týsdagur 28. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Landsfundurin hevur við-
gjørt tær tríggjar súlurnar,
sum sambandspolitikkurin
hvílir á, segði Edmund
Joensen, formaður í Sam-
bandsflokkinum við Tíð-
indablaðið Sosialin, beint
eftir, at landsfundurin end-
aði í Øravík leygarkvøldið.
Tær tríggjar tungu súl-
urnar, hann tosar um, eru
ríkisfelagsskapurin, liberal-
isman og almanna- og
heilsumál. Umframt hevur
EU
parlamentslimurin,
Anne E. Jensen, hjá danska
Vinstraflokkinum
verið
gestarøðari og hevur givið
landsfundinum eitt gott inn-
lit í, hvussu Vinstra arbeiðir
í Europaparlamentinm, sig-
ur Edmund Joensen.
Men høvuðsevnið á
landsfundinum hevur verið
tað dagsaktuella málið um
ríkisfelagsskapin og tær
samráðingar, sum Lands-
stýrið er í ferð við. Hetta
hevur upptikið fólk nógv, og
tað er heilt natúrligt, sigur
formaður Sambandsfloks-
Landsfundur Sambandsfloksins:
Dyggur stuðul til leiðsluna
Landsfundurin
var ein dygg álit-
isváttan til floks-
leiðsluna fyri tann
politikk, flokkurin
rekur, sigur
Edmund Joensen,
sum einmælt varð
afturvaldur til for-
mann í Sam-
bandsflokkinum
ins. Hann sigur, at tað er
heilt greitt, at allur lands-
fundurin hevur tikið av-
stand frá tí, Landsstýrið
hevur gjørt. Fólk halda, at
hetta hevur skatt viðurskift-
ini millum Føroyar og Dan-
mark, umframt at tað eisini
hevur skatt viðurskiftini hjá
føroyingum, sum búgva í
Danmark.
Fólk vilja hava steðgað
hesi gongdini og heita á
Sambandsflokkin um at ar-
beiða fyri, at gongdin verð-
ur steðgað. Landsfundurin
heitir á Landsstýrið um at
steðga hesi gongdini, um-
framt at heitt verður á fólk
um ikki at taka undir við
hesum málinum. Tí hendan
gongdin er skaðilig fyri
okkum sum fólk, sigur Ed-
mund Joensen.
Tað hevur verið lívligt
orðaskifti á fundinum við
ymiskum
sjónarmiðum,
sum eisini heilt natúrligt er.
-Men gjøgnumgangandi
er tað ein solid uppbakking
um ta linjuna, sum Sam-
bandsflokkurin hevur ført.
Bæði hvat viðvíkur tí ný-
skipanaruppskotið, vit hava
gjørt, og tí semju, sum vit
hava gjørt við Javnaðar-
flokkin í Uttanríkisnevndini
og tilmælinum til Lands-
stýrið. Eisini er undirtøka
fyri tí varisligu liberaliser-
ingini, vit tosa um, og sum
so smátt er farin av bakka-
stokki. Eisini er semja um,
at tað verður gjørt ov lítið
við tann sosiala partin. At
fáa sjúkrahús, almannaverk
og samferðslu at virka. Vit
eru afturútsigld, og tað er
týðuligt, at øll halda, at vit
eiga at gera meira við tann
partin, sigur Edmund Joen-
sen, formaður í Sambands-
flokkinum um landsfund
floksins ár 2.000.
Hann sigur, at lands-
fundurin hevur víst eina øgi-
liga stóra semju í flokki-
num, og at tað hevur verið
øgiliga stórur áhugi at lut-
tikið í orðaskiftinum á
fundinum.
Í viðmerking til, at fyrr-
verandi løgtingsmaðurin,
Atli Hansen, fyri stuttum
beinleiðis mælti til at skifta
Edmund Joensen út sum
formann, sigur afturvaldi
formaðurin, at tað, at hann
varð afturvaldur uttan mót-
valevni, væl skal skiljast
sum ein tigandi undirtøka
fyri tí politikki, flokkurin
rekur.
