Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1951síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2. juni 1951 Få blæu aftaná tviburdabragi hin 7. des. í fjør? — Ein onglendingur hevur kravt skils- messu, tí konan iki hevur tosað við hann í fjøruti ár. — So! Og einari slíkari góðari konu ætl- ar hann at skilja seg frá. — — Ég tori ikki at fara út í ullintum sokk- um. — — So, hvat hendir tá? — — Einki. — — Trýrt tú upp á kærleika við fyrsta eygnabrá? — — Nei. — — So hittast vit kanska aftur í morgin. — KONTRAKTBRIDGE Hava tit hoyrt søguna, tá Vensil gjørdi kontrakt, Kjartan lakkaði paradis, og Zakaris sigldi við frakt. Pápin hevur lovað soninum 1 krónu, um hann kann siga honum frá, tá ið hann er sovnaður. — So pápi, nú kanst tú lata meg fáa 50 ÚR ORÐABÓKINI oyru. Eg eri hálvsovnaður. — Fullveldi: betingelsesløs overgivelse. Endurroytingar: told ovanpá skat. Løntrýst: at klemme i hemmelighed (Folke- flok og Samband). Fólkasambandið: de forenede nationer, ogsá foreningen af Folkeflokken og Sambands- STREIKUTÍÐINDI Ein maður helt nú ein dagin, at streikan gekk sær so hart upp á nervarnar, at hann fór beinan vegin og »begekk Kia-Ora«. (1 Japan eitur ein sjálvmorðsháttur: hara- partiet. kiri). Sambart seinastu Dimmu halda vit, at | = óklárt er millum blaðmenninar har. Vit | |VINKO NAN VITJAR hugsa okkum, at G. L. hevur skrivað odda- greinina, og tá hann skrivar hugsar hann um E. M,, ti G. L. kann ikki spenna livreimina longur inn, tí so fer hann av um miðjuna, men tað kann hin. Hvør man hava givið Dagblaðnum pening afturfyri, at tað ikki slapp út undir streik- uni, nú noyðast teir at hava bókhaldara fyri at halda skil á teimum. , Í. enska tinginum situr formaðurin á ein- um ullaposa. FRUKTA MARMULATA Hv ikki eisini lata okkara løgtingsfor- | FÁAST HJÁ KEYPMANNI TYGAR Á mann fáa ein ullaposa at sita á — ella eina | DREKKA, BREYÐ, KEKS og FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 83 Tað eru roykpylsurnar ið duga tær frå HOULBERG Matligt er, og væl rýkur, tá ið hurðin verður gloppað inn í royk- rúmið hjá Houlberg, har hundrað- tals nossligar roykpylsur hanga lið um líð til at „búnast“... HOUL- BERGS roykpylsur eru gjørdar av fyrsta flokks tilfari, vælkryddraðar, vælsaltaðar og vælbúnar ... $. HOULBERG ”; KØDBYEN Umboð: B. Mortensen Tórshavn . tlf. 8 KØBENHAVN Grót og skervur. ØN, ið vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bílstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna P.F. FØROYA BANKI (Stovnaður 1906) Suðuroyar deild: TRONGISVAGI Tlf. 32 Høvudsskrivstova: TURSHAVN Tlf. 6, 50, 365 Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 %/, p. a. Renta av bankabók 31/2 %/o p. a. Bankin er opin 11—15 Leygardag 11—14 LOS Heðin Brú: Feðgar á fe:8, 11 arligt, at hann skal vera á luftini um dagin, tí tað er nú einki brúk fyri honum«, »So, armingin«, illflennir Ketil, >tú situr og lær at mánanum, meðan eg royni at venja teg til manns<. „Ja, hví man Várharra ikki heldur lata mánan skína í nidu, heldur enn at spilla ljósið burtur um dagin<. „Slíkt eru menn«, deilir Ketil. »Og tú er farin at fríggja, ætlar at taka hús upp á teg. Heldur tú teg kunna føða konu eg børn av at sita og læa at mánanum?