Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 ÁKI BERTHOLDSEN - Spurningurin er, um teir, ið ráða fyri borgum, ikki hava skomm skapta í sær. Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag legði for- maðurin, Ingeborg Vinther, ikki fingrarnar ímillum, tá ið hon segði sína meining um ymisk viðurskifti í sam- felagnum, sum hon helt hevði eina viðmerking upp- iborna. Og sum vant á aðalfundi- num nam hon við nøkur av teimum málum, sum eru frammi í samfelagnum í løt- uni og hesuferð, varð tað ikki óvæntað fullveldismál- ið og førdi fíggjarpolitikk- urin í kjalarvørrinum á tí, sum hava tendrað formann- in í Føroya Arbeiðarafelag. - Í hesum tíðum verður samráðst við danir um lagn- una hjá okkara lítlu tjóð. Samgongan hevur sett sær sum mál at loysa frá Dan- mark, tí vit skulu klára okk- um sjálv, segði Ingeborg Vinther. - Tað er alt gott um tað, at vit gerast sjálvbjargin fíggj- arliga, um hetta ber til. - Kortini stendur mangur føroyingur púra býttur og spyr seg sjálvan, hvat teir, ið ráða fyri borgum, meina. Ella hava teir onga skomm skapta í sær, tí eg haldi ikki, at nakrir veljarar í Vestur- evropa hava verið fyri slík- um ósmædni frá sínum fólkavaldu, sum vit hetta seinasta árið, segði Inge- borg Vinther. Egnu lønir og pensjónir upp Formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag segði, at áðr- enn vit fóru til samráðingar seinasta ár, hækkaðu ting- limir sínar egnu lønir 60 prosent — umframt at teir góvu sær sjálvum pensjónir og aðrar skattafríar ágóðar. - Hetta gjørdi samgongan samstundis sum hon segði, at fakfeløgini máttu vísa hógv í lønarkrøvum sínum, tí búskapurin toldi ikki stór- ar lønarhækkingar. Hon segði, at nú kom so løgmaður við uppskoti fyri alt landsstýrið um at hækka pensjónir teirra við upp til 70%, so teir, ið hava verið longst í landsstýrinum, koma upp á góðar kr. 26.000 um mánaðin í pensjón. - Eru hesi fólk so nógv meira verd enn aðrir pen- sjónistar, ið hava verið verk- afólk og fiskimenn, og gjøgnum alt sítt arbeiðslív hava verið við til at bygt hetta samfelag upp? Spurdi Ingeborg Vinther. Hon helt, at tað var ótrú- ligt, at tey komdu sær slíkt mótvegis veljarafjøldini. Hon hugsaði eisini um tað, sum fólkaflokkurin hevur trýst á í nógv ár, nevniliga at fáa tað, teir rópa eina fólkatrygd, har tey væl- bjargaðu skulu fáa eina stóra pensjón og tey lág- løntu eina lága pensjón. - Nú er líkt til, at hetta uppskotið vinnur frama. Vit skulu øll tvingast til at gjalda okkara egnu pensjón, og um tað so eydnast við samráðingum at fáa ar- beiðsgevaran at gjalda ein part, má so arbeiðsmarkn- aðurin berjast um. Men í øllum førum skulu 10% av lønini gjaldast til pensjóns- grunnin hjá Helenu Dam á Neystabø og Óla Breck- man. Vit skulu sjálv gjalda okkara egnu pensjón, fyri at nýta orðini hjá almanna- og heilsumálaráðharranum. Landsstýrismaðurin segði, at tey, ið hava høga lívsløn, fáa høga pensjón, og tey, ið hava lága lívsløn, fáa lága pensjón. Men so var eitt slag av fátækrakassa við síðuna av, haðani tey, sum fingu tað lágu pensjónini, kundu fáa nakrar krónur úr. - Hetta vil sostatt siga, at lønmóttakarin fyrst skal gjalda sína egnu pensjón og og síðani skal hann gjkalda pensjónina hjá okkara fólk- avaldu, tí teir kunnu bara gera eina lóg, ið gevur teim- um sersømdir fram um allar aðrar borgarar. - Skiljið tað, hvør ið vil, men hetta hevði neyvan gingið nakra aðrastaðni enn bara í Føroyum, men fólkið, ið býr her á klettunum, er alt ov tolið við politikarar sínar, segði Ingeborg Vint- her. Hon minti eisini