týsdagur 28. mars 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
JÁKUP MØRK
Kyndil-VB 31-26 (13-9)
Tað var við eini vón um at
hevnað ósigurin í steypa-
finaluni, at vágsgenturnar
sunnudagin komu til Havn-
ar. Samstundis var talan um
seinasta landskappingar-
dystin fyri teirra viðkom-
andi hetta árið, og tí vildu
tær eisini prógva, at hóast
úrtøkan ikki hevur nakað
serlig hetta árið, so megn-
aði liðið at spæla góðan
hondbólt.
Kyndil hevði tó eisini sítt
at spæla fyri. Hóast vónin
um fyrst gull- og síðani sil-
vurkrónur var fokin, so
høvdu tær við einum sigri
møguleikan at tryggja sær
bronsumerkini.
Tað tykist kanska ikki av
so nógvum, tá talan er um
tvífaldar føroyameistarar,
men kortini betur enn einki,
og harumframt var hetta
eisini seinasti dysturin hjá
Kyndli á hesum sinni.
Lagið gott hesuferð
Tað gjørdist eisini rættuliga
skjótt greitt, at kyndils-
kvinnurar um ikki annað
vildu enda árið á sømiligan
hátt. Beinanvegin vunnu
tær seg fram um VB-liðið,
og hóast munurin onkuntíð
tødnaði, so øktist hann fyri
tað mesta, og rættuliga í
vanda kom sigurin ong-
antíð.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki var munurin heilt uppi
á tíggju málum, men sein-
astu løtuna fekk VB kortini
minkað um munin, soleiðis
at tað at enda vóru fimm
mál, sum skiltu partarnar.
Serliga var tað Lotte, sum
hevði stillað sær kanónina
rætt inn henda dagin. Ikki
tí, skot hennara eru ikki av
teimum allar harðastu, men
aloftast hava tey kós móti
handara málhornið, og har
kann vera nakað torført hjá
málverjunum at røkka.
Lotte var tó á ongan hátt
einsamøll á vøllinum, og
yvirhøvur sýndu kyndils-
kvinnurnar við avrikinum
sunnudagin, at tær hóast alt
eiga at verða roknaðar mill-
um bestu kvinnulið í land-
inum. Hóast útskiftingin á
liðnum í ár hevur verið na-
kað stór, so er dygdin á leik-
arunum uttan iva nóg góð,
men hinvegin hevur spæli-
hugurin verið nakað skift-
andi.
Serliga eftir at tær fyri á
leið eina mánaði síðani tap-
tu fyri Stjørnuni, og harvið
mistu møguleikanum fyri
gullmerkjunum, hevur tað
verið sjónligt, at leikararnir
ikki hava lagt so nógv í av-
rikini. Sunnudagin fingu
tær sett eitt virðiligt punk-
tum fyri árinum, sum hóast
alt hevur givið teimum fyr-
sta steypasigurin nakrantíð,
so heilt galið hevur árið
kortini ikki verið.
Onga hevnd
VB fekk sostatt ikki hevnd
fyri tapið í steypafinaluni,
Fingu bronsu hóast alt
Hondbóltur, kvinnur: Kyndil tryggjaði sær bronsumerkini, tá tær uttan stórvegis hóvasták vunnu tryggan sigur á VB,
sum sostatt endaði árið uttan at fáa hevnd fyri taptu steypafinaluna
og yvirhøvur má sigast, at
tær als ikki høvdu nakran
serliga góðan dag sunnu-
dagin.
Yvirhøvur hevur úrtøkan
hjá liðnum verið heldur
soltin hetta árið, sæð í mun
til tær dygdir, sum liðið
hevur, men í øllum førum
tykist greitt, at hondbólturin
har suðuri er á veg fram.
Í fleiri dystum hava tær
verið sera nær við at koppa
ovaru støddu liðunum, men
bert ta einu ferðina hevur
hetta eydnast teimum. Utt-
an iva hava tær ætlanir um
fleiri sigrar av hesum slag
komandi ár, og megna tær
at halda fast um fólkið,
samstundis
sum
meira
verður sett við, er einki at
ivast í, at møguleikarnir fyri
eini betri endastøðu eru til
staðar komandi ár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 11
(2), Jórun Ludvig 7, Rakul
Joensen 4, Brynhild Klein
4, Anya Midjord 2, Palma
Petersen 2
VB: Regina Rádó 8 (4),
Gurið
Mortensen
6,
Arnleyð Krosslá 5, Sólrun
Krosslá
5,
Rannva
Augustinussen 1, Christina
Holm 1
Brotskøst:
Kyndil 2, VB 4
Útvísingar:
Kyndil 1, VB 1
Dómarar úr Neistanum/
H71:
Kristian Johansen og Krist-
ian Martin Skála
Hóast úrtøkan í hesum kappingarárinum hevur verið misjøvn, so megnaðu kyndilskvinnurnar at enda at ogna sær
bronsumerkini
JÁKUP MØRK
Kyndil-KÍF 33-22 (21-7)
Síðani tað fyri nøkrum vik-
um síðani gjørdist greitt, at
Kyndil ikki skuldi hava
nakran aktivan leiklut í FM-
stríðnum hetta kappingar-
árið, hevur tað verið so sum
so við motivatiónini hjá
leikarunum á liðnum.
