Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1951síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KRING UM HEIMIN * Fewley »oljurafinadariid« 15. sept. opnadi Attle, forseti, nyggja »oljuraffinadariid« i Few- ley i Onglandi. Eigari er Esso Pe- troleum Co., ið er ein deild av Standard Oil Co. í New Jersey. Hetta er størsta oljuraffinadarí í Europa. Kostnaðurin av at byggja tað er 37,5 milj. stp. Hin árliga framleiðslan verður 6.500.000 tons ella 30 % av allari oljunýtsl- uni í Onglandi, og vil spara Ong- landi 100 milj. dollars um árið. Stálframleiðsla heimsins Heimsleiðsluna innan stálfram- leiðsluna hevur Amerika ið fram- leiðir 87.700.000 tons árliga. Nr. 2 er Sovjetsamveldid við 35 mill. tonsum. Ongland framleiðir 16.600.000 tons. Vesturtýskland 12.100.000 t. Í eystur-europeisk- um londum ræður Sovjet yvir ein- ari árligari framleiðslu uppá 7.500.000 t. Alt Vestureuropa (Týskland íroknað) framleiðir 30.000.000 t. Undir seinasta heimsbardaga gjørdu týskararnir 214.400 tanks og nýtti til hesa fram leiðslu 34 milj. tons av stáli. Nakin prestur Í tí gomlu kirkjuni í Fáborg í Danmark hendi tað løgna nú um dagarnar, at ein prestur lat seg úr øllum klæðunum og fór út á gøt- una. Maðurin, ið knappliga var vorðin sinnissjúkur helt seg vera komnan í »urtagardin Eden<. Sovjetfelag í Týsklandi Fyri stuttum var stovnað felag í Týsklandi av meir og minni kend um russum, ið rýmdir eru úr Sov- jetsamveldinum aftaná kríggslok. Felagsins endamál er at arbeiða fyri teimum 70.000 russunum, ið flýddir eru og sum nú búgva í Vesturtýsklandi. 15 skoldaði av Geysir 15 fólk vórðu meir og minni brend, tá tey stóðu og bíðaðu eftir einum hitavatnsgosi frá Geysir í Íslandi. Vanliga sigur keldan frá, vid at tað buldrar í jørðini, áðr- enn hon goysir, men sum sagt, henda dagin — fyri fyrstu ferð, ið fólk vita um at siga — boðaði hon ikki frá. 121 ár Nú um dagarnar doyði elsti íbúgvin í Sudurafrika 121 ára PrJdni Smiðju- ogimaskinverkstadur Autogen-elektrosveising. Måltr. 83, Klakksvik FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR gamal. Fyri 5 árum síðan legði hann av at roykja, tá læknin ikki helt tað vera gott fyri >bróstið<. Ognarvirðið hjá Keypmannahavnar kommunu er seinasta árið hækkað frá 5 til 6 miljardir kr. Hetta gevur komm- ununi eina árliga inntøku uppá 380.000 kr. 106 ár Nú um dagarnar doyði elsti íbúgvi Fraklands, 106 ára gamal. Brotsgerðirnar økjast Sammett við fyrsta fjórðingsár í fjør eru tær ymisku brotsgerðir- nar í Keypmannahavn hækkaðar munandi. T. d.: grovur stuldur við 17,6 smærri stuldur við 22,7 % syklustuldur vid 13,2 % voldbrotsgerðir við 32,0 % % Holberg um mannalívið: — Endiliga, tá ið tað neyðars livibreyðið, ið ein hevur leitað eft- ir gjøgnum eld og vatn, er komið, møtir ein øðrum trupulleikum, ið standast av at seta búgv — og tá ein so at enda er komin í sokall- aðan vælstand, ja, so er hugurin burtur. Ein neyðars lagna! Tá ein hevur hug, hevur ein ikki evni, og tá ein hevur evni, er hugurin burt- ur. Tá ið magin rópar, er eingin matur, og tá maturin er komin, er eingin matalystur. Tá ein er komin uppí tey árini, at ein kann njóta gleðina av hjúnarbandinum, er ein ikki førur fyri at føða konuna, og tá ein verður førur fyri at føða eina konu so ...... Ein neyðars lagna. (Niður við tjaldinum). x — Tað er aldeilis ófatiligt sum alt broytist, helt Maria. Nú hava teir ikki bert telegraf uttan trá, vognar uttan hestar, ja eisini flog- før uttan propell. — — Ja, helt maðurin, Lars, nú fattast í grundini bara eitt lítið smáting. — — Hvat er tað — — Hjúnarband uttan konu. — x Hann: Hevur ein stolið, kemur ein at angra tað alt sitt lív. — Hon: Men áðrenn vit vórðu trú- lovaði stjólst tú ein muss frá mær. Hann: Ja, ja, tú hoyrdi hvat eg segði. — 29. september 1951 Sakforaraskrivstova mín er flutt úr Kongagøta til BRYGGJUBAKKA 22. Skrivstovan er opin frá kl. 9—13 og 14—17. Leygar- dag kl. 9—13. Telefonir 347—718. Leif Waagstein, landsrættarsakførari. Franciskanarsystranna húshaldsskúli Eitt 3-mánaða kvoldarskeið i matgerð byrjar tann 1. oktober. Eitt kvøld um vikuna. | Inmelding áðrenn tann 1. oktober. Frá Akts. Jens Villadsens Fabriker: VILLADIUM (imiterað linoleum) 2 m breitt. — leyparar 60 cm breitt. TRIUMPH 00 tjørupapp (takfilt) ICOPAL asfalt takpapp, reytt og grønt. TAKPIXTJØRA til takpapp. CARBOLINEUM Alt beinleidis av goymslu okkara. Harumframt kunnu vit útvega: LINOLAG linoleumsundirlag til betongålv, isolerar móti fukt, ljóð og kulda. ICOFLUX kalt fl. asfalt til Icopal papp og jarntak. IKODON kalt fl. asfalt til múr og beton móti fukti, og til jarn móti rusti. Vit eru altíð til reiðar við tilboð og øllum upplýsingum. Poul Isaksen Tórshavn — telf. 58 TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROVYAR telf. 372 telf. 372 Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Føroya Kriggstrygging.. Føroya Brunatrygging .. Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — P.F. FØROYA BANKI (Stovnadur 1906) Suduroyar deild: TRONGISVAGI Tlf, 32 Høvudsskrivstova: TVURSHAVN Tlf. 6, 50, 365 Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 %/ p. a. Renta av bankabók 31/2 9 p. a. Bankin er opin 11—15 — Leygardag 11—14 MINNIST BARNAHJALPINA!