Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-09-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1951síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 Hvat kundi væntast burtur úr nýggja sambandsfostrinum. »Tad versta ið henda kundi landinum, skrivaðu vit beint aftaná løg- mannsvalið í fjør. Og vit fingu rætt. Kann nakað verri vera hent landinum, enn hent er í hesum tíð- arbilinum, hesir gævi harrar hava sitið úti í Tinganesi? Hví teir eru komnir at sita har, kemur meir og meir fram sum dagarnir ganga. Fyri fólkaflokkin er einki óført longur. Hann kann gera alt. Teir høvuðsendamál var at troðka sambandið burtur úr øllum álitis- sessum her á landi — soleiðis søgdu teir undan seinasta vali — men hvør trýr hesum monnum í dag. Ongantíð í søguni hevur sam- bandið sitið so trygt í álitissess- unum sum í dag — teir eiga leiðsl- una á tingi, allastaðni valdir av fólkaflokksmonnum. Og sambandsmenn, hvat gjørdu teir? Í Dimmalætting bóru teir boðini út um landið: >Sambandsflokk- urin krevur Th. Petersen og Ri- kard Long úr landsstýrinum bein- an vegin.< Óførir menn — menn ið høvdu eina fasta støðu helt onk- ur. Men hvat hendi. Ríkard Long situr framvegis í landsstýrinum — tó atkvøddu teir fyri at fáa hann burtur úr bankaleiðsluni sbr. ting- kravid um at eingin av tí gomlu neyndini mátti veljast aftur, tá tær 2 milj. vórðu játtaðar. Th. Peter- sen fór, men bæði Th. Petersen sjálvur og Kr. Djurhuus siga, at hann hevur sagt seg úr landsstýr- inum. Eitt heppið bragd. Men hvat gjørdu teir beinan vegin. Teir velja hann sum formann í fíggjar- neyndina, og sostatt skipar hann framvegis fyri øllum landsins peningi. Framvegis røkir hann landsins liggjarmål og framvegis hevur hann landsins peningakassa um hendir. Sostatt vóru sambandsins stór- orðaðu krøv ikki annað enn bluff. Men hvat legði Jóhan Poulsen í tað? Kr. Djurhuus hevði fingið eina fjøður í hattin — løgmannsfjøður- ina, og sjálvsagt skuldi Jóhan Poul sen hava eina eisini — løgtings- formannsfjøðurina — sjálvt um hon kostaði nógv — Th. Petersen til fíggjarneyndarformann. Annað kundi kortini ikki vænt- ast av hesum monnum, vil minnast >hin brotna sáttmálans. Th. Petersen sigur í Dagblað: num. at teirra fasta støða var at val átti at vera beinan vegin. Hví tóku teir ikki val beinan vegin? Var tað teirra fasta støða bar væl til at fáa ein stóran meiriluta fyri hesi støðuni á tingi. Eyðkent fyri fólkaflokkin og FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR ff ———||— fff————/'f——D>DmÆ—Æm——————f— ——JW… »Uhyggen breder sig« sambandsflokkin i hesum døgum er, at teir á tingi hava eina støðu — eina fasta støðu — men í Dag- blaðnum og Dimmalætting eina heilt aðra, tí sjálvandi skulu velj- ararnir haldast í blindni — tí alla hesa moldina í eyguni á teimum, tað er hin einasta uggandi vónin til eitt komandi val. Spurningurin er tó tann: hvussu nógvir toluliga vaknir veljarar lata sær tílíkt bjóða? Aðalfundur Sjóvinnubankans Pf. Sjóvinnubankin hevði eyka- aðalfund mánakvøldið. Fundarstjórin L. Waagstein segði frá at tann fráfarna nevndin hevði hesar menn í uppskoti: Daniel Niclasen, Johan Dahl, Peter Egholm og Martin Djurhuus., og segði at tað skal fráfarandi neyndin gera, hann gloymdi her, at nevndin er ikki fráfarin, men frásett, sbrt. løgtingssamtykt um hjálp. Kjartan Mohr helt seg ikki reið- iliga kunna hava álit á monnum, ið høvdu so stór virkir undir hond, tad vildi verið meira hóskandi at nevndin var ein tvørskurdur av følkinum, id vildi lívga eitt hvort gott tiltak uttan mun, hvør ið kom við ti. Tó vildi hann so miriliga takka tí gomlu nevndini og bað fundarstjóran bera teimum heilsu, tí teir vóru ikki møttir uttan P. Dahl; ymist heilsan galt hann við. Síðan høgdi hann í Danmark bondskliga og óhøviskt. Viggo Dalsgárd Skálavík tók til at hann var lítil maður her á fundi. men tå Rik. Long teknaði lutir í Sjóvinnugrunninum, fann hann eisini til teir smáu menninar. Hann talaði at Kjartan Mohr fyri hansara umtalu