< Tá rodnadi Kálvur og streyk hondina eftir tollinum. Hann heli hetta vera so ónærisligt av pápa sínum,at seta seg at tosa um børn, nú beinan vegin hann var farin at friggja, tí hann hugsaði, at fólk komdi sær ikki at hugsa um sovorðið, fyrr enn tey vóru gift. >Ég kann liva, fyri tað um eg ikki eri midamadur, eg fari til skips«. >Tað er ikki tí so væl. at skipsfólkið einki sovorðið nýtir at vita, eg veit ikki hvussu vorðið er nú í tíðini. Fyrr var tað hildið skomns. ikki at vita skil á sjóleiðum í sínari bygd. Eitt nú fólk kom saman í grind og vertskapi, tað var sovorðið, ið tosað var um. Og hann, ið einki visti, hann tagdi og læt teir tosa, sum menn vóru til tað. Men nú tykist han bera høvdið hægst og hava mest at siga, sum einki veit<. So draga teir inn og taka aftur á aftur. „Vit kendu einki«, heldur Kålvur, >tað nyttar einki at rógva aftur<. »Jå, eina ferð royna vit enn, eg skal leggja eitt sindur 6årvisi«. Tá fingu teir fisk. Tá ið tað var farið at sprakla í bátinum, batnaði hýrurin á teimum. Kálvur stóð so álspentur og rakti fiskin inn. Hvørja ferð sonurin bregður við, sigur Ketil: >Huh, bara draga, hasin rodni, bara draga«. Og hann tosaði so hulisliga, mestsum hann ræddist fyri, at onkur skuldi hoyra og koma og øvunda teir. „Eg meini, tað tekur hjá tær«, lær hann upp á Kålv, >eg meini, tað tekur í hjá tær«. Hann situr og jótrar hetta, meðan hann togar í árarnar, >kundi borið á, at hann verður fiskimaður, at hann garar fram úr við fiskieydnu. So kann hann verða so mætur sum so mangur annar, sum betri vit hevur. Og hvat nyttar vitið hjá mong- í årarnar, »kundi borið á, at hann verður fiskimadur, at hann garðar um, til falls barastani, sita og hanga yvir bókum og vasa upp í øllum, sum tey hava aðrastaðnis burtur, ístaðin fyri at gera nakað til nyttu«. Teir fingu gilt av fiski um dagin. Á kvøldinum, teir koma damlandi inn aftur, eru teir kátir og skemtingarsamir, tríva í at kvøða. Kálvur situr og hermir eftir æðunum. Tá ið teir nærkast landi, biður Ketil hann tiga. >Einki málageip, nú vit koma innat. Og spyrja teir teg nakað, skal tú svara sum minst<. Teir koma at, og menn standa og hyggja undir neystunum. >Var hann tjúkkur í dag, gamli?< Og so er flenn. >Nei, tað var smáligt<. Kálvur krýpur upp á land at halda bátinum. Ketil fer í holt við at kasta upp. Tað fyrsta, hann blakar, er ein oljutroyggja. »Ikki eru teir væl litadir«, læa teir undir neystunum. Gamli svarar einki, tekur ein kýk, teir hava funnið og blakar upp á land. >Á devilin, tað er skjótt at draga upp í ein bát av hasum slag- num«. | Men so fór fiskurin at koma: >Jú, pinadoy eru teir ikki krøktir<. Gamli kastar tveir og tveir. Teir tagna undir neystunum og telja. Tá ið Ketil er komin upp í tjúgu, vaksa eyguni har uppi og ein heldur fyri: >Tað er fiskiskapur hjá teimum<. »Ja«, kom tað dragandi frá einum øðrum, »um enn ein einsam- allur bátur ein heilan dag fær nakrar fiskar, hvat er tað?<< Men mannamúgvan hvarv. Morgunin eftir var aftur góðveður og feðgarnir fóru frá landi í lýsingini. Tá ið teir koma út fyri útskerini, síggja teir áttta motor- bátar koma skúmandi aftaná. Menninir sita fram á knøini og roykja, meðan motorarnir klikkja. Teir næstu, sum koma framvið, blaka sær og læa upp á feðgarnar, sum sita vid húgvunum á lumm- unum og benda. Tann dagin fekst einki, hann tjúknaði av og hálv sjóvarilska. Annan dagin var betri veður, men tá fingu bátarnir einki. Triðja dagin vóru feðgarnir aftur einsamallir. Fiskiskapurin var lítil, men teir fingu eina kalvaflundru, sum teir avreiddu og fingu nakrar krónur fyri. Teir róðu út alla vikuna og fingu smáar fjøruti krónur. Hetta var ein veiðivika, helt Ketil. Men Kálvur læt illa at, hann var so móður: >Vit skuldu havt motor, so hevði tað verið eitt spæl at rod åt, og so kundu vit farið nógv longri leiðir<. Tá stórlær Ketil: »Ja, tað fari eg at halda vid tær, høvdu vit havt motor, so høvdu vit farið ikki eiti á leiðir. Tá var streymurin harðnaður og veðrið ruskad, so teir máttu liggja á landi. Klávus var komin aftur á beinini. Hann kom niðan í Ketilshús og setti seg at tosa. Hann var so ålvarsamur í kvøld, tosaði um endan. Endin var nær nú, segði hann og orðaði um lambið, sum