Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 15. september 1951 Tingtíðindi Mánadagin seinasta kom tingið saman aftur og hevði løgmaður orðið. Hann las upp av pappír- inum langa røðu, og legði fram lógarupskot um at veita veðhald fyri 2 milj. kr. til Sjóvinnubankan. Týsdagin kl. 10 var so næsti fundur, tå kom uppskotið til 1. viðgerð, tá mátti atkvøðast um tað kundi gerast tá ella ikki, 14 vóru við eingin ímóti. P. P. hevði fyrst orðið, hann tosadi um hvussu týdningarmikil Sjóvinnubankin hevði verið fyri sjóvinnuna, hesin banki ið Føroy- ingar settu á stovn í kreppu tíð. mælti til at málið fór í fígjar- neyndina. H. v H. Um uppskot okkara í aug. varð fylt hevði skommin og skaðin verið minni í dag, vit bóðu um at fáa fullar upplýsingar um øll viðurskifti bankans. Hava ong- antíð havt álit á hesum stýri, og er tað minkað munandi. Vit krevja fullar og heilar upplýsingar, krevja bankastýrið frá, tí ongin kann líta hesum somu monnum pening upp í hendi. Vilja hava Sj. endurnýggjaðan sum Landsbanka Føroya. Bað koyra løgtingi á dyr og fáa val av nýggjum. Kallsoy: vinnan, hesa ferð verður tað sagt beinat út at tað er til Sjb. Ting- menn fingu ovlítið at vita seinast og ikki betri er nú. Løgm. ger ov- lítið av at siga hvussu til stendur, hevði væntað frågreidingar frá eft- irlitsmonnunum. Tað verður sagt, at fiskasølan og tryggingarsam- bandið vilja tekna 700.000 kr., men eru hesi tíðindi ikki våttadi enn. Vilja mótmæla tílíkari gongd á tingi, og á henda hátt verður ikki álit skapt aftur til Sj. Er tað ætlan- in at hava leiðslu aftur? Tingfundurin skuldi veri aftaná 24. sept., tá aðalfundurin hevur verið. Hevur ongantíð havt álit á landsstýrið, men lysti at fáa at vita hvat upsøgnarmenninir høvdu í kvittan. Dagb. vildi gera $j. og Fólkafl. til eitt, vildi tí vera hætt- isligt at hjálpa Sj. so longi fólka- floksmaður situr við stýrið. Krevja tíð at viðgera spurningin, vilja ikki treytaleyst hjálpa bankanum. Seinast var tað sjó- somu J. Poulsen: Vil styðja uppskoti at beina málið í fíggjarneyndina. Ætlar at teir fáa okkurt at vita í íggjarneyndini, so kanska teir kunnu geva Kallsoy svar um teir vísu kunnu svara uppá alt tað Kallsoy kann spyrja um. Sárar hann at bløðini skriva um hendan spurning. Kallsoy livur umgyrdur av mystik og romantik, og Hanus gongur so høgt upp á fjallasiduni á eini so smalari rás, ið hann ikki kann hóma. J. P. D: Javnaðarflokkurin er hildin uttanfyri allatíðina, formað ur flokksins hevur verið í Keyp- mannahavn um somu tíð, sum hendan sendinevndin, men hevur hendan góða nevnd ikki sagt hon- um frá nøkrum, vónar annars at umboðsmenn okkara í figgjar- nevndini fáa okkurt at vita. Løgm. Sj. er bert eitt lið í eini stórari ætlan. Um fíggjarneyndin kom við nøkrum uppskoti skuldi tað verða væl móttikið. Dámdi ikki at politikkur og bankin varð sam- andreivaður. T. P. Hann førdi aftur eina verj- urøðu fyri seg og Chr. Holm, hvussu nógv teir høvdu gjørt. Segði at royndir høvdu verið at fáa bankan á høvdið, annars royndi hann at gera seg, bankan og hesar ymsu fyritøkur til eitt. Tá løgm. vildi tosa um at hann vegna heilsubrek skuldi fara frå, so passaði tað als ikki. Segði við H. v H. at hann og hansara líkar vóru ikki menn at siga at lógar- brot var gjørt. Leyp annars á teir menn ið kravdu at fáa nakað at vita áðrenn teir kundu atkvøða fyri nøkrum, og segði at teir vildu bert hava persónar at válka sær í. Hann var einasti ósakligi røð- ari. Øregård. Javnadarflokkurin vil vidgera spurningin sakliga, men annars hevdi hann væntad okkurt til at lýsa sakina betur úr tí stóra pappírsstakkinum løgm.