Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2000 FM-kappingarnar í borð- tennis í ein- og tvímans- leiki fyri yngru deildirnar verða sunnudagin, 2. apríl í ítróttarhøllini á Hálsi. Kappingarnevndin ger vart við, at avgjørt síðsta freist fyri tilmelding er týsdagin 28. mars, og eftir hetta er ikki gjørligt at melda til. Lutakast verður nevnliga týskvøldið, og tá verður kappingin eisini løgd til rættis. Kappingarnevndin sig- ur víðari, at raðlistarnir frá Grand Prix-kapping- unum í vetur verða nýttir at styrkismeta - seeda - leikararnar. Favorittarnir Stórur spenningur verður væntandi í fleiri deildum, hvør verður føroyameist- ari. Tí hóast greiðir vinn- arar hava verið í Grand Prix-kappingunum í nøk- rum deildum, so er her talan um FM - og nógv stendur á leikarunum. Tí stórur heiður er sjálvandi í tí at gerast føroya- meistari. Tó kunnu vit nevna nø- kur nøvn, sum óivað fara at gera vart við seg sunnudagin. Hjá pinkunum hevur Rakul V.Magnussen úr Streymi vunnið allar kappingarnar í vetur, og spennandi verður so at FM-kapping í Borðtennis FM-kappingarnar í borðtennis í ein- og tvímansleiki byrja sunnu- dagin 2. apríl. síggja, um hon eisini megnar at vinna FM- heitið. Eisini Brian Hansen hjá piltunum verður tungur at syfta. Hann er eisini úr Streymi. Rókur Nielsen úr TÓR og Elisa Abrahamsen úr Streymi eru óivað favo- rittar hjá ávikavist Smá- dreingjum og Smá- gentum. Alt kann broytast Eitt annað, sum fyrr hev- ur víst seg er, at yngru leikararnir ofta vinna eld- ri deildir eisini. Í FM- kappingini í borðtennis er tað nevnliga so, at um ein leikari gerst millum 4 teir fremstu í einmansleiki ella 2 teir fremstu í tví- mansleiki, so hevur hann vunnið sær rætt at spæla við í næstu deild eldri enn hansara egnu. Og fleiri ferðir hava t.d. piltar vunnið FM-heitið í Smá- dreingjadeildini. Hetta má so eisini bera boð um, at skipanin er góð - og verd at varðveita. Kappingarnevndin í Borðtennissambandinum sigur at enda, at FM fyri eldru deildirnar verður í Tórshavn leygardagin 8. apríl. FM-kappingin hjá yngru deildunum í borðtennis stendur nú fyri framman CARL ELI NOLSØE SA- MUELSEN Sjáldan ferðast heimsmeist- arar í talvi á okkara leiðum, og vitjan Kasparovs til Ís- lands minnir ikki sørt um dystin millum Bobby Fisch- er og Boris Spassky í 1972. Tá vaks talváhugin bæði í Íslandi og Føroyum eksplo- sivt og serliga íslendingar hava síðani rættiliga gjørt seg galdandi sum sterk talv- tjóð. Vitjanin hjá Kasparov staðfestir enn einafer hegnið hjá bróðurfólki okkara í norðvestri at vera við á hægsta stigi. Kasparov er í dag ein heimsstjørna, sum ferðast kring allan knøttin sum ambassadør fyri telv- ing á hægsta stigið eins væl og innan talentmenning. Hann er sterkasti telvari í mannasøguni, og hevur sum eingin annar verið førur fyri at vakt áhuga hjá vinnulívi og mentunarstuðlum fyri telving. Tað verða Gary Kaspa- rov, Viswanathan Anand, Jan Timman og talvvinur okkara Ivan Sokolov, sum fara at telva eina tveir daga kvikkapping í Reykjavík. Nógv talvtiltøk verða á skránni undan Reykjavík Open, eitt nú fer Kasparov at telva uppi á einum jøkuli. Tað er jú eyðvita kalt á toppinum. Becker móti Kasparov Eitt hitt feskasta dømið fyri talentinum hjá Kasparov, at marknaðarføra telving vítt og breitt, var dysturin hjá honum móti Boris Becker á alnótini herfyri. Becker hevur altíð havt áhuga