fríggjadagur 17. august 1951síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3 %
17. august 1951
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILHELM SØRENSEN
Prent:
A. ØSTER
FØDINGARDAGAR
Leygardagin, 18. aug., verður Gud-
mundur Bruun prøstur Hesselager
Fyn, 60 år, frå Susanna Kath. Nielsen,
Sumba, 70 år, Niels Peter Djurhuus,
arbm., Nesi (Hv.), 65 år.
Sunnudagin 19. aug. verður Søren
Pram Zachariasen, Kirkju, 82 ár, Jo-
han Mørkøre, Klakksvík, 65 ár, Petur
Øster, Tvøroyri, 82 ár.
Týsdagin 21. aug. verður Hans Jac.
Magnussen, vrakari, Vági, 60 ár, Jo-
hanna Vestergaard, Vági, 50 ár.
Mikudagin 22. aug. verður Simon
Frederiksen, Svínoy. 75 ár.
POLARFARIÐ
er komið við 110 tonsum úr No-
reg. Tá teir høvdu siglt 120 fjórð-
ingar mistu teir eitt av skrúvubløð-
unum, men sigldu 100 fjórðingar
eftir hetta. Síðani sleipaði Draga-
berg teir á Klakksvík.
Ætlanin er nú at fara til Grøn-
lands.
Viðoyggin komin við 110 tons-
um, fer ætlandi til Grønlands.
VESTURSKIN
hevði 200 fjórðingar eftir á Før-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 53
til Álesund at avreiða fiskin.
Veiðan var 200 tons.
3 TROLARAR
hava avreitt veiðuna í Esbjerg.
Fiskurin varð pakkaður beinan
vegin og før til Ttaliu.
Samstundis sum avskipanin
gongur so lagaliga har liggur Kjøl-
bro við fiski fyri einar 4 milj. kr.
verður sagt.
JÓANNES PATURSSON
hevur landað 200 tons av Grøn-
landsfiski í Onglandi. Sjúrðar-
berg siglur heim fullfermdur.
Í Grønlandi eru annars Hjørdis,
Rádni og Nólsayar Påll.
FUGLBERG
hevur roynt á Norðurlandinum
við línu, men hevur einki fingið.
Hann hevur ligið eina viku inni
fyri maskinskaða.
SILDASKIPINI
fáa nógva sild. Ofta so någv at
gørnini halda ikki og mannskapið
klárar ikki at arbeiða allan fongin
Fyrst í vikuni kom Silverspray
á Klakksvík við 350 tunnum.
HOYTERRIN
er avbera ringur norðanfyri. Mjør-
kin hongur niður yvir og av og á
lekur rættiliga úr honum. Tað er
bert byrjað at hoyggja.
JÁKUP Í STÓRUSTOVU
på
doyði knappliga í gjáranáttina |
ÚTBJÓÐING
Hotel Føroyar skal pussast uttan og verður hetta arbeiði við
hesum boðið alment út.
Treytir arbeiðinum viðvíkjandi fáast til láns á skrivstovu
okkara.
Tilboð mega vera Tryggingarsambandinum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 23. august kl. 15.
Tryggingarsambandið skilir sær rætt til at taka tað tilboð, ið
hildið verður at vera best hóskandi.
Tórshavn, 15. august 1951.
Tórshavn 15. august 1951.
Tryggingarsambandið Føroyar
Grót og skervur.
Oll, ið vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bílstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmann
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommuna
Skipafelagið Feroyar
Telefonir 209
171 274
Tórshavn
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
TIf. 443.
Haldið
Bílig og haldgóð
hjá
Poul Arne Poulsen
Tvøroyri
til rennur og
septiktankar
oyar, tá hann fekk fjarrit at fara | bert 48 ára gamal.
S$ccialin pE ÍS
Heðin Brit: Feðgar á ferð.
niður aftur ferð eftir ferð, men tey varnaðust hana ikki. Hesi gomlu
fólkini orkaðu ikki at hoyra, at Kálvur hevði sovið saman við
við Klávusardóttur, tí tey vóru jú ikki gift. Tey høvdu hoyrt, at
sovorðið hendi niðri og kanska í Havn og á Tvøroyri, men at
nakað av tí fólkaslagnum var her á teirra-leiðum, tað dugdu tey
ikki at hugsa sær. Og nú var teirra egni sonur soleiðsini.
Tá hoyrdu tey málan uttanfyri, og elsti sonurin kom stórlæandi
aftur, hann helt í herðatoppin á Kálvi og fýrdi hann inn undan sær:
»Hygg, her hava tit hann, eg fann hann upp år hoynum«.
Kålvur græt og turkadi sær um eyguni, hann var lodin av
hoymoð, og aðra tufluna hevdi hann mist.
Tey gomlu sita sum steinar, hyggja ikki upp og ikki eitt ord.
Kålvur setur seg kykkandi eftir ondini á beinkin. Bróðirin tekur
i økslina á honum: »Sit ikki og grát. gamli, tú er ein vaksin
maður, eg ætli ikki at gera tær nakað, vildi bara hava teg inn aftur,
áðrenn náttin kom<.
»Ja, men viss nú lllimaður kemur eftir mær«.
»Halt kjaft, Kálvur, rakar tað Ilamann, hvat ið Klávusardóttir
og tå havast at. Men tå má taka ansvarið, tú má giftast við henni«.
Nei, hann komdi sær ikki at fara til prest.
>Tað skal tú einki hugsa um, eg skal koma við tær«. Hann lær,
so hann vil skrædna.
»Hatta mátti einki verið at læið at, haldi eg«, sigur Ketil illskur
á málinum, »tå mátti heldur grátið, yvir at hann ger húsinum fyri
skommum«.
»Nei, her er einki at gráta um. Hvor skomm er tað, at Kålvur
hevur hug á konufólki. Eg eri errin, av at tað er so frægt av manni
í honum<. Tann elsti sonurin fór sín veg.
Ketil fór tungur í huga at brenna seingjarhoyggið hjá Lias
Berinti. Hann uggaði seg við, at Várharra kanska bar eitt sindur
yvir við Kálvi, eftirsum hann hevdi givið honum so lítið vit.
T AÐ leið at jólum og einki smábátaveður. Hýrurin minkaði
alsamt í Ketilshåsi, tey gomlu grundaðu dag og nátt, yvir
hvaðan tey skuldu fáa eitt oyra, tí nú stóð í svørtutalvu, at sýslu-
maðurin kom til byggdar um nýggjársleitið, og tá skuldu grinda-
rokningarnar gjaldast. Men tey sóu ongar útvegir. Og ikki kálvaði
kågvin, stóð og hekk. Konan royndi at geva henni heitt vatn, men
eingin kálvur kom. Tøtingina høvdu tey. men nú var so lítið eftir
av tíð. at tað munti ov lítið.
Ein friggjamorgun gekk kirkjuklokkan, tað vóru messuboð, Ketil
og konan settu sær fyri at fara við, hóast hetta var ikki teirra túrur.
Hvørki talaði um, hví tey skuldu við aftur nå, men hetta hevði
verið lagið hjá teimum so mangan gjøgnum lívið, tá ið harðast
á stóð.
Leygarkvøldið kom Ketil heim aftur úr bønum fyrr enn vanligt
og hvørki av teimum tók arbeiði í hondina um kvøldið. Sunnu-
morgunin tey fóru upp aftur, leskaðu tey seg ein drekkamunn, men
ótu einki. Langt fyri kirkjutíð sótu tey liðug í sínum altarsklæðum,
búgvin at fara avstað. Ketil gekk av og á út til hoygarðin at hyggja
eftir, nær ið fólk kom at kirkjuni, tí tað kundi altíð henda, at tey
hoyrdu ikki klokuna.
Einaferð Ketil er úti við hoygarðin, kemur Tummas framvið.
Hann talaði ikki og støðgaði ikki á, men inni í næsta húsi veit hann
tey tíðindir, at Ketil stendur altarsklæddur úti fyri durum: >Hvussu
vóru tey ikki til altars, seinast prestur var?<
»Jå«, søgdu tey, ið inni vóru, »tad vóru tey. Men hasi Ketils-
fólkini skulu altíð vera øðrvísi enn hini. Hvørjar áneyðir kunna
tey hava at bróta gamlan skikk?<
>Tað veit eg líka. sigur Tummas. »kanska angur«.
»Hvat skulu tey hava at angra fram um okkum og fleiri ?<
„Nei, eg veit einki, hoyri barastani, at onkur heldur tað vera
løgið, at fólk dettur oman á slåttum«. Hetta segði Tummas i dur-
unum, í tí hann fór út.
Tey. sum eftir sótu, bæði gapaðu og gløddu: >Nei, hetta mugu
vera illar tungur, Ketil kann ikki vera so púrrgjørdur, at hann
hevur viljað Lias Berinti nakað ilt«.
„Nei, tað skuldi man tråd, men eingin skal taka fyri, kanska
teir hava verið fullir, ella kanska teir eru komnir til illnar um
jørðina; tað hoyrdist beinan vegin Lias Berint kom til Ketil, at tað
var jørðin, tað galt. Men hetta órógvaði so nógv, at tey máttu
upp at darta og út at frætta meir.
Tá ið tey komu út, hittu tey fólk úr øðrum húsum, sum Tummas
hevði verið i. og tey vistu at siga afturat, at loddseðlarnir hjá
Lias Berinti høvdu verið i bátinum; tað hevdi Klávus borið aftur í
bygdina hin dagin hann var og fylgdi. So var gitin gáta. Á tú
himmalins Gud, det eru eini tíðindir, at fáa ein halgidagsmorgun.
Miðjuhvítar konur við hårinum flagsandi aftan á sær titadu um
túnini: »Å Jesus hevur tå hoyrt...< »Ja, eg havi hoyrt, tað kann
tú líta á, men tú veitst einki meir?< >Jú, nú siga tey tað...< og
søgan longdist í hvørjum.
Tvær gamlar gentur runnu millum býlingarnar við tuflunum í
hondunum, bóltaðu seg tivandi inn á gólv hjá fólki við tíðindunum :