týsdagur 28. mars 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er altíð strevið at spæla
móti VB á Vágseiði. Hetta
vita allir fótbóltsspælarar,
og klaksvíkingar fingu hett-
a enn eina ferð staðfest, tá
teir sunnudagin vóru fyrstu
ferð í Suðuroy.
KÍ vann 3–1 í einum
dysti, sum bar brá av, at
talan var um fyrstu týdning-
armiklu royndina á árinum,
og nú verður talan so at siga
um toppdyst, tá klaksvík-
ingar komandi sunnudag
skulu til Sumbiar.
VB spældi við tíggju
monnum í meiri enn ein
hálvan tíma. Krzysztof
Popczynski og Jan Andre-
asen fingu eftir samanbrest
eitt gult kort í part, og tá
VB maðurin í 1. hálvleiki
hevði sæð kortið, kom
reyða kortið eisini úr lumm-
anum hjá Birgiri Sondum.
Útvísti maðurin hevði í
1. hálvleiki misnýtt tveir
stórar møguleikar, og Palli
Augustinussen hevði sent í
stólpan, áðrenn KÍ setti hol
á. Ove Nysted, sum hesa
ferð fekk møguleikan at
KÍ stríddi seg til stigini
Løgmanssteypið: Vágbingar, sum vóru undirmannaðir í meiri enn ein hálvan
tíma, misnýttu stórar møguleikar í 1. hálvleiki
vísa, at hann er møguleiki
at fylla holið eftir Kurt
Mørkøre, var púra blankur,
tá fýra vágbingar høvdu
eyguni eftir Heðini á Lakj-
uni, sum streyk ígjøgnum í
vinstru og legði innfyri.
Heðin á Lakjuni var sera
væl upplagdur. Hann økti
til 2–0 eftir frágera gott
uppspæl í høgru, sum Mar-
ek var arkitektur aftanfyri,
og Heðin staðfesti sigurin í
evstu løtu eftir samanspæl
við innskifta unglingan
Hjalgrím Elttør.
VB stríddist nógv, eftir at
teir høvdu mist ein mann.
Jón Pauli Olsen, sum varð
fluttur fram í álopið, tá teir
fingu reyða kortið ímóti
sær, minkaði um munin,
eftir at Robert Cieslewicz í
høgru hevði sneitt fleiri av
og frá baklinjuni lagt inn-
fyri.
Kend andlit
Bæði vágbingar og klaks-
víkingar hava mest sum
sama fólkið tókt, sum teir
høvdu í fjør. Hjá VB var
Eyðun Jacobsen aftasti úti-
spælarin
frammanfyri
Bjarna Johansen, og Magni
Jacobsen og Mikael í Lága-
bø vóru eisini í miðverjuni.
Palli Augustinussen var á
miðvøllinum í høgra borði
og Jón Pauli Olsen í vinstra
borði. Janus Kjærbo var
verjukendur miðvallari, og
hini bæði miðvallarplássini
røktu Tórður Holm og Mil-
an Kulic. Í álopinum vóru
Robert
Cieslewicz
og
Krzysztof Popczynski. Jón
Gærdbo, Petur Óli Samu-
elsen og Marner Richard
vórðu allir skiftir inn.
Pól Thorsteinsson er
plágaður av skaða. Enn er
ógreitt, um hann fer at spæl-
a við VB, ella um hann flyt-
ir til Reykjavíkar at spæla
við Váli.
Hjá KÍ var Gunnar á
Steig í málinum. Andrzej
Pacek var skaddur, og í fýra
manna verjuketuni vóru
Harley Bertholdsen, Niclas
Niclasen, Jan Andreasen og
John Ryan. Á miðvøllinum
vóru Rógvi Jacobsen, Jan
Lynge Nielsen arbeiðir
miðvíst fyri at mynda eitt
2. deildarlið á Tvøroyri,
sum kann vera við í
kappingini
um
uppflyting. At tað gongur
rætta
vegin
var
1.
hálvleikur móti GÍ góð á-
bending um. Tað gekk
báðar vegir, og teir á
heimaliðnum
høvdu
møguleikar at skora á
sama hátt, sum gestirnir
høvdu sínar møguleikar.
