Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR HVUSSU ER STOÐAN ? Ójavnt ljóðar. Summi siga, at verðin er í lagi, meðan onnur siga, at húsagangur stendur fyri durum víða hvar. Vit vita, at nógv varð brotið niður, meðan tann ræðuligi verð- aldarbardagi fór fram. Fólk vórðu dripin og meinslað, skip vórðu søkt og prýðiligar borgir brendar av. Her hjá okkum varð ikki nógv oyðilagt á landi, men vit mistu mong góð skip, og mong mannaliv fóru eisini. Hvat ið skipum viðvíkti, so var tað soleiðis framman undan bar- daganum, at tey vóru få, små og gomul, men nøkur vóru nýggj og stór og tíðarhóskandi. Hesi fóru flest øll, soleiðis at tá id bardagin var av, áttu vit nærum eingi skip uttan gomul og vánalig. Nakað mátti tí gerast fyri at ikki arbeiðsloysi skuldi taka yvir- hond og oyðileggja ta føroysku tjóðina bæði fíggjarliga og anda- liga. Meðan bardagin fór royndu javnadarmenn at stimbra Løgtingið mest møguligt figgar- liga, fyri at hitt almenna kundi verða ført fyri at stuðla vinnulívið serliga viðvíkjandi skipakeypu, tá ið bardagin einaferð hasaði av. Vit vórðu illa sagdir fyri teir skattir,sum álagdir vórðu, men tá vóru gulltíðir, og onkur dugir nú at síggja, at betur hevdi verið, um javnaðarmanna uppskotini høvdu verðið fylgd. soleiðis at hitt al- menna hevði staðið nógv betri stimbrað við kríggslok, enn til- fellið varð. Teir, sum vardu stór- fram, menninar, høvdu fleirtal á tingi tá eins og nú, og teir máttu ráða: Av navni vóru javnaðarmenn mill- um teirra ráðandi, men í verun- leikanum ráddu teir tveir somu flokkar, sum ráða í dag. Teir funnu hvør annan tá eins og nú. um tað ikki var so opinskárað tá sum nú. Teir forðaðu fyri stór- mannaskatti og øllum tílíkum, og teir hjálptu tí »privata intiativ- inum< til at keypa skip, sum ikki vórðu kannað framman undan. Javnaðarmenn settu uppskot fram um, at hitt almenna skuldi standa fyri øllum skipakeypum og skipa fyri skipabygging: men teir sum altíð rópa upp um at hitt »privata initiativid« skal hava frí- ar ræsur og ikki verða tarnað av tí almenna við kontrol ella tilik- um, leir stlemmaðu saman greiddu atkvøðu hvør við øðrum, og so gekk alt sína skeivu gongd. og henda skeiva leiðin førir okk- um longri og longri burtur, longri og longri niður í armóð. Ja, so langt eru vit longu niður komnir at ein framstandandi fólkafloks- maður segði nú ein dagin: >Nú er eingin, sum kann hjálpa okkum uttan hin danski staturin. Persón- liga havi eg 'so langt síðan sæð hetta, og eg havi tessvegna aldri verið loysingarmaður. Ég havi altíð sæð, at loysing førir til und- irgang«. Hvar enda vit? Hvussu er støð- an í løtuni? Vónandi er tað ikki so galið, sum fólk siga. Ég trúgvi tí ikki. Nógvur fiskur liggur óseld- ur. Latum okkum vóna, at hann brátt verður seldur fyri góðan prís, og at vit koma inn aftur í ljósari tíðir. Vit javnaðarmenn eru fúsir til at samarbeiða við hinum ting- monnunum til gagn fyri okkara land og fóik. og vit vóna tað besta. I. H. Danbjørg. Til | Føroya Fiskasølu Eitt vanligt samrøðuevni mill- um fiskimenn er: Hvussu nógva løn fáa stjórarnir í Føroya Fiska- sølu og hvat kostar raksturin av Fiskasøluni árliga. Eg loyvi mær tí beinleiðis at venda mær til Fiskasøluna og spyrja teir avvarandi: Hvat fáa stjórarnir í løn? Hvat kostar raksturin av Fiska- søluni árliga? Hvussu nógvar at- kvøður eiga fiskimenn í Fiskasølu- neyndini? Vóni at røttu avvarandi svara mær á hesar spurningar í bløðun- um. Fiskimadur. Av tingi: Fíggjarlógin 1. viðgerð S. P. Zachariasen átalaði at J. Poulsen ikki vildi tosa um figgj- arlógina til 1. viðgerð. Átalaði annars inntøkurnar. Hin tiltikna tolllógin skuldi avtakast. Spælipengarnir vóru ovhøgt settir eftir tí vit vita í dag. Einki er gjørt við teir stóru nýbyggingar: sjúkra- hús. løgtingshús, kostskúla. Helt ovlitid vera sett av til hesar bygg- ingar. Einki stendur um yvirtøku av postverkinum. Gamla landsstýri fekk harðar ábreiðslur tí teir ikki tóku yvir. hvat ger táverandi mót- støðuflokk. fólkafl. nú hann hevur fleirtalið í landsstýrinum? Helt annars okkara postverk skuldi staðið seg tá tað íslendska stendur seg. Helt 7000 kr. ovlítið til avbygd- anæmingar, vildi hava hetta nógv uppsett. J. P. Henriksen helt uppskot- ið hava ligið ovstutt frammi til at kanna. Vildi tí næstu ferð hava tað gamla og nýggja at kanna saman. Tingmenn mugu fáa figgi- arstøðu tingsins líka til í dag at vita. Helt annars við 5. P. Z. við- víkjandi atfinningum. Átalaði al fígjarmálaráðharrin ikki var møtt- ur, hetta var ókent aðrastaðnis. D. P. Danielsen helt at fólkafl. helst ikki vildi hava lógina við- gjørda, hetta var ókent í demokrat. heimi. Tjóðv.fl. vildi aftur í ár seta fíggjarlógaruppskot. R. Long talaði fyri stýrið. segði seg altid kunna broyta. Segði eft- irstøðurnar størri enn nakrantíð, men væntaði hetta í rættlag til árs- enda. I. P, framløgd fyri at tingmenn kundu Davidsen helt lógin var sínar hugsanir fram og nevndin síðani taka støðu. AM 200.000 í vegskatti fer bert 100 tús. í veggrunnin, kommunur hava sela mist nakað av studningi og veg- irnir liggja í ringum standi, so vagnar smyldrast sundur. Bað figgjarnevndina ansa vegunum, annars verða teir dýrir fyri land- ið. Bað eisini um eftiransan við prisum. Uttaneftir Unglinga javnaðarfylkingin í Sviaríki hevur skotið upp at stovn- seta samnorronan arbeiðarahá- skúla. Hetta var samtykt á ung- lingaríkisdegi í Gøteborg. Hetta er samgonga leirra ungu javnaðar- manna í norðanlondum. 20 enskar kvinnur, harav eingin kommunistur, við frúnni Dora Russel, konu heimspekingin mikla Bertram Russel, á odda ætla at vitja Sovjetrussland í 3 vikur eftir bjóðing. Aheims nazifundur ætlast í Al- cazar í Spanialandi 27. september. Formaður amerisku bilarbeiðs- manna Walther Reuther hevur eft- ir áheitan tingsins sagt frá: Tann kreppa, ið vit komu útí í vár, er bert í byrjan, um teir menn. sum standa frammi í vinnulívi- num halda at:tað ber til at handla sum siður var fyrr. uttaneftirlit og samskipan. Einum tilikum sam- felag tvørrar bæði fíggjar- og andsmegi. Hvat sigur Føroya Fiskasøla? Smiðju- og maskinverkstaður Autogen-elektrosveising. Måltr. 83, Klakksvik EAS. JO. AE KON 17. aug. 1951 Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum sum heiðraðu meg á sjeyti ára degnum tann 31/8—51, vid gávum telegrammum og vitjan, og soleiðis gjørdu dagin so hugnaligan. Elsebeth Olsen, Skálavík. Blaðið Vegna ymiskar umstøður kem- ur blaðið bert eina ferð um vik- una nú eina tíð. Í ” . . Tidindi sunnan 8.—51. Heini Havreki er i Onglandi eftir koli, landadi 140 tons av salt- fiski i Esbjerg. Hesin fiskur vard pakkadur beinan vegin og sendur til ltaliu. Selberg landaði 85 tons. Íslendskur trolari landaði 300 tons í Esbjerg, hesin fiskur varð bert stakkaður og sendur ópakk- ur suðureftir, so tað vísir seg, sum allir kunnu selja fisk uttan Føroya Vágur 13. fiskasøla. Vesturskin sigst at landa í No- reg. Sunnanfyri hava ikki allir menn sett á at sláa enn, meðan tann góði terri ið var í seinastu viku stóran mun fyri norðan. gjørdi YMISK TÍÐINDI - Eplavøksturin er vånaligur enn, men tað. ið er undir, er gott og nógv í tali, so verður heystið gott, kann góð grøði væntast. Grasið er av tí besta, hvar tú gongur, ríkur av hoyggi, sum ími, men tó lítið er á mangastaðnis, man ein ársgrøði sum henda fara at føða væl. Tað treingir til. Hvussu veit við vid seydinum? Tey ólógligu leysu lombini i Havn sígja gút sum heystlomb > Menn í Bretlandi eru farnir un- dir at gera el-verk drivið av atom- okru, ætla tað liðugt um 2—3 ár, kostar ikki meira enn Sev og gev- ur mangarferðir tess megi. Morrison frægi uttanríkisráð- , harri Bretlands hevur skrivad i »Pravda«« um eystur- vestur- viðurskifti. Russar svara aftur í enskum bløðum og hava menn bestu mein- ing at hetta kann sissa og spekja følkaslågini frá kriggssinnissjåk- um. NYGGJA KLÆDNAPRESSAN telf. 672 í Havn