Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1951síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 10. november 1951 Javnaðarflokkurin og Grønlandsmálið Á aðalfundi javnaðarflokksins var serliga Grønlandsmálið á lofti. Fundurin harmaðist yvir tann stórskaða, ið nevndin, sum a løg- tingi varð send upp til Grønlands at kanna líkindini og koma við upp- skoti hevði gjørt við at leggja ímóti P. M. Dam, sum vildi hava Føroying- ar samdar um at krevja Suðurhavnina í Føroyingahavnini útbygda. Við at krevja Føroyingahavnina harúti útbygda hevdi nevndin gjørt tað, at einki var hent enn. Og har kom valla at henda nakað, ti åtbyggingin kom at verða so ovurdyr, meðan åtbyggingin av Sudurhavnini hevur hvat ið bryggju viðvíkur kostað einki aftur ímóti. Føroyingar, sum av fyrstan tíð varð givin Føroyingahavnina, standa á berum, meðan Norðmenn ígjøgnum eitt danskt felag hava alt valdið á landi, hvat ið arbeiðslíkind- um viðvíkir. Harmiligt, at so skal vera, og at skuldin fyri tað fyri mesta og allan partin liggur hjá oddamonnunum, ið ræðið hava haft. Fundurin varð samdur um, at okkara menn skuldu royna at fáa eina gjølla kannan av grundunum til óskillið, sum hevur verið uppi í Grønlandi í ár. landi fyri ta føroysku sjóvinnuna. - okkara fiskifloti — og »service« í Grønlandi. gerðarmenn — ————————————————————————Þ———"nv — ———iiieeceeeoe oysku sjóvinnuna. 1. saltbingi, 2. kolagoymslu, . vørugoymslu. fiskagoymslu, ed > > 1 ) veita ti tann neyðturvuliga stuðul. og Føroya | S0SIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri VILHELM SORENSEN Prent: A. ØSTER YMISK TÍÐINDI. - FØDINGARDAGAR Mikudagin 14 nov. fyllir Elisabeth Sofía Matras, elsti íbúgvi í Fugloy 91 ár. 10 fyllir Marin Sofía Jacobsen. Vági, 70 ár. BRÚDLEYP Í dag giftast í Fuglafirði Halltóra Thomsen úr Norðagøtu, og Christian Haraldsen úr Fuglafirði. Sama dag giftast í Keypmannahavn Ásla Olsen av Sandi og: Hans Hansen úr Kalundborg. Føroya fiskimannafelag hevur mót- mælt ætlan afturhaldsflokkanna part- vís at taka minstulønina av ella minka munandi um hana. Fugloyarbátur kom uppí 100 fiskar á bát í vikuni. 500 Semja var annars um at leggja allar árar yvir borð fyri at fáa framt: At farið verður beinavegin undir útbygging av landi har uppi í Grøn- At gjørd verður hin best møguliga fyriskipan. so fiskimenn og út- kann fáa hina best møguligu útgerð Her verður í fyrstu syftu talan um at tryggja, at einans góðar og til biligasta heilsøluprís keyptar útgerðar- og aðrar vørur verða veittar fiskimonnunum við sær til grønlandsveiðuna eins og til at keypa haruppi. Lagt má verða fyri stát og løgting beinavegin at fara undir at byggja atleggingarplåss i Suðurhavnini ella á øðrum eins góðum plássi til før- Strongt verður á Grønlandsfelagið, sum løgtingið eigur so stóran lut í samstundis at fara undir at seta upp: 5. frystivirki, herundir agngoymslu 0. a. m.. ið tørvar okkara vinnulivi at fáa sett upp. Grønlandsfelagið hevur ikki peningin. Løgting og slátur megu ti Klagað hevur verið yvir smidjuvidurskiftini. Her må ein umskipan ella nýskipan fáast í lag, ið kann geva biliga og skjót »service«. Okkara sjómenn hava saknað etti vaskari og eina badistovu, tå ið teir koma í land. Teir liggja jú mánaðir burtur frá heiminum. Eitt tílíkt vaskarí og baðisstova megu fáast. Harmiligt hevur tað verið hjá okkara fiskimonnum at verið úti fyri tilikum ovurstórum prísum uppá tubbakksvørur. Her má ein skipan fåast, so teir kunnu fáa tubbakki avgiftsfritt eins langfarasjómenn í øðrum londum. Hjørdis er heikomin úr Grønlandi. Veitt 220 tons. Seyðaframsýningarnar verða í ár: á Sandi 13. í Vágum 15 og 16 og í Kaldbak 17 og 19 nov. Sum vanligt hava Viðingar í ár ver- ið og sligið kópar. 