týsdagur 28. mars 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 61 - 28. mars 2000
„[Tá] summarið byrjar aft-
ur, brotnar eitt stórt egg í
himli, og sólin føðist av
nýggjum. Ein lítil maðkur
skrædnar í moldini og út
kemur ein summarfuglur.
Hann líkist vindinum og
sóljunum, og bara tann, sum
blundar, sleppur at halda
honum. Hini eygleiða hann
eina lítla løtu, og so, tá tú
skalt taka hann, flýgur hann
burtur. Eisini tá er hann vak-
ur, yvir tí grøna grasinum,
og tú hómar blátt og gult
allastaðni runt um hann[_]“
Líka sum tað ber til at
fanga sær ein firvald og
goyma hann, ber til at fanga
yrkingina og missa vakur-
leikan burtur. Tú kanst
greina yrkingina væl, men
flogið er vekk. Men eftirsum
Guru er ein góð, og ov fá
hætta sær at lesa hana, fari
eg at siga nøkur hundrað orð
um hana.
Sundurbýtingin
av yrkingini
Bókin Guru hjá Petur Jen-
sen er ein yrking, prentað á
52 síðum. Perman er ljósa-
reyð við gyltum bókstøvum.
Hetta kann benda á popp,
kitch og lívsgleða material-
ismu, og blandað við orðið
guru, legst helst upp til, at
vit hava við ein flipputan
profet at gera.
Guru er býtt sundur í 52
brot, men hon er eisini býtt
sundur í fimm partar. Upp-
runaliga heitið á yrkingini
var 52. Hetta talið kann fáa
okkum at hugsa um vikur-
nar í árinum, soleiðis at hetta
er eitt árscyklus. Kanska
kirkjuárið hjá lærisveininum,
hon er skrivað til. Sundur-
býtingin í fimm er fyrst hesir
fýra partarnir:
Fyrrapartur - TRILVAN
Seinnapartur - SKYGNI
Kvøldseta - ANDSØGN
Nátt - SÁL
Her er yrkingin ein dagur,
sum tosar um lívið sum eina
gerandistilveru. Fyrrapartur
er tað prosaiska heitið fyri
tað meir poetiska morgun(?).
Seinasti partur eitur Morgun
- KÆRLEIKI. Tá er gamla
lívið farið, og eitt nýtt byrj-
að. Lívskvørnin, sum sá út
til at mala okkum í ørviti,
brotnar, og nú kann okkurt
nýtt føðast. Nú er tað ikki
fyrrapartur, men morgun, og
vindeyguni eru víðopin.
Yrkjarin sum guru
Tað er vónleyst at siga stutt,
hvat Guru er um, ella hvat
hvør partur er um. Fyri ein
heilt stóran part er evnið,
hvussu tað kennist at vera
menniskja; hvussu tað upp-
livist.
Tema er, at ein lærari/guru
sigur einum tú í yrkingini,
hvørja leið hann skal fara.
Hetta skal ikki skiljast bók-
stavliga, men heldur sum ein
sjónleikur, har Petur letur seg
í sum guru og sigur lesara-
num, hvar eydnan býr. Hann
heilsar Bono, sangaranum í
U2, í takkarrøðu síni aftast í
bókini, og tað kann vera tí,
at Bono hevur lært hann at
spæla guru. Bono spældi á
konsertunum í 1993 ein glat-
aður poppguru, sum kallaði
seg MacPhisto og tosaði
annaðhvørt sum ein einsa-
møll poppstjørna, ein lívs-
troyttur djevul ella ein lætt-
sloppin postmodernistiskur
poppprofetur.
Heilsanin til Bono kann
eisini vera, at Bono lærdi
Petur at lúra Prædikaran í
Bíbliuni av. Bono sigur sjál-
vur, at innihaldið í bæði Ach-
tung Baby (1991), Zooropa
(1993) og Pop (1997) er sum
tað hjá Prædikaranum: ein
roynd at fevna um lívið og
vita, hvussu langt heimanífrá
tú kanst fara, áðrenn tú varn-
ast, at verðin gevur ikki, sum
hon bjóðar. Líka sum bæði
Prædikarin og Bono, so vísir
Guru eisini á eitt nýtt lív í
javnvág og trúgv á Gud í
seinasta parti.
