týsdagur 28. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
JÁKUP MØRK
StÍF-VÍF 20-30 (13-16)
Eftir at neistaleikararnir
undanfarna vikuskifti vunn-
u inni á Skála móti StÍF, var
greitt, at gulldysturin í bestu
mansdeildini hetta kapping-
arárið skuldi standa millum
Neistan og VÍF.
Júst hesi bæði liðini skulu
sambært kappingarskipan-
ini hittast í seinasta dysti-
num á árinum, men um tal-
an skuldi gerast um nakra
finalu, vóru boðini til vest-
menningarnar greið. Dyst-
urin á Skála skuldi vinnast,
tí alt annað enn ein sigur
vildi føra við sær, at gull-
krónurnar endaðu í Havnini.
Onkur vildi kanska hild-
ið, at uppgávan gjørdist na-
kað lættari, tí StÍF ikki long-
ur hevði nøkur gullmerki at
berjast fyri, og tískil kanska
ikki løgdu so nógv í sjálvan
dystin.
Hetta kom eisini til sjónd-
ar, tá farið varð inn í høllina
á Skála sunnudagin. Ikki tí,
høllin var so at siga fullsett,
men hetta var ikki orsakað
av, at áskoðararnir hjá
heimaliðnum rúgvaðu so
nógv upp. Heldur var tað
soleiðis, at ein heilur riðil
VÍF hevur borðreitt til finalu
Við sigrinum á strandingum syrgdu vestmenningarnir fyri, at teir enn hava møguleika at ogna sær gullmerkini. So-
statt er nú rættuliga lagt upp til stórdyst, tá Neistin komandi leygardag vitjar í Vestmanna
av vestmenningum høvdu
gjørt av stuðla hetjum sín-
um henda dagin.
Høvdu gott tak á
At StÍF ikki hevði so nógvar
áskoðarar sum vanligt í
rygginum merkti tó ikki, at
teir ikki gjørdu nakra roynd
at vinna dystin.
Leingi var nevnliga líkt
til, at teir høvdu eitt sera
gott á Vestmenningum. Iva-
leyst hevði tað sítt at siga,
at StÍF leikarunum ikki
nýttist at hava nervar av
nøkrum slag, og tískil
kundu leika fullkomuliga
frígjørt.
Serliga var tað Artur sum
gjørdi um seg, tá hann ferð
eftir ferð slapp sær framvið
mótstøðuleikarum og lang-
aði bóltin í netið, aftan fyri
Eli Müller, sum vardi VÍF
málið fyrra hálva tíman.
Ein hevði tó varhugan av,
at tað skuldi gerast VÍF, sum
fór avstað við sigrinum, tí
nakrar ferðir kom tað fyri,
at strandingar royndu seg
við dekan av smørtum frí-
spælingum, og tá hesar
kiksaðu, var ikki líkt til, at
nakar leikari legði nakað
serligt í hetta.
Sum hálvleikurin leið,
fekk VÍF eisini betri glið á
sítt álopsspæl. Fyrstu løtuna
vóru tað so at siga bert Ingi
og Johnny, sum veruliga
megnaðu at seta ferð á, men
so við og við gekst eisini
betri hjá viðleikarunum.
Móti endanum av fyrra
hálvleiki fekk VÍF eisini
togað seg fýra mál fram um,
áðrenn strandingar aftur
fingu minkað, soleiðis at trý
mál vóru á muni, tá farið
varð til hálvleiks.
Bárður læsti dyrnar
Við trý mála stóru leiðsluni
komu
vestmenningarnir
treystir út aftur á vøllin til
seinna hálvleik, og nú varð
skjótt greitt, at StÍF ikki
skuldi hava meira at siga í
hesum dysti.
Serliga var tað verjupart-
urin, sum nú riggaði betri,
og hetta gav eisini skjótt
bonus, soleiðis at liðið kun-
di vinna sær eina enn størri
leiðslu.
Um tað vóru nervar, ella
kanska vissan um, at nú var
sigurin so at siga heima,
skal eg lata vera ósagt, men
miðskeiðis í hálvleikinum
kom brádliga stígur í hjá
vestmenningunum.
Í álopspartinum vildi
einki rigga, og hetta førdi
eisini við sær, at StÍF fekk
sett fleiri mótálop ígongd.
Lukkutíð hevði Bárður
Nielsen valt júst hendan
hálvleikin til at sýna eitt tað
besta málmansavrikið í ár,
og tískil kundi tað gera tað
sama, um vestmenningar
vóru leysir við honum, ella
um talan var um brotskøst.
Inn vildi bólturin ikki!
