Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JOHN JOHANNESSEN Landsstýrisfundurin í gjár gjørdist óvanliga drúgvur. Stutt undan evstamarki í gjár høvdu vit Anfinn Kalls- berg, løgmann, í telefonini. Hann segði, at tað vóru nógv mál á skránni, men hann váttaði samstundis, at tað var spurningurin um landsstýrissessin hjá Signari á Brúnni, sum var farin við mestu tíðini. Talan tykist meiri ella minni at vera um eina pol- itiska gølu, eftir at løgtings- grannskoðararnir og lands- grannskoðarin hava skorið út í papp, at landsstýrismað- urin í mentamálum breyt stýrisskipanarlógina, tá hann játtaði sjónvarpinum pengar, uttan at málið var samtykt í løgtinginum ella í fíggjarnevndini. Á landsstýrisfundinum í gjár fekk Signar á Brúnni høvi at leggja síni sjónarmið á borðið um ta politisku gøl- una. Signar møtti á fundi við løgfrøðinginum og øðr- um umboðum fyri menta- málastýrið, men sum sagt, var eingin avgerð tikin, tá blaðið fór til prentingar. Sambært stýrisskipanar- lógini er tað løgmaður, sum hevur eftirlit við arbeiðnum hjá landsstýrismonnunum, og formliga er tað løgmað- ur, sum setur landsstýris- menn og loysir teir úr starvi. Men Anfinn Kallsberg sigur, at hetta fyribils er eitt mál hjá Tjóðveldisflokki- num. Avgerðin er tikin Tingmanningin hjá Tjóð- veldisflokkinum hevur í vikuskiftinum viðgjørt frá- greiðingina hjá løgtings- grannskoðarunum og har- við framtíðina hjá Signari á Brúnni í landsstýrinum. Frá álítandi keldum innarliga í flokkinum hava vit fingið at vita, at støðan í flokkinum er, at Signar á Brúnni má fara frá, men avgerðin var ikki almannakunngjørd seinnapartin í gjár. Aðalstjórnin í Tjóðveld- isflokkinum er kallað til fundar í dag. Í aðalstjórnini eru umboð fyri øll valdøm- ini, men vit hava skilt, at tað er bara tingmanningin, sum hevur heimildina at gera av, hvør skal vera landsstýrismaður. Spurningurin um hvør skal koma í landsstýrið fyri Signar á Brúnni hevur verið viðgjørdur í vikuskiftinum. Viðgerðin hevur ikki bara verið í Tjóðveldisflokki- num, men eisini í Fólka- flokkinum og Sjálvstýris- flokkinum, sum eru í sam- gongu við Tjóðveldisflokk- in. Orsøkin til at samgongu- flokkarnir eisini hava verið við í viðgerðini er, at tað millum samgongufólk hev- ur verið tosað um at gera fleiri broytingar í landsstýr- inum. Men Anfinn Kallsberg løgmaður avsannar avgjørd- ur, at talan er um nakra ver- uleikakenda viðgerð: – Eg kenni einki til, at aðrar broytingar skulu ger- ast í landsstýrinum enn tær, sum møguliga verða neyð- ugar, og eg vil fegin undir- strika, at hetta verður ikki gjørt so leingi, sum eg eri løgmaður. So verður tað heldur soleiðis, at eg fari úr mínum sessi, segði Anfinn Kallsberg seinnapartin í gjár, meðan hann sat á landsstýrisfundi. Orsøkin Politiska tosið um viku- skiftið hevur annars verið, at høvið var kærkomið at gera broytingar í landsstýr- ismanningini. Veljarakanningin, sum varð kunngjørd fyri stuttum vísti, at Sjálvstýrisflokkurin og serliga Fólkaflokkurin hava minni undirtøku mill- um veljararnar nú, enn teir høvdu á valinum fyri knøppum tveimum árum síðani. Tjóðveldisflokkurin hev- ur somu undirtøku, sum hann hevði tá, men tá Tjóð- veldisflokkurin eftir lemj- andi kritikkin frá løgtings- grannskoðarunum og lands- grannskoðaranum heldur seg vera noyddan at skifta Signar á Brúnni út, eru tað fleiri, sum halda, at stundin er komin hjá øllum flokk- unum at skifta eitt sindur út. Ella, sum onkur sagt, at styrkja liðið, sum skal føra samgonguna ígjøgnum samráðingarnar við