Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 JÁKUP MØRK Neistin-Tjaldur 42-24 (15- 12) Neistaliðið hevði greiðan setning, tá teir leygardagin fóru á vøllin at leika móti Tjaldri. Tvey stig skuldu fá- ast til høldar, um leiðslan niður til vestmenningar skuldi varveitast. Hetta tóktist heldur ikki at verða nøkur ógjørlig upp- gáva at loysa, at tí meðan Neistin higartil í endaspæli- num hevur vunnið allar sín- ar dystir, so hevur Tjaldur enn einki fingið burtur úr teimum tíggju ferðunum, sum teir higartil høvdu ver- ið á vøllinum. Brendu nógv At byrja við kundi tað fyri ein uttanfyristandandi tó vera torført at síggja, hvat av hesum liðum var ovast og hvat var niðast á stiga- talvuni. Neistaliðið tóktist alt ikki at taka uppgávuna í álvara, og hóast teir ong- antíð lótu Tjaldur fara fram um, so megnaðu teir hin- vegin heldur ikki at toga seg burtur frá mótstøðuliðinum. Orsøkirnar til hetta vóru helst fleiri, men mest sjón- liga var, at neistaverjan var sum ein opnahjallur. Líkt var til, at teir royndu seg við 4-2 verju, sum helst er ætlað at bremsa vestmenningum við um eina viku, men henda riggaði alt annað enn væl. Teir fýra inni á linjuni megnaðu als ikki at tippa holini, sum komu í verjuna av hesum, og serliga í høgra verjuborði var víðopið. Onnur orsøk var eisini, at neistaleikararnir brendu eitt hav av opnum málmøgu- leikum. Serliga Heini var stóri syndarin í hesum, men samstundis eigur Sjúrður í tjaldursmálinum eisini rós uppiborið fyri sítt avrik. Dómaraseðilin ov stuttur Beint sum seinni hálvleikur byrjaði gjørdist sjónligt, at neistaleikararnir nú ætlaðu sær at skúgva allan iva um henda dystin til viks. Tá tíggju minuttir vóru leiktir, hevði Neistin skorað átta ferðir, meðan Tjaldur bert hevði fingið tvey mál í sín part, og eftir hetta var spurningurin bert, hvussu stórur sigurin hjá heimalið- num skuldi verða. Málveitsla á Hálsi Hondbóltur, menn: Hóast avrikið í fyrra hálvleiki ikki var serliga sannfør- andi, so megnaðu menninir hjá Neistanum at gera seinna hálvleik móti Tjaldrinum til eina sanna málveitslu Talan gjørdist at enda um ein rættuliga sannførandi sigur, og í fleiri førum varð leikluturin hjá runavíking- um avmarkaður til at vera passivir áskoðarar til eina uppvísing frá heimaliði- num, har leikararnir nærum kappaðust um, hvør kundi gera flottasta málið. Betri gjørdist støðan ikki, tá Tummas Magnussen, sum helst hevði verið fræg- asti tjaldursleikarin fram til tá, fekk reyða kortið frá dó- maranum, men tá var longu somikið langt útliðið, at alt kundi gera tað sama. Málini rapaðu framvegis inn, og eftir dystin var sjónligasta prógvið um hetta, at dóm- araseðilin gjørdist ov stutt- ur, til at skriva allar mál- skjúttarnir á. Heim at bíða eftir StÍF Hoast trivaliga sigurin, so mundu neistaleikararnir eft- ir dystin helst frøðast um, at enn tvey stig vóru komin í tunga stigaposan. Mál- munurin hjá hinum gullbið- linum, VÍF, er somikið góð- ur, at tað verður ikki við hesum, at Neistin skal ger- ast føroyameistari. Hetta vóru leikararnir eis- Viljin gjørdi munin Hetta vóru orðini frá Johnny Joen- sen, sum efti r dystin kundi frøast um, at talan nú verður um ein rættuligan finaludyst komandi vikuskifti JÁKUP MØRK Ein av teimum VÍF leik- arum, sum so at siga alt árið hevur verið í støðug- ari framgongd, er Johnny Joensen. Ikki minst er tað stríðs- viljin, sum ofta ger munin millum hann og aðrar leikarar, tí hann gevur seg altíð 100%, tá hann er á vøllinum. Eisini í dysti- num sunnudagin kom hetta til sjóndar. Serliga var hetta sjónligt í fyrra hálvleiki, tá flestu viðleik- ararnir tóktust at vera darvaðir av týdninginum, sum dysturin hevði. Eftir dystin sunnudagin fingu vit orðið á Johnny, og skilligt var, at hann var nøgdur við avrikið sum heild. Viljin á muni - Fyri mótt viðkomandi er tað viljin, sum í nógvum førum gevur bonus, og í dag var hetta eisini gald- andi fyri liðið, helt Johnny fyri. Serliga helt hann, at tað í seinna hálvleiki var sjónligt, at tað vóru vest- menningarnir, sum vildu vinna dystin. Annars helt hann at tað í fyrra hálvleiki gekst heldur striltið hjá