Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 2 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 Tingsetan Ólavsøkutingsetan varð sett kl. | mánadagin. Formaðurin Håkun Djurhuus las upp bræv, hvar stóð, at sam- bandið og fólkaflokkurin gingu saman í bólk til at velja formann. Javnaðarmenn og gl. sjálvstýri ganga eisini saman um val av neyndarmonnum. Sostatt varð Hákun Djurhuus formaður og J. Fr. Øregaard næst- formaður. Skrivarar vórðu Jens Chr. Olsen og J. H. Danbjørg. Nógv fremmant fólk var og lýddi á, m. a. Sverri Stove. Bjerg prestur av Tvøroyri helt ólavsøkuprædikuna. Tingið kom saman kl. 16.15 í gjár til val av neyndum. Samband og fólkaflokkur gingu saman. 7 manns í figgjarnevnd og 7 til- taksmenn: Martin Holm, Hákun Djurhuus, Anth. Sørensen, Andr. Djurhuus, Johan Poulsen, P. M. Dam, J. Kallsoy. Tiltaksmenn: P. Petersen, Bláhamar, Ellefsen, Trygvi Samuelsen, Sørin Daniel- sen, Henriksen og Øregaard. 3 manns i umséknarnevndina: Pål Petersen, O. F. Joensen, Dan- bjørg. 3 manns í landsstýrismála- nevndina: Martin Holm, Iversen, FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILHELM SØRENSEN Prent: A. ØSTER fsfiskasølur 25.7.: Álvur 261 ks. 634 pd. 26.7.: Hovgrímur 368 ks. 404 pd. Fagriklettur 280 ks (155 óseldir) 109 pd. 27.7.:Dragaberg 1612 kitt (362 óseld) 2486 pd. Smáhýsan hevur ikki verið seld í seinastuni. Tíðindi Í Hvalba brendu eini hús í grund mánadagin. Stórur vandi var fyri, at tvey onnur brendi eis- ini, men tíanbetur eydnaðist at bjarga teimum. Pállsdrangur ætlar sær til Ís- lands í vikuni við línu. Elias Eliasen ger turkihús í Lorvík og verður tað liðugt í hálv- um august. Tað stendur tætt við bryggjuna. Tippingin Totalisatorspælið við kappríð- ingina gav hesi úrslit: Foroya Kríggstrygging.. telf. 372 Føroya Brunatrygging .. telf. 372 FÆROSK MARGARINE FÆRØSKT PRODUKT 1. aug. 1951 TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbåigv - ferðagóðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — VITA Ne 1 VITAMINISERET FINT PRODUKT Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn Grót og skervur. Ejnar Waag. 1 pr. (kvinnur) ross nr. Í 2,85 K vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- ro, ph dg : i munukantórið. p Næsti fundur kl. 16 i dag. fyri ge 1 pr (menn) rose Gråt og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. nr. 20 gav 2,20, 2. pr. ross nr. Bilstjårar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grét ella A veg til marknað eru Havstein | 18 gav 235 og 3. pr. ross nr. 18 | skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmana 2000 kittog Poppy 1000 ks. helvt- | gav 3,50. 1. og 2. pr. ross nr. | fyri kommununa. in kalvi. 20 og 18 gav 4,10. Froðbiar sóknar kommuna Heðin Brú: Feðgar á ferð. upp og koyrdi turruklæðið afturav, vendi sær aftur ímóti bygdini og helt fyri: >Nú eru yvir fjøruti år í Jesu navn, síðan eg var burtur í bygd seinast<. »Ja, tað er nógv ímillum, tey ungu eru altíð burtur«. >Tey ungu, ja, tað er ikki dagur frá Gudi, uttan fartarnir eru fullir. Eg fati ikki, hvat tey hava i ørindum so ofta. »Orindini munnu mangan vera lítil, hugsi eg, alt ið meg iðrar, tað er, hvussu tey fáa seg til at brúka pengar til sovorðið altíð, og hvaðani tey fáa pengarnar«. >Ja, tí altíð geyla tey um, at tey hava ovlítið — fara tey til hand- ils, so skal borgast<. »Eg veit líka, hvussu hetta er vorðið: Tað eldra fólkið stríddi og strevadi hvønn dag og royndi at fara væl um hvørt oyra og einki leyp av; tað var hildið væl, svaraði tú hvørjum sítt. Og nú! Tað yngra fólkið fer yrkadagar allar ársins tíðir til leik og spæl. Tað gongur hjá