Dan- mark, ígjøgnum fólkaat- kvøðuna og fram móti løg- tingsvalinum, sum í seinasta lagið verður um tvey ár. Møguleikarnir Eingin av samgongulimu- num, sum vit hava tosað við, vil úttala seg alment um hesa ætlan. Summir polit- ikarar siga, at tað er rætt, at tað verður tosað um hetta, og aðrir siga, at teir kenna einki til ætlanina. Tað er greitt, at eingir fundir hava verið í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum um henda spurningin. Millum møguleikarnir er tann mest upplagdi, at ein nýggjur tjóðveldismaður kemur í landsstýrið fyri Signar á Brúnni. Tað er ikki avgjørt enn, hvør tað verður. Men tó hevur verið tosað um formannin í aðalstjórn floksins, Óla Holm úr Vági. Áðrenn nýggjur lands- stýrismaður verður settur, skal Høgni Hoydal møgu- liga taka sær av hesum málsøkinum. Ein annar møguleiki er, at Tjóðveldisflokkurin skal yvirtaka heilsumálini og al- mennamálini frá Helenu Dam á Neytstabø. Helena skal so flytast á oljuna, og Eyðun Elttør skal loysast úr starvinum sum landsstýris- maður. So skal Sjálvstýris- flokkurin finna ein nýggjan landsstýrismann í skúlamál- um. Ein triðji møguleiki er ein, har Fólkaflokkurin eis- ini verður blandaður uppí. Møguleikin er, at Finnbogi Arge verður fluttur frá vinn- umálum og til oljumálini. Tjóðveldisflokkurin skal so yvirtaka vinnumálini, og sjálvstýrisflokkurin skal yvirtaka skúlamálini. Tað hevur verið nevnt, at Torbjørn Jacobsen, ið missir løgtingssessin, tá Signar á Brúnni fer úr landsstýri- num, skal gerast landsstýr- ismaður í vinnumálum. Skal henda síðsta kabalin ganga upp, skal Sjálvstýr- isflokkurin finna ein nýggj- an landsstýrismann í skúla- málum. Gitingarnar siga, at so verður tað ein, sum ikki er limur í løgtinginum. Í óalmenna politiska orð- askiftinum verður hesin síðsti møguleikin ikki mett- ur at vera upplagdur, tí hann gevur Sjálvstýrisflokkinum tveir tungar landsstýrissess- ir. Tá sjálvstýrisflokkurin fekk tveir landsstýrismenn var tað júst tí at oljumálini tá vórðu mett at vera ein lítil landsstýrissessur. Løgmaður ímóti umskipan av landsstýrinum Samgongulimir hava um vikuskiftið umrøtt at gera flyt- ingar millum landsstýrissessirnar. Men løgmaður vil ikki hoyra talan um hetta 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 Ferðsluóhapp í Vági SVEINUR TRÓNDARSON Tað hevur verið púra friðarligt í Suðuroynni um viku- skiftið. Løgreglan á Tvøroyri sigur, at einasta, sum teir høvdu at takast við var eitt lítið ferðsluóhapp, sum hendi í Vági, men tað var einki at skriva heim um, verður sagt av Tvøroyri Tvey óhapp og innbrot í bilar SVEINUR TRÓNDARSON Eins og á Tvøroyri sigur løgreglan í Eysturoynni, at teir hava havt eitt frið- arligt vikuskifti. Tvey smá ferðsluóhapp og innbrot í tveir bilar, var tað, sum breyt vikuskift- isfriðin hesaferð. Fríggjadagin hendi eitt lítið ferðsluóhapp, tá ein bilur, kom í so nær einum parkeraðum bili. Leygardagin mátti løg- reglan til Fuglafjarðar ein túr, at tosa við ein bil- førara, sum hevði bakka sær bilin út av vegnum. Sama dag fekk løgregl- an fráboðan um at brotið var inn í tveir bilar, sum stóðu parkeraðir í Fugla- firði. Ikki tí, tjóvarnir hava gjørt sær dalt av, at bil- eigararnir hava kent seg á tryggari grund, tí bil- arnir vóru ikki læstir, so lætt hevur verið hjá ó- tangunum at sleppa fram- at. Av støðini í Runavík frætta vit, at tjóvarnir í báðum førum eru farnir avstað við stereoútgerðini í bilunum. Eingin er tikin í sam- bandi við stuldurin. Fólk í góðum hýri SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki oftari enn so, at tað er dansur bæði í Miðvági og í Sørvági sama vikuskiftið, men hetta vikuskiftið var eitt undantak í so máta. Flog- bóltsdansur var í Miðvági í sambandi við Giljanes- kappingina og »Aftur í 60-árini« var í Sørvági og av løgreglustøðini í Mið- vági frætta vit, at alt gekk upp á stás. – Tað yngra ættarliðið helt seg í Miðvági meðan tey sum eru eitt sindur eldri hildu til í Sørvági, og tað gekk sera friðarliga fyri seg. Fólk vóru í góð- um hýri og tað var tað, tíbetur, sigur vakthavandi av flogvøllinum, har størsti parturin av teirra arbeiðsdegi verður brúkt- ur. Løgreglan í Miðvági hevur ábyrgdina av at taka ímóti ferðandi um flogvøllin og nú Atlants- flog er farið undir summ- arferðaætlanina hevur løgreglan fingið eitt sind- ur meira at takast við. – Atlantsflog fór fyrsta túrin til Aberdeen sunnu- kvøldið og kom aftur fyrrapartin í gjár og tað merkir, at vit skulu vera her fyri at taka ímóti teim- um, men tað er hugaligt arbeiði, sigur vakthav- andi. Regnið heldur fólki innandura SVEINUR TRÓNDARSON Løgreglan í Klaksvík hevur havt enn eitt friðarligt vikuskiftið. Lítið fólk var í býnum og tað merkist á arbeiðsbyrðuni hjá løgregluni har norðuri. – Einki tiltak var um vikuskiftið, og tað merkist væl. Tað skal sigast, at tað var keðiligt veður, tí tað oysti niður bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Og tá heldur fólk seg innandura, sigur vakthavandi á støðini í Klaksvík. Fríggjadagin kom ein maður kortini á gátt. Hann var sligin av einum øðrum manni, sum hann hevði hitt í býnum. Teir vóru báðir druknir, skilst, og vóru komnir til ilnar um eitthvørt. Harðskapur í Klubbagarðinum SVEINUR TRÓNDARSON Løgreglan í Havn, hevur sum vanligt havt sítt at takst við um vikuskiftið. Tað sær út til, at løgreglan ikki sleppur undan liggjandi gestum, sum ikki eru førir fyri at vinna upp hús og í so máta var júst farna viku- skiftið einki undantak. Leygarnáttina gistu tveir, sunnunáttina tríggir og mánanáttina gisti ein. Annars varð løgreglan kallað út til ein bardaga í Klubbagarðinum leygar- náttina. Tveir menn vóru farnir komnir til ilnar og illa gekst hjá teimum at semjast. Tað endaði við, at tann eini reiggjaði hinum nevan frammaná, og so varð løg- reglan boðsend. Teir tosaðu við menninar báðar, og tann sum slóg kann væntað sær eina bót. Út frá frágreiðingini fer fút- in at taka støðu til, um málið skal fyri rættin. Fer tað í rættin, kann maðurin verða revsaður við hefti. Innbrot og herverk SVEINUR TRÓNDARSON Sunnudagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at inn- brot hevði verið í pylsu- vognin hjá Toru Tourist. Pylsuvognurin stendur við Niels Finsensgøtu, beint við síðuna av skrivstovu- bygninginum hjá Toru Tourist. Nær innbotið var framt, veit løgreglan ikki frá at siga, men ótangarnir hava vita hvat teir gjørdu, tí teir eru farnir niður í gjøgnum eitt vindeygað, sum er í tak- inum á pylsuvonginum. Vakthavandi á støðini í Havn sigur, at eigararnir hava boðað frá, at 5 túsund krónur eru horvnar úr pylsu- vogninum. Sum støðan er í løtuni veit løgreglan ikki hvør hevur framt ógerðina, men teir kanna málið. Herverk í Vágbotni Um seks-tíðina sunnumorg- unin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at nakrir ótangar gingu og gjørdu seg inn á lyktapelarnar, sum standa fram við bátabrúgv- unum í Vágsbotni yvir móti Skálatrøð. – Teir gingu og sparkaðu inn móti pelunum, helst fyri at fáa perurnar at bresta, men tað eydnaðist ikki so væl hjá teimum, sigur vakt- havandi. Tað