Ikki tí, spæl teirra hevur
til tíðir verið rættuliga gott,
men hinvegin hevur tað í
ávísum førum eisini verið
sjónligt, at stríðshugurin og
viljin til at vinna ikki hevur
verið tann sami, sum hann
oftani hevur verið fyrr.
Sunnudagin áttu teir so
heimadyst móti Kollfirð-
ingum, og tá talan var um
seinasta heimadyst hetta ár-
ið, var um ikki annað vænt-
andi, at Kyndil ætlaði at
siga áskoðarunum farvæl
við einum sigri.
Ikki var væntandi, at koll-
firðinganir, sum alt árið
hava verið niðarlaga stadd-
ir, skuldu skala kyndilsleik-
arunum, og soleiðis varð
heldur ikki.
Eingin ivi
Kyndil setti seg nevnliga á
dystin frá fyrsta bríksli, og
satt at siga var ongantíð
vandi fyri, at kollfirðing-
arnir skuldu gera teimum
ónáðir.
Eftir at Hans Áki hevði
lagt fyri við fýra málum á
rað, var kósin líka sum sett,
og restina av hálvleikinum
kundu kyndilsleikararnir
kappast um, hvør teirra
megnaði at skjóta flestu
málini.
Hetta førdi eisini við sær,
at nærlagni í verjupartinum
ikki var tað heilt stóra, men
málverjin er har til tað sam-
a, tað sá út til, at Lars hevði
sera gott tak á kollfirðing-
unum henda dystin.
Riggaði verjuparturin illa
í fyrra hálvleiki, so var
støðan ikki betur í seinna.
Ikki tí, sigurin kom ong-
antíð í vanda, eftir at Kyndil
hevði skotið tríggjar ferðir
so nógv mál sum KÍF fyrsta
hálva tíman.
Leikararnir vóru so at
siga fullkomuliga líkasælir
um, hvussu leikur fór sein-
asta hálva tíman, og koll-
firðingar fingu tí loyvi til
at minkað eitt sindur um
tapið.
Kanska ikki so galið
Tað man ikki vera nakað
dulsmál, at sigursvandu
kyndilsleikararnir og ikki
minst áskoðararnir høvdu
vónað, at lið teirra fór at
standa seg nakað betri hetta
kappingarárið, enn teir hava
gjørt.
Fjórða plássið er nú teir-
ra, líkamikið hvussu leikur
fer í seinasta dystinum, og
ivaleyst munnu nógv ár ver-
a síðani Kyndil hevur verið
uttan fyri heiðursmerkja-
røðina.
Steypakappingina hava
teir tó kortini vunnið, so
heilt spilt hevur árið ikki
verið, og harafturat eigur at
vera havt í huga, at talan í
stóran mun hevur verið um
rættuliga ungar leikarar á
flestu plássunum.
Tískil eigur endaliga
støðan ikki at verða tikin
sum eitt tekin um, at Kyndil
nú er á veg niðureftir, men
heldur soleiðis, at teir nú
eru í ferð við at byggja eitt
nýtt lið upp.
Hvussu langt hetta fer at
røkka er óvist, men við
miðvísum arbeiði og eitt lít-
ið sindur av tí hepni, sum
teir ikki hava havt í ár, kann
komandi kappingarár laga
seg munandi betri hjá teim-
um.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Hans Áki Dahl
Christiansen 9, Jacob Jóns-
son 6 (1), Rúni Poulsen 5,
Bjarni Wardum 5, Uni War-
dum 4, Regin Petersen 2,
Niels Viggo Niclasen 1,
Rúni Mohr 1
KÍF: Eddie Joensen 7, Vag-
nur Johannesen 5, Petur
Martin Johansen 3 (1), Jón-
álvur Johannesen 2, Krist-
ian Madsen 2, Óli Kristitan
Djurhuus 1, Jákup Dam 1,
Petur Martin Poulsen 1 (1)
Brotskøst:
Kyndil 2, KÍF 4
Útvísingar:
Kyndil 2, KÍF 4
Eingin spenningur
Dysturin millum Kyndil og KÍF gjørdist ongantíð tað stóra hondbóltsuppliv-
ilsi fyri áskoðararnar. Til tess var munurin millum liðini bæði alt ov stórur
Dómarar úr Neistanum/
H71:
Kristian Johansen og Krist-
ian Martin Skála
Gallakvøld fyri hondbóltinum
JÁKUP MØRK
Fyri at markera endan av
kappingarárinum, varð stór
gallaveitsla
hildin
fyri
hondbóltinum fyri einum
ári síðani. Tiltakið tað ferð-
ina somikið væleydnað, at
fyrireikararnir úr H71 bein-
anvegin gjørdu av, at teir
aftur í ár skuldu skipa fyri
líknandi tiltaki.
