn rópa dagin, varð
nevndur. David Letterman, Jay
Leno og hinir
sjónvarpsvertirnir hava
framvegis onkrar skemtisøgur
um Osama Bin Laden, og fólk
kunnu ikki semjast, hvat skal
gerast við Ground Zero. Skulu
tornini endurreisast, skal økið
verða ein minnisvarði ella
hvat? America open for busi-
ness skelti eru í hvørjum
handilsrúti og flest allir
amerikumenn vita nú, hvar
Afghanistan er.
Men líka síðani, at George
W. Bush endaliga kundi siga,
at tað var Osama Bin Laden,
sum hevði ábyrgdina, hevur
kríggið ímóti yvirgangi verið
eitt rímiliga dult kríggj.
Tíðindamenn hava sera torført
við at sleppa framat
hermótinum og í USA er
dagligdagurin komin aftur.
Einans eitt hálvt ár aftaná
,at David Letterman varð
heiðraður fyri at halda fram
við skemtisendingini hjá sær
dagin aftaná herviliga álopið,
er størsta søgan í USA, at
hann møguliga flytir frá CBS
sjónvarpsstøðini til
kappingarneytan ABC. Bløð-
ini eru farin at tosa um sjón-
varpið aftur. Hvør vinnur Sur-
vivor - tað er amerikanska út-
gávan av Robinson - ella
hvørja av teimum 25
giftingarhugaðu kvinnunum
fer einsamalli hanin í The
Bachelor at velja. Enron gølan
og sváru trupulleikarnir við
kynsligum yvirgangi í
katólsku kirkjuni fáa ta rúmd í
fjølmiðlunum, sum slíkar
søgur eiga. Sterku kenslurnar,
sum brendu í amerikanska al-
menninginum í vikunum og
mánaðunum aftaná 11. sep-
tember, eru ikki so eyðsýndar
longur. Tá ið Oscar stand-
myndirnar vóru latnar herfyri,
varð nógv tosað um, hvussu
verturin Whoopi Goldberg fór
at megna at lata vera við at
tosa um svarta týsdagin.
Opna sárið í amerikanska
fólkinum er um at lekjast, men
minnið verður ikki gloymt. Á
sama hátt sum the Day of
Infamy, álopið á Pearl Harbor,
framvegis livir í amerikanska
minninum, fer minnið um 11.
september 2001 at liva.
Men um støðan er so ring
nú - meira enn eitt hálvt ár
aftaná - sum New York Times
og nógvir aðrir við teimum
skrivaði 13. september, so er
tað torført at merkja her í
America. Er talan veruliga um
triðja heimsbardaga, so er
hesin heimsbardagin
annarleiðis enn hinir, sum
undan fóru.
Eitt stríð, sum fáir servandir
amerikanskir hermenn skulu
taka sær av langt heimanifrá.
Fjarari, men ikki gloymt
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Høgni í Jákupsstovu, San Francisco, hojak@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
upp, tess kropsligu dimensjónir
runnu saman við tí ómetaliga
samfelda streyminum, sum rak
hann út í miðjuna á tí velduga
flógvanum ... oman eftir
ævinleikaáar breiðkandi víddum.
Í fyrsta parti av hesi ritroynd
varð nevnt, at J.G. Ballard er
ávirkaður av surrealistiskari
myndlist. Hetta sæst m.a.
týðiliga, um ein hyggur at,
hvussu hann í summum av sínum
søgum roynir at relativisera
sjálvt tíðarhugtakið. Nakrir av
surrealistunum, eitt nú bæði de
Chirico og Salvador Dali, taka
tíðina til viðgerðar í sínum
verkum, sum sæst av eitt nú
teirra “tíðleysu” landsløgum og
teirra áhuga fyri urum og
klokkum. Dali las ein hóp um
bæði støddfrøði og alisfrøði, og
hann roknaði Einstein sum eina
av sínum mætastu fyrimyndum.