Mál og samanhangur
Petur yrkir her sum fyrr í
óbundnum málið. Rím og
rútma eru tilvildarlig. Rímið
er fyri tað mesta alliterativt
(rím í hjáljóði), og tað er
serliga tey bleytu ljóðini,
sum ríma. Hetta ger málið
flótandi og fær reglurnar at
taka hvør í aðra, so at sam-
anhangurin, sum annars er í
yrkingini, verður styrktur. Í
hesum brotinum er tað s, n
og m og so eisini a- og o-
ljóðini:
og savnar sær
saman orð
til royndir ið
ongan veg
koma
Aftrat ríminum og málinum
annars er tað sundurbýting-
in, sum fyrst og fremst fær
yrkingina at hanga saman.
Gongdin frá morgni til
morgunin eftir skapir eina
óveruliga kronologi, sum tó
gevur fatan av, at tíðin gong-
ur. Einasta niðurlagið er, at
summi brot enda við setn-
inginum nú leka vit. Tað er
ymiskt, hvussu stórt millum-
rúm er niður til hendan setn-
ingin, og tað útskilir hesi
orðini frá restini av yrking-
ini og gevur okkum eina
reyða striku at ganga eftir.
Tað er so nógv, sum lekur
í yrkingini, og tí ljóða hesi
orðini aftur alla tíðina, um
tú lurtar væl eftir. Til dømis
tá hann yrkir um kropsvætu,
so sum blóð og tár, men eis-
ini regn og dropar og kensl-
ur osfr.
Stórur partur av heildar-
myndini liggur í myndamál-
inum. Yrkingin er fullkomi-
liga ruddað fyri veruligar
persónar, støð og lutir. Hesi
hava altíð fyrst og fremst
myndarliga merking. Støð
eru t. d. oyðimørk, dreymur
og landslag og sjáldan nak-
að meira konkret enn tað.
Luftin er fylt við oysregni,
mjørka, náttarljósi, támi,
skýming osfr, og tað er alt
mynd av sálarstøðuni. Per-
sónar traðka heilt stutt inn á
pallin, og teir eita Judas, Eva,
Sisyfos, Jesus og tú. Eingin
av teimum ger nakað, so at
her eru eingir aktørar sum
so. Tú kanst í besta føri
spegla tínar egnu gerðir og
kenslur í teimum.
Hugsa vit um, at perman
signalerar kitch og kanska
popp, so er tað løgið, sum
heimurin í yrkingini er ber-
ur fyri lutir. Eingin lutur er
konkretur. Uttan eina skrell-
ispann, sum av onkrari høv-
uðskelda grund er grøn, og
ein plastikkknív er onki í
yrkingini, sum ikki fyrst og
fremst hevur við sálina ella
onkra kenslu at gera. Eins og
í Eingin sól er til er kropp-
urin sjálvur ein av metafor-
um fyri kenslur. Hann nevnir
húð, eygu og æðrar, tí tað er
har, kenslurnar búgva og vísa
seg.
Guru er meira tom enn
yrkingarnar í Ongin sól er
til. Í tí savninum gjørdi Pet-
ur nógv burtur úr at bróta
málið og máliskur. Tann tón-
in undirstrikaði, hvussu
møðsamt tað kann vera at
hoyra lívshjólini mala, tá alt
bara ljóðar sum rutina og ein
umbering fyri tómleika.
