Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Í skrivandi stund er ógreitt, um landsstýris- maðurin Signar á Brúnni, heldur fram sum landsstýrismaður, ella um hann leggur frá sær. Í gjár frættist, at Tjóðveldisflokkurin var komin til ta niðurstøðu, at Signar á Brúnni eigur at leggja frá sær. Men velur løgmaður ikki at siga landsstýrismannin úr starvi, má hann sjálvur avgera, um hann fer frá ella ikki. Ikki kann hugsast, at Signar á Brúnni heldur, at hann eigur at leggja frá sær við tí grund- geving, at hann útvegaði Sjónvarpinum pen- ing, so Sjónvarpið kláraði at gjalda starvs- fólkunum løn fyri juli mánað í fjør. Tá hetta fór fram síðsta summar, segði landsstýrismað- urin, at landsstýrið hevði skyldu at gjalda starvsfólkum í almennum starvi løn, og at tað var tað, sum hann gjørdi, eftir at hava ráðført seg við sínar embætismenn. Og millum em- bætismenninar eru bæði løgfrøðingar og fíggj- arfrøðingar. Men taka vit niðurstøðuna hjá løgtingsgrann- skoðarunum, so eru tey átta punktini ein lemjandi atfinning, sum ikki kann fara aftur við borðinum. Og so er spurningurin, um tað er nóg mikið við einum nefsi ella átalu. Ella um atfinningarnar eru so grovar, at løgmaður heldur, at Signar á Brúnni ikki eigur at halda fram í landsstýrinum. Tað er óivað tann av- gerandi spurningurin, tá hesar reglur verða skrivaðar. Hinvegin, avger Signar á Brúnni at fara sjálv- boðin, ella um løgmaður avger at loysa hann úr starvi, so skal fyri at gera myndina meiri fullfíggjaða eisini sigast, at tað kann eisini setast spurnartekin við avgerðir ella vantandi avgerðir hjá øðrum landsstýrisfólkum. T. d. varð harðliga funnist at Finnboga Arge í sam- band við málið um landsverkfrøðingin, Henn- ing Jacobsen. Spurnartekin er eisini sett við rættleikan í framferðini hjá Helenu Dam á Neystabø í samband við sparingar á Lands- sjúkrahúsinum, tá Jákup Mørkøre varð sagdur úr starvi. Tá alt hetta er sagt, skal kortini leggjast afturat, at tað skerst ikki burtur, at politiskt óveður hevur verið um Signar á Brúnni ein stóran part av hesum valskeiði. Hann hevur havt trupulleikar við fólkaskúlanum. Neyðugt varð við eykajáttan, tí talið av flokkum gjørdist óvæntað stórt, men tá avtornaði vaks floks- talið kortini bara ein part av metingunum. Trupulleikar hava verið við studentaskúlanum. Málið um Múrin í Kirkjubø er ikki loyst. Lands- stýrismaðurin kom ikki væl frá málinum um kirkjulógirnar og fekk beinleiðis misálitsváttan frá samgonguni. Og at enda er fólkaskúlin kastaður út í ein arbeiðssteðg, sum vit kundu verið sloppin undan, um Undirvísingar- og mentamálastýrið og Fíggjarmálastýrið høvdu dugað at tosað seg til rættis um kostnaðin fyri nýggju fólkaskúlalógina. Tí er kanska spurningurin, um Tjóðveldisflokkurin ikki held- ur, at onkur eigur at loysa Signar á Brúnni av í landsstýrinum, so friður fæst í hesum av- gerandi tíðarskeiði. Signar — og hvussu við hinum? Oddagrein Viðmerking: Lærari í 40 ár Frá fyrsta degi – í øll hesi árini sum lærarsi, møtti tú fólki, ið høvdu hin vælkenda ironiska hurburðin: góðalív, altíð frí o. s. fr. Mín samvitska kann, og hev- ur altíð kunna givið eitt greitt aftursvar, ið altíð endaði við hesum orðum frá fólki: »Nei, lærari, tað hevði eg hóast alt ikki viljað verið«. Men sjálvur, so havi eg haft eitt gott lív sum lærari. Jú, tað er eitt serligt, og ofta sera strævi arbeiði. Tú ar- beiðir dag og dagliga við livandi barnasálum, ikki bert sum undirvísari, men í stóran mun verður tú eisini noyddur inn á tað sosiala økið. Arbeiðið kann ikki gerast upp sum eitt vanligt starvs- og verkamannajob frá kl. 8 til 17. Eg havi ongantíð kent til nakað annað enn, at lærara- starvið hevur verið minst eitt 12 tíma starv. Aldrin havi eg sagt við næmingar ella foreldur, ið ringdu um kvøldarnar til mín: eg kann ikki tosa við tykkum, tí hetta er uttan fyri arbeiðstíðina!!! Aldrin havi eg avvíst slíka samrøðu. Tá eg byrjaði sum lærari í 1958 høvdu vit 36 tíma undirvísing um vikuna á 50 min. Krøvini vóru tá so mik- ið annarleiðis. Tíðirnar broyttust og so- leiðis broyttist eisini krøvini so við og við. Sum lærari kundi tú ikki arbeiða uttan so, at tú hevði fullan áhuga fyri tínum læru- greinum og fyri tínum næmingum - ein ærusak. Og soleiðis havi eg altíð kent mínar arbeiðfelagar. Jú, krøvini komu inn á okkum so spakuliga, so sníkjandi – tú tókst alt sum givið, hoyrandi til starvið. Tó broyttist bundna ar- beiðstíðin frá 36 tíma viku