Ein eigur at gera sær greitt, at
listafólk sjáldan hava veruligt
vísindaligt innlit, men at summi
teirra eftir førimuni, og á sín
hátt, royna at viðgera t.d.
alisfrøðilig framstig. Tey bleytu
urini hjá Dali eru hansara máti at
geva relativitetsástøðinum hjá
Einstein myndlistarligt útlát. Í
stuttsøguni “The Terminal
Beach”, sum helst er eitt av
Ballards høvuðsverkum, finna
vit vendingina “kvantisk tíð”
(quantal time). Traven, høvuðs-
persónurin í søguni, roynir at
sættast við – og fáa sálarbót fyri
– eitt kjarnorkukríggj, eitt
alheimligt armageddon, sum eftir
vanligari tíðarrokning ikki er
komið. Við “kvantiskari tíð”
tykist Ballard, sum eisini í “The
Voices of Time”, at sipa til eitt
hugtak, har tíðin ikki longur er
ein teinur, myndliga lýst við
tíðarpílinum, men har fortíð og
framtíð flatna og onkursvegna
renna saman.
Um vit nú taka tráðin uppaftur
– um gávuna hjá Cro-Magnon-
menniskjanum at skapa symbol –
so er J.G. Ballard ein rithøvund-
ur, sum við óvanligum medviti
og konsekvensi arbeiðir við
ímyndum. Hansara ímynda-
heimur er óvanliga rúmur og
fevnir lutvís um algongd symbol,
men úrvalið, endurtøkurnar,
samansetingin og mátin hann
brúkar ímyndirnar uppá geva
symbolistinum og imagistinum
J.G. Ballard sítt heilt serliga
merki. Rósa og lilja, ravnur og
dúgva, hesar og aðrar ímyndir
eru kendar úr klassiskum
bókmentum og ganga aftur hjá
nútíðar rithøvundum. Eyðkent
fyri Ballard er, at hann, umframt
at geva lutum og kyktum úr tí
gamla heiminum sess í síni
illumineraðu bókmentaligu
kirkju, tykist at hava trároynt 20.
aldar funktionalistiska og
surrealistiska gerandisdag, okk-
ara byggilist, ferðslutól, vápn,
hentleikar, allar okkara tøkniligu
formar. Tann niðurlagdi svimji-
hylurin í “The Voices of Time”,
bumbuskýlini í “The Terminal
Beach”, marghæddaðar bilparkir,
yvirvaksnar futuristiskar vega-
samankomingar og rundkoyr-
ingar – nútíðarmyndir sum hesar
verða í ritverki Ballards til
emblem. Tað er nakað merkiligt
og grípandi við hesum sofistiker-
aða rithøvundinum, sum hevur
búð meginpartin av sínum lívi í
Shepperton uttan fyri London, og
sum framvegis megnar at hyggja
at teimum tornum og
rimaverkum úr stáli og betongi,
sum eru okkara gerandisdagur,
við barnsins undrandi eygum.
Hvat merkja hesar ímyndir? Í
fyrsta lagi vita vit frá høvund-
inum sjálvum, at hann fatar
okkara modernaðu futuristisku
formar sum frávarp runnin úr
menniskjans sál, sum mental
landsløg. Haraftrat kann ein og
hvør, sum bara brúkar gonguvit,
skjótt koma eftir, at ein ávís
angist er knýtt at okkara modern-
aðu stremban, vit byggja okkara
risaskip og okkara veldugu
snarflogfør – bæði Titanic og
tann supersoniska flúgvaran –
við einum frískligum sjálvsáliti,
men samstundis anir í okkara sál
ein platonskur nemesisótti,
minnið um tað hástóra Atlantis,
sum gudarnir lótu søkka í eini
veldugari vatnflóð. Ein farri av
hesi angist streymar gjøgnum
ritverkið hjá Ballard, og sum
lýsari av tí modernaða vanlukku-
óttanum – sum vit í dag síggja
lýstan, á løriftinum, av
hundraðtals vatndeyvum og
dygdarsørum sápuoperum - er
hann helst eitt fitt petti undan
síni tíð.
Umframt tær ímyndir sum
longu eru nevndar, finna vit í
skaldsøgunum og stuttsøgunum
hjá Ballard eitt nú: avlagdar
flogvøllir, útvarpsteleskop, sand-
heyggjar, deyðar fiskar, gággur,
skriðdjór, sorlað rúmdarskip,
tómar býir, bygningar undir í
vatni ella sandi, tyrlur, kroko-
dillur, uttandura biografar, tóm,
hvít hotell, koralloyggjar osfr.