fyri talvi, og hann slapp so sanniliga at royna seg. Hann hevur í nógv ár droymt um at telva móti Kasparov, og tá Kasparov tók av tilboði Beckers, gjør- dist dysturin veruleiki. Kas- parov hevur í mong ár spælt tennis í frítíð sínari, og hev- ur tí sjálvsagt stóra virðing fyri Becker. Talvúrslitið hevði ongan týdning, tí ongin ivi var um úrslitið. Heimsmeistarin hugnaði sær til tíðin var við at ganga undan, og avgjørdi síðan talvið til egnan fyri- mun. Eftir talvið bjóðaði Becker av í tennis, og Kas- parov tók av við tí fyrivarni, at tennisstjørnan bert spældi bóltin til hansara forhond. Útisetar omaná Tað er ikki bert í teimum høgu luftløgunum at tað hendir nakað í talvverðini. Talvfelagið Føroyar í Keyp- mannahavn hevur í ár stríðst eitt náðileyst stríð, at halda seg uppi í 3 deild. Kasparov til Íslands Talv: Um mánaðarskiftið fer heimsins sterkasti telvari til Íslands at telva eina kvikkapping saman við øðrum sterkum telvarum. Hendan kapping er ein upp- vísing til Reykjavík Open, sum millum annað Flóvin Tór Næs luttekur í Talvið hesa vikuna Hetta talvið er frá kappingini Am- ber, sum er ein tvíbýtt kapping við kviktalvi og blindtalvi. Talvið nið- anfyri er eitt blindtalv Hvítur: Alexander Shirov, Lettland (2751) Svartur: Jeroen Piket, Holland (2633) 1.e4 e5 2. Rif3 Ric6 3. Bb5 a6 4. Ba4 Rif6 5. O-O Rixe4 6. d4 b5 7. Bb3 d5 8. 2. dxe5 Be6 9. Be3 Be7 10. c3 Ric5 11. Bc2 Rid7 12. Re1 Ridxe5 13. Rixe5 Rixe5 14. Bd4 Ric6 15. Bxg7 Rg8 16. Fh5 Fd6 17. Fh6 O-O-O 18. a4 b4 19. Bxh7 d4 20. Bxg8 Rxg8 21. Rid2 dxc3 22. Rie4 Fd5 23. bxc3 b3 24. Rad1 Fc4 25. Bf6 Bf5 26. Ff4 Bh3 27. g3 Rg4 28. Ff3 Ba3 29. Rid2 Fxa4 30. Rixb3 Rg8 31. Rid4 Bd7 32. Ra1 1-0 Fleiri av teimum sterkastu talvútisetunum hava ikki verið á liðnum hetta kappingarárið, og ikki hevur gingist alt ov væl frá hond hjá restini. Til síðsta umfarið lógu føroyingarnir bert hálvtannað stig fremri enn Saxo, sum vóru argastu kappingarneytarnir sum stríddust um lívið í 3 deild. Tað vísti seg, at mennirnir úr Saxo telvaðu ein sera góðan dyst, og vunnið trygt 6,5-1,5 (telvt verður á 8 borðum). Føroyingarnir vóru tískil kroystir upp í ein krók, og máttu berjast fyri hvørjum stigi. Endin varð, at okkara fólk vann sín dyst heili 7,5- 0,5! Sostatt bjargaðu úti- setarnir lívið hjá sær í 3 deild, og tað frættist at vón- irnar til næsta kappingarár eru nógv bjartari — væl stuðlaðar av síðsta stóra fe- lagshálinum. Sterkasti telvarin í talvsøguni, Gary Kasparov skal í næstum til Íslands at royna seg. Áðrenn hetta, hevði hann tó stundir til at royna seg í talvi móti fyrrverandi tennis- stjørnuni, Boris Becker Sum vera man, so hevði Becker ongan møguleika móti Kasparov, men teir báðir hugnaðu sær kortini óført, og eftir dystin fekk týskarin høvið til at hevna seg í einum tennisdysti teirra millum vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 9 8 - 0 - 1 545 426 119 25 2 Neistin 9 7 - 0 - 2 416 393 23 19 3 Kyndil 10 5 - 1 - 4 474 421 53 18 4 VÍF 9 4 - 1 - 4 463 437 26 16 5 VB 10 3 - 0 - 7 511 520 -9 10 6 Tjaldur 9 0 - 0 - 9 330 542 -212 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 11 11 - 0 - 0 687 567 120 31 2 VÍF 11 9 - 0 - 2 668 518 150 29 3 StÍF 11 7 - 0 - 4 661 572 89 25 4 Kyndil 11 7 - 0 - 4 656 550 106 21 5 KÍF 12 3 - 0 - 9 534 687 -153 7 6 H71 11 2 - 0 - 9 537 653 -116 6 7 Tjaldur 11 0 - 0 - 11 539 735 -196 3 