á, hvussu pensjónistar okkara vórðu viðfarnir beint fyri jól, tá ið teir onga pensjón fingu. Hon seg minti eisini á støð- una hjá avlamispensjónistu- num. - Teir skuldu fáa hægri pensjón, men ístaðin fingu eina stóra skattarokning, bert tí, at lógirnar vóru skundaðar ígjøgnum. Ingeborg Vinther helt, at hetta mátti sigast at vera sera illa arbeitt. - Segði ikki tingformað- Mangur føroyingur stendur púra býttur - Spurningurin er, um teir, ið ráða fyri borgum, ikki hava skomm skapta í sær, tí eg haldi ikki, at nakrir veljarar í Vesturevropa hava verið fyri slíkum ó- smædni frá sínum fólkavaldu, sum vit hava verið fyri hetta seinasta árið, sig- ur Ingeborg Vinther urin, at teir máttu fáa lønar- hækking í Løgtinginum til tess at gera eitt betri lógar- arbeiði? Hon helt nú ikki, at støð- an varð blivin stórt frægari, tí hon ásannaði, at á mong- um økum í samfelagnum ræður eitt satt óskil. Í skeljasori Ingeborg Vinther helt lítið um tað, ið hon kallaði reyp- að um, at heilar 750 mill. kr. eru í avlopi í landskass- anum fyri árið í fjør, og bert 300 mill. kr. eru nýttar av blokkinum. - Men samgongan gloym- ir at taka tað við, sum teir hava rakað til sín sjálvs. Teir gloyma eisini at siga Føroya fólki, at landssjúkrahús okkara er í skeljasori av sparingum. Eitt nú steingja fleiri deildir í summar, sam- stundis sum mangt annað eisini liggur í vanrøkt. - Teir siga heldur ikki, at nú gjara teir út aftur úr landskassanum til reiðarar, ella, hvat tað kostar at fáa strandfaraskipini í fullgóð- an stand, ella nær tey verða skift út. - Kortini smæðast teir ikki fyri at klandrast við fakfel- øgini um, hvør skal gjalda karensdagarnar hjá teimum, ið koma undir dagpeninga- skipan. Og hvussu við barnsburðargrunninum? Spurdi hon. Skal løntakarin eisini gjalda hann? Lítið eftir Formaðurin helt, at Lítið verður eftir av teimum 750 mill. krónunum, tá alt tað, ið liggur sum ein landa- skomm í dag, skal gjaldast, serliga, tá hugsað verður um Landssjúkrahúsið. - Hildið kundi verið fram at nevnt alt tað, ið tørvur er á at fáa gjørt nakað við í landshúsarhaldinum. Er so nógvur peningur, at alt flýt- ur yvir, so skuldu teir lagt fyri við at lætt um hjá hús- arhaldunum við t.d. at tikið oljuavgjaldið av. Tað hevði gjørt stóran mun hjá teim- um lágløntu og pensjónist- um. Hon segði, at allar tær kanningar, ið gjørdar eru, vísa, at tá ein milliard fer úr búskapinum, verður ar- beiðsloysi, lønarlækking, fráflyting, og lívskorini versna munandi. - Tað fer ikki at bera til, at allir búskaparfrøðingar- nir, ið gjørt hava kanning- arnar, fara skeivir. Men vit fáa einki at vita, hvat kemur í staðin, men bert, at onnur skulu gjalda fyri okkum. Tá man skommin vera full- komin fyri eitt land, ið skal klára seg sjálvt, segði Inge- borg Vinther. Og so reisti hon spurningin um, hvat fakfeløgini fara at gera, tá ið vit aftur koma í kreppu við teimum avleið- ingum, tað hevur við sær, eitt nú fráflyting og lønar- lækking? - Skulu vit bara lata standa til? Ella skulu vit siga, at vit vilja ikki eina ferð aftrat fara gjøgnum ar- beiðsloysi og sosiala neyð. Eitt er vist, at eitt so lítið land sum Føroyar tolir ikki fleiri fráflytingar og fylgjur, ið av tí standast. - Ásannast má, at politik- arar okkara hava sætað sær sjálvum bæði væl og virði- liga. Sektina leggja teir á, hvat hendir tí vanliga fólki- num, segði Ingeborg Vint- her. Sterk feløg neyðug Formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag sigur, at tað er er greitt, at neyðugt er við sterkum fakfeløgum, ið samstarva