Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 ÍF-B36 3-2 (0-2) Tað mundu ikki vera tey nógvu, sum væntaðu, at ÍF skuldi gera nakað sum helst við B36, tá liðini bæði hitt- ust í Fuglafirði sunnudag- in.Fuglfirðingar noyddust í fjør tungu leiðina úr fyrstu niður í aðru deild, og har- umframt hevði liðið eisini mist fleiri av teimum leik- arum, sum tá stríddust fyri at halda liðnum í bestu deildini. B36 hevur hinvegin talst millum fremstu liðini í Før- oyum seinastu 3-4 árini, og hóast frágongdin hevur ver- ið stór í vetur, so hevur hugsanin hjá viðhaldsfólk- unum helst verið tann, at tilgongdin eisini hevur ver- ið góð, og at hetta saman við egnari framleiðslu skul- di tryggja, at liðið fór at vera eins væl fyri hetta kappingarárið. Gekk sum væntað Sum so mundi gongdin í fyrra hálvleiki eisini vera á eini leið fyri havnarliðið. Vakra fótbóltsspælið, sum liðið hevur sýnt seinnu árini kom ongantíð til sjóndar, men meira týdningarmikið var kanska, at toppskjúttin seinastu tvey árini, Jákup á Borg, sýndi, at hann als ikki troyttur av at skjóta mál enn. Við stuttum millumbilum skeyt hann tvey mál mið- skeiðis í fyrra hálvleiki. Sjokkviðgerð til B36 Millum fleiri óvæntað úrslit um vikuskiftið, mundi ÍF sigurin á B36 vera hin mest óvæntaði, men hóast óvæntaður, so var sigurin fullkomuliga uppiborin Fyrru ferðini fekk hann tó meira enn góða hjálp frá fuglfirðingum. Verjuleikari var í so óansin, tá hann legði aftur til málverjan, og í staðin fekk bólturin beina kós móti málinum, og eftir at málverjin akkurát fekk hondina á bóltin, støkk hes- in út aftur til Jákup, og so var 1-0. Lítla løtu seinni var aftur galið. ÍF misti bóltin á veg í álop, og tá bólturin var stungin inn um verjuna, sum tá var púra fløt, kundi Jákup enn einaferð seta kós móti málinum, soleiðis at støðan nú var 2-0 til B36. Løtu seinni var so líkt til, at dysturin væl og virðiliga var taptur hjá fuglfirðing- unum, tá Rúni Petersen fekk seinna gula kortið og harvið reytt. Fuglfirðingar vóru tó alt annað enn nøgdir við dóm- in frá Oddmari, tá hesin metti at Rúni hevði roynt at spælt sjónleik í krimi- nella teiginum, fyri á tann hátt at dyrgja eftir einum brotssparki. Mótmælini hjá ÍF leik- arunum bøttu tó lítið, og við 11 móti 10 var líkt til, at B36 longu hevði tryggjað sær sigurin. Kendu seg ov tryggar Helst hildu havnarmenninir eisini sjálvir, at so var, og tað var kanska høvuðsor- søkin til, at seinni hálvleik- ur gekk, sum hann gekk. B36, sum nú var uttan smáskadda John Petersen (skiftur út fyri at hvíla eym- u lørini) gjørdi so at siga einki um seg, seinastu trý korterini. Miðvøllurin var so at siga ikki við í spæl- inum, tí roynt var fyri tað mesta við longum sending- um, og hetta gjørdi eisini at undirmannaði miðvøllur- in hjá ÍF fekk góðar sømdir. Rættuliga tíðliga fekk ÍF minkað um munin, tá Bárð- ur á Lakjuni í tveimum at- sóknum fekk sent skot móti málinum. Bólturin hevði beina kós upp í málhornið, uttan at Tróndur Vatnhamar hevði nakran møguleika at verja fyri skotinum. Tá umleið eitt korter var farið, var aftur galið. ÍF leikararnir vunnu bóltin á miðjum vølli, og Eyðolvur Petersen var sendur avstað í høgra borði. Hann megn- aði eisini at renna undan B36 verjuni, og sera hegn- isliga kipti hann bóltin upp um Trónd og