leygardagur 27. oktober 1951síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63
| SOSIAL-DEMOKRATUR
——
|
|
|
Blaðstjóri
VILHELM SØRENSEN
Prent:
A. ØSTER
——————"i
YMISK TÍÐINDI
Bretski togarin »Superman«
før fyrst i vikuni av Kollafirdi vid
»Temaru« og hvalastingarinum
>Chr. Rebeiro<.
Sjóvinnubankin býður til tekn-
ingar av 1.200.000 kr. í nýggjum
parlapeningi.
Sjúrðarberg selur saltfiskafarm
í Onglandi. Við fór Ewald Kjøl-
hro, stjóri.
Brandlúðurin verður royndur
hvønn leygardag á middegi.
Kongshavn hevur lossað 70
standarar av viði og nakað av se-
ment til Balslev & Co.
Ullaprisurin, ið er ógvuliga
óstøðugur, er nú 10 kr. kg.
Sýslumannnsembætið í Fugla-
firði er lýst leyst aftaná deyða
Steingrim Samuelsens.
Havborgin er farin ísfiskatúr
eystureftir, somuleiðis Beinisvørð
til saltfisk.
Hvalabáturin Sonja hevur veitt
28 hvalir í Grønlandi.
Marite er komin úr Grønlandi.
Veiðan 10000—11000 skp. Hon
fór ógvuliga seint yvir.
Rádni, ið var lýstur til tvang-
sølu mikudagin, varð ikki seldur
hesi ferð.
Skeið í radiotelegrafi, ið áður
hevur verið á Klakksvíkar sjó-
mannnsskúla, verður í heyst eisini
á Føroya sjómannsskúla.
Hálendska skipið Van der Hey-
den er farið við fiskafarmi. Syst-
urskipið Casablanca, ið hevur
fermt klippfisk í Klakksvík, kom
á Havnina í gjár.
Dragaberg hevur selt 82 tons í
Týsklandi fyri 44.371 mark. Som-
uleiðis Høgifossur 79 tons í Ham-
burg fyri 43.524 mark, ið svarar
til umleið 3500 stp. Høgifossur
kom aftur mikunáttina.
SKÚLABLAÐIÐ
Komið er 10 hefti av Skúla-
blaðnum. Innihald: Tvør børn, eft-
ir Jeffri Henriksen, lærara í Bø.
Til skaldið Olivar á Ryggi á 80
ára føðingardegi hans, yrking eft-
ir Mikkjal Dánjalsson á Ryggi.
— Revsing og samsýning í uppal-
ingini, framhaldsgrein, umsett úr
norskum av Óla Dahl, lærara Við-
areiði. — Til aðalfundar í Elve-
rum, eftir J. M. — Føroysk song-
løg I, eftir J. M. K. — Teknikapp-
ing millum skúlabørn um myndir
til 10 ævintýr av H. C. Andersen
eftir Marius Johannesen. — Síð-
ani eru ymisk tíðindi.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Á leiðini
Framhald frá 2. síðu.
yrkingar.< Her liggur tyngdin í
bókini: fínur lyrikkur — náttúru-
myndir, hugmyndir, her ímillum
gamlir kunningar, sum longu eru
vorðnir fólkaogn, t. d. »Litli mín.
Hábærsliga umbodar yrkingin
»Aftur av heiði ta tíð, hon er
runnin av. Her reisist tann nýupp-
livaða føroyska náttúran av
grúgvu, morgunfrísk, sterk, inspi-
rerandi, fyllir hjørtuni við ljóði,
liti og ljósi. »Smågentan og heim-
alambið<. Her er tað gerandisyrk-
ið, ið skaldið fær at liva fyri okk-
um — yndi, reinleiki, uppruna-
ligheit. Við øðrum orðum her er
alt tað, sum sermerkti »gulltidina«
ið skapti okkara nåttåru- og føði-
landsyrkingar. Nú er hetta tíðar-
bili við at fara aftur um bak; tað
valdramannalið, ið hevjadi hesa
andsglæmu yvir Føroyar er fátt í
dag, tey flestu eru farin undir
grønu torvu, ein kaldari vindur
blásir um oyggarnar og tað kann
valla sigast um okkum, sum aftan
á eru komin, at vit eru vakurleika-
dyrkarar í mát við tey farnu. Vit
síggja her hvat Louis Zacharias-
sen sigur í einari av sínum síðstu
yrkingum:
Trongt er her í skýmaskoti,
túnið er ein runubloti.
Allir vilja aðrar traðka,
seta fót á mannanakka.
Soleiðis sær ein av teimum
»sum eftir eru« tíðina. Og hann
endar yrking sina vid at siga:
Slepp mær undan runudeyða,
eg vil síggja sólareygað.
Hetta gevur okkum eitt sindur
at hugsa um!
Víðari eru í hesi deild tríggjar
týðingar. Av teimum er ivaleyst
inngangurin til Faust tann besta
— skaldamál alt sum er.