At GÍ skuldi fara norð-
ur aftur við 10–0 sigir
vóru ongar ábendingar
um, men 2. hálvleikur var
staðfesting av, at hóast
tað gongur rætta vegin
hjá TB, so er langt á mál,
m.a. tí liðið er mannað
við ungum og óroyndum
monnum, sum sjálvsagt
ikki hava sinniliga yvir-
skotið, sum skal til at
reisa seg, tá tað gongur
minni væl.
Magni Jarnskor, sum
var noyddur at fara av
vøllinum miðskeiðis í 2.
hálvleiki, tí hann hevði
fingið ein lítlan løst,
skoraði tvey mál bein-
anvegin í 2. hálvleiki. Tá
tólv minuttir vóru farnir
var støðan 5–0 til GÍ, og
tískil var tað bara ein
spurningur, hvussu stór-
ur sigurin fór at verða.
GÍ spældi skjótari í 2.
hálvleiki, enn teir høvdu
gjørt í fyrra umfarinum,
og at tað er munur á
royndum 1. deildarspæl-
Tað skrædnaði á Sevmýri
arum og ungum og ó-
royndum 2. deildarspæl-
arum var sjón fyri søgn.
Liðini
Hjá GÍ var Sunvard Joen-
sen í málinum. Í miðver-
juni vóru Pól Ennigarð
og Bartal Eliasen, og í
borðunum vóru Áslakur
Reinert Petersen og Súni
Olsen. Á miðvøllinum
vóru Magni Jarnskor, Jó-
an Petur Olsen og Pauli
Jarnskor og í álopinum
vóru Helgi Reinert Peter-
sen, Óli Hansen og Henn-
ing Jarnskor.
Tað vil við øðrum orð-
um siga, at Johan Nielsen
hevði tríggjar nýggjar
menn millum teir fyrstu
ellivu. Í Gøtu halda teir
seg ikki hava nógv fólk.
Men í 2. hálvleiki settu
teir tríggjar spælarar inn.
Ein teirra var Hans Pauli
Petersen, sum spældi eitt
sindur á besta liðnum fyri
trimum árum síðani.
Hann skoraði eitt mál, og
hann tiltuskaði sær brots-
sparkið, sum Pauli Jarn-
skor skoraði uppá. Hinir
báðir vóru Jónreid Dal-
heim og Pól Henning Ja-
cobsen, sum undanfarin
ár hava spælt nógv á
næstbesta liðnum.
Hjá TB var Magni Pe-
tersen
aftasti
maður
frammanfyri
Magna
Hentze. Hinir miðverjar-
nir vóru Tórður Morten-
sen og Petur Oluf Joen-
Joensen og Marek Vierz-
bicki, og í álopinum vóru
Arnold Joensen, Ove Ny-
sted og Heðin á Lakjuni. Í
2. hálvleiki kom Hjalgrím
Elttør inn, og í síðsta min-
utti varð Fríðin Ziskason
innskiftur.
JH
VB–KÍ 1–3 (0–1)
0–1: Ove Nysted 31.
0–2: Heðin á Lakjuni 50.
1–2: Jón Pauli Olsen 70.
1–3: Heðin á Lakjuni 90.
Reytt kort: Krzysztof Pop-
czynski 56.
Dómari: Birgir Sondum
Løgmanssteypið: Eftir at tað í fyrra umfarinum hevði
verið tætt og javnt skolaðu málini ígjøgnum hjá
heimaliðnum í 2. hálvleiki
sen. Á vongverjanum í
høgru var Teitur Rasmus-
sen og í vinstru var Vagn-
ur Nolsøe. Á miðvølli-
num vóru Jón Tórður
Holm, Bárður Dimon og
Einar Petersen, og í álop-
inum vóru Dan Morten-
sen og Hallur Christian-
sen. Í 2. hálvleiki komu
Eyðun Svalbard og Dion
Petersen inn.
