Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-08-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1951síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A LANDSBÓKASAYN FØROY 8 FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR Nr. 54 ág“ sp SY HAN: 20 PA 7 Leygardagin 25. august 1951 | a Fe pr 25. árg. I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu FRÁ VITJUNNARFERÐ Í VESTMANNAEYJUM P] Vestmannaeyjum seinast i juli. Sjåldan frættast tidindi hidani, sjålvt um her er almikid at skriva um, ið flest allir føroyingar hava áhuga fyri. Oyggjarnar verða nógv vitjað- ar av føroyskum sjómonnum, ið leita higar í ymiskum ørindum, eina mest undan illveðri, so tær mugu kennast mongum sjómanni eitt kærkomið skýli — eitt frið- halgað stað á Suðurlandsútlegd- ini. Hetta verður skrivað við góð- um útliti fyri „at vit av og á í fram- tíðini kunnu bera tíðiindi hiðani til heimini í Føroyum, frá vinum og frændum, ið leiita higar, og harvið byggja brúgv millum oyggjarnar her og oyggjarnar heima, ið hava so nógv felags. Kalvaveiðan. Seinni tíðina hava nakrir før- oyskir bátar roynt við kalvalínu her um leið. Veðrið hevur verið vánaligt og veiðan ógvuliga små- lig. Fyrr í summar hava bátarnir fingið væl av kalva. Bestu bátar- nir eru komnir uppí 15 tons um vikuna. Ein bátur veiddi 80 tons frá fyrst í mai mánaði til hálvan juli. Nú royna bert nakrir fáir bátar eftir kalva, teir flestu royna við snurruváð ella eru farnir á sildaveiðu. Sildaveiðan. Á Norðlandinum fáa teir væl av sild. Bátarnir hava vanliga landað 800—1000 mál hvørja ferð. Bestu bátar eru komnir uppí 2000 mál. Sildaprísurin er góður — 102 kr. fyri málið. Hoyggingin. Uppi á landi hevur veðrið verið gott. Ymsastaðni í bønum standa hoyrúgvurnar tættar, og nógvir ru longu lidnir at hoyggja. Gongur ein runt um bøin sær ein at nógv av landbúnaðararbeið inum verður gjørt við maskinam- boðum. Hetta vísir einum føroy- ingi hina stóru fåvitskuna í, at hin føroyska jørðin ikki skal kunna arbeiiðast við maskinamboðum. Vakað at læra. Beint omanfyri tætt við húsini, eigur hópur av lunda, ið er spakari enn vit van bøgarðarnar, 5 liga kenna teir frå Føroyum. Her fær fuglurin frið. Nær verða før- oyingar so frætt mentaðir menn, at teir, sum frændirnir vestan hav, fara at fjálga og verja um fuglin, so hann fær frið at søkja sær búgv at bøgørðunum ? Í krambúðini. Her fáast allar møguligar vør- ur, flest og — eina mest— enskum upp- runa. Í krambúðini sæst hópur av toyvørum, ensk. og amerik. siga- allar av amerikanskum rettum, góðgæti í yvirflóð o. s. fr. Einans smør er rationerað. Innflutningsloyvi verður givið til alt møguligt, og flestu vørusløg eru á frílista, men tannn nógvi skatturin og tollurin ger vørurnar dýrar. Ég tosaði við ein heilsølumann her. Hann segði, at hann beint nú var komin av handilsferd úr Onglandi. M. a. hevði hann keypt nylonsokkar fyri 1000 stp. ella 15000 ísl. kr., men áðrenn hann kundi selja teir kostaðu teir hon- um 120.000 kr., orsakað av ym- iskum gjøldum, ið koma uppá í Íslandi. Stórur partur av hesum gjaldi var »sjomannsskattur«, ið kemur einans sjómonnum og fiski- vinnuni til góðar. Á vørur sum t.d. koma 70 % uppá í ymiskum gjøld um: tollur, skattur, flutningsgjald, trygging o. a. Hertil kemur eitt eykaflutningsgjald uppá 60 % av fob. virðinum. Sostatt koma 130 % uppá nettovirðið av vørunum, hjólhestar, áðrenn tær koma til sølu. Ein barnahjólhestur kostar so- leiðis 150.00 danskar kr. ella 354.45 ísl. kr. beinleiðis frá verk- smiðju. Við øllum gjøldum — 130 % — kostar hann sostatt 815,83 kr. áðrennn keypmaðurin kann selja hann. Vøkur prísdømir. I kg av nýggjum eplum 30 kr. I rugbreyð 4 kr. I kg kaffi 39 kr. | pk. sigarettir 8 kr. biligasta brennivín 90 kr. fl. 1100 kr. og klædningar frå uppeftir. sviskur 20 kr. kg råolja 69 oyru liturin Livilíkindini. Í Íslandi mugu vera millum tey bestu í heiminum, og sjálvt um hin peningaliga støðan úteftir ikki vilja ikki hoyra um at skerja livilikindini, men hátt at halda teimum á somu hædd sum nú. er góð íslendingar z royna å einhvånn Amerikumenn. Amerikonsku hermenninir å flog- vollinum vid Keflavik eru væl um- tóktir. Teir eru fittligir ligir menn og koma ikki í sam- band við íslendska fólkið, burtur- sæð frá hálvt heil- avillum kvinnum, ið eru óðar eftir teimum, og ei kunnu teir sigast ringir um teir ikki renna undan. og dám- einstøkum Vorðmenn til Eystur-Grønlands. Í nakrar dagar um miðjan juli lá norskur bátur »Gangsås« her og bíðaði eftir siglingarlíkindum. Hann fór til Eysturgrønlands. Vit hittu skiparin og spurdu hann um ferð hansara. Hann sig- ur, at ferðin er ein royndarferð fyri at kanna møguleikarnar fyri laksaveiðu í áunum har. Teir hava hús við sær, ið teir ætla at seta upp har yviri til tveir menn, ið skulu vera eftir í vetur, at búgva í. Framman undan vita teir at siga frá, at ikki trýtur laksurin, so møguleikar eru til steðar fyri stór- fyritøku, høvuðsuppgáva verður at troyta tær stóru ríkdóms- keldurnar í samband við laksin í áunum. Prísurin fyri kg av salt- aðum laksum er 20 kr. og ísaðum 15 kr. Hesu ferð hava teir bert eini 57 hvørs tons bát, men skiparin sigur at seinni mugu teir hava ein 1000 tons bát, ið er bygdur til íshavs- ferðir hvat myndugleikarnir eisini krevja. Skiparin er maður, ið hevur uppfunnið ella bøtt um ymisk veiðutól í samband við fiskivinn- una. Hann var fyrsti maður, ið royndi smáhvalaveiðu við Noreg og hevur átt fleiri hvalabátar. Hann er búsitandi í Oslo, har hann hevur stóran bóndagarð, alumini- umsverksmiðju, 3 margarinvirkir 0. a. Í ár kunna vera í mánaði, tá båturin er o roknar hann bert við at Grønlandi í august lítil til sigling landannna millum, ta ringu ársins tíðina. Millum partamenn. Tann fyrimun hava vit javnað- armenn, at vit allastaðni hitta við partamenn. Soleiðis eisini í Vest- mannaeyjum. Her sum aðrastaðni politisku ójavnar, men býtið millum teir ymisku flokkarnar toluliga javnt. Allir flokkar eru umboðaðir í bý- ráðnum. Javnaðarmenn her hava sítt egna blað: »Breytin«. Vit hitta blaðstjóran, og sigur hann okkum, eru tær hugsjónirnar at javnaðarmenn umframt høvuðs- blaðið — »Alpydubladid«, hava smærri bløð í øllum teimum størru plássunum í Íslandi. Hesi bløð koma tó ikki út dagliga, men eina og tvær ferðir um vikuna. >Breyt- ink kemur 14 hvønn dag, men kemur tó í hvørt hús í oyggjunum ella í umleið 900 eintøkum og verður sostatt lisið av meginpart- inum av teimum 4000 íbúgvunum. >Breyta<-stjórin hevur stóran áhuga fyri føroyskum viðurskift- um og er ein trúgvur lesari av Sosialinum, og heldur at føroysku og íslendsku javnaðarmenn í mon- gum førum eiga at skipa nærri samarbeiði. Trolararnir. Um trolararnar, ið føroyingar keyptu úr Íslandi, siga islending- ar, at tað var vónleyst hjá teimum at fáa teir at bera seg. Teir vóru ov gamlir og ov dýrir at halda. Einasti vegurin var at selja — og føroyingar keyptu. Elsti trolarin í Íslandi nú, er »Forseti«. Sagt verður, at eisini hann er í ferð við at koma á føroyskar hendur. Norski skiparin, ið eg havi nevnt áður í brævinum, helt fyri í samrøðu okkara um føroysk viður- skifti, at hann dugdi ikki at fata hví vit ikki høvdu keypt 25 nýggj- ar trolarar, heldur enn allar hesar gomlu. Tað, sum hitt sameinda aftur- haldið — fólkaflokkurin og sam- bandið ikki vildu ásanna við javnaðarmonnum. (Teir søgdu at upskot javnaðarmanna: Arbeið til øll á sjógv og landi, har m. a. verður mælt til at keypa 25 nýggj- ar trolarar, var »i leysari luft« og púra ørt) ásannar ein navnframur norskur undangongumaður innan sjóvinnuna, sum hitt einasta rætta og rímuliga í samband við endur- nýggjanini av fiskiflotanum. Mangt og margt kundi verið at trivið í enn, men tað koma vit til seinni.