hevur eftir øllum at døma fingið øði í teir, tí ístaðin valdu ótangarnir at gera seg inn á nakrar bátar, sum liggja við bátabryggj- urnar. Teir kvettu fanglín- urnar á fimm bátum, sum tí lógu og sløgdust. Vakthavandi á støðini sig- ur, at teir sendu ein bil á staðið, og dreingirnir fingu nøkur orð við sær á vegn- um. – Um so er, at onkur av bátaeigarunum meldar ógerðina, so taka vit í teir aftur, sigur vakthavandi Sp/F Total eigur nú Skálk Feðgarnir báðir, Kári, høgru megin og Lars vinstrumegin. P/F Feðgar, sum Kári Müller er stjóri í, hevur átt klædn- ahandilin Skálk, frá byrjan, men tann 1. marts keypti Sp/F Total, sum sonur Kára, Lars, eigur, handilin burtur úr partafelagnum hjá pápanum, sum sostatt heilt hevur slept handilsyrkinum í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen SVEINUR TRÓNDARSON Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði Kári Müller frá, at hann læt handilin Feðgar í SMS aftur. Hann varð vorðin troyttur av yrkinum og helt, at nú var tíð at gevast. Skelti varð tikið niður og ikki so langa tíð aftaná, lat annar handil upp í gmlu høl- unum hjá Feðgum. Kortini slepti Kári ikki SMS heilt, tí felag hansara átti handilin Skálk, sum bú- leikast á loftinum beint om- anfyri har Feðgar helt til áðrenn handilin lat aftur. Men nú er eisini tað ein saga blot. Tann 1. marts seldi Kári soninum Lars tann handilin og við tí var seinasta klædnahandilin av- viklaður. P/F Feðgar hevði annars handlar í Havn, Fuglafirði og í Klaksvík, men teir eru seldir við árunum. Yngra ættarliðið Tað er Sp/F Total, sum hev- ur keypt klædnahandilin Skálk, burtur úr P/F Feðg- um. Lars Müller, sum er eins- amallur eigari av Sp/F Total er, sum vera mann, ikki ókendur í fakinum, tí felag hansara eigur ein handil av sama navnið - Total - í Klaksvík. Hesin handilin lat upp 29. september í fjør, og nú hálvt ár seinni er so tann næsti í røðini komin. Lars Müller greiðir frá, at tey, síðani hann yvirtók handilin, hava gjørt nakrar broytingar, sum tey hildu vera neyðugar. – V it hava bygt handilin eitt sindur um og tað eru vit stak væl nøgd við, greiðir hann frá. Vørurnar í handlinum vera so at siga tær somu sum áðrenn. – Vit fara at selja tey somu merkini, umframt at vit fáa onkur merki afturat. Ice Man og Dockers, sum er eitt merki hjá Levi´s, fara vit eisini at selja, sigur Lars. Sum handilsmenn flest er hann ikki so tíðindafróður, hvussu tað gongur hjá hon- um at sleja, men hann sigur kortini at tað gongur hamp- uliga væl. – Tað melur runt, sum tað skal, bæði í Klaksvík og her, sigur hann. Handilin Skálkur er ein harra/dreingjahandil burtur- av, meðan Total í Klaksvík er eitt sindur øðrvísi, greiðir Lars frá. – Har selja vit eisini klæð- ir til dámur og til børn og tað gongur fínt, sigur Lars. Nú farið er inní eitt nýtt áratúsund, er tíðin komin til framvísing av nýggjari vøru. Í samband við vitjan frá Hünnebeck frá 2. til 8. apríl, verður opið hús, har møguleiki verður at síggja: • Bosta stillads • Opal Alu. stillads • Rasto forskalling • Tekko forskalling • umframt annað Væntandi verður eisini møguleiki fyri at síggja eina 40“ innrættaða bingju við Bosta - stillads klár til flutning frá byggiplássi til byggipláss. Komið tískil til Opið hús 6. apríl 2000 kl. 13.00 – 19.00 hjá Kaj Andreasen & Co á Sandvíkarhjalla. Okkurt verður til matna. Brian Nissen frá Hünnebeck Danmark er at hitta frá 2. til 8. apríl á Hotel Hafnia, tlf. 313233 ella á biltelefon nr. +45 40567547 Vit síggjast Hünnebeck Danmark A/S Opið hús hjá