Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Virkin listamaður í Smiðjuni Í gjár lat virkni listamaðurin Sofus Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík DAGFINN OLSEN Sofus Poulsen er virkin list- amaður. Hann er dúgligur við penslinum. Hann hevur í seinastuni havt fleiri fram- sýningar. Hann fevnir víða í máln- ingalist síni, men eittnú landslagsmyndir eru mill- um myndevnini. Av tí, ið Sofus nýliga hev- ur havt á framsýning sæst, at sum mangur annar, hevur eisini Sofus leitað sær í- blástur í Saksun, eins og aðrastaðni í Føroyum. Eis- ini Havnin gevur íblástur og sæst hetta aftur í myndu- num hjá Sofusi. Hann hevur starvsstovu Úti á Reyni og gamli býarparturin og vág- irnar eru millum myndevn- ini. Í gjár lat Sofus Poulsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sýningin er opin til 2. apríl. Opið er hvønn dag frá 16 - 20. Sofus Poulsen lat í gjár upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sýningin er opin til 2. apríl. Mynd: Jens Kristian Vang Atlantsflog nýggja ferðaætlan EIRIKUR LINDENSKOV Sunnudagin kom í gildi nýggja ferðaætlanin hjá Atlantsflog, og er hon galdandi til 29. oktober. Í hesi ferðaætlan verður Aberdeen-rutan tikin upp- aftur. Flogið verður til Aberdeen hóskvøld og sunnukvøld og úr Aber- deen til Føroya fríggja- morgun og mánamorgun. Farið verður úr Vágum hóskvøld og sunnukvøld klokkan 1730 til Aberdeen og víðari til Keypmann- ahavnar, har flogfarið verður standandi til morg- unin eftir, tá ið tað flýgur úr Keypmannahavn klokkan 745 um Aberdeen til Føroya. Eisini er sambandið til Reykjavíkar frá í gjár økt til tríggjar ferðir um vik- una. Tá verður flogið mánadag, mikudag og fríggjadag. Í tíðindaskrivi frá Vinnuhús- inum, verður greitt frá, at Løgmansskrivstovan sam- skipar arbeiði við at fáa heilsufrøðiligu avtaluna við ES. Kate Sanderson er samráðingarleiðari fyri Før- oyar. Soleiðis sum støðan er í løtuni, er tað Vinnumála- stýrið, ið skal gera neyðuga lóggávuarbeiðið áðrenn 1. feb. 2001, tá samstarvið millum Føroyar og ES fær gildið. Frumskjalið varð undir- skrivað av báðum pørtum í fjørð og kom í gildið 1. jan. 2000. Í frumskjalinum binda Føroyar seg at halda ES-reglur og at hava eftirlit við: djóraheilsu, matvørum og ílatingarevnum í matvør- um Endamálið við hesum er, at føroysk vinna í framtíðini skal kunna útflyta vørur utt- an at verða støðgað við markið inn í ES. Føroyar skal tó ikki innføra allar ES – reglugerðir nú t.d. skulu reglur fyri landbún- aðarvørur ikki setast í verk í Føroyum. Í fyrsta umfari verður tillagingin avmarkað til reglur viðvíkjandi fiski- og alivinnuni. Í samráðing- unum í seinastu viku bant føroyska samráðingar- nevndin seg til, at Føroyar skal hava neyðuga lógar- verkið klárt 1.feb. 2001. Áðrenn tað tíð skal málið fyri í tinginum. Partur av ES Á fiski- og alivinnuøkinum eru Føroyar frá 1. feb. 2001 ein partur av ES og undir- løgd allari ES- lóggávu á økinum í framtíðini. Hetta er galdandi fyri framleiðslu av fiski, fóðri og øllum ak- vakultur vørum. Afturfyri at innføra ES lóggávuna verður støðan at: marknaeftirlitið í ES fellur burtur og til ber at senda vørur beinleiðis til einhvønn móttakara í ES og heilsuváttanir fella burtur Afturfyri skulu Føroyar syrgja fyri: Livandi dýr og vøra hava frítt at fara til Før- oya (tað ber til grundað á vísindaligar kanningar at seta restriktiónir fyri hvat verður innflutt til Føroyar av ymiskum djórum). Vit ikki kunnu útflyta annað enn tað, sum er undirlagt ES-lóggávu. Stovnseta eina Marknaðeftirlitsstøð, sum er undirløgd FVO í Dublin ( 3. lands fiskur t.d. frystur russarafiskur skal gjøgnum Marknaeftirlitsstøðina, áðr- enn hann verður virkaður í Føroyum. Fiskurin skal verða frá góðkendum skip- um). Eftirlitsgjøld bæði í vanliga vørueftirlitinum og ísamband við innflutning frá 3. londum. Løggilding Løggilding av uppboðs- sølum, frostgoymslum, ís- virkjumv.m.. Løggilding av fiskamjølsverksmiðjum: Sjúkuprogram í alifiski. Yv- irvøku av heilivági í alifiski. Yvirvøku av giftevnum í skjeljum. Góðsku- og støddarflokking av feskum