Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-05-29, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 1951síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSBOKASAVN Førova Sosial-Demokratur FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á Teedanin I { 405 | Blaðið verður bílagt á posthúsi ou ) F , ad: pr « ( gt a pos usinum, og på Nr. 32 I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Tysdagin 29. mai 1951 | kostar kr. 3,20 + porto um fjordingsårid 25. årg. VERKFALLID DAG FRÅ DEGI SUNNUDAGIN 20. mai. Úrslitið av atkvødisgreidsl. uni. - Fundur i Tórshell. Útvarpingin. Sunnukvøldið um 8-tidina var stór mannamúgva komin saman ultanfyr Tinghúsið. Nevndin fyri Føroya ar- beidarafelag var til fundar. Innan kl. 8 skuldi semingsmaðurin fáa svar aftur frá felagnum viðvíkjandi uppskotinum. KI. 814, kom formaðurin Magnus Tórsheim út og segði frá, at semings- uppskotið var samtykt við atkvøðu- greiðsluna úti á bygd. Atkvøðurnar vóru fallnar soleiðis: 67 móti upp- skotinum. 35 fyri og 4 atkvøddu ikki Annars boðaði hann frá, at semings- maðurin skuldi lata varpa út í hvørj- um heilum tíma til miðnátt úrslitið, hetta varð tó ikki gjørt, sum vit skulu koma til aftur seinri. Øgi kom i mannamúgvuna tá tey hoyrdu úrslitið og varð mangt og hvat rópt móti teimum ið stóðu á Tinghús- gáltuni. Í einum stad var nógv fólk flokkað saman, mitt í tí rúgvuni stóð skrivarin hjá Føroya fiskimannafeiag Ingvard Jacobsen, og hevdi hann nóg mikið við at lurta eftir hvat fiskrrir og arbeiðsmenn søgdu honum viðvíkj- andi ísfiskasáttmálanum teir hava gjørt. onkur bað hann fara út aftur at koyra í bilinum hjá Chr. Holm. Avgjørt varð, at Havnar arbeids- mannafelag skuldi halda fund í Tórs- høll kl. 10. Bilar fullir av fólki koyrdu runt í býnum og boðaði frá. Á mið- nátt var fundurin lokin, og høvdu teir tá atkvøtt um teir skuldu halda áfram við at streika ella ikki atkvøðurnar fullu soleiðis: 243 fyri at halda áfram 11 móti og 5 atkvøddu ikki. Mánadagin høvdu vit so samrøðu við Magnus Tórsheim. Teir flestu av teimum ið møttu íejárkvøldið uttanfyri Tinghúsið hildu tykkum gera skeivt í at hava sent upp- skotið út til atkvøðugreiðslu, og hví varð ikki útvarpað ígjárkvøldið. Til tað fyrsta er at siga, at tå vil hava eitt demokratisk stýri her á landi má hvør einstakur limur hava loyvi at siga sína hugsan, vit nýggju ið eru í nevndini, kunnu ikki taka nakra av- gerd id er ímóti fleirtalinum. Annars er tað brigslað okkum, at vit ikki tordu at senda uppskotið út til atkvøðugreiðslu, tí vit væntaðu tað varð viðtikið. so fyri at kanna støðuna sendu vit tað út. Á veenum heim til fundin kom eg á tal við Ingvard Jacobsen, og segði hann, at antin vit ætlaðu at halda á- fram við streikuni ella ikki máttu vit um, men Føroya fiskimannafelag sendi undir øllum umstøðum fjarrit út til øll bygdafeløg um, at teir skuldu sjálvir landa skipini mánamorgunin, so tey kundu sleppa til Grønlands. Viðvíkjandi útvarpinum er at siga. at eg í dag havi tosað við semings- mannin, og segði hann, at hann hevði tosað við landsstýrið um útvarpanina. Tá so varpast skuldi út varð ringt til Louis Zachariasen, Louis svaraði. at hannvar lagstur, og fór ikki upp aftur til at fyrireika útvarpanina. Annars vildi semingsmaðurin hava okkum til at varpa tað út, men halda vit onga grund vera til tess. hvørt fe- lag má taka avgerð sjálvt. MÁNADAGIN 21. mai: Generalstreika. Rutubátarnir steðgaðir. Ravmagnsstreymurin slitin. - Kravgonga. »Vesturleid« á Havnini. Mánamorgunin varð noktað mjólkabátunum at fara avstað. Seinri um morgunin kom donsk viðaskonnart á Havnina, hon hevði ligið inni á Kollafirði undir streik- uni, men fekk so boð um, at streik- an var lokin. Tá teir komu móti landi var stór mannamúgva sam- ankomin, endin varð ikki tikin, so teir máttu frá aftur. Aðru ferð teir royndu aftur fingu teir stevn- ið at, men fingu forboð fyri at seta fast ella koma niður á kajuna. Skiparin kom so fram at tosa við teir, hann vildi einki til at fara frå. Ein av arbeidsmonnunum hevði verið og tosað við skriv- stovuna, og var hann ikki meir enn oman aftur komin tá bilur kom fullur av arbeiðsmonnum, tá skip- arin sá hesar var hann kvikur aft- ur og bakkaði frá og legði seg úti á. Síðani fóru teir umborð á eina skonnart ið