og fylkja seg. - Sum hetta samfelagið sær út í dag, so økist stættamun- urin ímillum tey lágløntu og háinntøkurnar, samstundis sum arbeiðsloysið er stórt á summum útjaðaraøkjum. - Líkt er til, at vit fáa a- merikanskar tilstandir, tí brúkarin skal sjálvur gjalda alt meir. Men hetta er ikki ein gongd, vit sum fakfel- agsfólk vilja hava. Vit eiga at stríðast ímóti øllum stætt- armuni og stríðast fyri, at samfelagið er so solidariskt sum gjørligt. - Jú, sanniliga er brúk fyri fakfeløgunum at gera vart við órætt og misnýtslu av tí, ið øll eiga sín part av. Allar hesar avbjóðingarnar, og tær, sum fara at koma ger tað neyðugt við sterkum fakfeløgum. Latið okkum tí standa saman um felag okk- ara og í góðum felagsanda samstarva fyri eini ljósari framtíð, limum og fólki okkara at frama, nú farið er inn í eina nýggja øld, er boðskapurin frá formanni- num í Føroya Arbeiðarafel- ag. - Tað nyttar lítið at reypa av, at 750 milliónir leypa av á fíggjarlógini, sam- stundis, sum Landssjúkra- húsið, Strandferðslan og mangt annað, liggur í skeljasori, segði Ingeborg Vinther á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið - Politikararnir gloyma at siga, hvat teir hava rakað til sín sjálvs. Nú skulu vit bæði betala okkkara egnu pensjón og harafturat skulu vit betala pensjónina hjá politikarunum, segði Ingeborg Vinther Nýggj fólk í stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag Tveir nýggir limir eru í stjórnini í Føroya Arbeiðarafelag, sum hevði aðal- fund um vikuskiftið ÁKI BERTHOLDSEN Fólkið var av tí mesta á að- alfundinum hjá Føroya Ar- beiðarafelag um vikuskift- ið. Av teimum 40 feløgu- num, sum eru limir í Lands- ins størsta Fakfelagi, høvdu tey 36 sent umboð til aðal- fundin, sum varð settur fríggjamorgunin klokkan 10 og helt fram allan dagin, til hann varð niðurlagdur um fimm tíðina. Men veðrið var av tí ringa og tað var orsøkin til at í hvussu so er okkurt felag ikki fekk møtt, tí tað var ikki tespuligt at fara til Havnar fríggjadagin, helst hjá teimum, sum skuldi sigla. Klokkan 10 leygarmorg- unin varð aðalfundurin tikin uppaftur og hann helt á, líka til klokkan trý, tá ið ein væl- nøgdur formaður takkaði fundarfólkinum fyri ein góðan og siðiligan fund. Tilsamans høvdu tey 36 feløgini sent eini 130 um- boð til aðalfundin, og tað er av tí nógva. Men at framburður er í landinum, sæst eisini í tali- num av arbeiðsfólki, sum eru limir í Føroya Arbeið- arafelag. Øll tey 40 lokalu verkamannafeløgini, sum eru limir í Føroya Arbeið- arafelag, høvdu tilsamans 6.237 limir á nýggjárinum. Í 1998 høvdu tey 5.824 lim- ir, sostatt eru 413 limir fleiri í Føroya arbeiðarafelag nú, enn tað vóru fyri einum ári síðani. Feløgini, sum ikki vóru umboðað á fundinum hesu- ferð, vóru feløgini í Nólsoy, Hvalvík, Fámjin og Drósan á Tvøroyri. Tveir nýggir limir Á fundinum vóru nakrar lógarbroytingar gjørdar, men tær vóru mest av tekn- iskum slag og koma ikki at ávirka viðurskiftini hjá tí einstaka liminum. Men tað komu eisini tveir nýggir limir í stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag. Fýra nevndarlimir stóðu fyri afturvali: Símun Abra- hamsen í Fuglafirði, Tana Kallsoy av Eiði, Marius Clementsen av Sandi og Georg Hansen úr Miðvági. Tana Kallsoy boðaði frá, at hon tók ikki við afturvali, tí nú var hon komin so mik- ið upp í árini at hon helt, at onkur annar átti at sleppa framat. Marius Clementsen og Georg Hansen vóru aftur- valdir, men nývaldir í stjór- ina vóru Margretha Ras- mussen úr Fuglafirði og Leila Zachariassen úr Havn, formaður