21 fingu teir í tali. Viðoy komin úr Grønlandi við 90 tonsum. Tjaldrið fór av Havnini til Keypm. kl. 8 mikukvøldið. Botnia kom á Havnina i gjár. Fer ikki til fslands. | — Johan Ellendersen, læraraskúlanæm- ingur, er fråfarin sum driftsleidari fyri »Roynds kolasølug í Hvalba. Í hans- ara stað er komin Jens Chr. Holm. Ný ggja húsið hjá K. F. U. M. og | K.. í Klakksvík verður vígt í morgin. Samstundis verður hildin missiónsvika. Mín jólabók Aftur í ár kemur hin væl umtókta jólabókin >Mín jolabok«, ið Føroya lærarafelag gevur út. Bókin kemur út fyrst í desember. Støddin er 128 blaðsíður, myndir- nar 30—10 í tali, forsíðan prentað i trimum litum, føroyskt landslag. Innihaldið er yrkingar og søgur. Hóast tað. at pappirid í bókini er fyrsta flokks. og myndirnar nógvar kostar hon ikki meiri enn 3.00 kr. hvørt barn kann ein barnabók. ið keypa. Skipasølur »IHeana« (52 t), ið roynt hevur eftir sild, er til sølu. Ovåttadi tíðindi siga, at D. P. Høj- gaards eftfl. hevur íumbúna at keypa >Atlantsfarið<. Vestmannagrindin Í gjár var framvegis væl av hvalum eftir inni á Vestmanna, tó menn hava skutlað í meiri enn eina viku. Tað sær út til at Vestmenningar fara at hava feska grind meginpartin á vetrinum. m-- 75 adarskulamålid fyrstu ferd kom fram å tingbord x f år eru ár síðan landbún- Hvussu gamal er Pål Petersen? Hann segði i tinginum seinasta mik- udag: »Eg havi verið fríhandilsmaður síð- ani 1772.< x Úr Dagblaðnum: … gjár fór flogberin lllustrios úr Bretlandi við herfórlki og aftur í dag (til Suez)... ...Manning og yvirmenn búgva allir har afturi, so alt fer fram undir dekk- inum (um Casablanca)...... J. H. Danbjørg 55 ár Í gjár fylti partamaður okkara, J. H. Danbjørg, løgtingsmaður 55 ár. 55 ár er eingin aldur, men kemur tú í tos við Danbjørg ella tú hoyrir rødd hansara í løgtingssalinum, tykist hann mong ár yngri. Hann hevur í mong ár verið ein av fremsstu álitismonnum flokksins og rúma tíð av politisku ævi síni ein av flokksins tingmonnum. Hetta blað hevur honum almikið at takka fyri, tí fáur hevur verið blað- num so trúgvur sum hann. Við sínum mongu manandi, sosialistisku greinum í blaðnum er hann kendur um allar Føroyar. Tað er ikki bert í tinginum hann røkir áhugamál arbeiðs- og fiski- manna. Hann er eisini formaður í Suðuroyar fiskimannafelag, har hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði øllum Føroya fiskimonnum til frama. Nakað er vunnið. men nógv er eftir og tá fiskimenn í dag ikki hava vunnið full- ar sømdir á øllum økjum, er tað ikki hansara skuld. Meira ágrýtnan og heit- hjartaðan talsmann eiga fiskimenn ikki. Ongantíð hevur stríðið verið so hart sum hesi árini, Danbjørg hevur verið frammi í føroyskum politikki. Hin harða mótstøðan frá afturhaldsflokk- unum hevur forðað javnaðarmonnum at umskipað samfelag okkara sosialist- iskt, men stig fyri stig vinnur flokkurin fram, aldri hevur hin reyða ljosglæm- an verið so bjørt og máttmikil sum nú, og hitt stóra málið, ið Danbjørg so trúliga hevur barst fyri, er í eygsjón. Við kvøðu javnaðarmanna ynskja vit tær til lukku á føðingardegnum. Barnahjálpar- grunnurin Styrkur til treingjandi børn verður býttur út fyrra helming í desember mánaða í ár. Tessvegna verður her sagt frá, at oyðibløð til umsóknir kunnu fáast við antin skrivliga åheitan til Barnahjálp- argrunnin, Tórsahnvn, ella við at ringja til telefon nr. 550. Umsóknirnar mugu vera nevndini í hendi í 1951. Tórshavn, hin 25. oktober 1951. Nevnd Barnahjálpargrunnsins. seinasta lagi 25. november Við tað at ætlanin er at fáa nýtt brævamerki. hevur nevndin avgjørt at heita á allar teknarar um at luttaka í kapping um UPPSKOT TIL NÝTT BARNAHJÁLPARMERKI Uppskotini verða send til: Barna- hjálpargrunnin, Tórshavn í seinasta lagi 15. desember 1951, og fær tað uppskot. ið tikið verður til merki, kr. 200 — í heiðursløn. Á merkinum skulu hesi orð standa: >BARNAHJÁLPARGRUNNURINK< og »FØROYAR«. Til at meta millum tey uppskot, ið inn verða send, hava hesir játtað at virka sum dómsneynd: Martin Djurhuus, postkontrollørur, William Heinesen, listarmaður, og Erling Isholm, prentari. Nevndin er sera takksom fyri ta vælvild, sum Barnahjálpargrunnurin altíð hevur fingið prógv fyri millum fólk, og er tað at vóna, at listarmenn vilja taka við hesi áheitan. Tórshavn, hin 25. oktober 1951. Nevnd Barnahjálpargrunnsins. til gólv og trælutir. Verður hart og slitsterkt. Í einsølu hjá Johan Ziska Smiðju- og maskinverkstadur Autogen-elektrosveising. Máltr. 83, Klakksvik