»Tað hevur ikki verið
eitt pipp at hoyrt frá hinari
síðuni«, sigur Edmund
Joensen og heldur, at tað má
so vera eitt tekin um, at tann
síðan hevur onga undirtøku
í flokkinum. Og tað er hann
takksamur fyri, sigur Ed-
mund Joensen, formaður í
Sambandsflokkinum.
Tá roknskskapurin varð
lagdur fram fríggjakvøldið,
kom upp, at har var eitt hall
upp á góðar 400.000 krónur.
Og at flokkurin hevði brúkt
meira enn eina hálva millión
upp á at gera eitt nýskipan-
aruppskot.
Í viðmerking til tað sigur
formaðurin, at tað koppar
ikki Sambandsflokkinum
fíggjarliga. Verður hetta tik-
ið burtur úr roknskapinum
hevur árið verið rímiliga
gott, tá hugsað verður um
vanliga raksturin.
Nýskipanaruppskotið er
fíggjað við pengum, sum
vóru til taks til tað sama, og
Sambandsflokkurin eigur
framvegis ein skilling ella
fleiri á kistubotninum, sigur
Edmund Joensen, formaður
í viðmerking til Tíðinda-
blaðið Sosialin, beint eftir
at landsfundurin endaði í
Øravík leygarkvøldið.
Edmund Joensen varð so syngjandi afturvaldur til formann í Sambandsflokkinum á
landsfundinum í Øravík um vikuskiftið
( Mynd: Edvard Joensen)
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Kassameistari Sambands-
floksins, Maria Hansen,
legði fram ein roknskap,
sum vísti eitt hall upp á góð-
ar 400.000 krónur. Tað var
líkt til, varð sagt úr salinum,
at gingið var frá góðum,
gomlum sambandssiði at
vera sparin.
Kassameistarin segði, at
hetta stóra hallið stavaði frá
einum nýskipanaruppskoti,
flokkurin hevði gjørt í sein-
asta ári. Tað kostaði flokki-
num umleið eina hálva mill-
ión, varð sagt.
Hálv millión í halli
Kassameistari Sambandsfloksins legði á landsfundinum í Øravík fram ein rokn-
skap, sum vísti eitt hall upp á knappa hálva millión seinasta árið. Tað varð
hildið at vera at ganga frá góðum, gomlum sambandssiði, sum er at vera sparin
Tá Edmund Joensen, for-
maður, setti landsfund Sam-
bandsfloksins ár 2000 segði
hann, at tað hevði verið ein
læruríkur túrur suður við
Smyrli. Tað kundi læra tey,
sum búgva í meginøkinum,
hvussu ferðasambandið er
til ta týdningarmklu oyggj,
sum Suðuroyggin er.
Tað, hann sipaði til var,
at túrurin suður við Smyrli
hevði verið heldur baldrut-
ur. Fundurin varð seinkaður
einar tveir tímar, orsakað av,
at Smyril var so seinur við
fundarluttakarunum.
Men ikki bilti kortini. Tá
fundurin varð settur, varð
sungið. Og væl varð tikið
undir.
Fyri fyrstu ferð var press-
an boðin við til ein lands-
fund hjá politskum flokki í
Føroyum. Eisini sjálvan að-
alfundin. Floksskrivarin,
Helgi Abrahamsen, metti í
røðu síni, at tað hevði týdn-
ing, at fjølmiðlarnir vóru
við á slíkum fundum. Bæði
fyri flokkin og fjølmiðlar-
nar, tí báðir partar hava brúk
fyri hvørjum øðrum, helt
hann.
Men ásannast mátti, at
ikki var áhugin frá fjølmiðl-
unum stórur. Bara Tíðinda-
blaðið Sosialurin hevði um-
boð á fundinum.
Helgi
Abrahamssen,
floksskrivari, fegnaðist í
røðu síni um Internetið, har
Sambandsflokkurin er væl
við. Hann segði frá, at
flokkurin
hevur
egna
heimasíðu, sum verður dag-
førd hvørja viku. Onkuntíð
fleiri ferðir um vikuna.