í S & K. Næstformaðurin, Elias Hansen av Skála stóð eisini fyri vali, og hann varð eisini afturvaldur. Stjórnin í Føroya Arbeið- arfelag er sostatt soleiðis mannað nú: Ingeborg Vinth- er, formaður, Elias Hansen, næstformaður, Georg Han- sen, Marius Clementsen, Leila Zachariassen, Margr- etha Rasmussen og Kári Jacobsen, hann er úr Vági. Tiltakslimir eru nú Jógvan Heinesen úr Lorvík og Harry Benjaminssen úr Fuglafirði, sum báðir eru nývaldir og Karla Einarsson úr Runavík, sum er aftur- vald. Fráfarandi stjórnin er hendan: Frá vinstru, Elias Hansen, Kári Jacobsen, Georg Hansen, Símun Abrahamsen, Marius Clementsen, Tana Kallsoy og Ingeborg Vinther USA Dollarar Bretland Pund Týskland Markur Svøríki Króna Noreg Króna Frakland Frankur Belgia Frankur Sveits Frankur Holland Gyllin Italia Liri Finnland Markur Ísland Króna Eysturríki Skillingur Spania Pesetas Portugal Escudos Kanada Dollari Grikkaland Drakmur Japan Yen Írland Pund Evra 27.03.00 762,9900 1219,7900 380,7500 89,3200 91,6800 113,5300 18,4600 468,7900 337,9200 0,3846 125,2500 10,4300 54,1180 4,4760 3,7140 522,0300 2,2280 7,1241 945,5500 744,6800 Ultimo februar 764,6400 1219,3200 380,7900 88,2700 92,1300 113,5400 18,4620 463,5600 337,9600 0,3846 125,2600 10,4800 54,1240 4,4760 3,7150 526,3300 2,2300 6,9532 945,6500 744,7600 VALUTAKURSIR Prognosa 13 røtt: 2.953,- kr. 12 røtt: 118,- kr. 11 røtt: 13,- kr. 10 røtt: 0,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum –––––––––––––––––––––––––– 1. Aston Villa–Derby 1 2. Bradford–Manchester U. 2 3. Chelsea–Southampton X –––––––––––––––––––––––––– 4. Liverpool–Newcastle 1 5. Middlesbrough–Sheffield W.1 6. Sunderland–Everton 1 –––––––––––––––––––––––––– 7. Watford–Tottenham X 8. Bolton–Port Vale 1 9. Crystal Palace–Charlton 2 –––––––––––––––––––––––––– 10. Ipswich–Fulham 1 11. Manch. C.–West Bromwich 1 12. Nottingham F.–Blackburn 2 13. Queebs P. R.–Norwich X –––––––––––––––––––––––––– TIPS 13 úrslit Vika 12 25.–27. mars Vika 12 – 26. mars –––––––––––––––––––––––––– Vinnaratøl: 01 - 02 - 04 - 05 - 08 - 13 - 14 - 17 - 18 - 20 - 21 - 22 12 í sama punti: Eingin vinnari 11 í sama punti: 3.489,- kr. 10 í sama punti: 116,- kr. 9 í sama punti: 26,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Vika 12 – 25. mars –––––––––––––––––––––––––– Vinnaratøl: 03 - 12 - 16 - 19 - 25 - 34 - 36 Eykatøl: 02 - 33 7 vinnaratøl: 2.065.375,- kr. 6 vinnarat.+1 eykat.: 85.551,- kr. 6 vinnaratøl: 4.081,- kr. 5 vinnaratøl: 172,- kr. 4 vinnaratøl: 40,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Prognosa 12 røtt: Eingin vinnari 11 røtt: 18.038,- kr. 10 røtt: 1.275,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum –––––––––––––––––––––––––– 1. AaB–OB 2 2. AB–Silkeborg 1 3. AGF–Herfølge 2 –––––––––––––––––––––––––– 4. Brøndby–Lyngby FC X 5. Vejle–FC København 2 6. Viborg–Esbjerg 2 –––––––––––––––––––––––––– 7. Farum–Svendborg 1 8. Fredericia–Ølstykke 2 9. Haderslev–Hvidovre X –––––––––––––––––––––––––– 10. Helsingør–Vejen 2 11. Næstved–Skive 1 12. Holstebro–Glostrup IF 32 2 –––––––––––––––––––––––––– TIPS 12 úrslit Vika 12 25.–27. mars Vika 12 – 25. mars –––––––––––––––––––––––––– Jokaratal: 6-6-6-4-3-5-7 7 røtt: Eingin vinnari 6 aftastu røtt: Eingin vinnari 5 aftastu røtt: 23.057,- kr. 4 aftastu røtt: 2.574- kr. 3 aftastu røtt: 265,- kr. 2 aftastu røtt: 52,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag er nú hendan: F.v. Kári Jacobsen, Elias Hansen, Margretha Rasmussen, Leila Zachariassen, Ingeborg Vinther, Georg Hansen og Marius Clementsen