Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-10-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1951síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROYA LANDSBOKASAVN Føroya Sosial-Demokratur RÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR . Lýsingarprísur fyri mm: 20 øyru á : Bladid verdur bilagt å åsi | i i ror rå K gt á posthúsinum, og | or NE 60 | I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Leygardagin 6. oktober 1951 kostar kr. 3,20 + porto um fjórðingsárið | 29. årg. HITT PRIVATA Ein andstøðan móti sosialism- uni er, at javnaðarmenn vilja drepa hitt privata initiativið, vilja við sínum politikki gera tað ógjør- ligt hjá virkisfåsum monnum at hevja seg, og lata evnir og kunn- leika koma til sín rætt. Um so er at sosialisman soleiðis hevdi forðað fyri at yrkishugur, yrkisevnir og yrkisvilji kom til sin rætt, vildi hon sjålvsagt havt eina drepandi åvirkan á øllum samfel- agsøkjum, men tíbetur er tað ikki soleiðis. Tvørtur ímóti. Í einum sosialistiskum samfelagi verða møguleikar, evnir, kunnleiki o. a. at koma fram í nógv størri mun enn í einum kapitalistiskum sam- felagi, tí eitt tað størsta brekið við kapitalismuni er, at hon beinleiðis forðar einum stórum parti av fólk- inum at útbúgva, menna og víðka um tey viðføddu evnini. Tað er ikki mark fyri, hvussu ómetilig virðir fara fyri einki, tí bert eitt fátal av fólkinum hevur atgongd til teir stovnanir, ið skapa skulu yrkiskunnleika millum manna. Hitt kapitalistiska samfelagið skapar møguleikar fyri nøkrum einstøkum, men tað er ikki sagt, at tey eru tey røttu til at røkja tær ymisku samfelagsligu yrkisgrein- irnar. Ofta er tað ein spurningur: Við hvørjum rætti og á hvønn hátt hava einstaklingarnir skapa stór virkir og á hvønn hátt halda teir tey gangandi? Kanna vit henda partin av søg- uni fáa vit ofta eina dapra mynd av kapitalismuni. Frá fyrstu tíð er hon uppbygd á eitt so ljótt og syrg- iligt grundarlag, at vit hava ilt við at hugsa um tey menniskjuni, ið skaptu samfelagið fyri tey ein- støku, eins og vit hava ilt við at hugsa okkum, at tað skulu hava funnist slíkir eyðræningar og blóð- súgvarar sum teir, ið vorðnir eru kapitalistar og hava skapt eina samfelagsskipan samsvarandi við teirra hugsunnarhátt, teirra gagn og besta. Heft við frekastu leinkjum hava“ maður, kona og børn slitið seg til deyðis undir verstu arbeiðslíkindum, ið hugsast kunnu, lítlari og ongari løn, upp til 20-tímars arbeidsdag, ongari trygging av nøkrum slag o. s. fr. trældóms- Alt samalt fyri at nøkur einstøk skulu hava kunnað livad í yvirflóð — ikki gjørt peningsverk sjålvi, INITIATIVIÐ men livað av fólksins sveitta, møði, tárum, sorgum og saknum. Tað, at fólkið gjørdist meira vakið og upplýst, fekk teir at slaka og teir hava í hvørjum samfelag slakað til dagin í dag, men enn er nógv ov nógv eftir av hesi somu kapitalismuni, ið kúgaði og eyð- rændi okkara forfedrar. Enn er tað langt frá at hvøn einasti samfelagsborgari eigur tann rættin, ið honum tilkemur sum limur í einum rættvísissamfel- einans agi. Hvussu mong eru tey. ið troyta kunnu samfelagsins lærdómskeld- ur? Hvussu mong eru tey, id eru fullkomiliga tryggjaði móti ar- beiðs- og inntøkuloysi? Vit hava alla myndina av tí ka- pitalistiska samfelagnum framm- anfyri okkum í dag. Dagliga hoyr- ist um at menn verða uppsagdir úr arbeiðnum. Hví? Tí hin einstaki arbeiðsgevarin hevur framvegis háls- og handsrætt yvir arbeiðar- unum, hansara er avgerðarrættur- in. Eitt úrslit av tí privata initia- tivinum. Hin arbeiðandi fjøldin má frí- gerast. Men ein og hvør arbeiðari má mánnast, at fyrsta stig til broytan av samfelagsskipanini verður gjørt við krossinum á valdegnum. Jú fleiri krossar fyri afturhaldsflokk- unum, jú fleiri snar um jarnhælin. Fleiri snarini eru, styttri verður tjóðrið og at enda kann ein vera so nærkasliga heftur at ilt verður at fáa høvdið fyri sesg aftur. Leiðin er einans. Fylking við javnaðarmonnum at slíta øll heftandi bond, frælsi fyri øll, sama rætt og somu lívsmøgu- leiikar fyri øll. HVÍ MÁ FISKASOLAN SKIPAST UM? Tí har situr umbodsnevnd uppá 9 manns, ið sjálvandi einki gera uttan koma saman til at práta og roykja eina sigar ella báðar tvær, og bert kunna tarna og tálma fyri skjótum avgerðum, ið eru fyri neyðini nettupp nú, ið kappingin er so hørð landanna millum. Har- umframt er hetta peningaoyðandi, tí einhvør kann ætla hesir menn sita ikki har fyri einki. Seta vit teir til 50.000 kr. er hetta nettoav- lopið hjá einum 10 skipum. 