JH
TB–HB 0–10 (0–0)
0–1: Magni Jarnskor 47.
0–2: Magni Jarnskor 50.
0–3: Jóan Petur Olsen 54.
0–4: Helgi Reinert Pe-
tersen 55.
0–5: Óli Hansen 57.
0–6: Helgi Reinert Pe-
tersen 65.
0–7: Hans Pauli Petersen
70.
0–8: Pauli Jarnskor br 81.
0–9: Óli Hansen 88.
0–10: Súni Olsen 89.
Dómari: Petur Reinert
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 KÍ
1
1 - 0 - 0
3
1
2
3
2 Sumba 1
1 - 0 - 0
1
0
1
3
3 NSÍ
1
0 - 0 - 1
0
1
-1
0
4 VB
1
0 - 0 - 1
1
3
-2
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 B68
1
1 - 0 - 0
5
0
5
3
2 ÍF
1
1 - 0 - 0
3
2
1
3
3 B36
1
0 - 0 - 1
2
3
-1
0
4 B71
1
0 - 0 - 1
0
5
-5
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 GÍ
1
1 - 0 - 0
10
0
10
3
2 FS V
1
0 - 1 - 0
1
1
0
1
3 HB
1
0 - 1 - 0
1
1
0
1
4 TB
1
0 - 0 - 1
0
10
-10
0
Dystirnir komandi vikuskifti eru hesir:
Dystur:
Bólkur 1:
02.04.00: Sumba-KÍ
02.04.00: VB-NSÍ
Bólkur 2:
02.04.00: B36-B71
02.04.00: ÍF-B68
Bólkur 3:
02.04.00: GÍ-HB
02.04.00: TB-FS V
Dómari:
Jens Petur Brattalíð
Niklas á Líðarenda
Petur Reinert
Sjúrður Norðbúð
Lassin Isaksen
Birgir Sondum
Stigatalvurnar
Støðan eftir at fyrstu dystirnir í
bólkaspælinum í kappingini um
Løgmanssteypið eru leiktir
Bólkur 1
VB-KÍ 1-3
NSÍ-Sumba 0-1
Bólkur 3
TB-GÍ 0-10
FS V-HB 1-1
Bólkur 2
ÍF-B36 3-2
B68-B71 5-0
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
Hevur tú
pínu?
Hevur t
Hevur tú
pínu?
nu?
BIOflex magnetviðgerðin
hjálpir m.a. móti:
Tennisalboga
Koyrilsbresti
Akslapínu
Ryggjapínu
Knæpínu
Øklapinu
Liðapínu
Magnetið verður klistrað
á pínustaðið og byrjar at
virka beinanveg. Eftir heilt
fáum døgum kennist
munandi betring. Magnetini
fáast í ymiskum støddum.
Ring og fá meira at vita frá:
BIOflex hjálpir sjálvt
ringastu pínuni!
Vello Føroyar
Boks 354 - FO-700 Klaksvík
Tlf: 217916 - Fax: 457916
Sosialurin - 311820
••
•
••
•
•
Tavar
Yrkinga-
savnið
Fæst í
bóka-
handlunum
ÁRSAÐALFUNDUR 2000
Aðalfundur hjá 12. Manni verður
hildin á loftinum í ÍSF-húsinum
hóskvøldið 6. apríl kl. 19.00.
Allir limir eiga at møta.
Nýggir limir kunnu tekna
seg á fundinum.
www.soccer.at/faroes
Sosialurin - 311820
Úrslit, danska superligan
AB-Silkeborg 2-0
AGF-Herfølge 2-3
Aab-OB 1-2
Vejle-FCK 2-7
Viborg-Esbjerg 2-3
Brøndby-Lyngby 2-2
Todi venur við
fullari ferð
Superligan: Føroyingurin í FCK
hevur ikki verið førur fyri at vant
saman við liðfeløgunum í næstan
tríggjar vikur
Todi Jónsson sat heima
við hús í Keypmanna-
havn seinnapartin sunnu-
dagin og fylgdi við í í-
tróttarsendingini hjá P3
útvarpinum.