Hendan yrkingin er meira
jarðbundin. Her er deyði,
men eingin grøv; her er Jud-
as, men eingin glatan sum
so. Evnið er ikki dýpdirnar í
lívinum, men meira hvussu
tað er at vera menniskja
„undir sólini.“ Ein roynd at
finna stevið. Tað undirstrik-
ast eisini í einum setningi,
sum innrammar yrkingina:
minst / til at liva / áðrenn tú
doyrt. Lívið her er ikki so
átrokandi sum í hinum søvn-
unum, og røddin í Guru letur
sær skjótari siga. Tað, sum
røddin í Ongin sól er til helst
hevði flent eftir, dugir hend-
an røddin at troysta seg við.
Gjøgnumgond
av yrkingini
Fyrsta brot, Fyrrapartur -
TRILVAN, er um at fara út í
verðina. Persónurin, sum
yrkjarin tosar við, er nývakn-
aður og skal út í ein tilvild-
arligan og líkasælan dag:
nú byrjar
dagurin við
eini ódroymdari
og kanska eisini
líkasælari
rørslu
Yrkingin er ikki ein søga,
men tó er tað ein ferð gjøgn-
um lívið (ella dagin ella
heimin), sum verður lýst.
Næsta brot (lýsi) handlar um
at vera ein alternativur píla-
grímur, sum skal avdúka seg
sjálvan.
Í broti (7) verður borið við,
at lívið skal droymast úr
gróti:
gakk spakuliga
út í ein harðan dreym
ið rennur úr føðing tíni
sum enn bløðir navn
títt út yvir alt
landslag okkara
Lívið byrjar her við einum
hørðum dreymi, sum vit
traðka inn í. Sum útgangs-
støði er tilveran ikki løtt.
Fyrsti partur endar í tóm-
leika:
renn alla tíðina
inntil onki stað
er eftir at sakna
og ongin vilji
er at trilva við
Hetta ekkóar tónan frá Ong-
in sól er til. Málið er beint
fram, lívið er hart, og menn-
iskjan vesæl. Fyrst renna vit,
men tað endar altíð, og byrj-
ar ofta, við trilvan.
Annað brot, Seinnapartur
- SKYGNI, tosar í heitinum
um hádag og ljós, men her
byrjar veruliga pínan, sum
lívið ber:
tú ert
tín egni dagur
tú verður
eitt kámt skap
av támi
eina løtu
inni í ljósinum
Her er lívsjáttan at hóma, tí
persónurin er veruliga til og
í ljósinum, men tú ert tín
egni dagur talar um isolatión
ella einsemi, og eitt kámt
skap at támi talar fyri seg.
Og so pínan:
allir liðir
í kroppinum
gerast skríggj
sum bert
ein kroppur
kann vera tað
Á hesum stadiinum er lívið
ein leikur um gloymdar /
royndir og / tømd eygu. Eyg-
uni er tømd, antin tí tey eru
liðug at gráta, ella tí tey hava
onki innanfyri. Sálin er deyð,
og lívið, sum higartil er liv-
að, er gloymt og hevur onki
kastað av sær. Síðani biður
hann lesaran royna at halda
seg til ta deyðu fjøldina, men
sjálvur heldur hann seg burt-
ur, tí tað einasta, hon dugir,
er at taka einsemið frá hon-
um.
Sum nakað nýtt í yrkingu-
num hjá Petur er vónin ein
konstantur møguleiki (legg
annars til merkis, hvussu
heitini á hinum báðum yrk-
ingasøvnunum ljóða aftur í
hesum brotinum):
sóla tær
í dropunum
ið líkjast
lyftunum um
komandi vónir (13)
Lívið í yrkingini er eitt
kenslulív. Pílagrímurin sig-
ur ikki, hvar hann hevur ver-
ið, men hvat hann hevur følt.
Kenslurnar verða sum oftast
nevndar við sínum rætta
navni: svartsemi, einsemi,
vón, sorgblídni, heimloysi og
kenslur. Og tær halda til í
hjartanum og æðrunum. Her
verður náðileyst lagt á allar
kenslur, sum koma inn í
hjarta.