Hann segði eisini frá, at
Sambandsflokkurin í dag
hevur umleið 1.000 skrá-
settar limir. Av hesum eru
umleið 60 fólk vorðin limir
eftir at hava sæð heimasíðu
floksins á Internetinum,
segði hann.
Á aðalfundinum stóðu
formaðurin í landsfelag
Sambandsfloksins, Edmund
Joensen, og næstformaður-
in, Trygvi F. Guttesen, fyri
vali.
Landsnevndin skeyt upp
afturval. Einki annað upp-
skot var, og vóru teir aftur-
valdir uttan mótvalevni.
Grannskoðarin, Pauli Ell-
efsen, og varagrannskoðar-
in, Ásmund Joensen, vóru
somuleiðis afturvaldir uttan
mótvalevni.
Eftir valið tók Edmund
Joensen, formaður, orðið.
Hann takkaði fyri álitið, sær
var veitt. Hann segði tað
vera serliga týdningarmikið
at vera formaður Sambands-
floksins júst nú, so nógv
stendur upp á spæl. Her sip-
aði hann heilt greitt til full-
veldispolitikkin hjá sam-
gonguni.
Edmund Joensen lovaði at
tæna flokkinum væl og
trúliga.
Hann fegnaðist at enda
um, at tað, hóast tað ringa
veðrið, vóru umleið 60 fólk
møtt á fundi.
Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum fekk fyrilagdan
ein roknskap við knappari hálvari millión í halli
(Mynd: Edvard Joensen)
Tað er sera lætt at skriva eina fagra stevnuskrá, men ikki altíð líka lætt at halda
lyftini. Men Sambandsflokkurin hevur greiðan sosialan profil og vil halda hann,
segði Marjus Dam, løgtingsmaður, á landsfundi Sambandsfloksins
siónslógini. Men uppskot
floksins varð felt, og sam-
gongan royndi at koma við
eini nýggjari pensiónslóg,
sum varð total fiasko. Øll
minnast hvussu tað var, tá
pensiónirnar ikki komu til
jóla, segði hann.
Tað eru tvær síður á me-
daljuni, segði Marjus Dam.
Tann politiska síðan við
lyftum og føgrum orðum er
ivaleysa løtt at halda. Verri
verður, tá komið verður til
fíggjarligu síðuna. Tá allar
veitingarnar skulu gjaldast.
Júst hetta er ein av orsøk-
unum hjá Sambandsflokki-
num fyri at halda fast við
ríkisfelagsskapin,
segði
Marjus Dam. Skulu vit gera
okkum vónir um at hava eitt
haldgott almannaverk, er
eisini neyðugt við samstarvi
við eitt land, sum er fíggjar-
liga sterkari, enn vit eru
sjálvir.
Hóast tað gongur væl
fíggjarliga, noyðast vit at
ásanna, at Føroyar eru rætti-
liga langt afturút á mongum
økjum. Til dømis í heilsu-
verkinum.
Marjus Dam segði, at tað
samgongan, sum læt standa
til, helt Ingier Petersen av
Tvøroyri.
Sambandsflokkurin hevði
sanniliga eisini sína skuld.
Har var ikki komið nakað
nóg ítøkiligt, segði hann.
Hann eftirlýsti einum upp
aftur greiðari profili í flokki-
num. Serliga tá um heilsu-
verkið ræður.
Mangan vderður lagt eftir
lønarútreiðslunum á al-
mennum arbeiðsplássum.
Eitt av hesum er Lands-
sjúkrahúsið.
Tað er skeivt at siga, at
lønarútreiðslurnar á Lands-
sjúkrahúsinum er ov stórar,
segði Marjun Olsen úr Øra-
víkarlíð. Víst verður millum
annað á, at 70% av rakstri-
num á Landssjúkrahúsinum
fer til lønir.
Well, tað er nógv, men hví
er tað so, spurdi hon.