komin var um morgu- nin. Rópini vóru nógv, annars sóðu teir heldur ivingasamir út, ein Onglendingur gekk har og rópti og vildi til at loysa skon- nartina aftur, hetta varð hann tó Henda skonnartin tosaður frå. fór so seinri frá. Tá hetta var frá hondini kom »Vesturleid«, tå var rok. Fast fingu teir ikki loyvi atgera, fleiri vildu til at nokta ferðafólkinum í land, men tey komu tá. Løgtings- maðurin Ellefsen stóð so hjartkipt ur á dekkinum, mundi hann hugsa um, at alt hetta hevði hann og flokksmenn hansara á tingi gjørt? Teir fóru so vestur aftur, og vórðu teir bidnir um at heilsa Dánjali vestur og mangt annað varð sagt. »Pride« fekk somu móttøkuna. Nakrir aðrir bátar komu við fólki, og gekk tað á sama hátt. Harímillum var »Stakksafossur« hann kom í Vágsbotn, og legði upp á síðuna av Morgunroðanum, har flokkaðist øll umborð, so hann mundi farið runt, ovast stóð Er- lendur Patursson. Um somu tíð sum Pride kom og mátti venda aftur kom Medicus av Skálafjørðinum. Tá øll fólka- múgvan var stødd á kajini, eydn- aðist tað honum at fáa fólkið upp á Shellbrúnna. Seinni tók hann fólkið aftur í Hoyvík. forða hesum, varð streikuvakt sett í Hoyvík. Fyri at Ravmagnsverkið verður steðgað. Kl. 3 fór stór kravgonga vid Arbeiðsmannafelag niðan á rav- magnsverkið. Har var stongt tá ið menn felagsins sloppu inn. Tá samráðingarnar tóktust at ganga leingi trokaði mannamúgvan inn, ! og stutta løtu aftaná var streym- urin avbrotin og streikuvaktir sett- ar á verkinum. Stór kravgonga. Beint aftaná var stór krav- gonga í býnum. Við trommuslag- arum á odda varð gingið framvið Landsstýrinum og síðan út á kaj- una at taka ímóti Ternuni, ið kom úr Suðuroy. Slíka móttøku hevur Ternan ikki fingið áður, har var slík mannamúgva samankomin, ið einans kann sammetast við ta ferð- ina tá kongur vitjaði Føroyar. Annars vóru ikki stórvegis hend ingar mánadagin, men nevnast kann kortini at lærlingar vórðu riknir úr arbeiði. teir bilar, ið royndu at koyra vórðu allir steðg- aðir. Meðan fólkið var uppi á ravmagnsverkinum, kom politi- meistarin við bili fullum av poli- tistum niðan hagar. Hann slapp ikki longur, hol varð stungið á dekk og slangu. Á Tvøroyri verður ein bilur nidan var komið, men umboðs- | steðgaður og kollveltur. TÝSDAGIN Suðuroyingar koma norður. — Javnaðarflokkurin og Tjóð- »Vesturleid« aftur. — veldisflokkurin krevja tingið saman, Fundur í Tórshell. — sigur nei. — Stór kravgonga. — Landsstýrið Handverks- meistararnir vilja samrådast. — Rádni slítur. Tíðliga skúta inn á Havnina við reyðum týsmorgunin flaggi — flaggi Fylkingar — á stong. Tað er »Vordan«, ið kemur av Tvøroyri við umboðsmønnum fyri arbeiðsmannafelagið >Fylk- ing<. Teir hava kvøldið fyri sent fýra snarfjarrit til Havnar, men einki svar fingið. KI. 4 fer stór kravgonga gjøgn- um tær yvirfyltu gøtirnar. Á stór- um plakatum standa krøv arbeið- aranna. Myndin svarar: Eitt spark í reyvina. M. a. er eisini eitt kort av Føroyum, har øll streikuøkini eru litaði reyð. Hin parturin av Føroyum svartlitaður. Javnaðarflokksins vegna verður hetta bræv sent til løgmann Før- oya: »Undirritadi J. P. Hendriksen, løgtingsmaður, loyvi mær Føroya javnaðarflokks vegna, at heita á løgtingið saman beinan vegin, Á flogseðlum, ið uppslignir verða í býnum boðar 14. septmbr. frá at eisini Tjóðveldisflokkurin hevur vent sær til løgmannin í somu ørindum. Seinni um dagin fær Palli Hen- stevnir | driksen, javnaðarflokksins vegna soljóðandi skriv frá løgmanni: >Vísandi til bræv tygara d. d. og til seinri samrøðu við tygum verður hervið sent tygum avrit av brævi, sum í dag er sent Tjóð- veldisflokkinum v. harra Hanus við Høgadalsá, her, viðvíkjandi spurninginum um møguliga at kalla tingið saman til eykasetu.» Í hesum svari noktar løgmaður at kalla tingið saman. Í Sosialinum, ið kom út hós- dagin verða hesar viðmerkingar gjørdar til svar løgmannsins: — Eitt petti av hesum brævi skulu vit endurprenta: >Aftaná samráðingar við ymsar tingmenn skal eg sigafrá, at eg ikki haldi tað vera neyðugt at kalla tingið saman til eykating- setu.< Brævið erundirritað av løg- manni og Th. Petersen. Hvørjir eru teir tingmenn hann hevur tosað við? Í hvussu er hevur hann ikki samrátt seg við nakran javnaðar- mann. KI. 8 um kvøldið hittast 600 ar- beiðarar í Tórshøll til fund ar-