leygardagur 30. juni 1951síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. ál
FRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØROYAR
telf. 372
telf. 372
Føroya Sjóvátrygging... telf. 372
Føroya Vanlukkutrygging telf. 221
Føroya Kriggstrygging..
Føroya Brunatrygging ..
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
Feroya Bjór
Ql- og Mineralvatnsvirki ron acdavatr
Appelsin limonada
Máltráð nr. 4
Hindber limonada
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fleskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG Kilakksvik.
P.F. FØROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
Suðuroyar deild:
TRONGISVAGI
Tlf. 32
Høvudsskrivstova:
FLRSHAYN
Tlf. 6, 50, 365
denta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 %/, p. a.
Renta av bankabók 31/2 %/o p. a.
Bankin er opin 11—15 Leygardag 11—14
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
30. juni 1951
Grót og skervur.
Øll, id vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bílstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommuna
FÆRØSK MARGARINE
VITA Ne1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
2
Matligt er, og væl rýkur, tá ið
hurðin verður gloppað inn í royk-
rúmið hjá Houlberg, har hundrað-
tals nossligar roykpylsur hanga lið
um lið til at „búnast“... HOUL-
BERGS roykpylsur eru gjørdar av
fyrsta flokks tilfari, vælkryddraðar,
vælsalraðar og vælbunar ...
S. HOULBERG '-
KODBYEN
e Umboð:
B. Mortensen
Tórshavn . tlf. 8 KOBENHAYN
2
Hví Sosialin?
Tí, sum Norðlýsið sigur : hann er ALTÍÐ bestur.
Heðin Brú: Feðgar á ferð.
Ketil reisti seg og gav honum nakrar seiðir.
>Takk. takk, segði Klávus. >Gud skoðar hjartalagið og aftur-
lønar eisini ta lítlu gåvuna, tá ið tað sjeynda seglið verður brotið<.
So fór hann.
Men tá rópti Lias Berint á hann: »Far ikki so frå okkum korti,
støðga eina løtu. Tú er prestur, ið dugir: orðið verður til seið,
beinan vegin<.
Men Klávus støðgaði ikki á. hann slepti sær av durunum.
>So sigur man um<. læði Lias Berint. >Høvdu vit báðir verið so
dugnaligir, sótu vit ikki her, skarpir sum hornspønir«.
Men Ketil helt hetta ongan dugnaskap vera: >Tá vildi eg heldur
lagt eyguni saman. enn farið biddaragongu«.
Tá kom ein tjåkn, tey hoyrdu. hvussu tað glumdi á takið, og
tungir svartir dropar fóru at detta niður úr erva.
»Tann skarns leki, sum allastaðnis er«, ilskast Ketil, hann tó
húgvuna og turkadi sótvatnið burtur av hálsinum.:>Tað reiv hjá
mær í storminum. ið var. annars hevur verið toluliga turt hers.
>Tala mær ikki um«. svarar Lias Berint, hann tekur hondina
niður millum herðar. »Lekin og loppan elta menniskjuna. Men tað
er. sum hann sáli abbin var vanur at siga: Lúsin er ein skemd,
men danimaður er. um enn loppan er undir loninic.
Tá fór Kálvur at læa.
Hvørjum hann læði at?
Jú. hann helt. at bara innanhýsisfólk tosaðu um loppur.
Ketilskona legði knívin og fór upp at ganga.
»Hvi gongur tú og hundvedur í rúgvuni?< spyr Ketil.
Ég ætlaði at cera tykkum nakrar grónseiðir til nátturða. nú
ætlaði ev at finna mær nakrar stórar.
Tað var sum Lias Berint fekk veingir: >Á Jesus vælsigni tykk-
um. grónseið. Nú havi eg búð hjá einum rokskipara í ellivu år, men
so eiðabart. at eg havi leskað grónseiða. Og vatnið rann úr tonn-
unum á gamla. so hann mátti svølgja í stórum.
Nei. tað hugsi eg<. heldur Ketilskona, >tú hevur fingið tað.
ið fínari er. sovorðin fólk liva frá handli. veit eg<.
Ikki veit eg. hvussu tey liva«. suffar Lias Berint, »uttan tað
fýsir ikki mær. Maturin er ikki munnberandi, sum tey vevja hann
saman. Nú fæst ikki heldur ein tvøstbiti. uttan hann annaðhvørt
verður saksaður ella meiggjaður út á pannuni. Pott sær tú ikki.
tað er ikki fint. Og so henda veikans sås, Gud forlåti mær, hvat
eg sigi. sum altíð skal vera. Hvussu skulu mínir fingrar halda til
at kráma í sovorðnum, eg skáldi meg. Og gaffil er mín andstygd<.
Tá heldur Kálvur fyri: >Var tað eg, hevði eg gjørt mær ein
lítlan klepp at krøkt bitarnar uppúr við<.
»Halt munn, ilskast Ketil, sit ikki altíð og tvassa uppii, tá ið
tey eldru tosa. Far heldur og gev fólki nakrar seiðir. Tað er gam-
alt at bera eina kóking í húsini her á garðinum, tá ið veiði kemur
heims.
Nei, hann tordi ikki. Tað var so myrkt og áarføri: »Kanska
ljósini ganga<.
>Tvætl. Lat teg í ein oljudans, ljósini eta teg ikki.
Kálvur mátti fara.
>Takk. takk, søgdu konurnar, tá ið Kálvur kom við seiðinum.
»Takka mammu tíni fyri«. Menninir rembdu seg øvindsjúkir á
brikunum og søgdu einki.
Tá ið Kálvur kom fyri dyrnar í Klávusarhúsi, fekk hann hug
til at fara inn og fríggja, men hann tordi ikki, ti gentan hevði fing-
ið skrubb, og Klávus hevði tjørað hana. So fór hann niðan.
Ketil koyrdi hann avstað aftur: >Far oman til Klávus og læn
okkum nakrar fjalir, vit mugu seta undir leka, her livst ikki«.
Men Klávus vildi ongan við læna, segði, hann átti ongan.
»Skamm og last í hatta, innan sýtið ikki rex, deildi Ketil, »men
vit bjarga okkum kortini<. So tóku teir tríggjar hurðar av hongsl-
unum og løgdu upp í erva, settu dastid av íløtum, í húsunum vóru,
uppá. førkaðu seg so, til teir sótu turrir.
Tá komu seks abbabørn buldrandi.
Hvat tey gingu eftir úti í óveðrinum? Um tey vóru komin at
fáa sær seið?
„Nei. vit eiga nógvan sjálv, men pápin biður tann fremmanda
mannin og abban koma omanc.
yJa, vit skulu koma oman, tá id vit hava svølgt ein nåtturdabita«.
Hvat hann vildi teimum.
Tað vistu tey ikki.
Tá var kókað. Konan rendi av,
fyri pottinum og bað teir fáa sær.
Ketil tók ær upp á tummilin av gronsåpu og fór út í ánna at
vaska roðsluna burtur av sær, men Lias Berint turkaði sær bert
upp í grasið í takskegginum: >Tað er ikki skarn sovordid«, helt
hann. So seta teir seg aftur á kryvjingarsessirnar at eta nátturðan.
Ketil tók sær upp á tummilin av grønsápu og fór út í ánna at
leiðis. at man ongastaðnis fær helt seg afturat«. helt hann. So
grov ein bera í seiðarúgvuna