Yrkingin er mest sálar-
frøðislig, men fyrstu meta-
fysisku hugsanina síggja vit
í (15):
kanska vit
ongantíð vóru
ætlað at skula
síggja okkum
sjálv
Í hesum yrkingarbrotinum
verður Eva nevnd. Hon var
tann, sum sá seg sjálva,
nevniliga skommina og nak-
inleikan. Yrkingarnar hjá
Petur hava altíð verið ein
aggressiv skotríð av spurn-
ingum til sín sjálvs. Her spyr
yrkjarin, hvørs rødd tað enn
er, um sjálvskoðan ikki er ein
partur av tí fallinum, sum ger
lívið so fløkt og fallið. Brot
(20)
endar
óhugnaliga
skemtandi:
og vit gerast
eldri við tíðini
og følna
skjótari enn
blómurnar
altíð
Evnið í 3. parti av yrkingini,
Kvøldseta - ANDSØGN, er
forholdið millum veruleikan
og orðini, veruleikin verður
latin í. Trupulleikin er, at
málið ger skilnað millum
veruleika og veruleikafatan.
Vit hava eitt navn, kenslurnar
fáa navn, sjúkurnar fáa navn,
og hendingar verða bólkaðar
og umskapaðar til tíðindi og
søgur, og alt er tað bara orð.
Evnið í fleiri brotum er, at
vit skulu venda aftur til orð-
ini, sum vit hava sagt. Tað er
eitt ynski um at leita aftur
um nøvnini og setningarnar
fyri at finna veruleikan aft-
ur. Tá yrkjarin so kemur til
brot (29), og triði partur er
um at vera liðugur, sigur
hann:
hetta er
søgan um
eitt lív
Altso er frástøða millum lív-
ið og orðini, sum verða søgd
um lívið. Og frástøðan tví-
faldast, tá hann sigur:
spæl við
í einum sjónleiki
um at spæla
sjónleik
Og sjálvandi er vandi fyri at
yvirspæla seg sjálvan. Tað
kann vera merkingin av hes-
um:
skrála navn títt
undir vatni
so at tað kann
ljóða djúpari
og sannari
Á botn og uppaftur
Í 4. parti koma vit á botn.
Vit hitta beinan veg ein sjálv-
mordara, sum vit eisini
kenna frá Ongin sól er til.
Sjálvmorðið sum møguleiki
er avmyndað í at keypa sær
ein revolvara (keyp tær ein /
revolvara). Hetta er afturljóð
frá Kurt Cobain, sum kærdi
seg um, at hann ikki átti
nakra byrsu, helst tí hann
ætlaði at gera av við seg.
Men hjá Petur er Judas í-
myndin av sjálvmordara-
num, og gerðin er fast bund-
in til syndina og ella skomm-
ina. Men sjálvmorðið her er
ikki bókstaviligt, men heldur
eitt víðgongt punkt at skoða
veruleikan út frá.
Hann skundar sær frá
sjálvmorðinum og byrjar alla
leitan av nýggjum (34).
Hann biður okkum doypa
seg Sisyfos, um vit hava hug
til tað. Sisyfos var dømdur
til í ævir at rulla ein stein
niðan á eitt fjall í deyðaríki-
num. At hann her samanber
seg við Sisyfos, sigur okk-
um, at hann kanska er púra
glataður, men ger av ikki at
gevast við royndini at finna
tað, sum krevst.
Restin av fjórða parti, Nátt
- SÁL, er ein viðurkenning
av, at vit eru ikki petti frægari
enn hvørki Judas ella Sisy-
fos: vit kundu sagt alt betri
... játta teg sekan í øllum ...
og longu her byrja signalini
um eitt betri lív, og heitini í
restini av 4. parti eru fyri-
geving, roynd, gleði, við og
gongd.
Seinasti partur, Morgun -
KÆRLEIKI, er ein lýsing av
nýggja lívinum, sum yrkjar-
in lýsir tað. Men hetta er
hvørki eitt ævigt friðarríki
ella nakar himmal sum so.