Støðan 1. deild kvinnur Støðan 1. deild menn Stíf hevur tikið liðið úr kappingini Ioana Rápa VÍF 163 (47) Regina Rádó VB 154 (46) Lotte Sørensen Kyndil 150 (60) Vesna Tomajek Stjørnan133 (54) Sunrid Gleðisheygg Tjaldur 97 (25) Jacklin Durhuus VÍF 96 (7) Inga F. Danberg Neistin 93 (21) Arnleyð Krosslá VB 91 Gurið Mortensen VB 88 (3) Katrin á Neystabø Neistin 87 (25) Simona Hansen Stjørnan 86 (8) Andrijana Milodanovic Stjørnan 83 (2) Jórun Ludvig Kyndil 79 (1) Annika Ljósstein Stjørnan 78 (17) Ann Hansen Kyndil 74 (12) Áki Olsen Neistin 181 (27) Heini Joensen Neistin 178 (35) Sámal Joensen VÍF 172 (34) Artur Johansen StÍF 154 (34) John Petersen StÍF 149 (46) Ingi Olsen VÍF 128 (13) Jacob Jónsson Kyndil 128 (16) Sverri Justinussen Tjaldur 117 (24) Petur Martin Johansen KÍF 117 (40) Bjarni Wardum Kyndil 116 (24) Halgir D. Olesen H71 108 (7) Vagnur Johannesen KÍF 96 Petur Martin Poulsen KÍF 95 (10) Hans Á. D. ChristiansenKyndil 92 (15) Suni F. Johannesen Tjaldur 84 (20) Máltindurin 1. deild kvinnur 1. deild menn Hóast hon hevði frí hetta vikuskiftið, er Ioana Rápa framvegis ovast á máltindinum hjá kvinnunum Bestu málskjúttar í einum dysti hetta kappingarárið 1. deild kvinnur 1. deild menn 14 mál: 07.11.1999 VÍF-VB Ioana Rápa 11.12.1999 Stjørnan-VB Vesna Tomajek 27.01.2000 Stjørnan-VÍF Ioana Rápa 12.02.2000 Neistin-VÍF Ioana Rápa 13 mál: 14.11.1999 Tjaldur-Neistin Inga Danberg 17 mál: 25.03.2000 Neistin-Tjaldur Áki Olsen 15. mál: 30.01.2000 VÍF-StÍF John Petersen 14 mál: 10.10.1999 Neistin-H71 Heini Joensen 17.10.1999 H71-StÍF Artur Johansen 07.11.1999 Neistin-StÍF John Petersen 19.01.2000 Tjaldur-Neistin Heini Joensen So eigur Áki metið Tey seytjan málini, sum Áki Olsen skeyt móti Tjaldri leygardagin, eru tað mesta ein leikari hevur skotið í sama dysti hetta kappingarárið Áki Olsen gjørdi eitt ordans hál hetta vikuskiftið og hevur nú lagt seg ovast á máltindin Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK Aloftast eru tað teir leika- rar, sum skjóta flestu mál- ini, at fólk leggja mest til merkis. Hetta er allarhelst eisini galdandi í hondbólti, og í so máta fekk Áki Olsen rættuliga gjørt vart við seg, tá hann sunnudagin saman við liðfeløgunum tók ímóti Tjaldri upp á Hálsi. Tveir mánaða gamalt met Tá alt kom til stykkis, hevði Áki skotið ikki færri enn 17 mál, og hetta er tað mesta nakar leikari hevur skotið í einum einstøkum dysti hett- a kappingarárið. Gamla metið fekk John Petersen, tá hann í dysti- num millum VÍF og StÍF í Vestmanna hin 30. januar skeyt heili fimtan mál. Hetta metið fekk John so- statt loyvi at eiga í knappar tveir mánaðir. Hesi seytjan málini førdu samstundis við sær, at Áki er ovast á máltindinum, nú bert eitt umfar restar av kappingarárinum. Til stuttleikar kann nevn- ast, at í sama dysti varð eitt annað met sett, nevnliga hvussu nógv mál næstbesti málskjúttin hjá einum liði hevur skotið í einum dysti. Heini Joensen var nevn- liga eitt sindur smædnari enn Áki, og mátti taka til takkar við 12 málum. Rápa hjá kvinnum Hjá kvinnunum er metið 14 mál í einum dysti, og er hetta komið fyri fýra ferðir í ár. Ikki heilt óvæntað stend- ur navnið, Ioana Rápa, á trimum av hesum førunum. Toppskúttin frá undanfarna ári, hevur eisini hetta árið gjørt nógv um seg. og er hon eisini ovast á máltind- inum, hóast hon vegna skaðar ikki hevur fingið leikt allar dystirnar.