Móti endanum av dyst-
inum fingu vestmenningar
aftur glið á spælið, og so
var dysturin liðugur fyri
strandingarnir. Besta dømið
um, hvussu lítið teir nú løg-
du í sigurin, var helst, at tá
teir aftur fingu eitt brots-
kast, varð Pól Jákup Poul-
sen, sum vardi málið í
seinna hálvleiki, settur at
skjóta, uttan at hetta tó bøtti
um úrtøkuna móti Bárði.
Finalan er nú eftir
Samanumtikið kann helst
sigast, at VÍF vann dystin,
tí teir vóru liðið, sum skuldi
vinna dystin. Viljin og nær-
lagni var tað størri enn hjá
strandingum, og hóast av-
rikið fyrstu løtuna var merkt
av nervum, so mundu á-
skoðararnir vera samdir um,
at dysturin fekk rætta vinn-
aran.
Strandingar hava enn ein
dyst eftir at leika hetta kapp-
ingarárið, tá teir á heima-
vølli taka ímóti Kyndli, sum
er á fjórað plássi. Ein dyst-
ur, sum í sjálvum sær einki
hevur at siga, hvat plaser-
ingum viðvíkur, men vón-
andi vilja bæði liðini enda
kappingarárið við einum
sigri, soleiðis at áskoðarar-
nir hóast alt fáa ein und-
irhaldandi dyst at hyggja at.
Hava strandingar einki at
spæla um í seinasta dysti
sínum, so er øðrvísi statt hjá
vestmenningum. Sum om-
anfyrinevnt, so skulu teir
komandi leygardag spæla
ein rættan finaludyst, tá
Neistin kemur á vitjan.
Vinna vestmenningarnir
henda dystin, eru teir meist-
arar, meðan javnleikur ella
tap hevur við sær, at gull-
krónurnar fara til Havnar.
Hvussu leikur fer at fara
til ta tíð, man vera nyttu-
leyst at gita um, men eitt
tykist í øllum førum púra
víst.
Hondbóltskappingin
hetta kappingarárið hevur
verið ein av teimum mest
spennandi nakrantíð, og
hesin spenningur fer at
halda sær til seinasta dyst,
og vónandi til seinasta brík-
sl úr floytunum hjá dóma-
runum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 9, Lei-
vur Justinussen 4, Bent
Djurhuus 2, Jónleif Sólsker
2 (1), Pauli Hansen 2, Ma-
rius Joensen 1
VÍF: Sámal Joensen 7 (4),
Johnny Joensen 6, Harald
Bjørgvin 4, Ingi Olsen 4 (1),
Agnar Joensen 3, Martin
Hummeland 2, Rógvi Niel-
sen 2, Sjúrður Holm 1, Pe-
tur Fr. Joensen 1
Brotskøst:
StÍF 4, VÍF 6
Útvísingar:
StÍF 2, VÍF 1
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen
Eina løtu mundu vestmenningarnir kenna seg nakað kroystar, men tá samanum kom, vunnu teir ein tryggan sigur á
strandingum
Mynd: Álvur Haraldsen
Rógvi Nielsen hevur
seinastu dystirnar verið
við til at styrkt um VÍF-
liðið
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍtróttaSosialurin
kann sjálvandi eisini
lesast á alnetinum:
www.sosialurin.fo
Danmark tá tað er best
Danski bólkurin TV2 borðreiddi við tí besta poppinum, sum kongaríkið eigur. 700 fólk fingu
Danmark, tá tað er best
EYÐUN KLAKSTEIN
MYNDIR: JENS KR. VANG
– Vit koma við friði, ugh!
Oddamaðurin í TV2,
Steffen Brandt, kundi ikki
lata vera.
Hann tók stríðið, sum
hevur verið millum føroy-
skar og danskarar politik-
arar farnu tíðina, til viðgerð-
ar á sín serstaka hátt.
Eina ferð undir konsertini
læs hann eina heilsan frá tí
danska fólkinum, og hon
snúði seg um, at »vit mugu
hjálpa hvørjum øðrum«.
Og tá danski popparin
hevði lisið sína heilsan, helt
hann, at tað var hóskandi at
spæla sangin: Det’ Dan-
mark når det’ bedst...
Og so fingu teir einans
700 áskoðararnir Danmark,
tá tað er best. Tryggan,
skemtiliga og væl spældan
popp. Eina røð av kendum
sangunum og eina serliga
heilsan til teir veruligu
fjeppararnar, tá teir spældu
sangir sum Natradio og
Rejsen til Rio.