Tað er ikki umstøðurnar hjá
sálini, sum gera tað nýggja
lívið, men tað nýggja lívið
er, at sálin hevur fingið
nýggjar kenslur, nýggjar
hugsanir og nýggjan frið. Í
(42) er tað vón til Gud. Í (43)
er tað góð heimaráð um eina
tilveru í javnvág: um at ætla
sær, um at tora at liva, lurta
eftir góðum ráðum og seta
spurningar. Í (45) er tað gleði
og kæti, og í (48) er tað frið-
ur. Men nøkur irritatiónsmo-
ment er ímillum, sum siga,
at blóð / úr speglinum / flýtur
inn / í hjartað og (51):
dagur
flákrar aftur
sínar vilstu kenslur
inn í okkum
Hetta ljóðar meira sum Ong-
in sól er til, men hóast alt er
tað dagur, og tað stendur
onki um, at hesar kenlsurnar
eru so ræðuligar. Bara at tær
eru vilstar og flákra. Helst
er hetta fyri at siga, at kensl-
ulívið verður ongantíð lið-
ugt, men tað ber til at ”hava
tað” á einari leið, tí sam-
stundis syngur lívið tær kvirr-
ar vøgguvísur (51).
Endi
Henda grein hevur verið ein
roynd lýsa eina fatan av yrk-
ingini Guru. Sumt ljóðar
sum gitingar, og er tað
kanska, men okkurt hevur
Petur sjálvur váttað. Men
hann er tann fyrsti at við-
ganga, at ein yrking er ein
yrking, og tað er ikki nógv
at gera við tað.
Guru - Ummæli av yrkingingini hjá Petur Jensen
Ummæli:
Petur Jensen - avmyndað-
ur á kostdeildini á lærara-
skúlanum
FØROYA HANDILSSKÚLI
Tórshavn
FHS:
Virkisbúskapur á C-stigi (8 t/v),
týskt á stigi E/C (7 t/v), fiskivinna
(6 t/v), samfelagslæru (8 t/v),
støddfrøði D/C (12 t/v),
dekoratión (3-6 t/v) og føroyskt
(12 t/v).
HH:
Marknaðaføring (4 t/v),
støddfrøði (8 t/v), samtíðarsøga
(8 t/v), uttanríkishandil (6 t/v),
vinnulívsrættur (6 t/v), danskt (4
t/v), samfelagsbúskap (3 t/v) og
týskt (8 t/v).
Kambsdali
Føroyskt stig C/A (24 tímar),
danskt B (5 t.),enskt C/B/A (27
t.), info. C/B (10 t.),
samfelagslæra C (12 t.),
roknskaparlæra/virkisbúskapur
B/A (9,5 t.), marknaðarførsla
C/B/A (20 t.), týskt G/C/B (16,5
t.), støddfrøði G/C/B (12,5 t.),
spanskt G/C (8 t.),
G (3 t.), fyriskipan A (4 t.),
sálarfrøði C (4 t.), samtíðarsøgu
C (8 t.), samfelagslæru B (3 t.),
uttanríkishandil V (3 t.),
vinnulívs-rættur C (6 t.).
Hava tygum røttu útbúgvingina
og røttu lærugreinasaman-
seting kann talan vera um fast
starv.
LÆ R A R U M og T Í M A LÆ R A R U M
Føroya Handilsskúli søkir eftir
frá 1. august 2000 ella eftir nærri avtalu. Hevur umsøkjari
útbúgving í lærugreinum, sum nøkta tørv skúlans, kann talan verða
um fast starv.
Førleikakrøv:
Prógv frá handilsháskúla, lærdum háskúla, handilsfaklæraraprógv ella
onnur við øðrum fortreytum. Umsøkjarar við vinnuroyndum hava
fyrimun.
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður
settur í fast starv, má vera til reiðar skjótast gjørligt at taka ta
eftirútbúgving - tað veri seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra
førleikagevandi útbúgving - sum er neyðug fyri at verða sett/-ur í
fast starv. Eisini mugu viðkomandi rokna við í ávísan mun at skula
undirvísa á fleiri stigum og partvís um kvøldið um neyðugt.