Næstan komið á mál
Nú er næstan komið á mál
við fyrireikingunum til til-
takið, hóast einstakir smá-
lutir enn ikki komnir upp á
pláss.
Undanfarna ár varð veit-
slan hildin uppi í Hoydøl-
um, og hølini vóru so at siga
fullsett tað ferðina. Upp-
møtingin kundi tá verið enn
betri, um ikki drúgva verk-
fallið hjá Starvsmannafe-
lagnum hevði órógvað sam-
ferðsluni her á landi, og tí
rokna fyrireikararnir við, at
hølini hjá studentaskúlanum
verða ov trong at halda
veitsluna í hesu ferð.
Tískil er gjørt av, at galla-
kvøldið nú verður flutt út á
Læraraskúlan, har fleiri fólk
rúmast.
8. apríl er settur at vera
dagurin, og verður boðað
frá, at veitslan er ásett at
byrja kl. 20.00.
Hátíðardámur
Leisturin, sum tiltakið verð-
ur gjørt eftir, er nógv álíkur
undanfarna ári. Hetta merk-
ir m.a., at luttakararnir bein-
an vegin merkja, at nakað
serligt er á vási, tá trinið
verður inn í hølini.
Duravørar í tjóðarbúna
taka ímóti luttakarunum, og
Thurid Samró vónar, at
hondbóltsleikararnir, eins
og fyri ári síðani, velja at
gera nógv burtur úr klæð-
unum. Tá vóru so at siga
allir luttakararnir uppsnoll-
aðir, og hetta var eisini við
til at seta rættuligan dám á
tiltakið.
Borðreitt verður við trim-
um vælsmakkandi rættum,
og undir borðhaldinum
verður tað Hilmar Jan Han-
sen, sum hevur leiklutin
sum sonevndur toastmaster.
Hæddarpunktið
Hæddarpunktið á veitsluni
er sjálvandi handanin av
steypum til ársins venjarar,
dómarar og leikarar av yms-
um slag. Kjósanin av hesum
er skipað soleiðis, at allir
leikararnir á einstøku lið-
unum skulu greiða atkvøðu
eftir seinasta leikumfar, og
tá summi lið nú eru liðug
við sínar dystir, er arbeiðið
at telja upp atkvøður longu
farið í gongd.
Til at seta enn meira dám
á hendan partin av tiltak-
inum, varð ein serstøk fan-
fara skrivað, og varð henda
spæld av Havnar Hornor-
kestri, tá nøvnini í ymsu
bólkunum vórðu lisin upp.
Vinnararnir av einstøku
bólkunum fáa steyp til ogn-
ar, og verða hesi latin av
teimum stuðlum, sum eru
við til tiltakið. Í alt eru átta
bólkar, og eru hesir: Ársins
dómarapar
(Suðuroyðar
Sparikassi), ársins venjari
(Føroya Bjór), besti mál-
skjútti
(Faroe
Seafood
Prime), ársins málverji
(Skipafelagið Føroyar), ár-
sins álopsleikari, ársins ver-
juleikari (Trygd), komandi
stjørnan (Atlantsflog) og ár-
sins leikari (Eimskip).
Og so verður
dansað…
Eftir at kjósanin av øllum
hesum er liðug, og matur og
dessert er komin væl og
virðiliga niður um, stendur
dansur á skránni.
Heldur ikki her spara
hoyvíkingarnir upp á nakað,
og til dansin hava teir fingið
ikki minni enn bólkin, All
aint Rain, sum eru tríggir
H71 skipar aftur í ár fyri stórari gallaveitslu, sum á sín hátt markerar endan á einum væleydnaðum kappingarárið.
Tiltakið er í ár flutt út á Læraraskúlan, har hølini eru nakað rúmligari, men annars verða ikki tær stóru
broytingarnar í mun til væleydnaða kvøldið undanfarna ár
av teimum, sum áður mann-
aðu væl umtókti bólkin,
Kjølar.
Verður lagið eins gott og
undanfarna ár, er lítið at iv-
ast í, at hesir fáa eina stræv-
na nátt, tí dansurin gekk við
fullari ferð, og hondbólts-
leikarar í góðari venjing
møðast kanska heldur ikki
skjótt, sum fólk annars gera.
So at siga øll hondbóltsfólkini vóru uppsnollaði á veitsluni fyri einum ári síðani, og
Thurid Samró vónar, at eins nógv verður gjørt burtur úr hesu ferð