fríggjadagur 17. august 1951síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI
FØROYA LANDSBOKASAVN
Føroya Sosial-Demokratur
JAVNADUR
BRODURSKAPUR
Nr. 53 |
Mer, hava í lívinum eit borg-
arligt starv. Men so kann tað bera
á, at hugur teirra fer at takast við
eitthvørt annað, ið ikki loyvist
stundir til uttan í onkum fríløtum,
tå ið ein, sum tey plagdu at taka
til, setir seg niður at renna møðini.
Maðurin, sum
stubbi skuldi verið vígdur, er ein
slíkur. Í sínum dagliga yrki er
hann búnaðarráðgevari í Føroy-
um, og tá ið hann ferðast um land-
ið búnaðarørindi, ella hann skriv-
ar greinir um bånadarvidurskifti,
nevnir hann seg H. J. Jacobsen. Í
leysum løtum fæst hann við skald-
skap; tá nevnir hann seg Heðin
Brú, og undir hesum skaldaheit-
inum er maðurin mest kendur.
Tosar tú t. d. við mann onkustaðni,
og verða nevnd onkur tíðindi, ja
so kann hann siga, at ein búnaðar-
nevnd var her. Og var búnaðarráð-
gevarin við, ja so sigur hann ikki
H. J. Jacobsen var við, men Heðin
hesin
Brú var við. —
Fyrsta skaldsøgan hjá Heðin
Bru, ið útkom var Lognbrá. Tað
rar ein romantisk bók vid ungdóm
sins flógva dæmi yvir sær. Har
var eisini unglingurin Høgni høv-
uðspersónurin og gentan Gunnvá,
ið sum ein ævintýrprinsessa melur
fyri huga hans. Henda bókin við
sínum skæru natúrlýsingum og
persónum úr føroyskum bygda-
lagi sló navnið Heðin Brú fast sum
skald. Málið í Lognbrá var lætt
og kimiligt og sýndi mann við frå-
líkum málsligum Einki
stirvið og konstruerað men runnið
hegni.
úr livandi keldum.
Framhald av hesi bók var Fast-
atøkur. Har gerst skaldið meira
realistiskt. Droymarin Høgni verð-
ur doyptur í sjóroki undir Íslandi,
og hinir persónarnir eru mein-
kunnigir menn úr føroyskum ger-
andislívi.
Samstundis sum vit fingu skald-
søgurnar frá Heðin Brú, sóu vit
hann royna seg helst í Varðanum
við hini stuttu søguni og ti, 10
menn rópa essay. Hin romantiski
ella lyriski formurin helt fram:
men her fór skaldið at sýna eitt
annað stílkynstrið: hitt spottska og
skemtingarsama, ið væl hevur lig-
ið til Føroyingin. Tað speiandi lá
í tí norråna fólkalyndinum, og
Føroyingum hevur dámað at gjørt
teiti burtur úr: skapt skemtiligar
søgur og yrkt táttir um menn og
viðurskifti. Heðin Brú fer út um
hetta bygdarliga markið. Søgu-
gerð hans hevur víðari ræsur.
z
Søgan Í einbýli, sum stóð i søg-
usavninum Fjallaskuggin, var ein
Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á
I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu
greina-
Fríggjadagin 17. august 1951
fimti ár
av teimum fyrstu søgunum við hes-
um sniðinum. Onkur vil halda
hana ótýdliga; men umstøðurnar
eru alføroyskar, hon skal síggjast
undir einum víðari ringi, og hon
er søgd við hesum góðsliga og
speiandi lagnum. Vit kunna eisini
siga, at hitt samfelagsliga dagast
í søguni: hin gamla og nýggja tíð-
in. Sorgarleikurin er, at hitt
nýggja slær hin gamla einbýlis-
mannin heilt í hel.
Í Feðgar á ferð leikar skaldið
heilt óbundið við hinum skemti-
liga stílinum. Tað man vera tann
bókin av Heðin Brú, ið er mest
kend og best umtókt í Føroyum.
Brot úr henni kundu verið lisin
upp, og fólk fóru at kenna og ger-
ast góð við hesi menniskjuni í
henni: Ketil, Kálvur, Ketilskona
og Lias Berint.
Heðin Brú er í hesi bókini í
teirri samfelagsligu satiruni. Her
er eisini bardagin millum nýtt og
gamalt. Vit kunna síggja hvussu
skaldið ríður ímillum, vit síggja
eisini hvat ið tapir, og vit kenna
við hesum mangan heimføddu
fólkunum, ið ikki skilja hetta, tey
berjast ímóti og henda andan tey
møta. Við hvørt halda vit at nóg
so nógv verður avgjørt, persónar-
nir kunna vingla av ovmiklum
kæti, men bókin er so frísklig og
full av góðsligum humor, at at-
finningar kódna burtur.
Heðin Brú hevur ikki latið frå
sær aðra skaldsøgu. Síðsta bók
hansara var søgusavnið Flókatrøll.