VÍF lið- num at koma inn í dystin. - Tað tóktist nærum so- leiðis, at menninir ikki vóru nóg uppsettir, og í verjupartinum riggaði als einki hjá okkum. Serliga var tað Arturi, sum vit ikki fingu fatur á, men tað var als ikki bara hann. Tá vit so í seinna hálvleiki komu nøkur mál fram um, hvurvu nervarnir meira ella minni, hóast vit høv- du eina heldur deyða pe- riodu í seinna hálvleiki, greddi Johnny frá. Í sama viðfangi legði hann dent á, at Bárður stóð ein heilt fantastiskan seinna hálv- leik, og á tann hátt forðaði fyri, at strandingarnir komu inn aftur í dystin. Trupulleikar í fyrra hálvleiki Annars helt Johnny, at tað yvirhøvur hevur verið so- leiðis í fleiri dystum, at spælið í fyrra hálvleiki ikki hevur verið nøktandi. Hinvegin hava teir aloft- ast fingið tosað somikið væl saman í hálvleiki- num, at teir hava megnað at vent gongdini, og á tann hátt vunnið fleiri javnar dystir. - Tað er ikki soleiðis at vit fáa nakra skolu frá Hjalmari í hálvleikssteðg- inum, men heldur soleiðis at vit fáa greiðu á ymsum lutum, soleiðis at vit kunnu lyfta spælið seinna hálva tíman, var hansara boð upp á loysnina av hesum trupulleika. Klárt til seinasta dystin Um hetta fyribrigdið aftur fer at gera seg galdandi komandi vikuskiftið er sjálvandi ilt at siga, men sjálvur nevndi Johnny einki um hetta, tá tosið fall inn á avgerandi dystin komandi vikuskiftið. - Nú megnaðu vit so at fáa tvey stig fyri dystin í dag, og so mugu vit orðna restina komandi sunnu- dag, vóru seinastu orðini frá honum, áðrenn vit takkaðu fyri prátið og lótu leikaran við trettan-tal- inum á rygginum fara inn til liðfelagarnar. Johnny Joensen, vestmenningurin, sum altíð gevur seg 100% Mynd: Álvur Haraldsen ini greiðir um eftir sigurin, og tí mundu teir helst fara heim í teirri vón, at StÍF 24 tímar seinni skuldi rætta teimum eina hjálpandi hond, soleiðis at teir kundu sleppa undan at spæla ein altavgerandi seinasta dyst móti VÍF í Vestmanna. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Áki Olsen 17 (4), Heini Joensen 12, Finnur Hansson 6, Jákup Sverri Kass 2, Kári Mortensen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Helgi Justinussen 1, Elmar Ósá 1, Áki Mørk 1 Tjaldur: Tummas Magnus- sen 8 (1), Kári Hansen 7, Sverri Justinussen 4, Dánjal Hansen 3, Arnfinn Lang- gaard 1, Jónstein Petersen 1 Brotskøst: Neistin 4, Tjaldur 1 Útvísingar: Neistin 1, Tjaldur 2 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Bjarni Wardum og Rúni Mohr Tjaldur fylgdi hampuliga væl við fyrra hálva tíman, men tá Finnu og liðfelagarnir settu ferðina upp, fór seinasta restin av spenningi úr dystinum, soleiðis at spurningurin bert var um, hvussu stórur sigurin skuldi verða Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK Neistin-Tjaldur 32-15 (14- 10) Tá inniverandi kappingarár var hálvrunnið, tóktist tað alt annað enn sannlíkt, at besta kvinnuliðið hjá Neist- anum skudli fara avstað við silvurmerkjunum, tá avtorn- aði. Ja, allarhelst mundu tað vera sera fá, sum tá vænt- aðu, at talan fór at gerast um heiðursmerki av nøk- rum slag, men sum seinna helvt av kappingini hevur lagað seg, er hetta nú vorðið veruleiki. Tað hevur nevnliga lagað seg soleiðis, at meðan neistakvinnurnar hava fing- ið sera góða úrtøku síðani jólasteðgin, hava kapping- arneytarnir mist fleiri stig á vegnum, og sostatt væntaði Neistanum bert tvey stig fyri at røkka silvurmerkj- unum undan teimum báðum seinastu dystunum. Hin fyrri av hesum var leygardagin móti Tjald- rinum, sum enn einki stig hevur fingið hetta kapping- arárið, og lítið var tí at ivast í, at havnargenturin nú skul- du tryggja sær silvurið. Fingu onga hjálp JÁKUP MØRK Í riðlinum av viðhalds- fólkunum hjá VÍF og StÍF, sum vóru í høllini á Skála sunnudagin, bóru vit eisini eyga við meg- inpartin av fyrstaliðshóp- inum hjá Neistanum. Sum væntað Ivaleyst høvdu teir vónað, at StÍF megnaði at taka í hvussu so er annað stigið frá vestmenningunum, men var tað hesum teir komu eftir, so fóru teir krøktir heim aftur. Tað skiltist tó á lagnum, at teir høvdu ikki væntað nakra serliga hjálp frá strandingunum kortini. - Hatta