Sjálvsagt
var føroyski álopsmað-
urin serliga spentur uppá,
hvussu tað hilnaðist hjá
FCK, sum var í Vejle. Og
hóast einir fýra av føstu
monnunum hjá FCK ikki
vóru við í Vejle, tí teir
vóru skaddir ella leik-
bannaðir, so komu Kim
Brink og hansara menn
úr aftur Jyllandi og til hø-
vuðsstaðin við sigrinum.
FCK vann við 7–2, og
tað er ikki í hvørjum um-
fari, at eitt lið í superlig-
uni skorar so nógv mál.
Norski álopsmaðurin
Harald Brattbakk skoraði
trý mál, og Thomas Thor-
ninger, og David Nielsen,
sum ikki kom á vøllin
fyrrenn miðskeiðis í 2.
hálvleiki, skoraðu tvey í
part.
Verjan hjá Vejle var
ússalig, men fyri teir i
FCK er tað sjálvsagt
hugaligt, at tað av álvara
gekk undan við mál-
skjótingini.
Plássið bíðar
Hevði tað verið fyri ein-
um ári síðani, so hevði
tað kanska verið hugs-
andi, at møguleikarnir hjá
Toda Jónsson at koma
aftur á liðið minkaðu, tá
teir, sum manna fremstu
plássini, hava skorað
nógv mál, men soleiðis
tykist tað ikki vera long-
ur. FCK venjarin hevur
gjørt av, at fremsti álops-
maðurin
á
føroyska
landsliðnum skal vera
miðvallari í superliguni,
og tað er væl hugsandi,
at Todi verður á hesum
plássinum
komandi
sunnudag, tá FCK skal til
Silkeborg.
– Leygardagin varð eg
testaður fyri at vita, um
tað bar mær til at spæla í
Vejle, men venjarin valdi
at halda meg uttanfyri, og
tað kann gott vera, at tað
var skilagott. Skaðin,
sum eg fekk í knæið í
Suðurafrika, er burtur,
men tá eg fór at venja
aftur við fullari ferð, fekk
eg ein lítlan vøddaskaða
í lærið. Ivaleyst kom
hesin skaðin orsaka av
knæskaðanum, men nú er
hann burtur, og nú venji
eg aftur við fullari ferð,
sigur Todi Jónsson.
At hann ikki hevur vant
við fullari ferð og saman
við liðfeløgunum í tríggj-
ar vikur ger, at Todi Jóns-
son er ikki í fullgóðari
venjing, men nú hevur
hann eina viku at koma
fyri seg aftur í, og tað áttu
at verið líkindi fyri hes-
um, tí venjingarstøðan
var heilt góð fyri trimum
vikum síðani.
Mikukvøldið í aðru
viku, ella tríggjar dagar
eftir landskappingardyst-
in í Silkeborg, kemur
Silkeborg í Parkina at
spæla fjórðingsfinalu í
steypakappingini.
AaB smokkað
Sigurin hjá FCK kom ser-
liga væl við, tí tvey av
liðunum, ið eru niðanfyri
FCK
á
støðutalvuni
vunnu.
Serliga óvæntað var
tað, at OB fekk øll stigini
í Aalborg. Hetta hevur við
sær, at meistaraliðið, sum
vitjaði á Tórsvølli síðsta
summar, má metast at
hava mist møguleikan at
endurvinna meistaraskap-
in. Fyrrverandi AaB á-
lopsmaðurin Søren And-
ersen skoraði bæði málini
hjá OB.
Esbjerg fekk øll stigini
í Viborg. Tá tíggju min-
uttir vóru farnir, vóru teir
á odda 2–0. Dagsins mað-
ur var Kenni Sommer,
sum skoraði øll málini hjá
Esbjerg.
Í AB mundu teir fáa
mót at nýggjum, tá tað
eydnaðist
teimum
at
vinna fyrsta heimasigurin
síðani 26. august í fjør.