Tridja deildin í bókini eitur
>Nakrir sálmar<. Tveir hevur
hann yrkt sjálvur. Tann fyrri,
>Bøn<, er ivaleyst millum tað
besta, ið vit eiga av sálmayrking.
Týðingarnar eru allar málsliga
frammi úr, og í stóran mun hevur
tað heppnast høvundanum at halda
»skaldamål« í týðingunum; tað
kann tíðan verri ikki sigast um
dastið av sálmayrkingum okkara.
Keypið hesa bók og goymi
hana. Hon er ein rárur gestur.
Heðin Brú.
1/» gyllin
” 4
í jørð
í Árnafirði til sølu til
hægstbjóðandi.
Johannes Joensen
adr. N. J. Vider6. Hoydalsvegur
TORSHAVN.
T. N. Djurhuus:
Ung løg
Yrkingarsavn — Forlagið Varðin,
Tórshavn 1951. 36 bls. Kostar
kr. 4.
Her leggur eitt ungt skald fyri
—ti skald er hann, tað skal hann
fáa at vita beinan vegin; men líka
sum navnið sigur er hetta ung løg,
og líka sum akkerið á permuni
liggur oman á, so hevur yrkjarin
ikki fingið fast í botnin enn. Men
tað kemur! Skaldið byrjar vanliga
við sum fuglur í ský, at syngja
gleðiljóð, men endar mangan við
neyðarrópum. Lívið hevur hetta
við sær. Í miðøldini høvdu suður-
lendingar eitt torturamboð; iad
var ein oxi, ið var gjørdur av
sama tilfari sum kirkjuklokkur.
Eitt menniskja, ið pínast skuldi,
var so koyrt inn í oxan og eldur
kyndur undir. Neyðarrópini frá
tí pínda kom tá at ljóða sum mu-
sikkur. Soleidis kunnu vit siga,
skaldini eru fyri. Sálarneyð, ið
verður sett um í musikk, høgar
hæddir og djúpar grundir lata seg
upp í neyðini. Soleiðis kemur
heimsins dýrasti skaldskapur til.
Vit ynskja ikki neyð yvir høvund-
an, men lívið búnar mannin og er
harðhentari við skaldini enn við
onnur, tí sinnið er viðkvæmari.
27. oktober 1951
Fyrsti partur, náttúruyrkingar
og triði partur, ein vísa, bera savn-
ið. Yrkingar, sum t. d. >Toybils-
nátt og »November« eru hugtak-
andi: skaldamál út í
standa sum heilskapaðar eindir.
Annars knípur tað nakað við at
enda, tað berst lesaranum fyri, at
tað kundi líka væl verið nøkur
ørindi meir ella nøkur
minni í summum av yrkingunum.
Og hetta er ein veikleiki í upp-
byggingini. Annar táttur, ástkvæði
er kanska slakari; men skaldskap-
ur er tað — eitt ungt skald, ið
mestsum ber á brá at vera uppi í
hafti av sínum gávum.
>Fótaferðin< er í grundini tann
sama í hesum yrkingarsavni, sum
hjá t. d. H. A. Djurhuus og øðrum
frá tí tíðarbilinum, men kortini er
her ein áning um nakað nýtt. Og
lat meg enda hetta petti við at
ynskja, at henda áning skal herða
uppá, at hesin nýggi yrkjari skal
roynast okkum nýskapandi, at
hann má taka ímóti skaldakyndl-
inum úr hondunum á teimum und-
anfarnu og bera hann longur fram
á vegin — ikki bert halda hann
logandi á sama stað.
Keypið >Ung løgk — og so seta
vit okkum øll at stunda eftir at fáa
eina at seta undir liðina á henni.
Heðin Brú.
æsur og
ørindi
ráðgevara.
| orðadrátti.
11. des. 1951
Í komandi mánaðum fyrireikar TÓRSHAYNAR FYRI-
LESTRARFELAG hesar fyrilestrar:
80. okt. 1951 Norrøn samvinna v. H. J.
20. nov. 1951 Administrasjónin í Føroyum. Johan Djurhuus,
skrivstovustjóri heldur stutta rødu, og umboðs-
menn fyri administrasjón og handil taka lut í
Føroyar sum ferðamannaland v. Stig Rasmus-
sen, formaður ferðamannafelagsins.
Fundirnir eru bert fyri limir, og verða teir hildnir í
Klubbanum kl. 20 stundisliga.
Tórshavnar Fyrilestrarfelag.
Jacobsen, búnaðar-
P-f Z. HEINESEN.
VØRUHUSID | VAGSBOTNI
tlf. 83 & 240
Vit selja klædningar, frakkar, kjélar og onnur
pløgg til kend viðskiftafólk ímóti at gjalda helvtina
kontant og restina uppå keypssåttmåla.
Allra besta slag.
serspunnum
Reyðar húgvur
vovnar í Føroyar
Hondspunnar í Føroyum av |
Sønderborggarni.
húgvu kr. 24 ella í metramáli kr. fyri m.
GUNNAR STOKHOLM
tlf. 528 . Hoydalsvegur 8 . Havn
Tilfar til eina