Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-04-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 1951síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

17. apríl 1951 FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR | FÆROSK MARGARINE VITA No 1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT ? Tað eru roykpylsurnar ið duga tær frá HOULBERG | | | nakar po Gee KI SAR NRA YVIR: 1. trolari 8. pretin 9. tvingsul 11. heidur B | STÓRHENDING 12. nevndist 13. streymur 15. gentunavn 17. einsamøll 19. bardagi 20. flat 22. livir 23. einsamall 26. gudar 27. í húðaskóm 28. trolslog. NIÐUR: 1. kendur politikkari 2. tóni 3. sáð 4. orusta 5. seg. navn (hvørsf.) 6. ókend- ur 7. í vindeygum 10. glaður 12. hol 14. dugandi 16. óði 18. bróta 21. reimir 24. er 25. hevur tíð 26. fekk sær. — 7— e Umboð: mm IA N JÁ på SE / N 7 Pi Br N BY Á OF | 5) FER VI fj (5) 4 Tórshavn . tlf. 8 —— Máltráð nr. 4 Bilig og haldg 68 . í rØT til rennur og || Matligt er, og væl rýkur, tá ið hurðin verður gloppað inn í royk- rúmið hjá Houlberg, har hundrað- tals nossligar roykpylsur hanga lið um lid til at. búnast“... HOUL- Innan Sameindu tjóðirnar hevur staðið stór træta um støðu MacArthurs í Fjar-Eystri. So skjótt sum Kristian Fyrsti kom til Washington, varð trætan loyst. MacArthur varð frákoyrdur. B. Mortensen Føroya Bjór Øl- og Mineralvatnsvirki FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL BERGs roykpylsur eru gjørdar av fyrsta flokks tilfari, vælkryddradar, vælsaltaðar og vælbúnar ... $. HOULBERG ”; KØDBYEN PRISFALL Leyslig tidindi vilja vera vid, al stórt prisfall er farið fram á brerni- víns-svartamarknaðinum. Fløskan er komin niður í 15 kr. stk. Hvør orsøkin er, veitst ikki. Einki varð nevnt um studning tl svarta- marknaðin í kunngerðini frá landsstýr- inum um studning til neyðsynjarvørur. ROTTUFELLAN Ein dygda genta rennur ikki eftir mannfólki; men ein rottufella rennur heldur ikki eftir rottunum, fyri at fáa fatur á teimum. ?Jdni Smiðju- og maskinverkstadur KØBENHAVN $ Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada septiktankar Appolinaris Á ok hjá Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda utogen-elektrosveising. Poul Arne Poulsen kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur! Máltr. 83, Klakksvík. Tlí. 81. Tvøroyri se EINAR WAAG ku. | AÐ eru bert tvey rúm í Ketilshúsi, stovan og roykstovan. Í út- undirgerðini niðan móti fjallinum eru fýra koyggjur, tvær í hvørjum rúminum. Í aðrari stovukoyggjunni liggja hjúnini og í hinari Kálvur. meðan roykstovukoyggjurnar vóru til at goyma í. Men áður heyði verið sovið í teimum eisini. Ketil og kona áttu 11 børn, onkustaðni skuldu tey búleikast. Nú var so rúmsátt, tí alt var útgift uttan tað yngsta, Kálvur. Morgunin eftir at grindin var komin til høldar, liggja feðgarnir fram á stokk og skráa. Tað er komið út á dagin, men teir liggja og hvíla seg aftan á vásið. Ein ketlingur situr á gólvinum og spælir við skeggið á Ketli, sum hongur niður við stokkin. Kálvur liggur við fløskuni, teir fingu frá doktaranum, í hondini og hyggur at seðl- inum, hann heldur hann vera so vakran. Frammi á gólvinum stend- ur »ilatid«, upp ímillum toyggja teir hálsarnar og spýta í tað. >Pápin, hevur nakrantíð so nógv grind verið í húsinum?