Ballard-serfrøðingurin David
Pringle hevur í einum gitnum
essay viðgjørt hetta ímyndaliga
universið. Hann leggur í síni
grein dent á, at Ballard er ikki
ein stívrendur, didaktiskur
høvundur, sum við fremstafingri
á lofti vil fortelja sínum lesarum
sannleikan um lív og deyða, men
at hann nettup er skald, og at
hansara ímyndaheimur av tí
sama er margtýddur og gátu-
førur. Hansara niðurstøða er
kortini, at talan er um eina
stigskipan (eitt hierarki) av
ímyndum, sum allar leysliga
kunnu savnast undir fýra megin-
symbolum, sum eru: hav, sandur,
betong og krystall. Hesar
høvuðsímyndir tykjast aftur at
vísa til fýra univers: fortíð, nútíð,
framtíð og ævinleikan.
Til seinast í hesum parti fari eg
stutt at nema við tað fyrsta av
hesum universum. Ímyndirnar í
skaldsøguni The Drowned World
siga frá einum drátti aftureftir
móti tí havi, haðani alt lív
upprunaliga er sprottið, og tí
vatni, sum er grundin undan
menniskjans fyrstu mentanum,
eitt nú teirri egyptisku og
ríkinum rundan um Eufrat og
Tigris. Talan tykist at vera um
ein vatnlongsul, sum lutvís
verður lýstur sum eitt slag av
lívfrøðiligum bakráki, ein
afturvendan til eitt farið søguligt
stig, og lutvís sum ein sálarligur
rangdráttur, eitt slag av menn-
ingarligari regressión. Hetta
seinasta fyribrigdið verður,
meistarliga og samstundis sera
óhugnaliga, lýst í stuttsøgum
sum “Mr F. Is Mr F.”, “Now
Wakes the Sea” og “The
Gioconda of the Twilight Noon”.
Framhald av síðu 9
Sethús og jørð í
Trongisvági til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður við hesum lýst til
sølu:
Matr.nr. 129
• Uttangarðs 4 gl. í Ranghaga, umframt 13.738 m2
innangarðs í 3 lutum, harav tann eini luturin er
uml. 9.000 m2 við ástandandi sethúsum frá mið-
skeiðis í 1990unum. Sethúsini eru í einari hædd á
120 m2, umframt kjallari á uml. 35 m2, »krúpikjall-
ari« á uml.40 m2 og uppíbygt seyðahús á uml.66 m2
íroknað 2 súrhoyggjbrunnar. Við sethúsini er eis-
ini inngyrdur havi og hjallur/høsnarhús á uml.18 m2.
Matr.nr. 128a
• Traðarstykki á 2.858 m2.
Matr.nr. 16a
• Innangarðs tilsamans 8.582 m2 í 2 lutum,umframt
1 gl. í Ranghaga.
Matr.nr. 17a
• Innangarðs 1 lutur á 6.189 m2, umframt 1 gl. í
Ranghaga.
Matr.nr. 95d
• Traðarstykki á 3.665 m2.
Ognirnar verða seldar undir einum ella hvør sær.
Áhugaði verða biðin um at venda sær til:
Advokatfirma Annfinn V. Hansen
Annfinn V. Hansen
Advokatfirma
Bryggjubakki 22 • postrúm 106 • FO-110 Tórshavn
Tel.: 359595 • Fax: 359596 • e-mail: lawyers@post.olivant.fo
Pedagogar
til Dagstovnin
á Argjum
Søkt verður eftir 1 pedagogi til stovu við 12 børn-
um í forskúlaaldri 6-7 ára gomul, at byrja 1. juni
2002 ella eftir nærri avtalu.
Eisini verður søkt eftir 1 pedagogi til vøggustovuna,
at byrja 1. august 2002.
Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvsognarstovnur. Á
stovninum ganga 72 børn og samanlagt eru vit 18
starvsfólk.
Á stovninum eru fýra barnagarðstovur og tvær
vøggustovur, har tann eina barnagarðsstovan er
ein serstova har vit samskipa deyv og tunghoyrd
og hoyrandi børn.