fiski, tá landað verður, sam- bært ES-reglum. Fyri tað almenna Føroyar merkir tað at: íløgur mugu gerast í eina marknaeftirlits- støð, íløgur mugu gerast í starvsstovuøki (fiskasjúkur, heilivágur o.a.), størri orka brúkast til løggilding og eft- irlit og størri orka í sjúku- fyribyrging og eftirlit, skriv- ar Vinnuhúsið. Heilsufrøðiliga avtalan við ES Vinnumálastýrið bjóðaði týsdagin í farnu viku vinnuni til kunnandi fund um heilsufrøðiligu avtaluna við ES. Greitt varð í stuttum frá gongdini í samráðingunum. Tilgongdin byrjaði í 1996, tá føroysk vinna vísti á trupulleikar, sum vinnan hevði av ikki at hava eina heilsufrøðiliga avtalu við ES, skrivar Vinnuhúsið Enn tvær heiðurslønir til Bye Bye Blue Bird Filmurin Bye Bye Blue Bird fekk tvær heiðurslønir á Norðurlendsku Fimsstevnuni í Fraklandi. Hetta er triðju og fjórðu ferð, filmurin fær heiðursløn. Filmurin er mill- um teir mest eftirspurdu hjá Det Danske Filminstitut DAGFINN OLSEN Leygardagin fekk filmurin Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir tvær heiðurslønir á 13. Norður- lendsku Filmsstevnuni í Ru- en í Fraklandi. Talan er um Áskoðara- heiðurslønina, har áskoðar- arnir atkvøða um, hvønn film teimum dámar best, og Ungdómsfilmsheiðurslønina. Í dómsnevndini fyri hesa heiðursløn sita 9 ungfólk. Ikki fyrstu ferð Filmurin hjá Katrini hevur verið heiðraður áður og hetta eru triðja og fjórða ferðin, at hann fær heiðurs- løn. Áður hevur filmurin fing- ið heiðursløn á filmsstevn- um í Lübeck í Týsklandi og Rotterdam í Hollandi. Eisini hevur hann fingið góða um- mrøðu á filmsstevnu í Mannheim-Heidelberg í Týsklandi. Nógv eftirspurdur Katrin Ottarsdóttir hevur verið í Ruen og tikið ímóti heiðurslønunum og hon steðgar tveir dagar í Amst- erdam á heimvegnum í sam- band við, at filmurin skal á ferð til sýningarhøli har í landinum. Í hesum døgum verður Bye Bye Blue Bird eisini sýndur í París, har Det Danske Filminstitut skipar fyri sýningum av nýggjum donskum filmum. Í juli skal filmurin á films- stevnu í Karlovy Valy í Tjekkia og óivað skal film- urin aðrastaðni eisini. Á Det Danske Filminsti- tut, ið stendur fyri at senda filmin til stevnur, verður sagt, at Bye Bye Blue Bird er filmurin, ið flest stevnur spyrja eftir. Fyri at nøkta tørvin, hava tey gjørt eitt eyka eintak av filminum. Út í heim Ætlanir eru eisini um at fáa filmin í sýningarhøli úti í heimi. Arbeitt verður við hesum. Samráðingar eru í gongd við filmskeyparar í Hol- landi, Italia, Japan og USA. Slíkt tekur drúgva tíð og enn er ov tíðliga at siga, hvat kemur burturúr hesum sam- ráðingum. Til ber at kaga inn á heim- a s í ð u n a www.byebyebluebird.dk Katrin Ottarsdóttir. Bye Bye Blue Bird fekk um vikuskift- ið enn tvær heiðurslønir og á Det Danske Filminstitut, ið stendur fyri at senda filmin til stevnur, verður sagt, at Bye Bye Blue Bird er filmurin, ið flest stevnur spyrja eftir Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir fekk um vikuskiftið tvær heiðurslønir á 13. Norðurlendsku Filmsstevnuni í Ruen í Fraklandi. 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Boðað verður til ársaðalfundar í S/F TRYGGINGARFELAGNUM FØROYAR fríggjadagin 14. apríl 2000 kl 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn, við hesi dagsskrá: 1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í 1999 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu avlop sambært roknskapinum verður nýtt, sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins 3. Val av grannskoðarum 4. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera 5. Ymiskt Grannskoðaði árskoknskapurin og ársfrágreiðingin liggja frammi á skrivstovu felagsins á Kongabrúnni. Beint aftaná ársaðalfundin verður Eykaaðalfundur á sama stað við hesi dagsskrá: 1. Val av 3 nevndarlimum, sí § 22, stk. 2 og § 31, stk. 4 í viðtøkum felagsins. Allir felagsins tryggingartakarar eru limir í felagnum og hava rætt til at møta á aðalfundunum, men skulu í seinasta lagi 5 dagar frammanundan skrivliga boða høvuðsskrivstovu felagsins frá luttøku. Tórshavn, tann 27. mars 2000 Nevndin Ársaðalfundur