Kvinnur sum so
Føroyski bólkurin, All That
Rain, legði fyri, og teir
tríggir tónleikararnir, sum
eru betri kendir undir navni-
num Kjølar, spældu í sínum
vanliga sannførandi stíli.
Rocktónleikur við ans fyri
tí góða lagnum og við ferð
á.
Og eftir at at sangurin um
TV2 spældi besta poppin,
sum Kongaríkið eigur, í
eini 90 minuttir, og odda-
maðurin í bólkinum, Steff-
en Brandt, kundu ikki lata
verða við at gera sínar
serstøku viðmerkingar til
samráðingarnar millum
danir og føroyingar
Bornholm
(ein
gamal
danskur sangur, sum TV2
byrjar sínar konsertir við)
hevði ljómað úr hátalaru-
num, komu teir fýra í TV2
á pallin, og teir løgdu fyri
við trimum sangum av frá-
líku útgávuni um Heimsins
eydnusamasta mann.
Fyrst var tað Kærlighed-
en overvinder alt, síðan
sangurin, sum snýr seg um
kvinnur sum so og tá Det
er samfundets skyld varð
spældur, mundi hvør einasti
knokkur í høllini verða før-
ur fyri at syngja liva við.
TV2 spældi nógvar av
sínum kendastu sangum.
Teir spældu Verdens lykke-
ligste mand, Kys Bruden,
Line Jørgensen Voldum og
Be Babalula.
Men tað snúði seg ikki
bara um at spæla tey mest
kendu sangirnar hjá bólki-
num.
Ein góð blanding
Á tíðindafundinum, sum var
fríggjamorgunin,
segði
manningin í TV2, at teir
ætlaðu at vísa føroyingum,
at teir høvdu gjørt tónleik,
síðani teir vóru her seinast í
1992.
Men teir løgdu dent á, at
teir altíð spæla teir sangir-
nar, sum teir hava hug til.
Og tað skuldi skiljast sum,
at hittini frá 80’unum á ong-
an hátt vóru gloymd.
Og soleiðis var eisini við
konsertini. Tað gjørdist ein
blanding av eldri og yngri
sangum, og so var neyvan
nakar keddur av, at teir
løgdu vera við at spæla mis-
eydnaða, modernaða R&B-
sangin Yndlingsbabe, sum
er tittulsangurin á nýggjastu
fløguni hjá teimum.
TV2 spældi eisini nakrar
av teimum sangunum, sum
meira er fyri fjepparar enn
kenningar. Frálíki Rejsen til
Rio fekk uppiborna spælitíð
so soleiðis var eisini við Det
mørke Jylland og Natradio.
Teir blástu eisini
Saman við teimum fýra
høvuðslimunum í bólkinum
vóru blásarar eisini við á
pallinum, og tað riggaði
framúr væl hjá teimum at
fáa hornini við í tónleikin á
ein natúrligan hátt.
Og sum heild var talan
um høgt tónleikaligt støði.
Ljóðið var sera gott alla tíð-
ina, teir høvdu ikki serliga
hart frá, men tað ljóðaði
væl, og teir fýra limirnir í
bólkinum, sum hava spælt
so leingi saman, vístu eisini,
at teir eru samanspældir.
Onkuntíð var tað helst
auto-piloturin, sum varð
sligin til, men tað var sann-
førandi og undirhaldandi
alla tíðina.
Maðurin í miðjuni var
Steffen Brandt. Tað er hann,
sum meira enn nakar annar
myndar TV2. Hann skrivar
tónleikin og yrkingarnar, og
hann hevur gjørt tað til ein
av sínum specialitetum at
koma við gullkornum mill-
um sangirnar. Tað kláraði
hann eisini í kjalarvørrinum
á tí, sum fór fram í Keyp-
mannahavn fyri 10 døgum
síðani.
Skjótt aftur
Tá TV2 hevði verið á pall-
inum í eini fimm korter,
takkaðu teir fyri seg. Men
sjálvandi var bæði pláss fyri
og hugur til tveir eykasang-
ir.
Og tá teir so komu á pall-
in aftur spældu teir Der går
min klasselærer, áðrenn teir
settu punktum við gamla
hittinum Bag duggede rud-
er.
90 minuttir og so var lið-
ugt.
Eftir loknan leik segði
Steffen Brandt seg vera
nøgdan við konsertina.
Hann helt tað var passaligt
av fólki, og lívið var gott.
Og so helt hann, at tað
kundi blíva enn betri næstu
ferð, teir koma til Føroya at
spæla.
Og tey 700 á konsertini
hesaferð munnu neyvan
hava nakað ímóti, at TV2
vitjar skjótt aftur hendan-
vegin.
Tað er jú Danmark, tá tað
er best...