inn í málið. Løtu seinni kundi støðan verið 3-2 til heimaliðið, men B36 slapp við hvøkk- inum, tá heilfluktari varð sendur dygst fram við stongini. So væl sluppu teir ikki, tá hálvleikurin var um at verða hálvrunnin. Bárður fekk fatur á eini tvørsend- ing á miðjuni, og setti beina kós móti málinum. Staddur nakað uttan fyri brotsteigin sendi hann eitt flat skot móti málinum, og bólturin JÁKUP MØRK NSÍ-Sumba 0-1 (0-1) Seinastu tvey árini ella so, munnu runavíkingar havt eitt av teimum liðum, sum (tá lagið er hitt rætta) hevur leikt nakað av tí besta fót- bóltinum, sum hevur verið at sæð hesi árini. Fyri tað mesta hava av- rikini verið grundað á leik- arar, sum allir eru uppaldir í felagnum, og tað man ikki vera nøkur loyna, at NSÍ í skjótt nógv ár hevur havt sera sterkar ungdómsrøðir, har hópurin av heiðurs- merkjum eru fingin til vega. smoygdi sær inn um hand- ara stólpa. Bólturin er rundur Sostatt gjørdist endaliga støðan 3-2 til ÍF, og hesin sigur var ikki eitt mál ov lítið. Tað stutta av tí langa er, at B36 leikararnir vórðu revsaðir, tí teir ikki tóku uppgávuna í nóg stórum álvara, meðan ÍF leikararnir fingu løn fyri stríðið. Teir stríddust í samfullar 90 mi- nuttir, og hóast teir vóru undirmannaðir meira enn helmingin av dystinum, so góvust teir ongantíð á hondum. Komandi vikuskifti skal B36 á heimavølli spæla botnuppgerð móti B71, meðan ÍF á heimavølli skal dystast um fyribils rættin til fyrsta plássið móti B68, og helst vóru tað ikki mong, sum høvdu væntað at so skuldi verða. Jú, fótbólturin er eins rundur í ár,sum hann altíð hevur borð orð fyri at vera. ÍF-B36 3-2 (0-2) 0-1 Jákup á Borg 0-2 Jákup á Borg 1-2 Bárður á Lakjuni 2-2 Eyðolvur Petersen 3-2 Báður á Lakjuni Dómari: Oddmar Andre- asen Íf leikararnir fegnast um seinna málið frá Bárði á Lakjuni, sum tryggjaði teimum óvætnaða 3-2 sigurin á B36 mynd: Álvur Haraldsen Óvæntaður sumbiarsigur Við einum heldur óvæntaðu tapi móti Sumba, hava Runavíkingar skapt sær sjálvum eitt torført útgangsstøði í steypa- kappingini Krevur tíð Undan kappingarárinum, sum skjøtul nú er settur, hava runavíkingar tó mist rættuliga fitt av teirri mann- ing, sum hevur tryggjað framgongdini seinnu árini, og stóri spurningurin hevur tí verið, um felagið aftur hevði nýggjar ungar leik- arar at seta við. Eftir dystin sunnudagin má fyribils niðurstøðan vera eitt greitt nei. Ikki tí, einki er at ivast í, at felagið eigur fleiri ungar og evnaríkar leikarar. Um nakar ivast í hesum, kunnu tey bert hyggja at, hvussu samlaða býtið av heiðursmerkjum var undanfarna ár. Ungu leikararnir hava tó tørv á tíð, har teir spakuliga kunnu búnast, og í øllum førum kann ikki krevjast, at teir beinanvegin skulu tel- jast millum berandi kreft- irnar á besta liði felagsins. Einføld uppskrift Dysturin sunnudagin móti Sumba sýndi rættuliga greitt, at enn eru nógvir lut- ir, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn felagið aftur kann fara at droyma um eu- ropeisku luttøkuna, sum ikki hevur verið so fjar seinnu árini. Eftir sera einfaldari upp- skrift eydnaðist sumbing- unum at halda runavíking- unum frá teimum stóru málmøguleikunum í fyrra hálvleiki. NSÍ leikararnir fingu so at siga frið til teir komu na- kað inn á sumbiar hálvuna, og hóast teir fleiri ferðir megnaðu at spæla