-heyði á borðinum. Hetta varð ein snalda uttan enda í aug. skuldi bankin hava 4 mill., nú í sept. 2 mill., og óivað kom okkurt afturat um stutta tíð. Skulu okkara bestu skip seljast verður illa statt, tað skuldi heldur veri tey gomlu ið seld vórðu, so uppskotið frá fiskimålarådharra okkara var ikki av teimum bestu. Annars hevði løgm. nevnt, at frá føroyskari síðu vildu teir hava danskan bankmann knýttan til 5). fyri at fáa skapa álit til hansara av nýggjum, vildi fingið at vita hvør tann før. síðan var Løgm. helt, at blaðmenn skriv- aðu ovnógv um hendan spurning- in, annars skuldi hann siga, at tann før. síðan var løgm., Daniel- sen og P. S. Hansen. J. P. segði frå, at ein nevnd var sett niður at kanna bankans disp., og eru menn í neyndini: Thomsen frá Tryggingarsamband- inum, Kirkhoff og Johan Dahl, fyri fiskasøluna. hesir ?„Jdni Smiðju- oglmaskinverkstaður Autogen-elektrosveising. Máltr. 83, Klakksvík | GRÁTIS VÆVEKURSUS Købere af Sønderborg væven, som i disse på dage demonstreres i vor forretning, til- bydes gratis aftenkursus i vævning. | Alle er velkomne til | Ellgard Nielsens demonstration, som og- | saa omfatter strikning og smyrnaarbejde, | at overvære fru | Gunnar Stokholm, Hoydalsvegur 8. PENGAR - PENGAR !!! Arbeiða vit fyri penganna skuld? Ja, — tað er tað forbannaða við tí — pengar, pengar, tað er fyri tey flestu arbeiðsins endamál. Rokn- nú- z ingin er tann piskurin, sum i tidini hevur somu åvirkan, sum knåturin hjå teimum gomlu træla- fútunum. Man er troyttur, troytt- ur, troyttur, ja, so troyttur, at ein heldur vildi verid liggjandi enda- langur. Men rokningin! Ljós, skattur, húsaleiga og hol her og der, upp við tær, í selatoyið, yvir- allsbúnan, — hvat er klokkan ... Til allar parta- menn okkara Tað er ikki bert í Sjóvinnubank- anum, landskassanum og manga aðra staðir at peningatrupulleikar eru til staðar. Eisini bløðini líða sváran undir peningakreppuni, og orsøkirnar eru ymiskar. Prentingararbeiði er dýrt, papp- írið kostar eina helvt meiri nú, enn fyri einum ári síðani og hartil kemur at peningakreppan eisini rakar teir, ið lýsa í bløðunum. Lysingarnar eru færri enn nakr- antíð áður, og tá ið tær eru størstu innløgurnar, ið bløðini hava, er ikki ilt at meta um hvussu hart tey verða rakt. Partamenn um landið alt! Skal blaðið halda áfram er tað ein av- gjørd treyt, at vit mugu fáa ein dyggiligan stuðul frá tykkum. Vit heita tí á tykkum allar um at styðja blaðið mest møguligt við beinleiðiis peningaligari hjálp. Vit vóna at tit skilja trupulleik- arnar og vit takka fyri allan væl- vildarligan stuðul. Sendið peningagåvuna — lítla ella stóra — til blaðið. Blaðstjórnin. Menniskjan er einasta djór á jørð- ini, ið arbeiðir, ger lívið súrt, trist og tungt. Fyri aðrar skapningar er jaganin eftir føði ein sportur. Ja, men tað er jú leti. Hvør skapning- ur er ikki hóskandi — og óhósk- andi latur við vissum millumbil- um. Hvør? Tað er ikki bert møgu- ligt, men eyðsýnligt, at hin menn- iskjansliga = andsmentanin vildi verið komin á eitt meiri lovandi støði, um vit høvdu haft størri evnir at »drivid« eitt sindur. Og hinvegin: hvor skapningur, ið er frískur og sunnur, er ikki roka- fullur av vilja, ið kókar og trýstir innan ifrå, eins og lava úr einum eldgosholi? Men hin nýmótans, troytta menniskjan? Hon leitar og tekur arbeiðshug — og vilja frá frá rokningunum. Peningurin, ið skuldi verið ein fylgja av okkara arbeidsevnum og yrkishuga, er vorðin endamálið. Upprennur tann dagur, tá ið menniskjan uttan peningaliga hugsan og trongd, kann fylgja sínari egnu trongd og skapa av hjartans egna hugi, vil heimurin eiga eina slíka mongd av orku, at atomorkan, sammett við hesa orkuna, ikki hevur meiri at týða enn ein rennvátur kinesari. Narkir sálmar og rímer Hetta margháttliga navn hevur yrkingarsavn fingið, ið komið er í sýnisgluggarnar í bókabúðunum „..og hartil verður sagt um savnið: DIKTAÐ HEVUR HEINI DJURHUUS GLYVUR STRENDER Innihaldið er sum oman- fyri nevnt, men, tíverri, við somu mál- og stavsetingarvillum sum á forsíðuni.