Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 EBG (European Business Game) endakapping verður í Vestamanna 1. apríl 2000. Byrjað verður kl. 10.15. Vestmanna kommuna stuðl- ar kappingini og Fiskivinn- uskúlin tekur sær av teimum praktisku fyrireikingunum, skrivar Vinnuhúsið. Endamálið við EBG- verkætlanini er, at næming- abólkar á miðnámsskúlu- num – við støði í einum góðum hugskoti – skulu stovna eitt fiktivt virki. Í EBG-verkætlanini arbeiða EBG-endakapping í Vestmanna 1. apríl næmingarnir í bólkum frá 3 til 5 limir, og teir arbeiða við teimum somu fyribrigd- unum sum fólk, ið fara und- ir at stovna egið virki. Til dømis skulu næmingarnir gera ætlan fyri virkisleiðslu, s t a r v s f ó l k a m e n n i n g , marknaðarførðslu, fígging, rakstrarætlan og joint vent- ure. Í eini felags evropeisk- ari handbók verða tey fyri- brigdini, sum næmingarir skulu ígjøgnum, og tær reglurnar, sum verkætlanin verður dømd við støði í, nærri lýst. Árið í ár er serliga spenn- andi fyri Føroyar, tí at tann evropæiska endakappingin verður í Føroyum tann 5-9. juli. Í stýringarbólkinum, sum skipa fyri kappingu- num í Føroyum; eru: Claus Reistrup, Undirvísingar- og mentamálastýrið, Katrin Zachariasen, Føroya Hand- ilsskúli á Kambsdali, Joan Stampe, P/F Føroya Banki og Bjørgfríð Ludvig, Før- oya Arbeiðsgevarafelag. Frálíkur skemtileikur Seks í pyjamas man vera ein tann mest undirhaldandi leik- urin, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag nakrantíð hevur spælt EYÐUN KLAKSTEIN Tað kann valla blíva nógv betur, tá áhugaleikarar fara at spæla ein skemtileik. Seks í pyjamas, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag frumsýndi fríggjakvøldið, er ein serstakliga undirhald- andi og skemtilig farsa um tað sum hendir, tá ólag kem- ur á familjulívið. Og tey flestu mundu hava ilt við at lata sum einki, tá Adelborg Linklett gjørdi seg sum kátur og uppfinn- samur kokkur, ella tá Jan Gardar royndi at halda vón- ini og humørinum uppi. – Nú er alt sum tað skal vera, pástóð maðurin í hús- inum, meðan fløkjurnar og misskiljingarnar vóru fleiri, enn tær nakrantíð høvdu verið. Einki hekk saman, alt var kolasvørt lygn, og tá tey, sum høvdu avtalað at lumpa hini, sjálvi vórðu lumpað, var fløkjan fullkomin. Nógv ferð Sum navnið gevur eina varisliga ábending um, eru tað seks leikarar í nýggja leikinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og teir standa seg sera væl. Leikurin, sum er franskur, er sera væl umsettur, og fyri tað mesta er talan um liv- andi og vanligt gerandis- mál. Onkuntíð er onkur setningur í so pappírskend- ur, men tað er undantakið. Og so gongur tað bara við fullari ferð mesta av tíðini, replikkirnar eru stuttar, og stóran part av tíðini snýr tað seg um samanspæl millum tveir ella fleiri leikarar. Tá skal timingin verða góð, og tað var hon eisini til frumsýningina. Onkur einstakur svipsari var, men tað gjørdi einki við heild- armyndina av einum frálík- um leiki, og slíkt verður bara betri og betri, sum leik- ararnir verða enn tryggari við leikin. Vilja heldur flenna Seks í pyjamas man vera nakað av tí mest undirhald- andi, sum Klaksvíkar Sjón- leikarfelag hevur spælt, og tað skal minni enn vanligt hugflog til fyri at ímynda sær, at leikurin verður væl móttikin. Tað sigst, at klaksvíking- ar ikki tíma at ganga til álvarsligar leikir, teir vilja heldur hava okkurt at flenna at. Og tað fáa teir í hesum leikinum. Har er skemt á høgum og láturligum støði, hending- arnar eru buldrandi komisk- ar, og tá Jan Gardar og Hans Hjalti Skaale skræða kokka- klæðini av Adelborg Lin- klett, er skemtið fullkomið – bæði tað við tí lokala dáminum, og tað sum øll kunnu flenna eftir. Jú, tað ber sanniliga til at flenna eftir einum pyja- mas... Tað sigst, at klaksvíkingar ikki tíma at ganga til álvarsligar leikir, teir vilja heldur hava okkurt at flenna at. Og tað fáa teir í hesum leikinum