niður í 27 tíma viku. Arbeiðssetningurin varð stungin út eftir eini fólka- skúlalóg og tí lesiætlan, ið fylgdi við. Hesum havi eg arbeitt eft- ir øll hesi árini, og havi vit- að, hvat var kravt, eg skuldi røkka hvørt einasta ár. Havi ikki tal á hvussu nógvar næmingar, eg havi ført upp til realprógv og seinni fólkaskúlaprógv – eini 2000 og havi eg eftir besta førimuni lagt alla mína orku í hetta. Hvussu nógv tíð, eg nýtti um vikuna til hetta, havi eg ongantíð hugsað um – ar- beiði skuldi bara gerast. Men kvøldar- og vikuskift- istímarnir vóru nógvir, ið nýttir vóru til skúlaarbeiði. Tú skalt minnast til, at ar- beiði var lagt inn í eina tíð- arrammu (15/8–1/7) og tað skuldi náast, og sum áður sagt, so veit eg onki annað enn, at vit lærarar royndu alt at veita eitt gott arbeiðsavrik. Tað bar ongantíð til at leggja okkara arbeiði niður í eina skuffu!!! Tað er tí hugstoytt, at em- bætisfólk í høgtløntum starvi í fíggjarmálastýrinum og sjálvur Karstin Hansen landsstýrismaður í dag melda út, at teir ikki vita, hvat lærarin ger í 2/3 av arbeiðstíð síni. Tá teir vita so lítið, er tað óskiljandi at teir átaka sær einsamallir at sita hinumeg- in samráðingarborðið við Føroya Lærarafelag. Teirra stívrendi, samráð- ingarháttur tænir ongum máli (Dimma 24.03.2000). Onki undarligt at núverandi støða er íkomin. Uttan persónligu fyrireik- ingar og eftirmetingartíð lær- aranna nyttar undirvísing- artíðin onki. Og hvør kann so fylgja við hvat lærarin ger uttan fyri undirvísingartíðina! So einfalt Gevið skúlaleiðsluni nøkt- andi ábyrgdarløn – og ikki minst tíð, at fyriskipa og hava eftirlit við, at arbeiðs- setningurin sbrt. lógini verð- ur rokkin. Hvør annar enn skúla- leiðslan kann best standa inni fyri hesum? Men hava vit ikki ráð til nýggju fólkaskúlalógina – so er at siga tað! so einfalt er tað. Nýggja skúlalógin sigur, at skúlastýri skulu veljast fyri hvønn skúla sær. Her verða umboð fyri foreldur, næmingar og lærarar. Tað er plikt fólkaskúlans at fylgja við tíðini, og her liggur stór ábyrgd á lærar- unum. Nýggju skúlastýrini skulu skipast at virka frá 1. januar 2001. Hesi fáa ómetaliga ávirk- an, og kunnu saman við skúlaleiðsluni stýra arbeiðs- gongdini á skúlanum. Men hava tey ikki álit á tí einstaka læraranum – so er ikki gott, og so skal sigast til beinanvegin. Og hevur fíggjarmálastýr- ið ikki álit á lógini – ja so kann alt gera tað sama. Møguliga er síðsta petti í oddagrein Dimmalættingar 24. mars 2000 sera áhuga- vert at umhugsa. Petur S. Rasmussen Vármótasýning í Havnar Klubba Nú røkkur ikki við einum kvøldi, tá handlar í miðbýnum skipa fyri móta- sýning Mikukvøldið 29. mars kl. 19.30 og hóskvøldið 30. mars, eisini kl. 19.30, skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning og hugnakvøldi í Klubbanum. Á sýningunum verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningarnar verða fjølbroyttar, alt frá innast til uttast, klæðir til børn, ung og vaksin. Tað seinasta inn- an hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so her verða nógv hugskot til páskini og til várið, sum so spakuliga er á veg. Luttakandi handlar eru: Benetton, Drós, Fljóðið, Th. Dam Ítróttur, Handilskjarn- in damur og harrar, Hjá Kissa, Hon & Hann, Kall- kyn, Línbúðin, Madame L, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Skálabúðin,Vogue, Wrang- ler, Fótbúni, Kjallarin, Bou- tique Romantika, Frú S, Akkuleya, Trónd Hansen, Salong Ása og Salong Vivi- ann. Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar, gávur og gávukort verða burturlut- aði. Atgongumerki kosta 50,- kr. og fáast í flestu av luttak- andi handlunum og á Kunn- ingarstovuni. Við í prísinum er kaffi og okkurt hugnaligt afturvið. Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum leygardagin 1. apríl skipar Havnar Sjónleikarfelag fyri marknaðardegi í Sjónleikarhúsinum kl. 10-17 Stórur loppumarknaður verður, har møguleiki er at ogna sær ymsar lutir, t.d. grýtur, vasar, leikur, stein- toy, sofaborð, sofur, sengur, lampur, klæðir, bíløt og mangt, mangt annað. Har- aftrat er ein rúgva av bók- um, sum fáast sera bíliga. Eitt sindur av timburi at fáa til keyps til tann, ið er fittur í hondunum. Til tey smáu er fiski- brunnur, har børnini kunnu fiska sær ein pakka. Stórt tombola við ymsum heimabakstri o.ø. verður eisini á skránni. Kaffi og temuður verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga væl- komin og vónandi verður undirtøkan stór!