seg í- gjøgnum í síðunum, so stóðust ongar vandamiklar støður av hesum. Tá sumbingar so fingu fa- tur á bóltinum, var aloftast roynt við longum sending- um út í borðini, og tað var eftir eina slíka, at einasta málið í dystinum kom. Langur bóltur varð sendir niðan í høgra borð, og tá Jónstein Petersen so royndi at snýta Jan Poulsen, sum eisini elti bóltin, gekk galið. Jan gjørdi skjótt av og sendi bóltin inn fyri málið, har Eirikur Joensen púra ótarn- aður kundi stúta bóltin í málið. Royndu at trýsta Í seinna hálvleiki royndu runavíkingarnir at trýsta sumbingarnar enn meira, men hóast nakrir málmøg- uleikar nú spurdust burtur úr, so megnaðu sumbing- arnir at halda málið reint. Onkuntíð máttu teir tó fáa hjálp frá træverkinum, og eina ferð varð eisin bjargað á málstrikuni. Inn vildi bólturin tó ikki, og tá Lassin so hevði bríkslað fyri seinastu ferð, kundu sumbingarnir fegnast um tey trý stigini, sum sigurin førdi við sær. Um hetta verður nóg mi- kið til at tryggja víðari lut- tøku í kappingini kann ikki sigast nakað um enn, men í øllum førum var talan um eina góða byrjan, sum í fjør bjargaði tilveruni í fremstu deildini í seinastu sekund- unum av landskappingini. Mugu reisa seg Fyri NSÍ var talan um alt annað enn eina ynskibyrjan. Eftir dystin viðgekk venjari teirra, Trúgvi Mortensen, eisini, at spæl teirra so langt ífrá hevði verið nóg gott. - Vit mugu bara vaska talvuna reina, og so vóna at vit kunnu reisa okkum komandi vikuskifti, tá vit skulu hitta VB á útivølli, vóru boðini frá venja- ranum. Sumba skal tá á heima- vølli royna seg mótu greipuánarunum úr Klaks- vík. Uttan iva ein stór upp- gáva, men kanska hevur sigurin á runavíkingum giv- ið mergjaðu monnunum trúnna uppá, at eisini henda uppgávan kann loysast. NSÍ-Sumba 0-1 (0-1) 0-1 Eirikur Joensen Dómari: Lassin Isaksen Hóast tað stundum stóð nógv á, so fingu sumbingar trý stig suður aftur við sær Mynd: Álvur Haraldsen Stórsigur á Svangaskarði Løgmanssteypið: Sjey gul kort á lofti, tá tvey árstalsfeløg fóru undir bólkaspælið Niklas á Líðarenda fór sjey ferðir í lumman eftir osta- flísini, tá sandoyingar og toftamenn í góðum várveðri á Svangaskarði settu hol á bólkaspælið. Fýra sandoy- ingar og tríggir toftamenn vórðu skrivaðir í svørtu bók, og tað boðar frá, at talan var um nógvar nær- dystir. Hjá B68 vóru allir teir, sum eru komnir til felagið saman við Jóannesi Jakob- sen, í hópinum. Einasti nýggi maðurin, sum var á beinkinum, var Eyðstein Skipanes, sum kom á vøllin, tá tað restaðu átjan minuttir. Tveir av ungu monnu- num, sum eru uppaldir í B68, vórðu eisini skiftir inn. Teir vóru Jann Ingi Petersen og Kristian Poulsen. Hesin seinni loysti Súna Fríða Jo- hannesen av, og tað eydn- aðist honum at tiltuska sær eitt brotsspark, sum Jan Pe- tersen umsetti til mál. Tað vóru átta minuttir eft- ir, tá Jan Petersen økti til 3–0. Inntil tá høvdu sand- oyingar verið væl við í 2. hálvleiki, men so fór luftin úr teimum, og Marcello Marcolino (sneiddi framvið fleiri og eisini málverja- num, áðrenn hann trillaði í kassan) og Øssur Hansen (frágera gott fríspark úr 20 metrum og upp í hornið) kundu økja til 5–0. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen setti hol á eftir innlegg frá Marlon, tá 17 minuttir vóru farnir, og Marcello Marcolino var einsamallur við Valdemar Nowisci, tá hann økti til 2– 0. At talan var um fyrstu rættuligu royndina á árinum fjaldist ikki, men tað var týðuligt, at spælararnir eru betri fyri í ár, enn teir hava verið hesa tíðina fleiri av undanfarnu árum. Allir teir fyrstu ellivu hjá B71 spældu við í fjør. Bein- anvegin eftir steðgin komu Jógvan Jón Petersen, sum var lítið á liðnum í fjør, og Bernhard Petersen, sum áð- ur hevur spælt í HB, á vøll- in. Longu tá 17 minuttir vóru farnir, fór Julian Thomsen av vøllinum, tí hann var skaddur í hand- liðini. JH B68–B71 5–0 (2–0) 1–0: Fróði Benjaminsen 17. 2–0: Marcello Marcolino 37. 3–0: Jan Petersen br 82. 4–0: Marcello Marcolino 83. 5–0: Øssur Hansen 90. Dómari: Niklas á Líðarenda Øssur Jacobsen leikti í vinstra borðið móti sandoyingum, og við skjótleika sínum var hann ein av atvoldunum til trivaliga B68 sigurin Mynd: Álvur Haraldsen Bæði FS Vágar og HB eru farin undir at seta nýtt ungt fólk við á besta fótbólts- liðnum, og á báðum liðu- num skulu góðir útlendskir spælarar hjálpa til. At nógv nýtt fólk var á vøllinum, og at talan var um fyrstu royndina á árinum sást væl í Miðvági (ætlanin er annars at heimadystirnir hjá FS Vágum í ár skulu spælast í Sørvági, men har skal nýggjur sandur leggjast á vøllin, áðrenn hann kann brúkast). Nærdystirnir vóru ikki nógvir, og leikferðin var ikki so ógvuliga høg. Bæði málini komu í 1. hálvleiki. Ein av litavunum hjá FS Vágar, Bakus varð eftir tjúgu minuttir spældur leysur í vinstru og skoraði hjá Bárði Johannesen. Birgir Joensen hevði tveir góðar møguleikar at skora mál fyri heimaliðið, men hann misnýtti. Málið hjá HB skoraði Hans á Lag, tá bara ein lítil løta var eftir av fyrra umfarinum. Eftir aftur og fram sendi hann umvegis stólpan í meskar- nar. Nýggju andlitini FS Vágar hevði fýra litavar á liðnum. Málverjan kalla teir Remi, og í verjuketuni vóru Heðin Joensen, Silva, Darios, sum er stórur og góður aftasti maður og so ein av ungu vágamonnu- num, sum eitur Jack Johan- sen. Á miðvøllinum var John Johansen mest fram- rættaður aftanfyri einsa- malla álopsmannin, Birgir Joensen. Hinir fýra á mið- vøllinum vóru Eyðfinn Da- vidsen, Tór–Ingar Akselsen, Albert Ari Thomassen og Bakus. Sjúrður Ellefsen og Rúni Olsen, sum saman við Jack og Tór–Ingar hava verið við til at manna ungu landslið- Nógv nýtt fólk í Miðvági Løgmanssteypið: Hjá bæði HB og FS Vágum vóru fleiri ungir spælarar og nýggir útlendingar á liðunum ini, komu inn í 2. hálvleiki. Tá kom Hannus Olsen eis- ini inn. Hjá HB, sum spældi 3– 5–2, var – sammett við føstu manningina í fjør – eitt hálvt nýtt lið. Jóhannes Joensen aftastur, og Hans á Lag og rumenarin Florin vóru miðverjar. Hallur Dan- ielsen var ytstur í høgru, og ein av nýggju monnunum, Janus M. Joensen, var ytstur í vinstru. Á miðvøllinum vóru Rúni Nolsøe, rumenin Gigi og Símun Eliasen, og í álopinum vóru Jón Rói Ja- cobsen og Bárður Mortans- son. Í 2. hálvleiki komu vete- ranurin Rói Árting og ungu menninir Pætur Dahl og Já- kup Lamhauge á vøllin. Hesin seinasti nevndi hevur ongantíð áður verið í nánd av besta liðnum. JH FS Vágar–HB 1–1 (1–1) 1–0: Bakus 12. 1–1: Hans á Lag 45. Dómari: Jens Petur Bratta- líð Rói Árting telist millum teir meira royndu HB leikararnar, sum framvegis eru á bestu liði felagsins