Í henni skiftir hin romantiski og
satiriski formurin. Tú kanst hugsa
tær, at hann er ávirkaður av monn-
um sum Norðmanninum Hans FE
Kinck og Íslendinginum Halldór
K. Laxness. Hann er eisini búnað-
maður ið kannar
vøkstur. Og í hesum seinri søgun-
arfrøðingur,
um heldur tú teg síggja, at hann
vil kanna orsøkir til sálarlig brek.
ið menniskjuni eru heft við. Um-
støðurnar hava køvt tey og byrgt
tey inni við seg sjálvan. Tað kann
vera »tuberkulin« ella okkurt
trongskygni, sum aðrar umstøður:
samfelagslig ella sálarlig røkt
kann lekja. Men so kemur tú aftur
fram á aðrar vakrar, og stílreinar
søgur, sum t. d. Hin langa náttin
Hin hvíta kirkjan, Tvinnir eru
kostirnir. Í slíkum søgum síggja
vit romantikarin Heðin Brú aftur
daga fram. Søgugerðin er fríari,
og analysan gongur djúpari; men
stílurin er hin sami, flúgvandi og
lætthenti, og málið tekur sær mátt
og megi úr ungdómsins keldum.
Vit sum eru á miðjum aldri
ugga okkum við, at
eingin aldur.
Tá eru vit bert búnað tilfullnar.
Standa á hæddini. Tað ynski verði
sett fram til Heðin Brú: Fimti eru
fimtiár er
frægastu ár, og so ynskja vit, at
tey ár, ið koma verða skaparár hjá
skaldinum.
Martin Joensen.
x%
Ham Brå er sum rithåvundur
bædi ein skemtari og ein ålvars-
maður. Í einari meistarligari søgu
Einbýli verður við grimmum kæti,
men eisini við samkenslu sagt frá
menniskjum, sum eru fátæk bæði
upp á kropp og sál, men sum hóast
alt hava uppdrift í sær: eina sterka
sakasleysa trá, sum ger at vit nýta
ikki at missa mótið um tey. Tvørt-
urímóti fært tú tokka til tey, tí tú
finnur í teimum ein feril av tí
besta hjá tær sjálvum og øðrum.
Tað er hetta, id ger slíkar søgur
åhugaverdar, ja »uppbyggiligar«,
hóast evnið ikki kann sigast at
vera júst hugnaligt. Soleiðis sigur
bert ein føddur yrkjari frá.
Seiggi, góðlýdni og lívsmót ser-
merkir eisini Ketil í »Fedgum á
ferd,« hetta arbeidsjarnid, sum
einki veit um at taka sær av løtt-
um, men sum tó hevur livað lívið
bæði einfalt og sterkt og við ein-
um heitum, viðerligum sinni.
Hann er væl í mongum ein heim-
føðisligur og láturverdur maður,
men tað er eisini stórlæti yvir hon-
um. Tey virði, hann umboðar,
standa í einum hørðum stríði í
dag.
——EE——EJ<——8—X A —wsiW
på
s6gurnar
sogusøvnini Fjallaskuggin og Flókatrøll.
Lognbrå, Fastatøkur og
Bøkurnar, ið Heðin Brú hevur givið út, eru skald-
Feðgar á ferð og
Lognbrá og Fasta-
tøkur eru umsettar til ymisk mál, eitt nú týskt, italienskt
og spanskt mál.
Nm — [Oy
Blaðið verður bílagt á posthåsinum, og
kostar kr. 2,20 + porto um fjórðingsárið
25. årg.
Ikki allar søgur hjá Hedin Brú
eru sum tær her nevndi samfelags-
satiriskar, men heinta sítt tilfar úr
barndómsminnum sum t. d. hin
prydiligi »Fjallaskuggin« og hin
grípandi søgan um »Hina longu
nåttina.«
Málið, ið Heðin Brú nýtir, er
líka so frískt og fulliva sum tað er
óbundið. H. B. er eingin málrein-
skari, men hann er málskapari, og
í hesari skapan nýtir hann bæði
gamalt og nýtt tilfar.
Í bundnum formi hevur Heðin
Brú ikki avrikað nógv, men yrk-
ingin »Fedrana tala,< ið var til
skjals her í blaðnum í januar í ár,
verður ivaleyst at teljast millum
tær stóru yrkingarnar ið yrktar
eru her á landi.
William Heinesen.
x
Hu blad kann ikki lata fimti-
ára dag Hedin Brús fara afturum
uttan at takka honum fyri hollan
stuðul bæði so og so. OIl vita,
hvussu knøpp tíð skaldinum er til
avlops, men altíð hevur hann verið
tilreiðar at dugna blaðnum, tá
heitt varð á hann, ja hann lat tað
besta hann átti, >Feðgar á ferð<,
blaðnum til størsta heiður.
Allir vinir feðganna biðja gott
fyri upphavi teirra og vænta meir.
Korea
Í Koreu berjast teir við sama
lag og teir sum tingast um vápna-
hvíld mýkja høvuðleður, har hylk-
ir altíð onkustaðnis.
Sjóvinnubankin
Fiskivinnan — Dimmal.
Javnaðarflokkurin og sjálvstýr-
isflokkurin sakliga, men
hvassa atfinning yvir framferð
fólkasambandsins í málinum hjálp
til fiskivinnuna við 4 milliónum.
Andstøðuflokkarnir siga sum satt
er, at hjálpin kemur ikki fiski-
vinnuni tilgóðar í fyrstu syftu,
men Sjóvinnubankanum, meðan
Føroya banki einki fær, tó hann
ger mesta partin av flotanum út.
hava
Dimmalætting refererar hetta
sakliga mótmæli so: >Sjálvstýris-
flokkurin og javnaðarflokkurin
helt seg einki hava at gera við
málið.“
Hr. Eiden Miller settur blad-
stjóri: Er hetta álítandi tíðindi at
bera út millum manna?
+