10 her og 10 har, hvat verður eftir? Síðan er tað avrokningarmátin. Her må fiskimaðurin, ið er tad berandi og hann hevur einki at siga, meðan hann skuldi verið tann avgerandi, tí kann ikki lønin fyri arbeiðið tryggjast og rindast fult, so verður arbeiðið at steðga, fyrr ella seinni. At:25 % vera býtt frá, er eingin loysn. Fiskimadurin skal ikki hava 25 %, hann skal hava sítt, hvørki meira ella minni. Føroya løgting setur á stovn al- menna fiskasølu við einum manni frå reiðarum og einum frá fiski- monnum at sita hjá til eftirlits og ráðagerðar. Tingið velur formann- in og hesir 3 skjóta upp handils- kønan stjóra ið leiðir søluna. Avrokningin fer tá fram so, a fiskimannafelågini — skulu kenna býtið fyrst, áðrenn sølupen- ingurin kann flytast til teir, id eiga góð- hann, her var best, at avrokning- arstovnurin til fiskimenn og yvir- menn var á skrivstovu fiskasølun- ar, og trygd er tá fyri, at arbeiðs- lønin kemur til teirra, ið eiga hana. Fiskimenn, maskinmeistarar, kokkar, bestumenn og skiparar, krevji nú broytingina meðan eink- arrættur Fiskasølunar er uppsagd- ur, tí kemur hann aftur í lag sum er, seinna dagin verður veitt tykk- um sømdir. PÅ Útvarpið ígjárkveldið. Fyrst las Sigurð Joensen eina yrking eftir H. A. Djurhuus. Sum mentunarmálaráðharri helt Rikard Long røðu. Heðin Brú las upp úr nýggju skaldsøgu síni, sum seinni verður prentað sum kjallari í Sosialinum. Louis Zachariasen, Knút Wang, Sverri Fon, H. D. Joensen og Ma- ria Mikkelsen lósu upp yrkingar og søgur. Mourentius Vidstein spældi violin, H. Bærentssen spældi harmoniku, Leif Mohr sang Skemtileikur: Sóknarstýrisfund- ur, framborin av P. A. Joensen, Knút Wang, P. J. Lindberg, Mou- rits Mohr og Jákup av Skarði. Seinasta evni var: >Hvør veit«- kapping millum 4 næmingar úr læraraskúlanum og 4 úr studenta- skúlanum. BÓKADAGURIN Í dag er hin føroyski bókadag- urin. Henda dag eiga allir føroyingar at styðja føroyskar bókmentir, før- oyskar høvundar og annars øll tey, ið á ein ella annan hátt eru við til at skapa livandi virðir og dýrgrip- ir innan henda tættin í mentunnarlívi. Skulu vit liva og trívasst sum ein mentað tjóð, má hitt andliga økið í samfelagslívinum fáa góð: an trivna og tey bestu menuingar- líkindi og her má einstakli:iguri heild okkara eins og samfelagið sum kenna sína skyldu. Øll kunnu vit gera tað, og best verður tað gjørt við at keypa eina føroyska bók bókadagin, ið serliga er vígdur okkara bókmentum. Dagliga eiga vit at styðja bókment- anina, men henda dag eiga vit ser- liga at hava føroyskar bøkur og føroyskar rithøvundar í huga og keypa minst eina bók hvør. Úrvalið er stórt, og sjálvt um tað ikki eydnast at fáa ein bóka lista til bókadagin í ár, kann ein vera fullvísur í at finna eina bók við tí rætta evninum. Minnist bókadagin. Styðjið føroyskar bókmentur. Hevur Dimmalætting misskilt? Dimmalætting má hava misskilt ella hevur landsstýrismaðurin Há- kun Djurhuus verið mismæltur viðvíkjandi valinum av teimum seks monnum, ið skulu kanna av- rokningarviðurskiftini o. t. Nevndin verður vald soleiðis: 1 av fiskimannafeløgnum, 1 av mo- tor- og maskinistafelagnum, Í av skiparafelagnum og 3 av skipseig- arunum. Fiskasølan skal geva teir upplýsingar, ið krevjast. Kom til skaða og doyði. Í fyrradagin hendi tað óhapp við bryggjugerðina í Runavíkini, at Svend Knudsen av Saltangará datt út av eini kistu, sum er 5—0 m, og fekk skaða á høvdið. Høga- nes flutti hann á sjúkrahúsið í Havn. Maðurin doyði í unin. gjáramorg- SKIPASØLUR Tíðindir ganga, at øll skip ið státurin eigur pening í skulu selj- ast!!! Hvør keypir??