av Danmark sum samgonguland í hesum viðfangi teir høvdu víst vilja til hjálp bein- an vegin, eitt annað var at banka- umsjónin danska var at dadla fyri at teir ikki longu høvdu steðgað hesum óskilinum, men teir høvdu óivað gjørt tað í bestu meining. Bað menn hugsa seg væl um áðr- enn teir valdu í nevnd teir sum fråfarna nevndin hevdi skotið upp, ti teimum var einki at takka fyri og heilsa, teir høvdu koyrt okkum hankan í rot. Skeyt upp Esmar Fuglø, Peter H. Dahl, Hans J. Joensen, Trygve Samuelsen og Leiv Hjelm. Meðan taldar vóru atkvøður helt fundarstjórin á við uppskot- inum til samtyktar har til seinast komu løgtingsins treytir, at tær 2 | -————— — mill, ikki kundu setast inn uttan at gamla stjórn fór frå og talaði tå P. J. Lindberg at og helt fyri: Skuldi tað nú hent at gamla stjórn- in verður afturvald og vit atkvøða fyri hesum seinasta, so er alt uttan høpi. Svaraði tá Kjartan Mohr til: Ja, so er tad svindil og vit mega byrja av nýggjum. — Jú uppskot gomlu neyndarinnar var samtykt. — Men hvar var Føroya løgting? Løgtingsformaðurin var ikki á fundi. Hvar var skiparafelagið, ið stovnselti sjóvinnugrunnin? Løg- tingið, skiparafelagið og fiski- mannafelagið eiga 850 atkvøður, i. v. s. meira enn helvt av øllum atkv. á fundinum og kundu sostatt mynda stjórn og grundarsteinurin var lagdur til tjóðbanka Føroya. Altso kunnu vit siga Føroya løg- ting hevur sett nýggju nevnd bank- ans, uppskotin av gomlu neynd, ið Føroya løgting setti av. Nýggjar bøkur >Mod længslernes land« eitur nýggja bókin hjá R. B. Thomsen. Ein hugtakandi og spennandi bók. Hann ið sett seg hevur við henni at lesa, brýtur heldur svøvn enn sleppur henni fyrr enn síðsta sidan er lísin. At vit ikki nýta út- lendskar rithåvundar at skriva spennandi bøkur, er hendan bókin besta prógvið um. Okkum leingist eftir næstu bók! »Hugskot« yrkingarsavn eftir Magnus Skæling og harafturat er ein týdd halgisøga eftir A. Chr. Westergaard »Rånsmadurin«. Tey id lisid hava yrkingarnar Magnus Skæling hevur havt i bløð- unum tá ymsar hendingar eru farnar fram, og tá merkisdagar hava verið, vilja við gleði keypa henda bókling. >Yvirlit yvir Føroya søgu 825- 1906« eftir R. Rasmussen. Hendan bók má ikki saknast í nøkrum skúla. Ein bók ið hevur verið átroðkandi at havt til skúla- brúks er nú komin, og øll vit ið ikki fingu høvi til at lesa hesa bók meðan vit gingu í skúla, kvika okkum at keypa hana. Aftur hevur Victor Danielsen, trúboðari tvær bøkur ið hann hev- ur umsett úr enskum til føroyskt mál. >Alt av nådi« eftir C. H. Spur- geon, og standi hesi orð undir 29. september 1951 navninum: »Eitt álvarsamt orð til teirra, sum søkja frelsu við Jesusi Kristi.< >Bilsnir synir« eftir Amy le Feuvre, ein søga sum ein hálv- gamlan, ógiftan mann, ið móti vilja s ínum fær lítlu systurdóttur sína til sín at vera. Henda lítla gentan virkar nú við lívi og talu síni so á hann, at hann finnur veg aftur inn í samfelag við frelsara sín. Veitslan liðug (Frítt eftir J. H. O. Djurhúus) Tømdir eru kassar allir; yvir miðjunátt tað er, og eg siti einsamallur kenni meg sum vargur, tå hann noyddist flyggja vigda logan: friðleysur um sund og sker; kinn, sum hjóm er, stórar glómur, allir kassar eru tómir. Lyklaleikur fyrr so kátur, nú er hvørt eitt oyra burt, ti er sorg og nåltargråtur. Bytt man vera siga: ti er; øllum greitt man vera, hví er einki oyra aftur spurt. Úr tiltaksgrunni pengar runnu, einki oyra afturfunnið. * Veitslan byrjar Kjákkfullur er kassin aftur, ovurstórur roki á, errin siti eg og fattur; kenni meg ei sviknan lengur, siti stinnur sum ein kongur fíggjarkassaloki á —; vunnin vansin, eg fekk kjansin, til at goyma væl finansin. Leikur vinda nú so kátur, strýkur yvir Havnar bý, ljóðar sum ein skellilátur: hví man eg á kassa sita? hví? meg lysti tað at vita — hoyrið meg! eg spyrji — hví? Hví er funnið hví er funnið ljóðar nú frá hvørjum munni. FÆROSK MARGARINE VITA N2 I | VITAMINISERET [FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT