leygardagur 8. september 1951síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA LANDSBÓKASAVN
Førova Sosial-Demokratur
FRÆLSI JAVNADUR BRODURSKAPUR
Nr. 56 | Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á | Leygardagin 8. september 1951 | Blaðið verður bilagt á posthúsinum, og |
| I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu
SAMGONGAN SPRONGD FYRST
Sambandsmenn krevja Th. Petersen
og R. Long úr landsstýrinum
Sum vit søgdu týsdagin vóru
óvanliga nógvir tingmenn at síggja
í gøtunum í Havn. Tað var eingin
ivi um, at okkurt var á vási. Mik-
udagin boðaði Dimmalætting frá,
hvat ið hent var.
Sambandsins tingmenn (allir
uttan Andreas Djurhuus og Kr.
Djurhuus ið var ið Danmark)
høvdu á flokksfundi avgjørt at
siga formanni fólkaflokksins Poul
Petersen frá, at teir ikki vildu
styðja eitt landsstyri, har Th. Pe-
tersen og Rikard Long vóru í, tí
teir høvdu mist álitið á teimum,
aftaná at sannleikin um Sjóvinnu-
bankan var framkomin.
Teir siga tó ikki upp samarbeið-
ið við fólkaflokkin, men vilja fólk-
afloksmenn ganga við til at skifta
manning sína í Tinganesi?
Fólkafloksmoyggin hevur fing-
ið krakk.
Stokkutur kærleiki.
Tingið saman
komandi viku
Sum áður sagt skal tingið kva
saman nú beinan vegin. Roknað
var við í hesi vikuni, men hetta
varð so av ongum.
Ætlandi kemur tað saman ein
av fyrstu døgunum í komandi viku
kostar kr. 2,20 + porto um fjórðingsárið | 25. árg.
FÝRA MILJÓNIR
OG SO UTRIKNIR AFTANÁ
Login sambandspolitikkur
Týsdagin boðaði sambands-
flokkurin frá, at teir ikki
meiri álit á Th. Petersen og
hava
Fólkaflokks-
fundur
Hósdagin vóru fólkaflokksmenn
í Havn til fundar. Teir høvdu sam-
ráðingar allan dagin, og síðsta vit
frættu frá teimum var, at teir
komu úr Tinganesi kl. 10 sama
kvøld.
At sambandsflokksins misálit til
Th. Petersen og Rikard Long hev-
ur verið umrøðuevnið á fundinum,
er væl eingin ivi um.
A —i/8i—øøitiii
SJÓVINNUBANKIN SKAL UMSKIPAST
Eykaaðalfundur 24. sept.
FYRSTA SLAGIÐ
Dagblaðið roynir at fáa
fólk at taka synd í
Thorstein Petersen og
fólkaflokkin
Við stórum stavum boðar Dag-
blaðið týsdagin frá, at danir nú
hava sligið tað fyrsta slagið fyri
at knæsa Sjóvinnubankan og fólk-
aflokin.
Við hesum slær Dagblaðið fast
at Sjóvinnubankin og fólkaflokk-
urin eru eitt — grein av sama træ.
So vita vit tað.
Sambært >Dagblaðið< rýkur
fólkaflokkurin um Sjóvinnubank-
in fer.
Vónandi fer Sjóvinnubankin
ikki — fólkaflokkurin, tað hevur
minni at siga.
Dagblaðið ger Sjóvinnubankan
til fólkaflokksins, ti teir vita, al
eingin føroyingur vil at hesin
banki, ið hevur verið okkara sjó-
vinnu ein stórur stuðul, skal fara,
men við at gera bankan og følka-
flokkin til eitt vóna teir at vekja
samkenslu millum manna — eisini
fyri fólkaflokkinum.
Danir hava ikki sligið fyrsta
slagið, at knæsa fólkaflokkin. Tað
hava føroyingar gjørt sjálvir, Dag-
blaðið máttti minst hin 8 nov. í
fjør, tá var hitt fyrsta slagið sligið
— tá søgdu 1600 føroyingar nei
til fólkaflokkin.
Sambart danska útvarpið hevur
danski fíggjarmálaráðharrin sagt
frá at Sjóvinnubankin skal umskip
ast, orsakað av tí kreppu, ið bank-
in er í í løtuni.
Boðað er til eykaaðalfund í Sjó-
vinnubankanum í Klubbanum
mánadagin 24. sept. kl. 18, har
nevndin gevur frågreiding, eins og
framlagt verður uppskot til sam-
tyktar um hækkan av partapening-
inum og broytan av viðtøkununm
í samband við hækkanina.
Tjaldur
fór úr Keypmh. í gjárkvøldið og
yl 8) g
verður her mánadagin. Ætlandi
kemur P. M. Dam, ið hevur verið
í Danmark, við.
LØGMAÐUR AFTURKOMIN
Bankaeftirlitsmaðurin og fleiri limir
av sendinevndini komu við
Um trý-tíðina hósdagin kom
danski Catalina flogbáturin inn
yvir Havnina, men helt leiðina
víðari vestur til Vágar. Um kvøld-
ið kom Tórshavn á Havnina við
ferdamonnunum, Kr. Djurhuus,
løgmanni, bankaeftirlitsmannin-
Landsslýrisskúlan er sokkin Thor
steln slapp sær í bjargingabåtin danska
um, og fleiri danum, m. a. limum
av donsku sendinevndini. Við var
eisini P. S. Hansen, bankastjóri.
Th. Petersen var á kajuni og
tók ímóti teimum. Hann bjóðaði
Kr. Djurhuus í bil sín, og fór av
stað við honum beinan vegin.
Kúrberg
kom á Havnina hósdagin úr Grøn-
landi fullfermdur. Hevdil2 dagar
5
heim. ER.
Rikard Long og krevur at teir fara
år landsstyrinum beinan vegin.
Í dag hava teir ikki álit á somu
monnum sum teir fyri slakum mán
aði síðani játtaði ábyrgd fyri 4
milj. kr. í Føroya fólks navni.
Hvørjum er nú meiri álit í?
Verður val 9
i heyst í
Aftaná stórhendingarnar sein-
astu dagarnar eru flest øll farin
at hugsa um møguleikan fyri ein-
um snarligum vali.
Støðan í løtuni er so fløkt, at
tað illa er hugsandi, at afturhalds-
felagirnir, sambandsfl. og fólka-
flokkurin, ið væl eru og altíð vera
fast bundnir at hvørjum øðrum,
vilja finna frm til eina haldgóða
landsstýrissamgongu aftaná hetta
stóra brotið, har tveir leiðandi
fólkaflokksmenn verða kravdir úr
landsstýrinum.
Í løtuni eru allir okkara fiski-
menn burtur, og fyrr enn teir eru
heim aftur komnir er sjálvandi
ógjørligt at útskriva nakað val.
Sum støðan er í løtuni er tað
ikki óhugsandi at val verður eina-
ferð í heyst.
rr”
Útróðurin
Klakksvíkarbátarnir hava ikki
róð stórvegis út hesa vikuna. Ikki
hevur gingist so heilt væl við agni,
men eitt sindur hava teir fingið á
Skálafjørðinum. Hósdagin var
ringt veður fyrrapartin, stormur
og regn. Mikudagin fekk Mækju-
vík 200 pund og hósdagin 500
pund av kalva á 32 stampum.
Havborgin
kom á Havnina mikudagin. Teir
hava veitt eystanfyri og seldu veið-
ina — 100 tons — í Álesund fyri
1,20 kr. kg.
Møguliga fara teir ein ísfiska-
túr nú.
Legtingið saman mánadagin kl. 5!
Nú Kristian Djurhuus, løgmað-
ur, er afturkomin, er avgerð tikin
um at tingid skal koma saman
mánadagin kl. 5.