Løn:
Í lønarrensli 13/21/24, 18/26/29, 16/21/29/31 hjá HL ella eftir avtalu.
Leyst at søkja:
27. mars 2000. Galdandi til 11. apríl 2000.
Umsóknin skal sendast skúlanum, sum ætlanin er at starvast á.
Umsókn fast starv:
Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu stílast til Føroya
Handilsskúla, stýrið og sendast antin til Føroya Handilsskúla í
Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177 ella Føroya
Handilsskúla á Kambsdali 530 Fuglafjørður og verða skúlanum í hendi
11. apríl 2000.
Umsóknarblað fæst á skúlanum.
Umsókn tímalærari:
Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu stílast til Føroya
Handilsskúla, stýrið og sendast antin til Føroya Handilsskúla í
Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177 ella Føroya
Handilsskúla á Kambsdali 530 Fuglafjørður og verða skúlanum í hendi
11. apríl 2000.
Umsóknarblað fæst á skúlanum.
Á Føroya Handilsskúla fevnir frálæran um FHS-støðisár, FHS 2.part, hægri
handilsskúla, stakroyndir, merkonom, Datanom, teldustøðingaútbúgving,
HD 1. part, peningastovnaskúli og útboðin/umbiðin skeið.
SKOTARÓK 14
100 TÓRSHAVN
TLF. 211861 og 311414
FAX 317534
Tað koma støðugt fleiri forrit á marknaðin til at viðgera, byggja
upp og broyta heimasíður. Vit hava valt at seta saman eitt WEB-
koyrikort, sum fevnir um nøkur av teimum best umtóktu forritunum
innan WEB-design. Skeiðini kunnu eisini takast hvørt sær.
Nýggj skeið-
tænasta frá
Farodane
WEB
WEB
TILMELDING frá heimasíðu okkara
- ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir@farodane.fo
: kvasir.farodane.fo
SKEIÐ
1. Adobe GOLIVE
2. Adobe IMAGEREADY
3. Macromedia FLASH
4. Adobe ACROBAT
5. KLÁRT TIL INTERNET
WEB-skeiðini eru hesi:
F
A
R
O
D
A
N
E
S K E I Ð S T O VA N
KVAS R
fd-3c-00
Fyrsta skeiðið byrjar
3. apríl
Sosialurin - 311820
Axel TrgarÝ:
Ein halgis¿ga, ein jlavsa og eitt ¾vintàr.....fyrr kr. 18,- Nò kr. 8,-
OrÝiÝ er t¾r n¾r............................................fyrr kr. 120,- Nò kr. 60,-
Johs. Andr. N¾s:
Ver v¾llkomiÝ Harrans r.............................fyrr kr. 85,- Nò kr. 30,-
Jlaklokkan aftur ringir.................................fyrr kr. 85,- Nò kr. 30,-
Leo Tolstoj:
òtlegdin langa................................................fyrr kr. 85,- Nò kr. 30,-
Georg S. Geil:
ê gÝum hondum...........................................fyrr kr. 60,- Nò kr. 25,-
Johan Chr. Nielsen:
ê Harrans hondum.........................................fyrr kr. 60,- Nò kr. 20,-
H. K. Sandholdt:
Flttaflk........................................................fyrr kr. 60,- Nò kr. 20,-
Andras MiÝskarÝ:
ç barnarum ungu.........................................fyrr kr. 60,- Nò kr. 20,-
Chr. H¿j:
Barnas¿gur4...................................................fyrr kr. 35,- Nò kr. 15,-
Lvsmyndir 5..................................................fyrr kr. 35,- Nò kr. 15,-
Ein lykt fyri ftum mnum.............................fyrr kr. 48,- Nò kr. 20,-
Oddmar Steig:
Av Strgrynnu til Jorsalir...............................fyrr kr. 15,- Nò kr. 10,-
Sosialurin - 311820
VIT ERU ç BîKAòTS¯LU
B¿kurnar eru at fa bkahandlunum
Bkadeild KFUMs