Rasmus Daugaard skor-
aði bæði málini móti
Silkeborg.
JH
Herfølge, sum eftir tveir ó-
sigrar av fleiri varð mett
ikki at hava orku til at halda
fram í kappingini um DM,
styrkti sunnudagin um støð-
una í oddinum í superlig-
uni.
Higartil hava John Faxe
Jensen, Jákup Mikkelsen
og hinir á oddaliðnum sagt,
at teir miðja eftir at enda
millum seks tey fremstu lið-
ini, men eftir at gloppið nið-
ur til Brøndby á næst-
fremsta plássinum sunnu-
dagin dragnaði til fimm
stig, sær føroyski málverjin
uppaftur ljósari uppá fram-
tíðina:
– Lagið var gott, tá vit
sunnukvøldið koyrdu til
hús aftur. Vit steðgaðu í
Vejle at fáa okkum døg-
urða. Meðan vit fingu okk-
um, sóu vit onside í TV3,
og sjálvsagt kom tað væl
við at frætta, at Brøndby og
Lyngby høvdu spælt javnt,
2–2. Tað eru sjey stig aftur
til AB og Lyngby á triðja
plássi, og tí haldi eg ikki,
at tað er burturvið, um vit,
nú tað eru tólv umfør eftir
at spæla, rokna við møgu-
leikanum at enda á heiðurs-
merkjaplássi, heldur Jákup
Mikkelsen.
Um tað eydnast Herfølge
at vinna medaljur, so fer tað
at hava við sær, at teir eftir
summarfrítíðina fyri fyrstu
ferð nakrantíð skulu royna
seg í Europa Cup. Síðsta ár
spældu teir í Intertoto Cup,
uttan at teir løgdu stórvegis
fyri, og úrslitini vóru heldur
einki serlig.
Sá einki serligt út
Dreymurin um fyrsta før-
oyska lutabrævið í einum
donskum meistaraskapi í
fótbólti tóktist seinnapartin
sunnudagin at kámast í áar-
førinum í Århus. Tá Her-
følge og AGF fóru at hvíla
seg, vóru teir 3.783 á-
skoðararnir í góðum hýri,
sjálvt um oysandi regnið
átti at tikið eitt sindur burtur
av várveðrinum.
Tveir minuttir undan
steðginum hevði AGF økt
um leiðsluna til 2–0, og har-
við hevði Herfølge síðani
vetrarsteðgin spælt 225 mi-
nuttir, seks mál vóru farin
ígjøgnum, og teir høvdu
einki skorað sjálvir, so tað
sá ikki gott út.
– John Faxe var á beink-
inum alla tíðina, tí hann
hevði ein skaða at dragast
við. Hann gav okkum ein
orduligan vals í steðginum,
og tað var heilt skjótt í 2.
hálvleiki, at vit vóru betri
við, sigur Jákup Mikkelsen.
Føroyski málverjin var
serliga fegin um, at tað hesa
ferð eydnaðist at vinna øll
stigini:
– Fyrsta málið átti eg alt,
sum tað var. Bólturin var
hálur og torførur at halda.
Hesa ferð hevði eg fingið
fatur á honum, men misti
hann millum armin og
kroppin og fyri føturnar á
Bo Nielsen, sum skoraði.
Eitt korter var farið, tá
Jákup var óheppin, og før-
oyski málverjin, sum altíð
krevur nógv av sær sjálv-
um, var heldur ikki nøgdur,
tá AGF økti um leiðsluna:
– Johnny Mølby sendi
fríspark framvið manngarð-
inum hjá okkum og í ta síð-
una á málinum, sum eg
skuldi verja. Eg tveitti meg
og var vísur í, at eg skuldi
bjargað, men bólturin fór
upp um hondina og í netið.
Sjónvarpsupptøkurnar
vístu, at bólturin stakk í
svørðin einar tveir metrar
frá málverjanum, og vætan
setti eyka ferð á.