»Stutt og greitt tí, at tað
verður alt ov lítið brúkt til
annað, sum annars er harð-
liga tiltrongt á Landssjúkra-
húsinum. Eitt nú vanligt
viðlíkahald«, segði Marjun
Olsen.
Marjus Dam tók saman
um aftur kjakið um al-
manna- og heilsumál við at
staðfesta, at tað var syrgiligt
at ásanna, at samgongan
bara tekur pengar inn alla-
staðni, har tað ber til. Men
hon gloymir fullkomuliga,
at tað eisini er neyðugt at
brúka pengarnar aftur á
nøkrum ógvuliga tiltrongd-
um støðum. Eitt nú í heilsu-
verkinum.
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Landsstýrið er fíggindi Før-
oya fólks nummar eitt við
tí ábyrgdarleysa politikki,
rikin verður í dag. Amanna-
og heilsumál eru fullkomi-
liga forsømd av hesi sam-
gonguni,
segði
Marjus
Dam,
løgtingsmaður
á
landsfundi Sambandsfloks-
ins í Øravík um vikuskiftið.
Sambandsflokkurin hevði
eina ætlan um batar í pen-
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Sambandsflokkurin eigur at
hava ein greiðan fiskivinnu-
politikk, helt Wenzel Natte-
stad, skipari í Miðvági, í
viðmerking til formansfrá-
greiðingina hjá Edmundi
Joensen,
sambandsfor-
manni.
Wenzel Nattestad fýltist
á, at formaðurin als ikki
nevndi fiskivinnuna í síni
røðu til landsfundin.
Hann helt, at Sambands-
flokkurin eigur at hava eina
støðu til, at landsstýrið nú
tykist hava sum politikk, at
Summi sambandsfólk hildu, at formansfrágreiðingin var
ov smøl. Einki orð varð nevnt um fiskivinnuna, varð víst á
Ov lítil fiskivinna
fiskiloyvini skulu seljast í
fiskidagabanka, og at peng-
arnir skulu brúkast at fíggja
fullveldi við.
Til tað svaraði Edmund
Joensen, at tað ongantíð
hevur verið politikkur Sam-
bandsfloksins, at alt skal
vera frítt umsetiligt í fiski-
vinnuni. Men flokkurin er í
móti kvotum, segði formað-
urin. Annars hevur flokk-
urin ikki viðgjørt fiskidaga-
bankan, segði hann.
Landsstýrið er
fólksins fíggindi
eru mong flakavirki, sum
eru í betri standi, enn Lands-
sjúkrahúsið er. Og tað
heldur hann vera ov vána-
ligt, tí hann metir, at tað er
av ólíkindum, at støðan í
sjúkrahúsverkinum er so
vánalig,
sum
hon
í
veruleikanum er.
Marjus Dam segði, at
hann var ikki fyri at fara at
skerja ríkisstuðulin við fleiri
hundrað milliónum árliga, tí
tað var nógv at brúka hesar
penganar til. Til dømis
sjúkrahúsverkið.
Men tað var nú ikki bara
Zacharias Bech, formaður
í Suðuroyar Sambands-
felag, (hm.) býður Marjusi
Dam vælkomnum á lands-
fund í Suðuroy, meðan
Flemming Mikkelsen, løg-
tingsmaður hyggur at
Mynd: Edvard Joensen
Undirhald og dansur
við Klaus
& Servants
Leygarkvøldið
1. apríl
Tel. 317500
Hotellið við útsýninum
Kostnaður kr. 295,-
Til Matna
❉ Fiskaborðdiskur
við laksafarseraðari
tungurullu, rækjum,
jákupskeljum og karrydip
❉ Innbakað oksalundir
við fyltari tomat, beykon-
stoktum bønum, stoktum
eplum og piparsós
❉ Heimagjørdur
Kahluaísur
vendur í sjokolátu við
passionssólberjasós
Tekningarlisti
á tel. 317500
Altíð
vælkomin á
Tel. 317500