teimum við<. »Ja, jax, heldur konan, >tað gongur hjá teimum, tað ger tað; men lagið, sum fyrr var, er ikki longur; nú ganga skuldareyvarnar líka nakkafattar sum hini«. Tá kom sólin til sjóndar í einum fjallaskarði á Streymoynni. Strálutyssini festu í vátar hamrar víða um hagan, líðirnar skinu gular og svartskorar blánaðu. Tey hoyrdu ein seyðamann onku- staðni burtur frá; hann rópti síni dragandi hóh, hóh eftir seyð- inum og gróv píkin gjøgnum grót. Seyðurin traðaði undan hon- um og jarmaði. Seinri heldur Ketil stillisliga: »Ta ger mær ilt, at Lias Berint skuldi leggja eyguni saman i ferdarlag vid mær, men vit voru lika væl hansara ørindir sum mini, og eg veit við mær sjålvum, at eg havi ikki orsakað honum hetta<. >Tú hevur einki at kasta tær fyri. Men húsfólkið hjá honum mátti verið undarliga vid, tí hevur nakar orsakað hetta, so eru tað tey. — Tó eg veit líka, eingin man fara burtur úr verðini, fyrr enn dagarnir eru taldir. Og er tað fyrst komið so langt, veit feigdin sær altíð okkurt til vápn. — Hvussu bar rokskiparin seg hesa náttina ?< „Eg veit líka, tað var einki tos soleiðsini, men eg helt hann var tungur<. „Sást nakað á likinum?« >Ta var lítið, eitt sár hevði hann í vanganum, tað var alt. Ég bløðgaði meg eitt sindur av honum, tá id vit bóru hann; men hann man vera væl, har sum hann er komin, so hann man einki leggja í at koma higar aftur og krevja nakað. Tað, sum hann átti eftir hjá okkum, skal eg fáa skiparanum suður, so havi eg verið so reiðiligur, sum eg kann vera«. »Eigur hann nakað eftir hjá okkum ?< »Neie, tað er hasin seiðurin og eitt træsprek, hann fann henda dagin«. Tá ið tey sóu bygdina, vildi konan gerast óð: »Jesus komi til mín, hetta er ein heilt onnur bygd enn fyri fjøruti árum sidani«. Hon sær tey gomlu vælahúsini standa skeiv og lava innan ímillum tað nýggja, ikki ein køstur, ikki ein øskudungi . . . Undir roysninum á høvuðshúsinum, ið fyrr var, hitta tey ein brúnasíðan olding, sum tey kenna: >Góðan dag«. >Góðan dags, físir oldingin. »Her er ikki at kenna seg aftur í bygdini, so nógv nýtt ið er komið<. >Tú må væl so siga«. Oldingin ballar kotið uttan um seg og kuldsar. >Hvør orkar at betala alt hetta?< fregnast konan. >Sjógvurin lukkan, sjógvurin betalir«. >Hvør býr har?« Konan peikar á eitt nýmálað hús. >Spyr eftir. Húskallurin hjá mær . . . Og her gangi eg, huff, huff<. »Åtti tú ikki ein son. — Hansara hús eru ikki øðrvísi enn tað sama<. Oldingin blásti í kjálkarnar og fór sín veg. Tað er so tíðliga á degnum, Ketil og konan koma til rokskip- aran, at einki annað fólk er komið. >Vit eru eitt sindur undarliga vid«, sigur Ketil, »at Lias Berint kom til okkara, nú kunna tit halda, at vit hava stuðlað honum til at fara frá tykkum . . .« >Nei, nei, verið ikki býtt, tað halda vit ikki. Tit gjørdu væl, tit høvdu hann inni hesa tidina«. Rokskiparin beyð teimum inn í eina stovu: >Tit fáa sett tykkum niður, eg noyðist at fara út aftur at renna, tað er so nógv at taka hondina i ein sovorðnan dag«. Tey gomlu stóðu sum á glóðum, tí her var so fínt. Tey gjørdu seg smøl og settu seg bæði á ein stól, tað var ikki vert at nema við meir av innbúnum, enn neyðugt var. Tá ið tey vóru komin at sita. spurdi Ketil konuna: >Vildi tú átt hetta, ið her er inni?< >Tað veit eg líka. Til okkara brúk hevði eg ikki lagt í at átt tað, men tað kundi kanska verið ein stuttleiki, tá ið eitt fremmant menn- iskja kom«. »Kanska«, heldur Ketil, »nei, eg hugsi, eg vildi ikki býtt, eg hevði ikki trivist inni ímillum alt hetta. Átti eg pengarnar hevði eg heldur viljað havt teir liggjandi, ella keypt mær ein gyllin í jørð fyri teir«. |