Heilt øðrvísi
Herfølge vann 3–2, tí teir
skoraðu trý mál innanfyri
níggju minuttir í 2. hálv-
leiki.
Eftir dystin harmaðist
venjarin hjá AGF, Peter
Rudbæk, sum framvegis
heldur Óla Johannesen heilt
uttanfyri hópin, um, at teir
høvdu tapt, tí tíðliga í 2.
hálvleiki høvdu teir fleiri
møguleikar at leggja lok á,
men tá bjargaði Jákup
Mikkelsen væl.
Eftir ein tíma misti eyka-
málverjin hjá AGF, Jakob
Kragh, hála bóltin til Jesper
Falck, tveir minuttir seinni
javnaði Thomas Høyer við
spakuligum skoti, og eftir
70 minuttir skoraði Jesper
Falck sigursmálið.
– Vit spældu heilt øðrvísi
í 2. hálvleiki, enn vit høvdu
gjørt í 1. hálvleiki. Upp-
leggið hjá venjaranum var,
at vit skuldu liggja aftarlaga
og spæla bóltin ímillum
Jákup og teir tosa nú
um heiðursmerkir
Superligan: Herfølge styrkti nógv um oddasessin, tá teir megnaðu at enda
omaná, sjálvt um AGF hevði verið á odda 2–0
okkara, men hetta komu vit
ikki væl frá. Í 2. hálvleiki
fóru vit longri fram á vøllin
og trýstu mótstøðumenn-
inar, og tá verjan hjá teim-
um ikki var serliga sann-
førandi, so eydnaðist tað
okkum at spæla okkum til
fleiri møguleikar, sigur Já-
kup Mikkelsen.
Stutt undan dystarloki
hevði AGF risastóran møg-
uleika at javna, men álops-
maðurin varð av mál-
verjanum
kroystur
at
yvirplasera bóltin, sum tók
í stólpan, áðrenn hann fór
aftur í spæl.
Toppstríð
Í gjár fóru teir í Herfølge at
fyrireika seg til næstu upp-
gávurnar. Mánakvøldið fáa
teir vitjan av Viborg, sum
ikki hevur staðið seg serliga
væl síðani vetrarsteðgin og
tí verður mett at vera svangt
og harvið vandamikið.
Dysturin teirra millum í
Herfølge verður at síggja í
TV3+.
Komandi vika verður
strevin hjá Herfølge, tí hós-
kvøldið og aftur annan
sunnudag skulu teir spæla í
Gladsaxe móti AB. Fyrra
uppgerðin verður fjórðings-
finala í steypakappingini,
og síðani verður tað topp-
uppgerð í superliguni:
– Vit hava altíð havt tru-
pulleikar, tá vit hava spælt
móti AB. Teir og vit fluttu
upp saman í 1995, og so vítt
eg minnist, so hava vit ong-
antíð vunnið móti teimum
síðani tá. Men tað mugu vit
gera nakað við nú, heldur
Jákup Mikkelsen, sam-
stundis sum hann ásannar,
at venjarin hjá AB, Ole
Mørch, kennir Herfølge lið-
ið betri enn so nógv onnur
gera.
JH
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Herfølge 21
12
- 4
- 5
35
28
7
40
2 Brøndby 21
10
- 5
- 6
27
24
3
35
3 AB
21
9
- 6
- 6
33
26
7
33
4 Lyngby
21
10
- 3
- 8
33
30
3
33
5 Viborg
21
9
- 5
- 7
29
29
0
32
6 Silkeborg21
8
- 7
- 6
36
21
15
31
7 AaB
21
7
- 9
- 5
32
25
7
30
8 FCK
21
8
- 4
- 9
27
21
6
28
9 OB
21
5
- 8
- 8
18
27
-9
23
10 Esbjerg
20
6
- 2
- 12
23
38
-15
20
11 AGF
20
4
- 6
- 10
19
32
-13
18
12 Vejle
21
3
- 9
- 9
23
44
-21
18
Støðan, danska superligan
Munnu tað vera gullmerkini, sum teir nú tosa um í
Herfølge?