Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-07-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1951síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroya Sosial-Demokratur FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR | - Lýsingarprísur fyri 2 | Blaðið verð Bam, 01 Í og Á. .Ysingarprisur fyri mm: 20 oyru á mamlanin * 1 R aðið verður bílagt á posthúsi , Or Nr, 49 | I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Leygardagin 28. juli 1951 | kostar kr. 3,20 + rt A fjórðingsárið | 25. árg. X HUGSKOT UM OLAVSVØKUNA Hetta er blåmutidin; nú eru sprotnir allir spírar og nú búnast allar blómur. Grønar liggja oyggj- arnar hesa tíðina við mjørkakolli í erva. Tær eru i summarbúna, í ólavsøkuskreyti. Eisini vit manna- børn klæðast nú í stásklæði og halda ólavsvøku. Ólavsvøka — orðið setur beinan- vegin hugin í samband við summ- arveður, stóra stásklædda mann- fjøld í gøtunum, kappróður, aðr- ar ítróttir og dans. Hesir eru aðalstovnarnir ólavs- vøkuaftan. Men í ár má ikki verða dansað longur enn til miðnátt, tá má haldast uppat fyri ikki at skala »den offentlige fred på folkekir- kens helligdage«. Hetta må sigast at vera eitt få- kunnugt tiltak á eini ólavsvøku, av tveimum grundum: fjøldin a ólavsvøkufólkinum vil hava dans- in alla náttina, og hin »almenni fridurin« verður tá betur vardur, tí verða dansihøllirnar tømdar kl. 12., fer fólkið bert út at dansa — tað hindrast ikki — ella funnið verður upp á aðrar beistagerðir, sum vit sóu tað á seinastu ólavs- vøku. Sjálvsagt er tað betur, at hava tað dansandi fólkið innan- dura. Mong hava heldur onga aðrastaðir at vera um náttina, vita sær ikki innivist hjá nøkrum, og sum drongurin segði: >Í dansinum eru genturnar ikki so styggar sum úti á gøtunum.< Soleiðis eigur ikki at vera, øll eiga at kunna stuttleika sær sum best, tí ólavsvøkan er jú tann ein- asta rættiliga landsstevnan. Tað eru eldri menn, sum bert koma til Havnar einaferð um árið, Lat hinar kappast — hettar er nú betra steypið — ? | á ólavsvøku. Teir keypa liggjar og annan reiðskap til heystarbeið- ið, men ivaleyst er tað bert påskot altsamalt, tí øll koma fyri at fáa stuttleika burtur úr, hitta skyld- fólk og vinir. Tey yngru finna sær ja, vinir fyri lívið nýggjar vinir, alt. Ólavsvøkan hevur so mangt vak- urt og golt vid sær, um bert hvør einstakur ger sítt til at fáa hana hugnaliga. Ivaleyst verða hendingar og til- burðir, sum hjá nøkrum koma at standa sum svartir blettar mitt í tí vakra og hátíðarliga, men teir vilja kortini, sum frálíður, hvørva sum døgg fy ri sól. Og tå ið ólavs- vøkan er av og »hvor heldur at síni vrå,« man hvør einstakur halda, at tað gjørdi minni, um mappan slaknaði og føturnir eru eymir, so mikið ríkari er hann nú vorðin av ljósum, vøkrum ólavs- vøkuminnum. Góða ólavsvøku. Å rr r . . Utróður Fåmininga Fåminingar fiska heilt væl vid småbåtum. Fiskurin verdur fluttur við bili á Tvøroyri og avreiddur við høvdinum, Gudmundur Mor- tensen keypir hann til at salta. Ólavsvøkuskemtan studentanna Olavsvøkusamkoma - tingsamkoma Ólavsøkusamkoman var av fyrstan tíð ein álvarssamkoma. Deyðin, hitt lívið og at missa lív sítt bórust fram fyri tær fyrstu mannfjøldirnar, ið saman komu at halda Ólavsøku. Tíðindi Rádni seldi seinasta túr í Dan- mørk. Teir høvdu 240 tons, og halda teir seg fáa einar 1800 kr. til partin. Ætlanin var at fara til Grønlands í gjár. Jóannes Patursson fór til Grøn- lands í gjár. Sjóløvan er komin annan túrin úr Íslandi full, 330 skp., og heyði Elisabeth nakað tað sama Kemes fekk uppí seinasta túr í Íslandi. Teir høvdu klutur av mo- torinum alla tíðina. Nú umvøla teir hann, áðrenn farið verður av- stað aftur. Gudrun kom úr Íslandi í fyrra- dagin, hevdi um 390 skp. hevur verið í ólagi í o. u. 3 vikur. Jutlandia Danska sjúkrahússkipið Jut landia siglur úr Korea til Dan- markar fyrst í august. Um fridur- in ikki er komin fyrst í oktobur, skal tað aftur til Koreu. Umborð eru um 150 sjúklingar, mest til Meðalhavslondini. 3 lækn- ar og 7 sjúkrasystrar hava biðið seg leysan úr starvinum hjá donsk- um Reyða krossi, tey vilja vera eftir í Koreu fyri at hjálpa teim- um sjúku har. verður í ár førd fram í SJÓNLEIKARHÚSINUM Ólavsvøkuaftan kl. 19.00 st. Kostnaður 4 kr. Atgongumerki fáast Ólavsvøkuaflan kl. Yvirlit ÓLAVSVØKUFÓLK! Unnið tykkum eina stuttliga lotu — vitjið student- arnar í SJÓNLEIKARHÚSINUM Ólavsvøkudag kl. 14.00 st. Ólavsvøkudag kl. 17.00 st. Ólavsvøkudag kl. 19.00 st. og annars við inngongdina. sum í fjør — fáast Peningurin fer í mentunnargrunn studentafelagsins 12—13 í Sjónleikarhúsinum samstundis Í okkara døgum er tað broytt. Leikirnir, kappingin, dansurin og stuttleikin munnu liggja fremst í huga á nútíðarføroyinginum, ið kemur til Havnar á ólavsøku. Ein keypistevna og ein frændastevna er hon eisini vorðin. Men enn eru tó lindir í henni av hátíð og álvarsemi. Kirkjan savnar fólkið saman ólavsøku- morgun, og tingið savnar sínar menn. At vísa at hesi bæði ætlast at verða knýtt saman, ganga tings- ins menn og embætismenn lands- ins í fylgi í kirkjuna og úr henni aftur. Bløð prædika ikki fyri tingsins Nú hoyrdu vit hetta Í Dagblaðnum frá týsdegnum sendur, at vit skulu ikki loypa á landsstýrismenninar, tí alt, ið dan- ir gera viðvíkjandi Føroyum, gera teir uttan at spyrja teir um tað, P. M. Dam ger alt, allar lógir, ið gjørdar verða í Danmørk ið við- víkja Føroyum hevur hann gjørt. Men hví í tí víðu verð biðja tit so ikki hann gera tað, ið landið mátti kosta fleiri túsund uppá við at senda teir 3 á Vágsbotnssíðuni í Tinganesi av landinum, tað mátti verið bíligari. Vit, ið hava ein tílíkan mann at umboða flokk okkara, kunnu vera erpnir. Men í hvussu so er og ikki, nú vilja Dagblaðsmenn hava tær ka- nónir, ið teir høvdu so nógv ímóti í Grønlandi í fjør, at verja okkum.