var sum væntað, var so at siga einasta við- merking teirra, tá tað eftir dystin var greitt, at teir skulu gera arbeiðið sjálvir, um teir ætla sær gullmerk- ini. Fyrireiking Kanska var ferðin inn á Skálafjørðin heldur ikki ætlað sum nøkur ferð eftir gullinum. Meira nærliggj- andi er helst, at teir við hesum vildu nýta høvið til at hyggja eina seinastu ferð eftir komandi mót- støðuliðnum, áðrenn teir komandi leygardag skulu leika dystin, sum avger, hvørt FM-steypið skal halda summarfrí í Havn ella í Vestmanna. Neistaleikararnir høvdu helst vónað, at strandingar fóru at hjálpa teimum, men máttu tó ásanna, at soleið- is skuldi ikki verða Hugsunarsamir neistaleikarar í høllini á Skála sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Silvurið kom til høldar Hondbóltur, kvinnur: Við greiða sigrinum á Tjaldri leyg- ardagin, tryggjaðu neistakvinnurnar sær silvurmerkini eina viku áðrenn kappingarárslok Vóru kvikari Fyrsta hálva tíman var tó ikki so nógv, sum bendi á, at munurin millum liðini bæði var somikið stórur, sum stigatalvan sigur frá. Verður sæð burtur frá teimum báðu fyrstu minutt- unum, so hevði heimaliðið munin alla tíðina, men hin- vegin høvdu gestirnir úr Runavík sera gott tak á teimum. Einasti munurin var so at siga, at Neista- genturnar vóru nógv kvikari í álopsroyndum sínum, har serliga Katrin á Neystabø var skjót fram, soleiðis at hon fleiri ferðir gjørdist púra leys við málverjanum hjá Tjaldrinum. Orka ikki nóg væl Tað hevur tó fleiri ferðir víst seg í ár, at tjaldurskvinn- urnar ikki hava neyðugu orkuna til at spæla ein heil- an dyst, og hetta kom eisini greitt til sjóndar leygar- dagin. Seinna hálva tíman var talan nevnliga um einvegist ferðslu meginpartin av tíð- ini, og eftir at Neistin bein- anvegin hevði økt um mun- in, tóktust tær á vitjandi lið- num fullkonmuliga at hava mist mótið. Ta einu løtuna, miðskeiðis í hálvleikinum fekk Neistin sostatt átta mál á rað, uttan at gestirnir megnaðu at svara aftur. Talan gjørdist sostatt at enda um ein trivaligan sig- ur, og eftir dystin kundu neistagenturnar sostatt fegnast um ognarrættin til silvurmerkini. Óvæntað silvurmerki Sum omanfyrinevnt, so var tað fyri einum trimum mán- aðum síðani alt annað enn væntandi, at tað skuldi eyd- nast neistakvinnunum at ogna sær hesi heiðursmerki, men við einum sera góðum stríðsvilja hava tær megnað at vent gongdini. Nevndi stríðsviljin hevur saman við eini sterkari verju verið hornasteinurin undir positivu gongdini, men tað skal heldur ikki gloymast, at liðið í byrjanini av kapp- ingarárinum hevði nógvar skaðar at dragast við. So hvørt, sum fleiri av skaddu leikarunum komu fyri seg aftur, umframt at Ileana Manolescu eisini kom við í hópin, gjørdust úrslitini tó betri, og stútt og støðugt hava tær arbeitt seg upp eftir stigatalvuni. Komandi vikuskiftið skulu neistakvinnurnar til Vestmanna, har seinasti dystur hetta kappingarárið stendur á skránni. VÍF er samstundis einasta liðið, sum tað ikki hevur eydnast neistakvinnunum at skalað í landskappingini, men um hetta eisini fer at eydnast teimum skulu vit ikki gita um í hesum umfarinum. Eins og Neistin hevur Tjaldur ein dyst eftir, men útlitini fyri einum líkinda úrsliti í hesum dysti eru alt annað enn góð. Tá skulu tjaldurskvinnurnar nevnliga til Klaksvíkar, har Stjørnan á heimavølli ætlar sær at enda kappingarárið við ma- nér. Ein dystur, sum uttan iva verður stuttligur fyri á- skoðararnar, men neyvan fyri leikararnar hjá Tjaldri. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 10, Inga Danberg 5, Ileana Manolescu 4 (1), Mildrið Jacobsen 4, Susan Brockie 3, Gunnleyg Berg 3, Marjun Jógvansdóttir 2, Birita War- dum 1 Tjaldur: Beinta Jacobsen 3 (1), Sonja Gleðisheygg 3, Sunrid Gleðisheygg 3, Mo- na Langgaard 2, Hansa Mikkelsen 1, Heidi Jacob- sen 1, Oddvá Fossdalsá 1, Kristine Ellingsgaard 1 Brotskøst: Neistin 4, Tjaldur 3 Útvísingar: Neistin 1, Tjaldur 1 Dómarar úr Kyndli: Bjarni Wardum og Rúni Mohr Katrin á Neystabø gjørdi rættuliga um seg leygardagin, tá hon saman við liðfeløgunum tók seinasta fetið móti silvurmekjunum. Mynd: Álvur Haraldsen