Á hvørjari stovu ganga 12 børn.
Vøggustovan hevur tætt samstarv við serstovuna,
og má viðkomandi hava áhuga í hesum serøki.
Vit ynskja, at tú saman við okkum skapar eitt um-
hvørvi fyri børnunum og foreldrunum, har tey
kunnu trívast og mennast.
Somuleiðis, at tú ert nýhugsandi og hevur ábyrgd-
arkenslu. Harumframt ynskja vit, at tú ert virkin á
stovninum við atliti at víðariútvikling av hesum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmál-
anum millum Føroya Pedagogfelag og Føroya
Landsstýri.
Ynskir tú at vita meira um starvið,kann tú seta teg í
samband við Gudrun W. Rasmussen, leiðara á tlf.
319019 ella 219019.
Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í
seinasta lagi 11. mai 2002.
Íslendskur
lestrarstuðul
Íslendska Mentamálaráðuneytið bjóðar einum før-
oyingi stuðul (62.400 ísl.kr.um mánaðin í 8 mánað-
ir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á
heimspekideild Háskóla Íslands lestrarárið 2002/03.
Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentinum
verður útvegað innivist á studentagarði, og húsa-
leigan verður goldin av studninginum.
Námið byrjar 1. september og endar 1. mai.
Umsóknir skulu vera Setursskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi mikudagin 17. apríl 2002. Umsóknar-
blaðið fæst á Setursskrivstovuni.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
Postboks 272
FO-110 Tórshavn.
Tlf. 315302
Fax. 318929.
Framsýning
Málninga- og handarbeiðsframsýning verður í
Ribarhús í Fuglafirði fríggjadagin-sunnudagin 12.-
14. apríl kl. 15.00-19.00.
Sunnudagin kl. 16.00 verður tónleikur við Fugla-
fjarðar Musikkskúla.
Fuglafjarðar Kvøldskúli
Starvslýsing
Í samband við, at Fuglafjarðar Mentanarhús alment
verður tikið í nýtslu 8. juni, verður hervið lýst eftir
dagligum leiðara til húsið og kokki at reka matstov-
una sjálvstøðugt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Sjónleikarafel-
agið.
Umsóknir skulu vera felagnum í hendi innan 1. mai
2002.
Við mentanarkvøðu
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Postsmoga 14
530 Fuglafjørður
tlf. 214951 ella 211180
Køksassistentur
Søkt verður eftir avloysara fyri køksassistent í barns-
burðarfarloyvi frá 01.06.2002 til 03.08.2002 1,0000
tí og frá 01.09.2002 til 31.03.2003 0,7000 tíð.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
Økonomafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til
økonomuna tlf. 455463 lokal 202.
Umsókn við avriti av prógvi verður at senda til
Umsjónarmannin
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 10.05.2002.
Klaksvíkar Sjúkrahús
700 Klaksvík
Maskinmeistaraskúlin
Undir Krákugjógv 5
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tlf. +298 312661 Fax. +298 318545
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Skeið til
Kølimontør (trin 1)
Innihald: Høvuðseindir í køliútbúnaði.
Fordamparar, kompressarar og kondensatorar:
Slag, uppbygging og virkisháttur.
Regulering og stýring av køliútbúnaði.
Mek. og elektroniskar reguleringseindir.
Umhvørvið. Árin av kølievnum.
Lóggeving innan køliútbúnað:
Kølebekendtgørelsen og aðrar kunngerðir.
Fortreytir: Skeiðluttakarin skal í minst 2 ár hava
starvast í góðkendum kølivirki við uppsetan,um-
væling og royndarkoyring av køliskipanum.
Dagar: Skeiðið byrjar hósdagin 18. apríl 2002 og
verður hvønn hósdag fram til 6. juni, tá roynd
verður.
Kostnaður: kr. 9.500,- incl. roynd
Skeiðstað: Maskinmeistaraskúlin, Undir Kráku-
gjógv 5.
Luttakaratal: Í mesta lagi 8.
Tilmelding: í seinasta lagi mikudagin 17. apríl
2002 á tlf. 312661 ella fax 318545.
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
C
M
Y
K
33
32