< spyr Kálvur. >Nei, ikki nær ella náminda. Tað er so nógv, at øll systkini hjá tær kundu fingið burturav — nú eru teir ikki heima at fáa sær nakað sjálvir — men hvat? Ég fái ikki eitt oyra frá teimum fyri tað. Og so tað sum verri er: Tey eru sum kúgv í mýri, fær hon hjálp, ger hon einki sjálv. So eg tori ikki at anda at teimum. Og mamma tín hevði bitið høvdið av mær, hevði eg latið sonarkonurnar drigið grindina burtur<. Tað var sovorðið óljóð uttan um húsið. Tað vóru abbabørnini. Nú ið grindin var komin, gloppaðist ikki fyri teimum, sum tey troðkaðu á at biðja grind. Men tey mettaðust ikki. Kálvur tekur um bukin: >Pápin, eg meini, eg eri so svangur<. >Íðan. eg skal fara uttar at fáa okkum ein grindabita, Mamma tin fór eftir torvi; tá ið hon kemur aftur, fáa vit ein munn av heitum frá henni«. Ketil fer uttar í roykstovuna, trogið stóð á einum leypi á gólvinum við tí sum eftir var av seinastu kóking. Men tá ið hann kemur uttar er eingin grindabitin eftir, og tað er sovorðið rumbul á takinum. Tá ið hann hyggur út ígjøgnum vindeygad, sær hann trettan abbabørn liggja og berjast um grindina niðri í bønum, tey høvdu fiskað sær hana upp ígjøgnum ljóaran. Tá illskaðust feðgarnir og fóru uttar í roykstovuna at drekka mjólk, men tað var nú ikki tað sama, sum at fáa ein bita av ferskari grind. Konan kom aftur við torvinum og fannst at teimum, at teir høvdu kálað alla grindina, ið eftir var: >Tit eta heming á tykkum, helt hon. >Hevði tað verið so væl, tað vóru vit«, suffaði Kálvur. Tá ið konan hoyrdi, tað vóru ommubørnini, tók hon eina litinga- sneis og jagstraði alt burtur úr túninum: >Lat meg ikki síggja tykk- um aftur fyri eygum, tykkara bartrog«. Men tå ið hon kom inn aftur, tókti henni synd í teimum. og hon setti sær fyri at kóka nógv til teirra á døgurðamáli. >Gud náði tey, hvat skulu tey annað enn fjeppast uppi í veiðini? Páparnir liggja úti á sjónum og kunna einki fáa burturav. Dagarnir gingu við hoyggingararbeiði, men tað sást lítið eftir, tí terrin var so ringur, og arbeiðið fýsti teimum ikki. Tað var henda grindarokningin, ið mól í høvdinum á teimum. Konan var verst. Hon kastaði feðgunum fyri, at nå hovdu teir komið húsinum út á sjógv, tí tey áttu ikki fyri grindarokningina, tey komu í skuld, tann størsta skomm, ið kundi ganga yvir tey, at vera skuldareyvar. Og hon græt í stórum. , Ketil gav henni rætt, hetta var ein sorgarstandur, helt hann: >Men bíða nú, handa gamla hjá mær. Vit hava tikið so mangt tungt takið saman, ikki er tad sagt, vit benda ikki hetta av okkum við<. Hann spílar varrarnar út undir skegginum og kyssir konuna. Men tá rodnaði Kálvur, tí hetta var beint úti á slætta bønum, so Gud og hvør maður sá. Konan læt seg ikki ugga, segði, hon sá ongar útvegir: >Vit, sum iki okkara lívføddu dagar hava borgað peningsvirdi, nú á gamalsaldrinum at koma i óbótaliga skuld, fáa 270 krónur at dragast við<. Men tá keddist Ketil av henni, stakk munnin fullan av blá- kardús og bað hana halda upp at við hasum: >Tí soleiðis verður einki burturúr. Landsynningur regnar og tú grætur, hvussu skal so eitt hovstrå fáast turt?« NES